fríggjadagur 15. november 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 220 - 15. november 2002
Seinastu fimm
minuttirnar av dyst-
inum móti KÍF vann
Kyndil eina fýra mála
stóra leiðslu aftur, og
bjargaðu teir sostatt
eitt stig burtur úr
annars vónleysari
støðu
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tey flestu mundu rokna við
einum spennandi dysti, tá
KÍF vitjaði Kyndil miku-
kvøldið. Síðani nýggju
leikararnir hjá KÍF komu á
liðið - for restin júst móti
Kyndli – hevur kurvan hjá
liðnum peiggjað beint upp-
eftir, og tó at úrtøkan ikki
hevur verið full hvørja ferð,
so hevur liðið í øllum før-
um sýnt, at teir nú kunnu
taka dystin upp móti sterk-
astu liðunum í landinum.
Høvdu takið
Mikukvøldið sýndu koll-
firðingarnir eisini heilt
leingi, at her skuldi Kyndil
ikki rokna við nøkrum sum
helst. Fyri steðgin gekk
ógvuliga javnt á. Liðini
bæði skiftust um at hava
leiðsluna, og yvirhøvur
tóktist talan vera um ein
sera tungan dyst, har báðir
partar royndu at spenna seg
heilt út.
Sum frá leið, so tóktist
tað tó so, at kollfirðingarnir
skaptu sær eina lítla yvir-
vág. Fyri steðgin kom hetta
tó ikk til sjóndar á mál-
talvuni, men beinan vegin
eftir steðgin kom munur í.
Kollfirðingar stóðu seg
hesa løtuna sera væl í
verjupartinum, og í álops-
partinum var avrikið so
avgjørt millum tey bestu frá
teirra síðu í ár. Roynt varð
alla tíðina at leggja trýst á
verjuna, og hugsaði Kyndil
ov nógv um skothóttanina
frá bakkinum, stóðu veng-
urnir alla tíðina til reiðar,
soleiðis at eisini teir komu
nakrar ferðirnar á talvuna.
Mistu í evstu løtu
Sum hálvleikurin leið, so sá
støðan hjá heimaliðnum alt
meira vónleys út. Koll-
firðingar hildu alla tíðina
eitt rimmar fast tak um
dystin,
og
bert
fimm
minuttir fyri leiklok vóru
framvegis fýra mál á muni.
Ein støða, sum undir van-
ligum umstøðum átti at
borið sigur við sær.
Men taðð gjørdi hon tó
ikki. Kyndil gjørdi í eini
seinastu roynd at venda
dystin av, at mansverja
báðar teir útlendsku leikar-
arnar hjá KÍF, og tó at
plássið at spæla soleiðis
skuldi verið munandi betri
hjá hinum fýra, so setti
hetta av álvara kílar í hjá
KÍF. Seinastu tríggjar mi-
nuttir skeyt Kyndil trý mál
á rað, og tó at teir helst
høvdu ætlað sær sigurin, so
mundi tað kennast sum ein
stórur lætti, at teir hóast alt
fingu nakað burturúr.
Sum so kann eisini væl
vera, at javnleikurin í veru-
leikanum gav báðum liðun-
um eins nógv, sum ein sigur
vildi gjørt. Hvørki teirra
hevur í løtuni nakran annan
javnleik á kontini, og tá
stigini verða hálverað um
ársskiftið verður jú altíð
rundað uppeftir.
Men hóast teimum so-
statt ikki nýtist at missa
nakað við hesum, so er
einki at taka seg aftur í, at
kollfirðingar iðraðu seg
eftir dystin. Teir høvdu í
seinna hálvleiki øll essini á
hondini, men trumfarnir
vórðu helst spældir ov
tíðliga út. Spurningurin er
so, hvørt hetta er nakað,
sum liðið kann taka læruna
av, soleiðis at somu mistøk
ikki verða framd einaferð
afturat. Megna teir tað, so
er einki at ivast í, at KÍF
eisini fer at teljast millum
tey sterkaru liðini í enda-
spælinum.
