fríggjadagur 15. november 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 220 - 15. november 2002
Nr. 220 - 15. november 2002
13
Í sendingini Sostatt mikukvøldið gjørdi ein lurtari
vart við vandan fyri vælferðini, nú fylgjurnar av
fullveldistilgongdini av álvara gerast sjónligar.
Landsstýrismaðurin í heilsu- og familjumálum
vissaði lurtaran um, at eingin vandi var á ferð í so
máta. Ein hevði støðugt havt í huga, at fullveldis-
tilgongdin á ongan hátt skuldi nerav vælferð føroy-
inga.
Men sendingin sum heild prógvaði tað mótsetta!
Hóast allar møguligar sjóforkláringar, so kundi
landsstýrismaðuirn ikki burturforklára tann beiska
veruleika, at orsøkin til alla neyðina við at senda
sjúklingar á Ríkisskjúkrahúsið stavar frá troti á
gjaldføri. Í blaðnum her í gjár greiddi ein fyrrver-
andi gjaldstovustjóri væl frá, at hetta trot júst stavar
frá tí nógv minkaða blokkinum. Blokkurin var
ætlaður til at rinda m.a. fyri viðgerð av føroyskum
sjúklingum á Ríkisskjúkrahúsinum! Men nú eru
farnar 366 milliónir út úr almenna gjaldførinum
orsakað av blokkniðurskurðinum. Hartil eru komnar
nýggjar útreiðslur av yvirtøkum m.a. skipaeftirliti
o.ø. Tað næsta verður fólkakirkjan. Uttan mun til,
hvat landsstýrismenn siga, so er veruleikin tann, at
minni almennur peningur er til vælferð! Vit síggja
tað svart uppá hvítt hvønn dag. Hví vóru annars
settar 20 milliónir minni á fíggjarlógina í ár enn
viðgerðin kostar? Jú, fyri at venja borgarar og
samfelag til, at vit fáa minni vælferð í framtíðini, tí
minni verður at gera gott við. Tað er tí at lumpa fólk
at pátsanda, at fullveldistilgongdin ikki kostar
vælferð! Øll gongdin í málinum um viðgerðina á
Ríkissjúkrahúsinum prógvar, at tað er beint
tvørturímóti, og landsstýrismaðurin átti at skammast
yvir sínar jánkasligu royndir at káva út yvir hendan
veruleika. Landsstýrismaðurin og samgongan vóru
so ruddiliga avdúkað í nevndu sending. Nú bíða vit
bert eftir, hvat tað næsta verður, tí vit eru illa nokk
byrjað uppá fullveldisgongdina.
Sendingin váttaði tað, sum fíggjarlógaruppskotið
fyri 2003 er eitt talandi dømi um, nevniliga, at vit
ikki fáa endarnar at røkka saman eftir niðurskurðin
í blokkinum - at fullveldið beint tvørturímóti givn-
um lyftum kostar vælferð og tað við lít! Vit hava
einki móti eini varisligari minkan av blokkinum.
Men vit ávarðaðu ímóti at fara so harðliga fram, at
tað fór at kosta vælferð. Men rætt skal nú vera rætt.
Formaður Tjóðveldisflokksins segði á sinni við
Sosialin, at fullveldið fór ikki at verða nakað
paradís. Gongdin í seinastuni, har fylgjurnar av
blokkniðurskurðinum nú gerast alt meira sjónligar,
gevur honum rætt í, at fullveldið gjørdist einki
paradís. Nú er uppá tíðina, at samgongan leggur
kortini á borðið og sigur fólkinum frá, hvat alt hetta
eksperimentið kemur at kosta føroyingum, og hvat
slag av samfelag, fullveldið verður. Eitt er vorðið
púra greitt: talan verður ikki um eitt norðurlendskt
vælferðarsamfelag.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fullveldi og vælferð
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Erhard Jacobsen
Trupulleikin er bara, at tit í
ÚF blanda tvey ting saman,
sum lítið og onki hava við
hvørt annað at gera.
