fríggjadagur 15. november 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 220 - 15. november 2002
Nr. 220 - 15. november 2002
11
Skiparar verða
víkarmaðurin, Ólavur
Samuelsen og
streymnesmaðurin,
Kjartan Egholm
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Nú líðir væl við nýggju
trolarunum, sum P/F Beta í
Saltangará letur byggja í
Vigo í Spaniu.
Dagurin fyri navngeving-
ini er settur til leygardagin,
23. november, og ætlandi
loysa skipini í Spaniu,
mánadagin, 25. november.
Olaf Olsen, reiðari, vænt-
ar, at nýggju skipini verða í
Føroyum týsdagin, 3. de-
sember.
– Báðir bátarnir eru klár-
ir, tá ið teir fara úr Spaniu,
og væntandi fara teir fyrsta
túrin longu miðskeiðis í
somu viku, sum teir koma,
sigur hann.
Skiparar verða víkarmað-
urin, Ólavur Samuelsen,
sum hevur ført Gorp og
streymnesmaðurin, Kjartan
Egholm, sum hevur ført
Skráp.
Tað merkir tó ikki, sigur
Olaf Olsen, at Gorpur og
Skrápur eru millum tey trý
skipini, sum fara úr flotan-
um fyri teir nýggju.
Hann vil tó ikki siga,
hvørji trý skip fara úr vinnu
fyri nýbygningarnar.
Nakrir færri
Maskinmenninir hava verið
í Spaniu eina tíð, og tann
eini hevur fylgt arbeiðnum
meginpartin av tíðini. Ein
partur av manningini er eis-
ini farin niður til Vigo at
rigga skipini til.
Í komandi viku fer so
restin av manningini avstað
saman við fólki frá reiðar-
ínum, sum skulu vera við,
tá ið skipini verða latin og
navngivin.
Olaf Olsen sigur, at
manningartalið umborð á
nýggju skipunum verður
tað sama, sum við teimum
gomlu, og tá ið trý skip fara
úr flotanum fyri tvey, merk-
ir tað, at samlaða manning-
artalið verður heldur minni.
– Men nýggju skipini
verða meira í sjónum enn
tey gomlu, og tað merkir so
aftur, at vit koma at hava
fleiri avloysarar, leggur
hann aftrat.
Reiðarin vísir á, at tey
gomlu skipini krevja meira
røkt enn tey nýggju, og tí
má roknast við, at nýbygn-
ingarnir verða drúgvari í
sjónum.
Útgerðin føroysk
Ein stórur partur av útgerð-
ini umborð á nýggju trolar-
unum hjá P/F Beta er før-
oysk.
Fiskireiðskapurin er før-
oyskur; hann hevur trol-
virkið, Vónin, latið, og
radioútgerðin er keypt frá
Radiohandlinum í Saltang-
ará. Haraftrat hevur mas-
kinverkstaðurin, FJM í
Runavík, bygt og sett ar-
beiðsdekkið upp og somu-
leiðis bondini, sum føra
fiskin niður í lastina.
Olaf Olsen sigur, at um-
støðurnar hjá manningini
umborð á nýggju skipunum
kunnu ikki samanberast við
umstøðurnar umborð á
teimum gomlu – hvørki, tá
ið ræður um sjálvar ar-
beiðsumstøðurnar og um-
støðurnar hjá manningini
annars.
– Vit eru ógvuliga spent-
ur uppá at fáa nýggju skip-
ini heim og fáa tey í vinnu,
sigur reiðarin.
Nýbygningarnir eru 38
metrar langir og 9,5 metrar
breiðir. Teir eru merktir 462
bt., og maskinorkan er
1305 hk.
Gomlu skipini eru á leið
somu
longd
sum
tey
nýggju, men eru merkt 388
bt.
Nýggju Beta-trolararnir koma um 3 vikur
– Útlit eru til, at árið í
ár verður tað besta í
nøgd, síðan tey bæði
árini í fyrru helvt av
áttatiárunum, 1983
og 1984, sum
royndust so væl, sigur
Olaf Olsen, reiðari
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Nú árið er farið at halla,
hava vit spurt Olaf Olsen,
reiðara, hvussu gongdin hjá
Beta-skipunum hevur verið
í ár.
Olaf letur hampiliga væl
at og sigur, at fiskiskapurin
hevur verið hampiliga góð-
ur – so mikið góður, at
hetta árið helst verður tað
besta í nøgd síðan 1983 og
1984. Í peningi er talan eis-
ini um eitt gott ár, hóast
prísirnir á upsa ikki hava
verið so góðir sum seinasta
ár.
Prísfall í summar
Reiðarin sigur, at miðal-
prísirnir á upsa yvirhøvur
hava verið lægri í ár enn í
fjør, og serliga í summar og
fyrr í heyst hevði upsin lág-
an prís.
– Stundum var torført at
sleppa av við fiskin, og tí
hava vit verið nakrar ferðir
uttanlands og selt.