Dysturin í tølum
Kyndil-KÍF 24-24 (11-11)
Málskjúttar:
Kyndil: Jacob Jónsson 7,
Finnur
Hansson
5(1),
Høgni Klein 5, Hans Áki
Dal-Christiansen 5, Jónleif
Sólsker 1, Heini Bendtsen
1
KÍF:
Damir Oros 8(4),
Rógvi Weihe 5, Petur Mart-
in Poulsen 3, Mirko Milin-
kvic 2, Kristjan Madsen 2,
Eddie Joensen 1, Vagnur
Johannesen 1, Finn Heri
Joensen 1, Jákup Dam 1
Brotskøst: Kyndil 2, KÍF 4
Útvísingar: Kyndil 3, KÍF 8
Diskvalifikatión: Kyndil 1
(beinleiðis reytt)
Dómarar úr Tjaldur: Kári
Hnsen & Trygvi Mortensen
Eftir tveir ósigrar á
rað fingu neista-
kvinnurnar aftur fult,
tá tær í Runavík lótu
Tjaldur sita eftir við
ongum
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Har var eingin millumveg-
ur, tá Neistin vitjaði í Runa-
víkini mikudagin. Eftir
laku úrslitini seinastu vik-
urnar var liðið í ferð við at
søkka niður um heiðurs-
merkjabiðlarnar á stigatalv-
uni. og skuldi skútan rætt-
ast uppaftur, so var al-
neyðugt
við
tveimum
stigum.
Tjaldur hevur ikki staðið
seg so væl higartil í kapp-
ingini. Seinasta dystin, sum
liðið spældi, hómaðist tó
ein glott, tá tær púrasta
óvæntað vunnu útidystin á
Kyndli, og nú liðið eisini
hevði fingið nýggjan ru-
menskan
málverja,
var
einki at ivast í, at eisini tær
settu nøsina upp eftir
tveimum stigum.
Fyri steðgin var tað eisini
leingi so, at Tjaldur fylgdi
við gestunum. Kanska vóru
tað gestirnir, sum høvdu
munin, men hinvegin var
hesin ongan tíð stórur, og tá
Tajldur so eisini fekk fýra
av teimum seinastu fimm
málunum, so stóð aftur á
jøvnum.
Í seinna hálvleiki kom tó
heiolt skjótt til sjóndar, at
hóast royndirnar frá Tjaldri,
so var tað Neistin, sum var
hitt stinnara liðið. Alt fyri
eitt løgdu tær sjáogv niður
til mótstøðuna, og í mun til
støðuan í fyrra hálvleiki, so
hildu tær hesa ferð fast
allan vegin. Eitt lítið skifti
fekk heimaliðið minkað
munin niður í tvey mál,
men so glapp aftur hjá
Neistanum,
soleiðis
at
veruligur spenningur ongan
tíð kom í.
Við sigrinum vann Neist-
in seg upp á annað plássið á
stigatalvuni, har tær nú eru
eitt stig frammanfyri VÍF,
meðan Tjaldur framvegis er
einsamalt í botninum við
tveimum stigum.
Dysturin í tølum
Tjaldur-NEistin 17-22
(11-11)
Málskjúttar:
Tjaldur: Milica Ergic 7(3),
Lenka Ribaric 5(1), Krist-
ine Ellingsgaard 2, Oddvá
Fossdalsá 2, Hansa Mikkel-
sen 1
Neistin: Simona Dziugyte
6(1), Lív Sørensen 5, Anna
Clementsen 4, Rakul
Augustinussen 2, Ása á
Neystabø 2, Susan Brockie
1
Brotskøst: Tjaldur 6,
Neistin 1
Útvísingar: Tjaldur 6,
Neistin 1
Diskvalifikatión: Tjaldur 1
(3X2 minuttir)
Dómarar úr Kyndli: Hann-
is Wardum & Eyðun
Samuelsen
Tjaldur helt Neistan-
um í ein hálvleik, men
fyrstu løtna eftir
steðgin setti gestirnir
ferðina upp, so vænt-
aði sigurin kom til
høldar
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Besta mansliðið hjá Tjaldri
hevur eftir sjey dystum
framvegis fyrstu stigini á
árinum til góðar. Miku-
kvøldið var Neistin á vitjan
í Runavíkini, og tó at tað
eina løtu tóktist, sum kundi
heimaliðið fáa okkurt burt-
urúr, so endaði alt sum vant
við, at mótstøðumenninir
fóru við øllum.