Flutningur og koyring í
bygdum og býum og mill-
um bygdir er nógv øktur
hesi seinastu árini.
Hetta sæst m.a. eisini av,
at metøking er í nøgdini av
bussum og stór øking í
talinum av lastbilum og
vøruvognum, samstundis
sum talið av persónbilum
sjálvandi eisini er økt hesi
seinastu árini.
Hetta er eitt úrslit av
vælferðini og av, at virk-
semið í landinum er økt.
Tann nógva koyringin
(og ikki spesielt dieselbil-
arnir!) ger ivaleyst, at
nøgdin av CO2 útláti økist.
Tíbetur hava vanlig fólk
ofta valt bíligara háttin at
ferðast, nevniliga at keypa
dieselbilar.
Lat okkum nú siga, at tey,
sum hava keypt sær diesel-
bil, heldur koyrdu í bensin-
bilum, so var CO2 útlátið,
um koyringin annars var
tann sama, økt uppaftur
meira enn tey 54%, sum tú
nevnir.
Hví so fara eftir mann-
inum (honum, sum koyrir í
dieselbili), tá ið tit heldur
áttu at farið eftir bóltinum.
Tíðindini sunnumorgun-
in kundu tí ljóða, at tað er
ikki óhugsandi at almenni
avgjaldspolitikkurin í stað-
in fyri at økja heldur hevur
minkað um CO2-útlátið.
Hetta var tað, eg royndi at
greiða tykkum frá. Og hetta
er eisini hent, hóast ting-
menn herfyri samdust um
at seta avgjaldið á bensini
niður við stórari upphædd!
Í míni viðmerking royndi
eg ikki at dylja, at diesel-
bilar eins væl og bensinbil-
ar dálka umhvørvið, men tá
ið tað snýr seg um CO2
útlát, og tað var hetta tíð-
indini hjá tykkum snúðu
seg um, dálkar ein diesel-
bilur vanliga minni enn ein
bensinbilur, um støddin
annars er tann sama. Og
hetta varð eisini váttað í
eini samrøðu, sum tit
høvdu við eitt FDM-um-
boð.
Tit í ÚF vita líka væl sum
eg, at tað skal eitt "punch"
til fyri at fáa lurtaran at
vakna.
Tí eru tíðindi mangan so
tunn, tá ið saman um kem-
ur. Nógv er óviðkomandi
tíðarspilla og ógrundaður
panikkur, samstundis sum
onnur týðandi mál als ikki
verða tikin upp á tungu
(kanska tí at umstøður ikki
eru til tess).
Eg fari at enda við at
siga, at skulu vit ganga eftir
tykkara logikki (og kanska
eisini logikkinum í kann-
ingini, sum eg ikki havi
sæð), so eru tey, sum koyra
í bensinbili antin býtt, ella
eisini eru tey serliga góð
við umhvørvið, tí teimum
stendur eisini í boði at
keypa sær dieselbil.
Men man tað nú vera so
einfalt?
Lítil viðmerking til Jóhann Mortensen,
tíðindaleiðara
Álvur Zachariasen
Henda kanning – sum er
gjørd viðvíkjandi dálking
av umvhrøvinum hjá okk-
um – er hon álítandi?
Ein kundi hugsað sær, at
dálking í okkara umhvørvi
stavar ikki bert frá okkum
sjálvum, men verður á-
virkað uttanfrá.
Hvussu hevur luftrákið
verið tá ið henda kanning
varð gjørd. Ein sjálvur
hevur sæð eitt ógvuliga
stórt útlát av CO2 frá bori-
pallum í »Norðsjónum«.
Við tað, tá ið gassið verður
brent, er olja íblandað.
