Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-06-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. juni 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ráðaloysi og tjóðskaparlig undirlutakensla ÚTLENDSKI hasaður av. ágangurin er fyribils ELLA er hann tað. Ofridarskipid er otað nakað úteftir, men annars er alt við tað »gamla«, men bara so dånt, tí í hesum døgum reika útlendsk sjón varpslið kring oyggjarnar fyri at fáa tær søgur, skiparin á tí gráa varð snýttur fyri hesaferð. OG SOGURNAR fáa tey, júst sum teimum tykist best. Sjálvi kunnu vit bert vóna, at blíðskapurin móti hesum fólkum kann geva søgum teirra eitt vet av sannleikanum um okkum sjálvi. Men av royndum vita vit, at hetta mestsum ikki kemur fyri. MEN hví er tað fyri føroyingar lívið um at gera, at standa í eygum útlend- inga sum »heimsmeistarar« á nærum øllum økjum, ikki minst sokalladari såmiligheit, sum nærkast ti undir- brotliga. HELST er hetta ikki annað enn tjóð- skaparlig undirlutakensla — og hartil ikki sért ógrundað, væl at merkja um vit vóru nøgd við at liva sum før- oyingar í egnum landi og eftir teim um livstreytum, sum her valda. FULT og heilt tjóðskaparligt frælsi hava vit kortini ikki sum partur av ødrum ríki, men tó frægari enn eitt nú danir eftir innlimanina i EEC, og persónliga frælsið er neyvan frægari aðrastaðni á okkara leiðum. MEN vit lata okkum ikki lynda við at liva sum føroyingar á hesum góðu oyggjum, og persónliga og toluliga tjóðskaparliga frælsið hava vit seinnu árini ikki nýtt til annað enn at júka umheimin øran við meira og minni ótýdnligum sjálvsreypi um hvussu framúrskarandi vit eru á allan hátt — at vit so sanniliga liva í einum nútíðar- samfelag og ikki í »moldholum« og at eingin hevði gjørt okkum hetta bragd eftir. SJALVSAGT eiga vit at fegnast um framburðin, men sum persónliga frælsir føroyingar átti henda frøin ikki at verið treytað av tí, útlendingar halda um siðir og avrik okkara. SUM partur av einum heimi við al- samt batnandi samskiftismeguleik- um bæði handilslig og á annan hátt ber kortini ikki til at byrgja seg inni. HETTA er heldur ikki neyðugt, um vit bert framyvir ikki framhaldandi skera alt okkara virksemi eftir útlendskum leisti, men reka vinnu okkara sum vinnu, sølu okkara úteftir sum rættan handil — uttan sølu av okkara sjålvs- virðing og annars sjálvir, so miðvíst sum til ber, mynda land og mentan L okkara úteftir. tiðindablaðið i Tómar tunnur buldra altið mest Útgevari: P/f Sosialurin - Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miiller Fyritaksstjóri: Krisjan Daht Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Térfinn Smith Prent: P/f Pressan 1981 oddagrein MEN við sokalladu >ferðafólkavinn- uni«, sum óhugnaliga nógv er lagt í seinastu 5-7 árini, hava vit forkomið okkum møguleikan fyri hesum sein asta. EITT er at hýsa fólki, sum ikki er »reklamerad« til at koma higar og ti kemur av persónligum áhuga og við opnum sinni, og at taka hóskandi samsýning fyri tað. Annað er við lýs ingum uttanlands og við undirbjóð ing av mentan og natúru okkara at »lokka« alskyns kykt hendavegin hetta er og verður ikki annað enn »prostitutién«. TIMIN at venda hesi gongd er komin, men sum ikki einaferð, so er helst longu ov seint. Men verður ikki okk- urt gjørt í bræði, so skal tað íkki undra nakran, um íkki so fáir føroyingar um eini 20-30 ár, sum pinguinir, íklæddir útlendska føroyska stásið, breyðfaða seg við at njóra av sær seinasta føroyska »best- seljaran«, fólkaognina Sjúrðarkvæð- ini í onkrari tøssutari gyrðing uttan um — eftir føroyskari fatan — heims- ins fínasta mafia — casino. HETTA, sum er væl á veg, má ikki henda. Heilt snikkaleysir sleppa vit ikki, men tað, ið kann gerast, má fremjast beinanvegin. EITT nú fyribyrgjandi tiltøk. Ti hvørj um líkist tað, at vit sum mestsum ein- asta land í heiminum ikki hava veru- ligt eftirlit við hvor ið kemur inn í landið. Ikki eitt einasta skjal skal fyllast út av teimum vitjandi, eingir upplýsingar um endamál við vitjanini, hvussu leingi ætlast at steðga í Føroyum ella um bústaður her ella í heimlandinum o.s.fr. Sjålvt sendarar og radiotåi til løgnastu endamålini f fáast uttan himpr inn í landið sum vanligt vidføri. HETTA óskil hevði ikki verið møgu- ligt, um bert eitt sindur av skili var á hesum viðurskiftum