hósdagur 26. juni 1986síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 71 — 26. juni 1986
EU — —
»Broytingarnar«
eitt PR-nummar
— Umhvørvisverndarfelagsskapurin EIA heldur litid um
broytingarnar í grindareglugerðini.
Royndirnar hjá Landsstýrinum at fáa tamarhald á
grindadrápi eru fullkomiliga miseydnaðar, verður sagt í
nýggjari frágreiðing.
EIA roynir m.a. við myndum, tiknar á ruskdungum, at
progva, at foroyingar drepa fleiri hvalir enn brúk er fyri.
Eftir at tað fullkomiliga
hevur miseydnast fer-
oyska landsstýrinum at
fáa í lag mungagott tam
arhald á grindadrápinum,
slepst ikki uttanum at
ekja mótsteðuna móti
grindadrápi.
Hetta er niðursteðan í
drúgvari frágreiðing frá
umhvervisverndarfelags-
skapinum Environmental
Investigation Agency,
sum nú í nekur ár hevur
havt fólk í Feroyum at
kanna grindadráp.
Felagsskapurin heldur
lítið um broytingarnar í
grindalógini, gjerdar
vórðu í vetur.
Í niðursteðuni. sum ein
oddamaðurin í EIA, Allan
Thornton, hevur undir-
skrivað 15. maí í ár, verð-
ur sagt millum annað:
»Tær nógv umreddu
»broytingarnar« í grinda
reglugerðini eru, tá sam-
anum kemur, onki uttan
ein PR-roynd hjá lands-
stýrinum at doyva altjóða
mótsteðuna móti hesum
fullkomiliga óneyðuga
dråpi.«
EIA harmast um, at
allar høvudsbroytingar-
nar, sum Kjartan Hoydal,
fiskivinnustjøri, skeyt
upp, antin blivu vistar
aftur ella lagadar so til, at
tær viknadu avgerandi.
Å ruskdungum
Frågreidingin hjå EIA,
sum er ognad »øllum
vinum okkara i Føroyum
fyri hjålp teirra og gesta-
blidni«, er gjørd burtur ur
upplýsingum, sum átta
EIA fólk hava savnað í 20
mánaðir. Allan Thornton
og Jennifer Gibson hava
skrivað frágreiðingina og
útgevari er Crusade A-
gainst all Cruelty to Ani-
mals í London.
Feroysku bleðini hava
fingið frágreiðingina send-
andi frá Landsstýrinum.
Í frágreiðingini verður
greitt frá grindadrápinum
í Vestmanna 27. juli í fjør,
tá fólk frå EI A legdu upp i
í einum gummibáti. Fleiri
áhugaverdar myndir eru
frá hesi hending. Millum
annað ein, har feroyingar
royna at steðga gummi-
bátinum í havnini í Kvívík
við kranabili.
EIA fólkini hava eisini
verið á ruskdungum ymsa
staðni í Feroyum og tikið
myndir av tvesti og spiki,
sum er tveitt burtur.
Hetta skulu vera prógv
fyri, at feroyingar drepa
fleiri grindahvalir, enn
brúk er fyri.
EIA hevur í herferð síni
móti grindadrápi lagt dent
á kvotaskipan fyri at av-
marka drápið. Felags-
skapurin vísir á, at nógv
fleiri hvalir verða dripnir
nú enn fyrr.
Ikki boykott — enn
Annars eru í frágreiðingini
upplýsingar um grinda-
dráp fyrr og nú.
Djóraverndarlógin
verður viðgjerd og nýggju
reglurnar fyri grinda-
drápi.
Eisini eru upplýsingar
og hagtel um feroyska út-
flutningin. Men EIA mæl-
Skúlaárið endað og
status quo í Vági
— Ongin tænastumanna-
kanning hesu megin summ-
arfrítíðina. Lærarar rýma nú
úr skúlanum.
Í gjár var seinasti skúla-
dagur í Vági og skúla-
stjóri, lærarar og næm-
ingar fóru í summarferiu
uttan at nekur loysn er
fingin á teirri ósemju, sum
í byrjan skúlaársins fekk
13 lærarar at leggja niður
arbeiðið.
Tá, í september í fjer,
avgjerdi Landsstýrið, at
ein tænastumannakanr.-
ing skuldi greiða, hvat er á
vási millum skúlastjóran
og teir 13 lærararnar, mill-
um annað varaskúlastjór-
an.