Nýttu bert eitt korter
Í fyrra hálvleiki var tað
annars so, at tað fyri tað
mesta var Tjaldur, sum var
á odda. Neistin hevði hend-
an hálvan tíman sera til við
at prógva, hví liðið í løtuni
stríðist
um
eitt
pláss
frammi í oddinum, og tó at
teir onkuntíð skúmaðu seg
upp, so vóru deyðu løturnar
undan steðginum alt ov
nógvar, til at nakað veruligt
úrslit spurdist burturúr.
Seinastu minuttirnar und-
an steðginum stóð heilt
stilt, soleiðis at Tjaldur
fekk høvi til at fara til
hálvleiks við eini trý mála
leiðslu.
Eftir steðgin var tó skjótt
greitt, at hetta ikki var ein
støða, sum gestirnir uttan
víðari ætlaðu sær at góð-
taka. Ferðin varð alt fyri eitt
sett uppeftir, og tá knapt
korter var farið, var mun-
urin komin upp í fimm mál.
Og tó at hondbremsan eftir
hetta aftur varð togað nakað
uppeftir, so megnaði Tjald-
ur ikki veruliga at skapa
nakran spenning í. Tað var
sum heldur ikki væntandi,
men avrikið mikukvøldið
vísti tó, at hóast tað enn er
nakað upp til sterkaru liðini
í deildini, so kunnu heldur
ikki hesi loyva sær av
løttum. Og fæst venjingar-
støðan so eisini í ta leguna,
sum hon eigur at vera hjá
einum liði í bestu deildini,
so er ikki óhugsandi, at
runavíkingarnir kortini fara
at gera onkrar skreytir, sum
árið líður.
Neistin hevur við sigrin-
um vunnið seg ájavnt VÍF á
stigatalvuni. Tvey stig aftan
fyri oddaliðið, StÍF. Júst
vestmenningar eru mót-
støðumenninir
komandi
vikuskiftið, og lítið er at
ivast í, at skal úrslit spyrjast
burtur úr teirri uppgerðini,
so verður neyðugt at lyfta
avrikið fleiri stig upp um
tað, sum liðið sýndi hesa-
ferð. Men um tað fer at
eydnast, fæst so ikki at vita
fyrr enn sunnudagin.
Dysturin í tølum
Tjaldur-Neistin 25-30
(15-12)
Málskjúttar:
Tjaldur:
Soran Sarcevic
7(1), Dragisa Stojovic 6(2),
Sverri Justinussen 4, Jens
Martin Knudsen 3(1), Áki
L. Hansen 3, Arnfinn
Langgaard 1
Neistin: Áki Mørk 8(2),
Ragnar Stakksund 5, Morg-
an Knezevic 5, Helgi Just-
inussen 4, Kári Mortensen
4, Ræni Slættanes 2, Dann
Thorleivsson 2
Brotskøst: Tjaldur 5,
Neistin 6
Útvísingar: Tjaldur 3,
Neistin 2
Dómarar úr Kyndli:
Hannis Wardum & Eyðun
Samuelsen
Tjaldur-Neistin 25-30 (15-12):
Teir bláu halda kósini
Tjaldur-Neistin 17-22 (11-11):
Neistin fekk vend í
Kyndil-KÍF 24-24 (11-11):
Kyndil bjargaði
javnleikinum
KÍF hevði mest sum alla tíðina takið á Jacob Jónsson og
Kyndli, men í seinastu minuttunum fingu teir grønu kortini
bjargað øðrum stiginum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
24
Nr. 220 - 15. november 2002
25
UTTAN ÚR HEIMI
Tann drúgvi turkurin í
summar trýstir nú el-
prísin upp í Danmark,
Noregi og í Svøríki.
Danska blaðið Politik-
en skrivaði í gjár, at
fyritøkur og húsarhald
kunnu vænta sær stórar
eykarokningar í vetur.
Blaðið roknar við, at í
meðal skal eitt vanligt
húsarhald rinda millum
150 og 300 krónur eyka,
men hækkingin fer ser-
liga at raka partar av
vinnulívinum meint.
Elprísurin hækkar
Amerikansku myndug-
leikarnir hava nú gjørt av
at steðga allari oljusølu
til Norðurkorea, eftir at
landið hevur viðgingið,
at tað hevur arbeitt við
einari kjarnorkuvápna-
ætlan.