heima hjá okk- um. Kallið tað so strangar fyriskip- anir, sum kanska taka ferðahugin frá onkrum »gulifugli«. Men heldur tað og so liva í frið og náðum og ikki at gloyma »i sátt og semju« við tey vitj- andi, sum tá kortini helst góðtaka okkum sum harrar í egnum landi, men sum tá meira koma fyri at njóta landið — og hver veit, kanska okkum eisini, heldur enn bert við tí eina endamålinum: at spilla okkum út. HESI viðurskifti mugu greiðast longu í ár — uttan mun til tað stríð, sum kanska stendst av broytingum í tí visum- og passfrælsi, sum galdandi er eitt nú innan EEC-londini og Norðurlond sínámillum. Kr. Tað tykist at vera heldur gott lag á oðrum løgtings- manninum í Sandoyar val- dømi, Eyðun Viderø, nú hann hevur lagt broddin út í Dagblaðnum, har hann hevur mótrák og við- streym. Hann skrivaði mest um hesi dýru skipini, sum ætlan er at fáa afturat í flota okkara, og um van- lukku príshækkingarnar Kanska Eyðun veit eitt sindur um skip/fisk, eftir- sum hesin garpur situr í figgjarnevndini, men mær tykir, at hesir menn sum skulu taka tungar byrðar. meina tað gott at fáa ny- fiskifør, ti hetta eru menn, Sum eru roy ndir motans uti å vidum havi og ikki å einum skrivaraborði við penni í hond Haldi heldur, at Eyðun skuldi ruddað buluna í Kommunustýrinum, har hann situr í meiriluta, tí so hevði annað lag verið. Vit kunnu til dømis taka júst byrjaðu havnagerð- ina, har byggifelagið hevur sett á uttanfyri Havnina, ístaðin fyri longur inni, og fingið meiri kai-pláss til øll fiski- skipini, sum hoyra til her Hetta man vera ein tann størsti brølarin, hesin kommunustýrismeirilutin hevur framt Tað verður spennandi Evdun, tá tú og Tummas Løkjå fara norður um fjørd at sita hinumegin borðið hjá Mikkjali og biðja meiri pening til kai- plássini og spreinging inn í landið. Tá rokni eg við, at Nr 71 26. jum 1986 tit fáa harða mótsteðu. Vit kunnu til demis eisini taka læknaviður- skiftini, har maður hevur stríðst við at gera íbúð og nú boykottar hesin læknin helið. Tað merkir við eðrum orðum, at tit hava havt nevnda útleigara til ta kølasvartastu rukku: tú ert ein, ið hevur hesa ábyrgd partamaður tin Jú tað er ómakaleyst at sleingja greinir í bleðini. tá ein als ikki meinar nakað við tað. Bert at fáa stemmurnar og eitt feitt »jobb« og annars sleppa undan arbeiði langa tíð so er vunnið. Neyðar menniskju, ið hava valt teg harmur. Alment løntir tåpulingar Sjónvarp Føroya er heims- ins mest ófullkomna varp. Hasi fólkini kunnu ikki hava nógv innanfyri — at b royta skránna, sum teimum lystir. Munnu tey halda, at fólk ikki hevur annað at gera enn at hyggja í kassan frá tí tey koma frá arbeiði, fyri at finna út av, hvat SvF ætl- ar sær tað kveldið? Líka síðan fótbólturin byrjaði, hevur verið grát- ur og tannagrísl, hverja ferð barnasendingarnar eru tiknar av skránni. Antin hava tær verið sendar fyrr um kveldið ella koma tær ongantíð. Eg kundi hugsað mær at bjóða tykkum á sjón- varpinum at verið daddur fyri meg okkurt kveldið, tá bernini hevdu sett seg væl til rættis at hyggja at barnasendingini, og tit so bara langa onkran fót- bólt ella okkurt annað tvætl á skránna. Eg eri tíbetur »svart- hyggjari«, annars hevði tað ikki verið til at borið Victoria Ikki professari ! Fyrrverandi orðabóka- stjóri Bjørn Hagstrøm hevur í Sosialinum hós- dagin 17. juni langrekj- utar viðmerkingar til skrivingina um Fróðskap- arsetrið. Hann vil rættleida, har fegin »misskilj- ingar fyriliggja«. Tad eru to ikki allar »misskiljing- ar« hann nertur vid Í samrødu i Sosialinum 29/5 tekur Hag- strom so dyggiliga til, at hann er tann fyrsti, id hev- ur skrivað doktararitgerð um feroyskt mál. Í 1933 Bjørn Ikki oe. ] Í samband við skrivingina í Dagblaðnum friggjadag- in hava alisteðirnar Star Fish og Star Salmon, sum halda til á Funningsfirði, biðið okkum siga frá, at hjá teimum er einki deytt av sjúku meira enn 25 ár áðrenn B.H gjørdist Christian Matras doktari við Uni- versitetið í Keypmanna- havn við ritgerð um stað- arnevn í Norðuroyggjum Men stadarnøvn hava kanska einki vid foroyskt mál at gera? Í sambandi við samrød- una verður orðabókastjórin fleiri ferð fyrrverandi ir nevndur professari Mær vitandi er Bjørn Hagstrøm ikki professari Men hendan »misskiljing in« verður ikki rættleidd Jógvan Isaksen BJÓÐA IKKI MÆR! RAÐIÐ FYRI FERÐSLUTRYGD