Undirritaði hevur rakt
við, at eitt einstakt tíðar-
skeið, er so nógv dálking í
Norðsjónum, sum stavar frá
boripallum,
stór
svørt
skýggj vóru hangandi í
einum rættiliga stórum
havumhvørvi, og tá ið logn
var, blivu tey ikki blást
burtur.
Fyri at koma aftur til um-
hvørvi hjá okkum viðvíkj-
andi dálking, so kann tað
hugsast, at luftrákið sum
kemur frá Norðsjónum, at
vit fáa eina rúgvu av tilfari
CO2 harfrá, og ikki bert frá
okkum.
Er henda kanning gjørd
tá ið luftrákið frá Norð-
sjónum hevur verið áhald-
andi, so er møguligt, at vit
fáa eina skeiva mynd hes-
um viðvíkjandi.
Er kanningin gjørd, har
luftrákið er komið norðan-
frá, so er ein onnur støða.
Øll vita, at luftrákið
norðanfrá er reinari í sær
sjálvum, har er lítið og onki
útlát av CO2, fyri at siga
ikki onki!
Endaliga, kundi tað verið
áhugavert, at fingið at vita,
hvussu
luftrákið
hevur
verið, tá ið henda kanning
varð gjørd.
Sum sagt, kunnu vit fáa
eina skeiva mynd sum bert
stavar frá okkara egna
umhvørvi, ella er dálkingin
ávirkað uttanfrá.
CO2 útlát í okkara umhvørvi
Johan Dahl
løgtingsmaður
Tað var einaferð ein maður,
sum kallaðist Tobbi, ein
politikkari av Guðs náði ,ja
ein ordans kempa, tá tað
kom til tað verbala, til
dundurstalur og dundurs-
ákærur móti sínum sam-
gongufeløgum.
Eina partur av teimum
ungu við lítlum og ongum
lívskunnleika, men við
ideologiini og dreymunum
– tað skal sjálvandi eisini til
sum ein partur av okkara
lívi - tey sóu upp til hendan
Tobban, tá hann framførdi
sín sjónleik við harðmælt-
ari talu, sum av og á endaði
í galrópum og stórum
armsveiggjum og retorikki,
sum tilkemur einum rætt-
um statsmanni - republikk-
in segðist javnan at verða í
eygsjón - hon sást í havs-
brúnni.
Tað var bara eitt ella
kanska tvey problemir í
øllum hesum:
Flestu av lyftunum, sum
Tobbin og hansara floks-
felagar og samgongulimir
høvdu givið til teirra "und-
irsáttar", hildu slettis ikki, -
alt sá út til at enda í eini
reinari oyðumarkargongd
har ongin "Móses" var at
leiða tey aftur á røttu kós-
ina - tey vóru vilst burtur
frá
sínum
upprunaligu
ætlanum, og kumpassina
hevði Tobbin tíverri eisini
mist, so skilið var ikki gott.
Hóast teir innanborða í
samgonguskútuni
høvdu
arðar disiplar, sum kundu
havt ført teir gjøgnum oyði-
mørkina inn aftur á røttu
kósina, so sá hetta tó heldur
ikki út til at eydnast, tí
ymisk mál høvdu tikið seg
upp, sum ikki vóru væl
lýdd av hesum partinum av
fýrklevaranum, og tískil var
neyvan nøkur hjálp at
heinta har.
Tann stóri eindin við tí
stóra leiðaranum, „lands-
faðirinum", skírdur so, av
sínum egnu, - vóru Tobbin
og hinir eisini komnir upp
at Tobbast við, tí teir høvdu
ákært tveir av hægstu
monnum innanfloks har
fyri at verða røvarar og
bandittar og óegnaðir at
leiða landið.
Hendan ákæran endaði
tó, sum so nógv annað sum
Tobbin framførdi - eisini í
reinum sjónleiki, sum mátti
endavent samgonguskútuni
með alla og kanska tað, ið
verri var.
