fríggjadagur 15. november 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 220 - 15. november 2002
Nr. 220 - 15. november 2002
27
Jens Erik Magnussen
Eftir at hava pendlað dag-
liga millum Miðvág og
Havnina seinastu umleið
ellivu árini, og harvið sjálv-
andi
eygleitt
ferðslu-
mynstrið á farleiðini, havi
eg hug til at koma við ein-
um íkasti til orðaskiftið, nú
stutt áðrenn Vágatunnilin
eftir ætlan skal lata upp.
Fyri okkum skal týðandi
avgerð takast um kostnaðin
at ferðast, og er náttúrligt
tað kjakið mest hevur snúð
seg um.
Prinsipiel avgerð
Heilt stutt: Tá løgtingið fyri
nøkrum árum síðani stovn-
aði partafelag at byggja og
reka tunnilin um Vest-
mannasund,
varð
sam-
stundis tikin ein rættuliga
prinsipiell avgerð á sam-
ferðsluøkinum. Burtursæð
frá at játtað eina ávísa ár-
liga upphædd í nøkur ár,
lat politiska skipanin upp í
hendurnar á partafelags-
leiðsluni at yvirtakað ein
part av samferðsluni í
landinum. Hetta er ein stór
uppgáva.
Leiðslan í partafelagnum
hevur, umframt at standa
fyri øllum tí sum hevur við
byggingina at gerða, somu-
leiðis til uppgávu, at rekað
tunnilin handilsliga for-
svarliga. Raksturin skal í
minsta lagi skal hvíla í sær
sjálvum, og ikki bert fyrsta
árið.
Leiðslan skal syrgja fyri,
at felagið er konsliderað
soleiðis, at um óvæntaðar
útreiðslur stinga seg upp,
so skal felagið sjálvt klára
hesar. Hetta er m.a. upp-
gávan teir hava fingið frá
mynduleikunum.
Samdur ella ikki samdur,
men soleiðis eru fyritreyt-
irnar, og eru hesar galdandi
til annað verður samtykt.
Ferðslumynstri
Í skrivandi løtu kennir al-
menningurin ikki bumm-
gjaldið. Nógv hava sett seg
við excel-rokniarkið fyri at
finna útav gátuni. Justerað
verður upp á tal av akførum
og krónum, so at rokni-
stykkið gevur tær umleið
20 mió í kassan, sum tørvur
sigst verða á.
Og hetta hongur alt
rættuliga tætt saman. Verð-
ur kostnaðurin ov høgur,
verður talið av akførum
væntandi lægri. Í hvussu so
er ein ella onnur "smerti-
grensa". Men hesar 20 mio
skulu so í kassan, annars
hevur p/f ein trupulleika.
Tá bert akfør skulu
gjalda, skal eisini finnast
útav, hvussu fatur fæst á tí
íkastinum til raksturin, sum
ferðafólkið um flogvøllin
sum er gjalda um Vest-
mannasund.
Hvat er so tað "rætta"
talið av akførum sum koma
at nýta tunnilin, og sum
skal verða grundarlag fyri
hvat leiðslan í p/f setur
gjøldini til? Hetta er tann
góði spurningurin.
Landsverkfrøðingurin
hevur fyri kortum latið úr
hondum frágreiðing um
ferðslu 2001. Ein góður og
upplýsandi bóklingur, sum
verður givin út á hvørjum
ári.
Har eru m.a. ferðslutelj-
ingar á vegastrekkjunum
við Vestmanna og á Oyra-
gjáarvegnum. Hesar vísa, at
á
Vestmannavegnum
koyrdu 1.220 akfør í miðal
pr. dag, og á Oyragjáar-
vegnum 640.
Eingi neyv almenn hag-
tøl eru fyri, hvussu nógvir
av hesum akførum fara um
Sundið, men miðaltalið
man helst liggja millum
350 - 400 pr. dag.
Hvat gera so hinir útvið
200 - 300 bilarnir á Oyrar-
gjógv hvønn dag. Allir fara
so ikki á seiðaberg.
