fríggjadagur 15. november 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Frá fríggjadegi 15. november til hósdagin 21. november
Frá fríggjadegi 15. november til hósdagin 21. november
Bruce Willis spælir høvuðsleiklutin sum
tann kendi yvirgangsmaðurin, sjakalur-
in. Hann fær eina uppgávu sum er at
drepa ein persón, sum er millum
hægstu embætismenn í USA. Samleikin
hjá offrinum er loyniligur. Avtalan er, at
sjakalurin fær 70 milliónir dollarar tá
uppgávan er fullførd. Men Sjakalurin
livur upp til navnið og nýtur jaktina
minst líka so nógv sum tað at drepa.
Eisini sjálvt um hann veit, at hann aft-
aná verður noyddur til at krógva seg
fyri altíð. Sjakalurin er ein topp-pro-
fessionellur leigudrápsmaður, sum hev-
ur tað kyniska, sum skal til. Hann er
nærum ómøguligur at fanga, tí hann
megnar at skifta samleika og hvørva
fullkomiliga. Av tí, at Sjakalurin er før-
ur fyri at útynna tað so at siga ómøgu-
liga, verður hann til ein gátuføran per-
són, sum FBI ivast í er til. FBI fer tí
eftir tí fyrrverandi IRA-yvirgangs-
manninum, Declan Mulqueen (Richard
Gere),úr fongslinum, har hann situr ein
dóm upp á lívlangt fongsul. Declan er
tann einasti, sum kennir Sjakalin og
kann steðga honum. Men tá Mulqueen
saman við FBI og tí russisku eftirlits-
tænastuni koma ov nær Sjakalin, enda
teir hinumegin byrsumúlan.
Leikandi: Bruce Willis, Richard Gere,
Sidney Poitier
Leikstjóri: Michael Caton-Jones.
Sjakalen
Sunnukvøldið kl. 20.00
15
14
Nr. 220 - 15. november 2002
Tilboðini til børn og
familjur í Føroyum
við serligum tørvi eru
ikki nóg góð. Tað var
staðfest á ráðstevnu í
Norðurlandahúsinum
, har trivnaðar- og
heilsustøðan verður
sett undir sjóneyku.
Ein spurnarkanning
avdúkaði, at fakfólk
rópa neyðarróp vegna
børnini
BØRN Í FØROYUM
Ingi Rasmussen
Børn við serligum tørvi eru
dottin burturímillum í væl-
ferðarsamfelagnum.
Tað var niðurstøðan hjá
Eyðuni Christiansen, sam-
felagsfrøðingi, á ráðstevn-
uni »Føroysk trivnaðar- og
heilsumál nú og í framtíð-
ini«, sum verður hildin í
Norðurlandahúsinum í hes-
um døgum.
Tað er nýggja Trivnaðar-
og heilsuráðið, sum skipar
fyri ráðstevnuni. Ráðið
hevur sett eina umfatandi
kanning av føroyska al-
manna- og heilsuverkinum
verk, og tað vóru fyribils
úrslit frá hesi kanningini,
sum Eyðun Christiansen
legði fram.
Spurnarbløð eru send
stovnum og skipanum, sum
vara av føroysku børnun-
um. Og niðurlagið, sum
gekk aftur hjá heilsusystr-
um, sjúkrasystrum, peda-
gogum og lærarum var, at
neyðuga orkan ikki er at
taka sær av børnum við ser-
ligum tørvi og teirra familj-
um.
Ov stutt skipan
Tá ið foreldur at nýføðing-
um koma heim av føði-
deildini, fáa tey tilboð um
heimavitjanir frá heilsu-
systraskipanini. Heilsusyst-
irin kannar og eygleiðir
barnið og ráðgevur foreldr-
um um menningina hjá
barninum. Tá barnið er 18
mánaðir vitjar heilsusystir-
in ikki meira. Barnið kemur
ikki aftur fyri teirra eygu,
fyrr enn tað kemur í skúla
og skúlaheilsusystraskipan-
ina. Tað halda heilsusystr-
arnar vera stak óheppið, tí
tær eru ofta tann sakkunn-
leikin, ið fyrst ber eyga við,
at barnið ella familjan hev-
ur ein serligan tørv.
Heilsusystrarnar
møta
við skúlabyrjan nógvum
børnum við trupulleikum,
ið kundu verið fyribyrgdir
ella viðgjørdir fyrr, um til
dømis heilsusystraskipanin
hevði eitt skipað fyribyrgj-
andi tilboð til børn í aldrin-
um 2 til 6 ár, siga heilsu-
systrarnar í kanningini.
Ongin psykiatari
Á landssjúkrahúsinum er
B4 einasta barnadeildin í
landinum. Í sínum svari
sigur deildin, at hon í ávís-
an mun átekur sær uppgáv-
ur, ið áttu at verið loystar
aðrastaðni. Hugsað verður
fyrst og fremst um barna-
psykiatri og fysiurgiska
uppvenjing av brekaðum
børnum. Brekaði børn við
serligum tørvi eru ofta inn-
løgd longri enn neyðugt, tí
ongir umlættingarstovnar
ella stovnar, ið taka sær av
fysiurgiskari venjing, eru
til hesi børnini.