At neyðugt var at krúpa
til krossin og lata "land fly"
var ivaleyst sera hart fyri
Tobban .,- vit sum vóru
áskoðarar tóku synd í Tobb-
anum , - hetta minti okkum
ikki sørt um høgguslokkin,
sum í álopið svimur fram
við fullari styrki,- goysir
sítt blekk á fíggindan og
bakkar síðani aftur við
fullari styrki .
Aftan á hendan sjónleik
sum "næstan" oyðilegði
Ólavsøkuna hjá "lands-
faðirinum"
og
hansara
krúnprinsi,
ja
so
helt
kollisions-kursurin áfram
hjá samgonguni, ið Tobbin
var ein partur og endaði ,-
seinast vit vistu, við eini
fíggjarlógarkladdu (upp-
skotið), sum var so langt
við síðuna av veruleik-an-
um, at "fíggjar –oraklið við
tí reyða passinum" í flokki
Tobbans, - bæði vildi spara
hópin av peningi, sam-
stundis geva skattalættar og
fremja stórar ætlanir - skil
tað hvør í vil!!!!
Hin parturin í flokkinum
hjá "landsfaðirinum" hes-
um faðiri, sum heldur vildi
ganga á fjalli og fletta, fyri
at halda mentanina í hevd ,
enn at verða við til fíggjar-
lógarframløguna,
hesin
partur var nú við at fara í
panikk, tí eitt var klárt -
her mátti sparast og tað ikki
við mýkindum - ja heilt
upp í 200 mio. verður
sagt!!!
So skuldu vallyfti heldur
halda áfram við at verða
brotin lyfti!
Mong
mugu
ivaleyst
spyrja seg sjálvan - hava
hesir menn sovið í 4 ár, at
teir fyrst vakna nú við
kaldan dreym, aftan á 4 ára
forbrúksgildið har lønirnar
hjá almenna sektorinum
eru vaksnar við 440 mio. og
rakstrarútreiðslunar tilsam-
ans, undir teirra leiðslu –
eru vaksnar við tilsamans
1.123 mio. krónum.
Spennandi verður at vita
hvussu kabalin fer at ganga
upp.
Á sjónvarpsskíggjanum
fyri stuttum segði Tobbin,
at andstøðan var so stein-
deyð!
So vítt eg dugi at síggja,
so má verða minni munurin
á lógaruppskotum komin í
tingið frá andstøu og sam-
gongu - ivaleyst fleiri frá
andstøðu, - tá vit ikki rokna
eykajáttanaruppskot
frá
forbrúkssamgonguni við.
Jú, so sanniliga er lív í
samgonguni-
hundalív
hvønn einasta dag - verbalt
kríggj og klandur.
Seinasta ið hoyrdist frá
Tobbanum
og
hansara
monnum var av Christians-
borg, har teir høvdu fram-
løgu og kjak um ríkis-
felagskapin og framtíðina -
betur hevði verið um teir
høvdu havt ein kjakfund á
heimavølli, har teir greiddu
Føroya fólki frá fíggjarligu
støðu Føroya, og hvussu
teir ætla fáa kabalina at
ganga upp.
Fylgið nú væl við tann
næsta mánaðin ella hálvan-
annan, tað verður ivaleyst
sera áhugavert at líða á,
hvussu leikur ferst.
VIÐMERKINGAR
Søgan um Tobban og steindeyðu
samgongu hansara
Ingibjørg Thomsen
Við hesum vil eg gera eina
viðmerking til tíðindini,
sum eru komin fram í
fjølmiðlunum
um,
at
Heilsuverkið ikki hevur ráð
at senda sjúklingar við
serligum tørvi á Ríkis-
sjúkrahúsið. Samtíðis sigur
Vilhelm Johannesen, løg-
tingsmaður, at sjálvt í
ringastu kreppuni frá 1991-
93 vórðu allir sjúklingar
við serligum tørvi sendir á
Ríkissjúkrahúsið og ikki
fyrr enn nú er tað vorðið
ein trupulleiki. Til hetta má
eg tíverri siga, at tað ikki
samsvarar við veruleikan.