Vit sum tvær ferðir um
dagin ferðast um Sundið
síggja, at stórur partur av
hesum
akførum
koyra
ferðafólk til ferjuna. Hesi
ferðafólk hava so annan
flutning úr Vestmanna.
Sama er galdandi í Vest-
manna. Siga vit, at vest-
menningar koyra 500 teim-
um 1.250 teljingunum, eru
um 400 sum ikki fara við
ferjuni. Stórur partur av
hesum eru akfør sum flyta
flogferðafólk til ferjuna,
ella heinta ferðafólk frá
flogførunum, umframt til
tey nógvu akførini sum
standa parkerað við ferju-
legunar hvørja nátt.
Tey sum hava akførini
standandi
báðumegin
Sundið, og tey sum koyra
fólk til og frá ferjuni sum
koma/fara um flogvøllin,
fara allarhelst at koyra
beinleiðis í tunnilin.
Um vit ganga útfrá at 350
akfør ferðast um Sundið
miðal pr. dag, so kunnu í
øllum førum helst leggja
200 omaná, ella umleið 550
einkultferðir tilsamans pr.
dag. Hetta svarar til uml.
200.000 akfør pr. ár.
Hitt er so býtið millum
persónsakfør og tey størru
akførini, sum hevur stóran
týdning tá útroknast skal, tí
prísurin er so ymiskur.
Eykakostnaðurin
Umframt sjálva tunnils-
gerðina hevur p/f eisini til
uppgávu at byggja vegirnar
til tunnilin, brúnna í Leyn-
um, og sum eg havi skilt
tað, skal p/f somuleiðis
berða raksturin av hesum,
so sum viðlíkarhald, el,
kavarudding o.a.
Hetta er eisini spildur-
nýtt, og ein rættuliga prin-
sipiell politisk avgerð.
Strandferðslan, sum røkir
samferðsluna um firðir og
sund, hevur hvørki ábyrgd-
ina av bygging ella rakstri
av vegakervinum, ferjuleg-
um v.m. sum gerða ta
møguligt at koma til ferj-
unar, og fyri sovítt heldur
ikki útreiðslurnar av íløg-
unum í skip.
Tað er ein almenn upp-
gáva er sagt.
Men hetta nýggja fyri-
brigdið hevur stórar eyka-
útreiðslur við sær fyri p/f.
Sjálvur kenni eg ikki kostn-
aðin av tunnilsprojektinum,
men tøl sum 250 mió hava
verið nevnd.
Sigað vit, at 50 mió av
byggikostnaðinum fara til
tað sum liggur uttanfyri
sjálvan tunnilin, man tað
verða áleið.
Rentútreiðslur, rakstur og
avdráttir av hesum 50 mió
fara helst at liggja um einar
6 - 7 mió av teimum 20 mió
sum frættist at p/f skal hava
inn í bummpeningi. T.v.s.,
at 1/3 av bummpeninginum
fer til tað sum liggur
uttanfyri sjálvan tunnilin.
Spurningurin um hetta
var tað politiski myndug-
leikin vildi, og um sami
myndugleiki ætlar at standa
fast við hesa avgerð.
Øll eru greið yvir, at fyri-
treytin fyri føstum sam-
bandi um Vestmannasund,
og fyri sovítt eisini til
Norðoyar, var og er at
brúkarin skal gjalda ávísan
part.
Nú skjøtil skjótt skal
setast á Norðoyartunnilin,
er rætt at fáða uppá pláss
frammanundan, hvat tað er
sum hetta partafelagið skal
fíggjað. Hongur tilkoyr-
ingina undir ella omanfyri
Leirvíksbygd t.d. við í
projektinum?
Um ikki so langa tíð fáa
vit so at vita hvat vit skulu
gjalda í bummpeningi. Fyri
okkum sum dagliga ferðast
til og frá arbeiðið hevur
hetta sjálvandi alstóran
tídning. Somuleiðis hevur
tað stóran tídning at fáa at
vita hvussu Strandferslan
ætlar at røkja nýggja sam-
bandi, og hvat bussferða-
seðilin fer at kostað. Sum er
hongur alt í óvissu.
