týsdagur 24. juni 1986síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AR
På
Til HM i Belgia
Katrin Johansen:
Katrin Johansen, ið svimur fyri ÍSB, hevur fyrr fingið heiðurs-
merkir í norðurlanda- og europameistarakappingum, og nú
skal hon á fyrsta sinni royna seg í eini heimsmeistarakapping.
Hosdagin fara Katrin
Johansen og Aksel Har-
aldsen til Belgia, har Katr-
in skal luttaka í eini kapp
ing
Tað er ein heimsmeist
arakapping fyri spastisk
lamin, sum verður í belg-
iska býnum Gits
Hetta er ein stór heims-
meistarakapping við lut-
teku úr 22 londum, og tað
verður væntað, at samlaða
luttakaratalið fer at liggja
um 350. Harafturat verða
umleið 150 leiðarar og
hjálparfólk
Katrin Johansen skal
luttaka í svimjikapping-
unum, men harumframt
verða aðrar ítróttagreinar
eisini. Talan verður um
fótbólt, renning, frælsan
ítrótt, skjóting, ríðing
v.m
Í svimjikappingunum
skal Katrin luttaka í hes-
um teinunum: 100 m fr
svimjing, 200 m frisvimj
ing, 100 m ryggsvimjing.
100 m bringusvimjing og
200 m »induviduel« med-
ley
Hetta er fyrstu ferð at
Katrin roynir seg í med-
ley
Men hverji úrslit
vænta tit?
Tað er ógvuliga ringt
at siga, sigur Aksel Har-
aldsen, venjari Luttak-
ararnir, ið verða við á hesi
kappingini, eru tað besta
av tí besta, ið tey ymsu
londini hava. Tí verður
hetta sjálvsagt ein ógvu-
liga herð kapping
Harafturat eru fleiri
lond við í hesi kappingini,
sum Katrin íkki hevur
kappast móti fyrr, so tað
er ógvuliga ringt at meta
um, hvussu vit fara at
klára okkum
Men vit gera okkara
besta og hava stórar
vónir, leggur Aksel aftur
at
Persónliga er Katrin
væl fyri. Hon hevur vant
til hesa kappingina síðani
1. september i fjer, t.v.s. í
10 mánaðir
Sum sagt fer Katrin av-
stað hósdagin. Kappingin
verður í døgunum frá 2. til
11. juli, og í degunum
fram til 11. juli skal
Katrin venja i hylinum,
har kappingin skal verða.
Hetta er fyrsta ferðin at
Katrin luttekur í eini
heimsmeistarakapping.
Fyrr hevur hon luttikið í
olympiaduni fyri brekað,
sum var í USA í 1984 um-
framt NM-kappingini í
Finnlandi og EM í Eystur-
ríki. Bæði í NM og EM
kappingunum vann Katr-
in heiðursmerkir
Aftan á kappingina í
Belgia skal Katrin Johan-
sen saman við Kristinu
Nærr, Tóru við Keldu og
Johan Samuelsen til Sve-
ríkis, har tey skulu lut-
taka í heimsmeistarakapp-
ingini fyri brekað í svir
ing Munurin millum
hesar heimsmeistara-
kappingarnar er tann, at í
Belgia luttaka bert spast-
isk lamin, meðan í Sveríki
luttaka ell brekað
Aksel Haraldsen, venj-
ari, sigur, at fíggjarligu
eru tey stuðlað av P/F
Kartni Winther, heilselu,
sum herfyri læt ein kekk
upp á 20.000 kr. Haraftur-
at hava fólk tikið seg
saman í eitt stuðulsfelag
fyri ISB, sum hevur bingo
til frama fyri brekað.
Hetta felag hevur eisini
stuðlað íSB fíggjarliga.
Katrin Johansen og
Aksel Haraldsen fara av
stað úr Feroyum 26. juni
og verða aftur 11. juli.
Fingu 150.000
kr. av 410.000
kr. møguligum
Vit hugsa ikki um tær 90.000 kr., søgdu
fleiri av donsku leikarunum ådrenn dystir
moti Spania síðstu viku
Dnsku landsliðsleikararnir vildu nevniliga
havt fingið 90.000 kr. útgoldnar hver, um teir
vunnu dystin móti Spania og harvið trygg
aðu sær pláss í fjórðingsfinalu
Høvdu teir hugsað eitt sindur meira um tær
90.000 kr. og hvat ein sigur hevði givið tein
um í evkainntøkum, hevði tað kanska havt
týdning fyri stríðsvilja teirra
stórt peningaligt
danska liðið
Men ósigur bleiv tað. og
tap. T.d. kann nevnast, at un
hevði nátt finaluna, hevði tað givið 410.000
kr. til hvenn spælara
Nú verða teir noyddir at taka til takkar við
150.000 kr. 100.006 kr. fingu teir fyri at spæla
teir tríggjar dystirnar innleiðandi umfar
inum. meðan teir fingu 50.000 kr. fyri at
»kvalifisera« seg til áttandapartstinalun
Harafturat koma tær nógvu reklamuinntek
urnar, sum hava tilknýti til luttekuna í enda
spælinum í HM-kappingini. Tá tosað verður
um reklamu, ræður tað um at náa langt. Tess
longur ein nær, tess sterri er áhugin at gera
reklamur
Men sjálvt um danskarnir ikki nåddu long
ur enn til áttandapartsfinaluna, so verða
reklamuinntekurnar alt í alt góðar 300.000 kr
til hvenn. Eisini til Jan Bartram, AGI
Flemming Christensen, Lyngby, Kent Niel
sen, Brønshøj og Ole Quist, KB, sum vóru teir
fýra einastu í HM-hópinum hjá Danmark, ið
ikki spældu við í nekrum dysti. Harafturat
mátti Fer Frimann fara heim til Belgia fyri at
verða opereraður í fótinum, men eisini hann
fær somu upphædd sum hinir
Mierkisdagur
já Soren Busk
33 ára gamli verjuleikarin hjá danska lands-
liðnum hevði merkisdag, tá liðið herfyri
spældi móti Spania.
Hetta var dystur hansara nr. 50 í búnanum
hjá danska landsliðnum.
Frank Arnesen, sum jú er av feroyskum
uppruna, er næsti »jubilarurin« hjá danska
landsliðnum. Hann hevur higartil leikt 48
dystir fyri danska landsliðið, og var annars
ein av teimum bestu á danska landsliðnum í
dystunum yviri í Mexico, sjálvt um hann ikki
fekk hevi at royna seg í dystinum móti Span-
ia.
Men forsangarin hjá danska landsliðnum
kann óiva vænta sær nakrar dystir afturat
landsliðsbúnanum.