Amerikanska avgerðin
er í samsvari við ein sátt-
mála, sum tey bæði lond-
ini gjørdu í 1994. Eftir
honum skuldi Norður-
korea
steðga
øllum
kjarnorkuvápnaverkætl-
anum, men fyri einum
góðum mánað síðani
varð avdúkað, at landið
hevur ikki hildið hendan
partin av sáttmálanum.
Norðurkorea fær eisini
olju úr Suðurkorea, og
har umhugsa myndug-
leikarnir eisini at steðga
oljuflutninginum
til
grannalandið. Eygleiðar-
ar siga, at tað kann fáa
álvarssamar avleiðingar
fyri tað fátæka Norður-
korea, fær landið ikki
nóg mikið av olju í vetur.
Fáa onga olju
Bøndurnir í Noregi ger-
ast alt færri og færri, og
serliga hetta seinasta árið
er talið minkað nógv.
Eitt yvirlit hjá bónda-
felagnum vísir, at bara
hetta seinasta árið eru
3.800 bøndur givnir. Tað
svarar til seks prosent
ella tvær ferðir so nógv
sum
meðalminkingin
seinastu sjey árini. Í
hesum
tíðarskeiðinum
eru bøndurnir í Noregi
vorðnir 13.100 færri í
tali.
Tað er tó ikki vist, at
bøndurnir eru so fáir,
sum hagtølini vísa. Út-
rokningin er gjørd eftir,
hvussu nógvir bøndur
hava søkt tað almenna
um framleiðslustuðul í
ár, men av tí at reglurnar
eru broyttar, kann væl
vera, at talið hóast alt er
størri, enn tølini benda á.
Í fjør søktu meiri 62.000
bøndur um framleiðslu-
stuðul, men í ár hava
myndugleikarnir fingið
góðar 58.000 umsóknir.
Tað er kortini ein sann-
roynd, at færri og færri
norðmenn tíma at fáast
við landbúnað, og aftur-
gongdin
er
størst
í
Hordalandi.
Bøndurnir fækka
Hóast hann fleiri ferðir
hevur funnist at ameri-
kanska
forsetanum,
George W. Bush, hevur
nývaldi forsetin í Brasil,
Luiz Inacio da Silva,
gjørt av at fara til Wash-
ington í næsta mánað at
tosa við Bush.
Ein
talsmaður
hjá
Lula, sum brasilski for-
setin vanligi verður rópt-
ur, sigur, at samhandilin
við USA er av avgerandi
týdningi fyri brasilska
búskapin, og tí er tað ikki
annað enn rímiligt, at
forsetin fer til Washing-
ton at vitja. Áðrenn hann
fer til USA, skal Lula
vitja Argentina og Chile.
USA hevur leingi roynt
at skipa teir báðar ameri-
kansku heimspartarnar
sum eitt stórt fríhandils-
øki, men hesum hevur
Lula verið ímóti. Hann
vil ikki knýta Brail tætt-
ari at USA enn neyðugt,
men hevur harafturímóti
mælt brasilska vinnulív-
inum til at økja sam-
starvið við ES.
Skal hitta Bush
Jiang Zemin, forseti
er farin frá, og eftir-
maður hansara verð-
ur uttan iva vara-
forsetin Hu Jintao
KINA
Árni Joensen
Tað var á landsfundinum
hjá kommunistaflokkinum,
at Jiang Zemin boðaði frá,
at hann tók seg úr starv-
inum sum floksformaður,
og at Hu Jintao tekur við.
Skiftið fer uttan iva at hava
við sær, at Hu Jintao eisini
fer at taka við sum nýggjur
kinesiskur forseti, tá Jiang
Zemin fer frá næsta ár.
Saman við Jians Zemin
fóru fimm av stuðlum
hansara úr floksleiðsluni,
og úr Beijing verður sagt, at
Hu Jintao hevur longu valt
fimm at sínum stuðlum í
floksleiðsluna. Hvørjir teir
eru, verður almannakunn-
gjørt í dag.
Eygleiðarar í Bejing siga,
at tann nýggja floksleiðslan
fer uttan iva at halda somu
uttanríkispolitisku kós sum
tann fráfarna. Á landsfund-
inum hevur Jiang Zemin
sagt, at Kina fer at halda
fram við teimum marknað-
arbúskaparligu tillaging-
unum, sum hesi seinastu
árini hava givið landinum
ógvuliga stóra framgongd í
búskapinum.