Sorinskrivarin bað All-
an Moltke Hansen, dóm-
arafulltrúa, standa fyri
kanningini.
Og síðani er ikki hent
tað nógva. Ein fundur var
fyrst í desember og sum
tað skilst vóru partarnir á
tí fundinum samdir um at
royna at loysa málið við
semju, so sleppast kann
undan kanningini.
Tað ber illa til at fáa
nakrar ítekiligar upplýs-
ingar um fundin í desem-
ber. Men sum tað skilst,
hevði Jákup Olsen, skúla-
stjóri, við sær ein sak-
ferara hjá danska lærara-
felagnum.
Hesin gjerdi nógv
burturúr at greiða hinum
á fundinum frá, hvussu
dyr ein tílík tænastu-
mannakanning er og,
hvussu langa tíð hon tek-
ur. Tey, sum hoyrdu alt
hetta, eru helst ikki komin
yvir hvekkin enn.
Ikki hesu
megin frítíðina
Fundur var aftur fyrst í
februar og tá vóru partar-
nir framvegis fúsir at
royna semju, upplýsir All-
an Moltke Hansen. Men
hann váttar, at okkurt er,
sum bendir á, at hesin
viljin til semju ikki er so
góður. Hann sigur, at
sjálvandi veit hann ikki,
hvussu partarnir hugsa.
Men tað sýnist so, at part-
arnir ikki eru sinnaðir at
semjast.
Men hesum fæst íkki
greiðu á, fyrr enn eftir
summarfrítíðina. Hjåsit-
arin ella hjálparsakferarin
hjá teimum 13 lærarunum
er farin í feriu og nú er
skúlaárið eisini endað.
Lærarar flyta
Ætlanin við tænastu-
mannakanningini er sjålv-
sagt at greiða, hví teir 13
lærararnir ikki trívast í
skúlanum undir leiðslu
Jákups Olsen.
Greitt er, at okkurt er
áfatt í skúlanum. Hetta
siga lesarabrev og tað er
helst ikki uttan grund, at
lærarar rýma úr skúl-
anum, antin í annað starv
ella í aðrar skúlar.
Teir 13 lærararnir hava
gjørt vart við misnegd
S íða 35
| PILOT WHALING
IN THE
| — FAROE ISLANDS
|
|
|
A second report by the
Environmental Investigation Agency
Feroysku umboðini á fundinum hjá Altjóða hvalaveiðu-
nevndini í Malme herfyri fingu frágreiðingina hjá ETA
frá Allan Thornton.
Landsstýrið hevur síðani sent feroysku bleðunum
ljósrit. EIA brúkar Dimmalætting og Sosialin sum keld-
ur.
ir ikki til at boykotta før-
oyskar fiskaverur og
stuðlar ikki einum tílíkum
boykotti. Ikki enn. Fel-
agsskapurin fer tó javnan
at endurskoða hesa stødu
sína gjøgnum 1986. Tað
veldst um, hvussu fer-
oyingar bera seg at við-
sína, sum er vend móti
skúlastjóranum og eisini
skúlamyndugleikunum,
fyrst og fremst Lands-
skúlafyrisitingini, sum
tey halda hevur verið ov
veik í hesum máli.
Skúlastjórin vil íkki
siga nakað um málið.
Heldur ikki í gjár, tá vit
ringdu suður, hevði hann
nakrar viðmerkingar.
Men hjásitari hansara,
Jógvan Páll Lassen,
advokatur, segði við 14.
víkjandi grindadrápi.
EIA minnir Lands-
stýrið á, at mótmælini
móti grindadrápi halda
ikki uppat fyrr enn grind-
in er fullkomiliga friðað.
hd
Í gjár var sein-
asti skúladagur í
Vági.
Nú er hálvt-
annað ár síðani,
tað gjerdist al-
menninginum
greitt, at okkurt
serstakt var á vási
í skúlanum, tá
varaskúlastjórin
avgjerdi at fara til
hús.
September fyri stuttum,
at hann heldur, trupult
verður at fáa semju í lag.
Tosað verður um sam-
arbeiðstrupulleikar, men
onki ítekiligt er nevnt. Tí
vita vit ikki, hvat vit
skulu semjast um, sigur
Jógvan Páll Lassen við
Fjúrtanda. Hann leggur
dent á, at Jákup Olsen fer
ikki fyri ein hvenn prís at
royna semju.
hd