Vilhelm Johannesen er
uttan iva umskiltur, tí hann
veit ikki betri.
Sjálv hevði eg tørv á við-
gerð á Ríkissjúkrahúsinum,
tí specialið ikki var í
Føroyum. Árini 1986-90
fekk eg neyðuga viðgerð
niðri. Tá eg varð sjúk aftur í
1991, fekk eg at vita, at eg
bleiv ikki send á Ríkis-
sjúkrahúsið aftur, tí "eg
hevði verið ov kostnaðar-
mikil fyri Heilsuverkið.
Her mátti sparast og tað
mátti eisini galda meg." Eg
varð skelkað og gloymi
ongantíð ta løtuna aftur.
Soleiðis gingu tvey ár, og
eg bleiv bara verri og verri
og føldi tað vónleyst.
Gjørdi so av at flyta til
Danmarkar, leitaði upp
lækna har og bað um hjálp.
Takkað verið teimum er
støðan ein heilt onnur í dag
næstan 10 ár seinni. Aftaná
tvær skurðviðgerðir fekk
eg tað nógv betri, men av tí
at eg hevði gingið so leingi,
høvdu aðrir heilsutrupul-
leikar stungið seg upp. 5
serlæknar á ymiskum økj-
um hava síðani fylgt mær
og higartil hava viðgerðir-
nar eyðnast væl. M.a. fekk
eg í Danmark staðfest, at
eg, nakað áðrenn eg fór
niður, hevði havt blóðtøpp í
hjartanum, sum ikki var
viðgjørdur. Greiddi danska
læknanum frá, at eg hevði
sent boð eftir lækna, men
var hansara niðurstøða, at
ikki var neyðugt at leggja
meg inn til kanningar.
Danski læknin undraðist
stórliga á hesa viðferð.
Eftirspælið er, at Ríkis-
sjúkrahúsið má fylgja við
heilsustøðuni hjá mær so
leingi eg livi, so tað er ikki
nøkur løtt søk hjá mær at
hugsa um at flyta aftur til
Føroya. Soleiðis kann tað
eisini gangast føroyskum
sjúklingum!
Føroyska
Heilsuverkið hevur sostatt
ikki havt fleiri útreiðslur av
mær, men so má eg eisini
spyrja - hvørjum tekur
Heilsuverkið sær í veru-
leikanum av? Tað sær ikki
út sum tað er fyri øll!
Tað var hart at verða
noydd til at rýma av land-
inum vegna sjúku, fara frá
heimi sínum og frá familj-
uni, men har var einki
annað at gera, um eg skuldi
gera mær nakra vón um at
fáa hjálp. Hjálpina fekk eg
á Ríkissjúkrahúsinum uttan
nakran almennan føroyskan
stuðul yvirhøvur.
Eitt vil eg nevna afturat.
Ongantíð hava tey á Ríkis-
sjúkrahúsinum sagt við
meg, at eg havi verið teim-
um
ov
kostnaðarmikil,
hóast eg havi verið innløgd
fleiri ferðir. Tað hevur
lívgað og uggað meg ótrú-
ligt øll hesi árini at vita, at
á Ríkissjúkrahúsinum verð-
ur man sum sjúklingur
virdur sum menniskja uttan
mun til, hvussu kostnaðar-
mikil einstaka viðgerðin er.
Mínar beisku royndir við
føroyska Heilsuverkinum
siga mær, at hetta tíverri
ikki er galdandi fyri før-
oyska Heilsuverkið.
Øll við serligum tørvi vórðu ikki send
á Ríkissjúkrahúsið
Jónas Johnsson
sjálvstýrismaður
Onnur við mær munnu
síggja, at diskrimina-
tiónsparagraffin er dis-
kriminerandi. At hon er í
andsøgn, tí hon nevnir
ávísar bólkar, men ikki
allar. Og tað ber illa til.