Olaf ásannar, at upsin er
smærri í ár enn í fjør og
heldur, at hetta hevur ávirk-
að prísirnar.
– Tá ið upsin er smáur,
fáa virkini færri tons
ígjøgnum maskinurnar, og
tað gongur útyvir fram-
leiðsluorkuna og harvið
eisini útyvir nøgdirnar, sum
virkini keypa. Minkar eftir-
spurningurin, kann vænt-
ast, at prísurin eisini lækk-
ar.
Hvar er 3’arin?
Olaf Olsen, sum hevur ført
hagtøl yvir fiskiskapin hjá
Beta-trolarunum í mong ár,
undrast yvir, hvat vorðið er
av upsanum, sum veiddur
varð í fjør.
– Í fjør var størsti partur
av veiðini upsi 3, meðan
størsti parturin í ár er upsi
4.
Hugsast kundi, at árgang-
urin, sum fekst í fjør, var
størri í ár, men soleiðis er
tað ikki, tvørturímóti.
– Eg trúgvi, at fiskurin –
og tá ikki minst upsin – er
meira »bevegiligur«, enn
vit halda; tí er gongdin,
sum hon er, og hon er ikki
altíð so løtt at skilja.
Um útlitini annars, hel-
dur reiðarin, at tey eru tor-
før at meta um.
– Fiskiskapurin hevur
verið góður í ár, og í løtuni
hava skipini eisini hampi-
liga góðan fiskiskap, men
ilt er at spáa um framtíðina,
tá ið tú hevur við fisk at
gera, leggur hann aftrat.
Olaf Olsen sigur at enda,
at miðalprísurin á upsa
liggur um 5 kr. fyri kg., og
tað er heldur lakari prísur
enn í fjør.
– Men prísurin er so
hækkaður nakað aftur eftir
fallið í summar, men hann
er ikki komin heilt uppá
sama støði aftur, sum hann
var í fjør, sigur reiðarin.
Eitt hampiliga gott ár í nøgd og peningi
– Tað verður ógvuliga spennandi at fáa tvey nýggj skip, heldur
Olaf Olsen, reiðari, sum her er avmyndaður undir liðini á
soninum, Ragnari Olsen, sum nú eisini starvast hjá
reiðarínum eftir fleiri ár í starvi hjá Føroya Banka
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Upsaprísurin hevur verið lágur í summar, men hann er nú komin nakað uppaftur, sigur Olaf
Olsen, reiðari, sum heldur, at smái upsin er ein orsøkin til prísfallið
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nýggi bygningurin
hjá Landssjúkrahús-
inum verður liðugur
á Ólavsøku, men
hann fer at standa
gapandi tómur, tí vit
hava ikki ráð til at
keypa útgerð og tól,
so at hann kann
takast í nýtslu
SPARINGAR OG
HEILSUVERK
Áki Bertholdsen
Á Ólavsøku verður nýggi
bygningurin hjá Lands-
sjúkrahúsinum liðugur.
Men tey, sum í langa tíð
hava glett seg til betri um-
støður á Landssjúkrahúsin-
um, mugu brynja seg við
toli í óasetta tíð.
Tí hóast bygningurin
verður liðugur, merkir tað
ikki, at hann verður tikin í
nýtslu.
Tað hava vit nevniliga
ikki ráð til!
At kalla ongin peningur
er settur av til at keypa tól
fyri og tí er tað greitt, at
nýggi bygningurin ikki
verður tikin í nýtslu, tá ið
hann er liðugur.
Poul Geert Hansen, leið-
ari á Landssjúkrahúsinum,
sigur, at ein uppgerð yvir
tørvin, vísir, at tól, innbúgv
og útgerð skulu keypast fyri
44 milliónir fyri at kunna
taka nýggja bygningin í
nýtslu.
Næsta ár eru bara fimm
milliónir settar av til nýggj
tól á uppskotinum hjá
landsstýrinum til fíggjar-
lóg. Men tað kann ikki
brúkast til nakað sum helst,
tí tað er bara ein dropi í
havinum.
Tað ringasta er kortini, at
tær
fimm
milliónirnar
røkka ikki so frægt sum til
tey mest neyðugu tólini,
sum mugu byggjast inn í
sjálvan bygningin og sum
sostatt eisini mugu setast
upp, samstundis sum bygn-
ingurin verður gjørdur lið-
ugur.
– Tól og útgerð fyri einar
10 milliónir skulu byggjast
inn í bygningin og tey
mugu setast upp, áðrenn
bygningurin verður gjørdur
liðugur, tað vil siga áðrenn
í juli næsta ár, tá ið bygn-
ingurin skal verða liðugur
eftir sáttmálanum. Sostatt
koma fimm milliónir at
mangla í, bara til ta útgerð-
ina, sum má keypast bein-
anveg. Verður hendan út-
gerðin ikki keypt, ber ikki
til at gera bygningin lidnan.
Kanska í 2004
Poul Geert Hansen sigur, at
landsstýrið hevur boðað
frá, at ætlanin er at játta
peningin í 2004.