Triði hvør breti held-
ur, at amerikanski
forsetin er ein størri
hóttan ímóti heims-
friðinum enn irakski
forsetin
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen
Ein meiningakanning í
Bretlandi vísir, at 76 pro-
sent av bretska fólkinum
vænta, at tað verður neyð-
ugt við einum hernaðar-
ligum átaki ímóti Irak, men
sama kanning vísir, at bara
13 prosent taka undir við
einum tílíkum átaki. Hin-
vegin eru bara níggju pro-
sent beinleiðis ímóti.
Av teimum nógvu, sum
ivast, halda 49 prosent, at
irakski forsetin, Saddam
Hussein, er tann størsta
hóttanin ímóti heimsfrið-
inum, meðan 32 prosent
halda, at Bush er uppaftur
størri hóttan ímóti heims-
friðinum enn Saddam Hus-
sein.
Bretski forsætisráðharr-
in, Tony Blair, hevur alla
tíðina tikið undir við ameri-
kanska politikkinum mót-
vegis Irak, men í kann-
ingini siga 46 prosent, at
Blair gongur sum ein
hundur aftan á harra sínum.
35 prosent halda tó, at Blair
hevur eina sissandi ávirkan
á Bush.
Frank Luntz, sum hevur
gjørt meiningakanningina
fyri
sjónvarpsstøðina
Channel 4 News, sigur, at
kanningin boðar týðliga
frá, at avgerðin hjá Tony
Blair at stuðla Bush kann
koma umdømi hansara í
sjálvum Bretlandi aftur um
brekku.
Týskarar ímóti
Í Týsklandi hevur Gerhard
Schrøder,
kanslari
alla
tíðina sagt, at Týskland fer
ikki at senda hermenn til
Irak at berjast saman við
amerikanarunum, og nú
vísir ein meiningakanning,
at kanslarin fær dygga und-
irtøku í hesum máli.
Kanningin, sum viku-
blaðið Stern hevur gjørt,
vísir, at 80 prosent av teim-
um spurdu eru ímóti, at
týskir
hermenn
verða
sendir til Irak, meðan 18
prosent halda, at Týskland
eigur at taka lut í einum
hernaðarátaki ímóti landin-
um.
Umleið 100 flóttafólk,
sum høvdu leitað sær
skjól í einari kirkju í
Calais í Fraklandi,
vórðu í gjár rikin út
við makt
FLÓTTAFÓLK
Árni Joensen
Um fimmtíðina gjáramorg-
unin fóru franskir løgreglu-
menn inn í Saint Pierre
kirkjuna í Calais eftir 95
afghanskum og irakskum
flóttafólkum. Flóttafólkini
fóru inn í kirkjuna seinasta
leygardag og sýttu fyri at
fara haðani, fyrr enn tey
fingu loyvi at sleppa til
Bretlands. Nøkur teirra
kravdu at sleppa í Sangatte-
flóttafólkaleguna nærhend-
is Calais, men tí sýttu
myndugleikarnir fyri, tí tað
hevur víst seg, at nógv
flóttafólk eru flýdd úr leg-
uni og haðani ígjøgnum
undirsjóvbartunnilin
til
Bretlands.
Áðrenn løgreglan tók seg
inn í kirkjuna, høvdu nøkur
av flóttafólkunum hótt við
at taka lívið av sær, leyp
løgreglan á, men alt fór
kortini friðarliga fram. Tey
95 fólkini vórðu koyrd upp
í bussar og flutt til flótta-
fólkalegur í Norður-frak-
landi.
Enn er ikki avgjørt, hvat
fronsku myndugleikarnir
fara at gera við flóttafólk-
ini. Talsmenn hjá myndug-
leikunum hava tó sagt, at
irakararnir verða neyvan
sendir aftur til Irak, men
síðani Talibanstýrið fall í
Afghanistan, hevur Frak-
land sent fleiri afghansk
flóttafólk heimaftur.
Kina fær nýggja leiðslu
Rikin úr kirkjuni
Bush størri vandi fyri friðin
enn Saddam Hussein
Eitt vælmannað løgreglulið flutti flóttafólkini úr kirkuni og upp í bussar, sum koyrdu tey til
flóttafólkalegur
25