Øll kunnu í grundregl-
uni verða fyri mismuni
ella happað. Greinin
skal sjálvandi vera, men
hon átti ikki at nevnt
ávísar bólkar. Øll skulu
vera á jøvnum føti fyri
lógini! Nú stríðast nøkur
ónevnd fyri at verða
nevnd. Og nýggj kunnu
koma afturat við líka
góðum ella vánaligum
rætti. Og verri er, at nøk-
ur í veruleikanum hava í
kvittanum, at nýta hetta
sum lopfjøl til komandi
krøv, og sum greinin
ikki er ætla til, herundir
krøv sum happa kristni-
virðir. T.d. frælsinum at
boða
Bíbliuna
sum
autoritet. Vit hoyra fyri
tíðina eisini um hvat
fyriferst í Bretlandi og
Svøríki.
Hóttir bólkar skifta frá
tíð til aðra. Skrivið tí
ongan bólk undirskilt
okkara málburð "eingin
nevndur eingin gloymd-
ur". Viðmerkið at grein-
in ikki er ætla at fremja
politisk
seráhugamál.
Latið okkum so fáa fri á
hesum økinum og nýta
orkuna til uppbyggandi
evnir fyri okkum øll og
Føroyar. Vit eru tó samd
um at vera ímóti allari
happing.
Uttanlands ella heima
Sum eg skilji ráðharran í
heilsumálum frá tíðinda-
miðlunum, vil hann, um
hann sær skilagóðar
møguleikar, flyta ávísar
viðgerðir heim til Før-
oyar.
Í tí sambandi átti eis-
ini at bori til, at gjørt
uppvenjingarstovnar,
kurstaðir, til fólk, ið bera
álvarslig brek í rørslu-
lagnum. Tó mugu fólk
aftaná álvarsligar skaðar
/ truplar sjúkur fram-
vegis
uttanlands
til
akutta serviðgerð og
møguligt
framhald.
Ekspertisan kemur ikki
eftir einum degi. Nøkur
velja vegna umstøðurnar
at búleikast í Danmark.
Men lívið heldur fram í
Føroyum fyri tey flestu,
aftaná akutta skaðan /
sjúkuna!
Samlaða
játttanin
verður
kanska
ikki
minni við føroyskum al-
mennum
kurstøðum,
men ráðini betur. Tí
ferðing
og
uppihald
minka og pengar fara til
fleiri føroysk arbeiðs-
pláss. Teir mala í Føroy-
um og fara aftur í lands-
og
kommunukassar,
heldur enn í Statskassan
og danskar kommunir.
Verða kurstøðini í top-
klassa, er kanska ikki
heilt ómøguligt, at út-
lendingar eisini koma
higar til kur? Ein visión
við perspektivum!
Hvussu nógvar krónir
fara av landinum fyri
nevnda økið, ferðir og
ferðafylgir, veit eg ikki?
Men at vit eiga at fáa
meira fyri tær her heima,
er so sjálvsagt sum at 2
+ 2 = 4.
Tað er annars ikki
rætt, einans at taka støði
í hvussu nógv um árini
fóru niður, og hvussu
nógv varð nýtt. Fleiri
føroyingar fáa als onga
ella ikki nøktandi við-
gerð júst tí teir skulu av
landinum og tí røttu til-
boðini mangla heima.
Sjálvandi eisini tí peng-
ar altíð vísa seg at vera
knappir til slíkt. Øðrvísi
er tá tað snýr seg um
vegir, tunnlar, skip, løg-
tingshús, ráðharrastovur,
fyrisiting,
umsiting,
stýrir, nevndir o.a.m. av
líknandi slagi. Men tann
fríski parturin av sam-
felagnum skal sjálvandi
eisini virka væl.
Andsøgnin
C
M
Y
K
13
12