– Sostatt kann útgerðin
kanska bíleggjast í 2003 og
setast upp fyrst í 2004, so at
bygningurin kann takast í
nýtslu einaferð út á árið í
2004.
Sostatt kemur bygningur-
in í besta føri at standa tóm-
ur til einarferð í 2004. Men
í grundini veit ongin, nær
bygningurin verður tikin í
nýtslu, tí politiskar ætlanir
kunnu skjótt broytast og
Poul Geert Hansen heldur,
at tað kann saktans henda,
at tað kemur at ganga
longri tíð enn so, áðrenn
nýggi bygningurin kann
takast í nýtslu.
Men samstundis vísir
hann á, at tað er heldur ikki
nóg mikið av pengum
næsta ár til at gera sjálva
byggingina lidnað.
– Tað verða avsettar 35
milliónir til byggingina
komandi ár. Men tað koma
at mangla einar 9-10 milli-
ónir í fyri at gera hana
lidnað.
Hetta er peningur sum
skal til fyri at broyta skurð-
gongina, forhøllina og ann-
að á Landssjúkrahúsinum
fyri at samanbinda gamla
og nýggja bygningin.
Tí heldur Poul Geert
Hansen, at Løgtingið ikki
sleppur undan at játta einar
14-15 milliónir afturat til
Landsjúkrahúsið næsta ár
uttan at tað verður nógv
dýrari og uttan at bróta teir
sáttmálar, sum eru gjørdir.
Av teimum skulu 9-10
milliónir brúkast til sjálva
byggingina og einar fimm
milliónir skulu brúkast til
tól, sum skulu byggjast inn
í bygningin, afturat teim-
um fimm, sum eru á fíggj-
arlógini.
Umhugsa møguleikar
Leiðarin á Landssjúkrahús-
inum sigur, at eitt uppskot
hevur verið at gera eina
verklagslóg komandi ár,
sum bindur Landsstýrið til
at játta neyðuga peningin í
2004. Hendir tað, kann út-
gerðin bíleggjast komandi
ár, tá ið lógin er samtykt, so
at hon kann leverast í 2004.
Men tað er alt óvist enn.
Hann vísir kortini á, at tá
ið peningur verður játtaður
til útgerð og tól, hevði tað
avgjørt verið ein fyrimunur,
at játtanin verður so mikið
stór, at alt kann keypast í
senn.
– Fyri tað fyrsta eru
møguleikarnir fyri at fáa
avsláttir betri, tess størri
keypið er.
Men hann heldur, at tað
er ein spurningur um hetta
er ein útreiðsla, sum skuldi
komið undir útbyggingar-
kvotuna hjá landsstýrinum,
tí tað allarmesta av útgerð-
ini verður keypt uttanlands
og tí hitar tað ikki búskapin
og leggur ikki trýst á ar-
beiðsmarknaðin.
Men hann dylir kortini
heldur ikki fyri, at sum
ábendingarnar eru nú, er
ikki væntandi, at alt fer at
verða játtað í einum, so tað
fer kanska at taka nøkur ár
keypa útgerðina, so at
nýggi bygningurin kann
takast í nýtslu.
Næsta ár er ætlanin at
Landssjúkrahúsið skal fáa
40 milliónir, 35 milliónir til
bygging og fimm milliónir
til tól. Fær Landssjúkrahús-
ið eisini 35-40 milliónir í
2004, kemur framvegis 10-
15 milliónir at mangla í. Tí
kann tað hugsast, at útgerð-
in fer at verða keypt í 2004
og 2005, so tað fer at taka
langa tíð at taka nýggja
bygningin í nýtslu.
Poul Geert Hansen hel-
dur, at tað er rættiliga
óheppið, at tað ikki skal
bera til at taka bygningin í
nýtslu, nú hann er liðugur.
– Landssjúkrahúsið hev-
ur bráðneyðugan tørv á
meiri plássið og nýggi byg-
ningurin hevur verið eitt
ljóspunkt, og starvsfólkið
hevur avgjørt sæð fram til
at fáa nýggi bygningurin
skuldi blíva liðugur. Tí er
tað sjálvsagt frustrerandi at
koma í hesa støðuna.
Hann sigur, at tey høvdu
vænta at fáa pening til
útgerð næsta ár, tá ið tørv-
urin var á tí og tað var eisini
ætlanin. Men tá ið fíggjar-
lógin varð løgd, varð upp-
hæddin tikin av.
Ikki ráð til at taka nýggja
Landssjúkrahúsið í nýtslu
Tá ið nýggi bygningurin á
Landssjúkrahúsinum verður
liðugur í juli mánað
komandi ár, fer hann at at
standa tómur, tí vit hava ikki
ráð til at taka hann í nýtslu.
Poul Geert Hansen, leiðari á
Landssjúkrahúsinum, sigur,
at næstan 50 milliónir
mangla í fyri at bygningurin
kann takast í nýtslu
C
M
Y
K
11
10