Víst verður eisini á, at
tørvurin á barna- og ung-
dómspsykiatriskari viðgerð
ikki er nøktaður. Í álitinum
»Psykiatriætlan
fyri
ár
2000« verður mett, at um-
leið 600 børn og ung hava
tørv á psykiatriskari við-
gerð. Tað er í løtuni ongin
føroyingur
útbúgvin
í
barna- og ungdómspsyki-
atri, men fólk vera send úr
Danmark at viðgera børn-
ini. Hetta nøktar sambært
psykiatriska deplinum á
Landssjúkrahúsinum langt
frá tørvin á økinum, um-
framt at málsligi trupulleik-
in eisini ger vart við seg.
Fá starvsfólk
Øllum kunnugt er ansingar-
trupulleikin av børnum
stórur í Føroyum, men hann
er batnaður nakað væl, síð-
an kommunurnar yvirtóku
økið. Trupulleikin er bara,
at talið av pedagogum ikki
stendur mát við økta talið
av stovnsplássum.
Í dagstovnalógini sten-
dur, at minst tveir triðingar
av starvsfólkunum á einum
ansingarstovni skulu hava
útbúgving, men mett verð-
ur, at bara helmingurin av
pedagogstørvunum eru sett.
Leiðarar fyri dagstovnar
siga í hesum døgum í yvir-
lýsing, at tørvur er á umleið
130 pedagogum, men talið
á pedagogum veksur bert
við 24 um árið.
Tørvurin á námsfrøðing-
um minkar serliga um
møguleikarnar hjá stovnin-
um at hjálpa børnum og
familjum
við
serligum
tørvi. Og tað er serliga
undir slíkum umstøðum, at
tann fakliga vitanin er týdn-
ingarmikil, siga ansingar-
stovnarnir í kanningini.
Skúlin svíkur
Í Fólkaskúlanum er sama
skilið. Í álitinum »Lærari í
Føroyum 2002«, verður
víst á, at ein meiriluti av
lærarunum ikki metir, at
skúlaverkið megnar at taka
sær av næmingum við ser-
ligum tørvi. Sostatt livir
Fólkaskúlin ikki upp til at
vera ein eindarskúli, har
næmingarnir hava javn-
bjóðis møguleikar, og har
undirvísingin er lagað til
einstaka næmingin.
Á
Sernámsdeplinum
hava 45 børn við serligum
tørvi sína dagligu skúla-
gongd. Talan er um deyv og
menningartarnað, har fleiri
eru fjølbrekað børn. Men
heldur ikki her, er orkan, ið
verður sett av til børnini við
serligum tørvi, nøktandi.
Stovnurin metir seg at fáa
alt ov lítla játtan í mun til
tað virksemið, ið stovnurin
skal standa fyri.
Tá Eyðun Christiansen
tók saman um kanningina
var niðurstøðan sostatt ein-
føld: Børnini við serligum
tørvi detta burturímillum,
og stórur tørvur er á ar-
beiðsmegi við fakligum
kunnleika.
Endaliga frágreiðingin
skal eftir ætlan vera liðug
31. desember, men hon er
so umfatandi, at ivasamt er,
um hon er liðug til ta tíð.
Børn við serligum tørvi slept upp á fjall
Eyðun Christiansen,
samfelagsfrøðingur, gav
landsstýrismonnum Bill
Justinussen og Páll á
Reynatúgva nakað at hugsa
um á ráðstevnuni um trivna
og heilsu í Føroyum
Mynd: Jens K. Vang
Meginfelag teirra
brekaðu ætlar aftur
í ár at lata eina
viðurkenning til
onkran, sum hevur
gjørt tað høgligari
fyri tey brekaðu at
vera til. Nú sóknast
felagið eftir upp-
skotum
Ingi Rasmussen
Eitt av stríðsmálunum hjá
MBF er, at øll kunnu vera
saman uttan darvandi
fysiskar
forðingar.
Felagið hevur tí valt at
nýta høvið á altjóða
degnum hjá teimum brek-
aðu, sum er 3. desember,
til
at
lata
eina
viðurkenning til ein per-
són ella stovn, ið hevur
gjørt eitthvørt munagott,
sum sæst og merkist hjá
teimum brekaðu.
Higartil hevur MBF
latið
viðurkenningina
tríggjar ferðir, og aftur í
ár ætlar felagið at heiðra
onkran. Tí heitir felagið á
fólk í Føroyum at vísa
sær á persónar ella stovn-
ar, sum tey meta hava
uppiborið hesa viður-
kenning.
Viðurkenningin
var
fyrstu ferð latin í 1995 til
Margarinfabrikkina fyri í
umbyggingini at hava
gjørt tað møguligt hjá
øllum at kunna luttaka í
virkseminum í húsinum
uttan mun til førleika.
Í 1999 fór viðurkenn-
ingin til Strandferðsluna
fyri broytingar umborð á
Smyrli, so tað gjørdist
meira atkomiligt fyri øll,
og fyri at Sandoyarferjan
varð teknað soleiðis, at
koyristólar uttan trupul-
leikar kundu koma um-
borð.
Í 2001 fingu eigararnir
av Pállsstovu viðurkenn-
ing fyri av sínum einting-
um og fyri egnan kostnað
at
hava
framt
eina
umbygging, sum gjørdi
tað møguligt hjá øllum at
luttaka í virkseminum
uttan mun til førleika.
Um fólk hava eitt upp-
skot um onkran, sum tey
halda eigur at fáa hesa
viðurkenning, kunnu tey
seta seg í samband við
MBF á telefon 317373
skjótast gjørligt og í
seinasta lagi hósdagin 21.
november.
MBF sóknast eftir
uppskotum
C
M
Y
K
14