Vit roknað við, og vóna í
øllum førum, at hetta alt er
í góðum hondum.
Tøkk
Til seinast vil eg senda eina
hjartans tøkk til tykkum,
sum so trúliga og sam-
viskufult hava røkt farleið-
ina um Vestmannasund øll
hesi árini. Tað hevur havt
sína sjarmu at ferðast við
Sam og i seinastuni við
Ternuni, sjálvt um tað ikki
atltíð hevur verið líka
hugaligt, men tykkara part-
ur hevur so ikki ligið eftir.
Tann serliga atmosferan
er á veg í søguna, men sam-
stundis fara teir mongu
bíðitímarnir á Oyrargjógv
og í Vestmanna í søguna.
Um stutta tíð verður metta
bert minnir.
Øll tit, sum á ein hvønn
hátt hava havt ein fingur
við í arbeiðinum at fáa hesa
nýggju lívsæðrina útinnta,
eiga somuleiðis at fáa eina
stóra tøkk. Tunnilin fer at
hava ómetaliga stóran týdn-
ing, ikki bara fyri Vágafólk,
men fyri restina av landin-
um eisini.
VIÐMERKINGAR
Vágatunnilin
Summardekk/vetrardekk – 2. partur
Bjarni Reynagarð
Sum eg nevndi í tí fyrra
partinum, havi eg sera gott
álit á lamelldekkum til
vetrarkoyring, og tí skal eg
greiða eitt sindur nærri frá,
hvat hesi í veruleikanum
eru, og eisini um fyrimunir
og vansar. Hetta fyri at frá-
greiða, hví eg meti lamell-
dekk ta skilabestu loysina.
Tað at hava lamelldekk
ella onnur vetrardekk undir
bilinum er onki garanti fyri,
at vinnast kann á øllum
vetrarveðri. So einfalt er
tað ikki! Val av dekkum til
vetrarkoyring er altíð eitt
kompromis, og tað finst als
einki dekk, sum er ført fyri
at klára alt slag av vetrar-
veðri eins væl samstundis.
Eitt og hvørt dekk hevur
veikar og sterkar eginleik-
ar; til dømis kann eitt dekk
hava góðar eginleikar í
kava, meðan tað kann hava
minni góðar eginleikar á
onkrum øðrum øki, og øll
dekk eru als ikki eins. Og
tess smalri og hægri eitt
dekk er, tess lættari er at
koma fram í kava, tí mót-
støðan gerst minni.
Fyrst og fremst er tað
umráðandi at finna tað
rætta dekkið, sum hevur
teir bestu eginleikarnar til
egnan tørv. Men um eitt
dekk var best egnað á øllum
økjum í fjør, er tað neyvan
galdandi í ár, tí menningin
av
nýggjum
og
betri
dekkum
gongur
við
rúkandi ferð. Av hesari or-
søk verða hvørki merki ella
sløg nevnd, men verða tey
øll løgd undir eitt heiti:
Lamelldekk.
Eg vil eisini vísa til
greinina »Vinterdæk i test«
í blaðnum Motor nr. 11,
november 2002. Hendan
gevur eina áhugaverda og
frálíka mynd av lamell-
dekkum.
Eitt nýmótans lamell-
dekk er framleitt av eini
gummiblanding, sum varð-
veitir sína smidligheit sjálvt
um tað gerst sera kalt.
Serliga gummiblandingin
ger tað, at dekkið næstan
klistrar seg á vegbreytina,
og sjálvt á spegilsblankum
ísi roynast tey rættiliga væl,
men ikki eins væl og
píkadekk.
Slitbanamynstrið er upp-
bygt av smáum klossum,
sum síðani eru sundirlutað-
ir í eina røð av fínum la-
mellum; klossarnir í slit-
banamynstrinum flyta seg í
mun til hvønnannan, og
ávirkar, at mynstrið gerst
sjálvreinsandi fyri kava ella
ís. Hetta er ein umráðandi
eginleiki í hálkukoyring, tí
hetta ger tað gjørligt, at
flyta mest møguligt av
stýri- og bremsukreftum frá
hjólunum til vegin, og varð-
veita gott samband við
vegbreytina – hóast hálku!
Tey eru merkt M+S, Mud +
Snow (runa og kavi).
Tá ið dekk verða roynd út
í æsir av serkønum fólki,
verða tey vanliga bólkað í
seks ymiskar greinar: turr-
ur vegur, vátur vegur, kavi,
ísur, slitstyrki og komfort.
Tey fáa síðani 1-5 stig í
hvørjari grein, alt eftir
hvussu tey klára seg. Tað er
teoretiskt møguligt at fáa
tilsaman 30 stig; tað er
helst ongantíð komið fyri,
men okkurt dekk hevur tó
megnað 25 stig í ár. Og eg
loyvi mær at ivast í, at
nakað
píkadekk
hevur
møguleika, at fáa eins gott
skoðsmál!
Tað kann kanska tykjast
løgið, men eitt og sama
dekk frá sama framleiðara
kann fáa heilt ymiskt
skoðsmál, alt eftir hvat
stødd dekkið er. Til dømis
kann eitt 15 tumma dekk
fáa 25 stig, meðan eitt 13
tumma dekk fær 23 ella
øvugt. Eisini kann tað vera
sera ymiskt frá grein til
grein.
Men fyri brúkaran er tað
skilagott at kanna, hvussu
úrslitini frá slíkum roynd-
um kunnu flytast til føroysk
viðurskifti. Greinirnar kavi
og ísur eru mest umráðandi
til okkara brúk, og er eitt
dekk samstundis gott á
turrum sum vátum asfalti,
er tað bert at frøast um,
meðan komfort helst hevur
minni týdning og slitstyrki
heldur ikki er nær so um-
ráðandi sum tey fyrst
nevndu.
Eitt vetrardekk hevur ikki
eins langa livitíð og eitt
summardekk, tí tað er gjørt
av bleytari gummi, og eftir
3 vetrar er tað helst niður-
slitið og kanska eisini
vorðið hart og rivnað.
Hóast ferðslulógin sigur, at
slitbanin skal vera í minsta
lagi 1,6 mm, er tað ov lítið
til vetrardekk, sambandið
við vegin fer fyri skeytið
við so lítlum slitbana og tá
er dekkið alt ov vandamik-
ið. Tað er nógv betri at
blaka dekkið burtur, tá um-
leið 3 mm eru eftir – áðrenn
skaðin er hendur!
Tað
føroyska
vetrar-
veðrið er mangan sera
ófantaligt, men ringast er,
tá svartakálk er á vegnum,
tí ofta varnast ein tað ikki,
fyrr enn tað er næstan ov
seint. Koyrir ein bert eitt
lítið vet skjótari í hálku,
enn umstøðurnar loyva, er
tað skjótt at missa tamar-
haldið á bilinum, og tá er
tað næstan líkamikið, hvat
slag av dekkum tú brúkar.
Ofta hoyra vit slík tíðindi
í útvarpinum: »bilurin fór
út
av
vegnum
vegna
hálku«. Hetta er tvætl. Ein
bilur fer neyvan sjálvur út
av vegnum av hálku, men
heldur av vantandi um-
hugsni og ansni hjá bilfør-
aranum, loyvi eg mær at
pástanda!
Sjálvandi kann ein vera
óheppin í hálku, men ein
Framhald á s. 27
meginregla er, at sum oftast
eru menniskjalig mistøk
atvoldin til óhapp. Eg havi
mangan verið »líka við« –
av berum kleyvarskapi!
Tað ger ivaleyst stóran
mun, um ein koyrir ovar-
laga á fjøllum, har tað er
turrari, í mun til at koyra
niðarlaga við sjógvin, har
tað er vátari og tí nógv
hálari í køldum veðri.
Tað er á oftast slíkum
støðum, at óhapp henda.
Og er ivamál um, hvørt ein
er førur at koyra trygt í
nógvari hálku, er tað nógv
klókari at lata bilin standa
og finna sær annan flutn-
ing.
Vit kunnu tilskila: »uttan
trygarbelti – eingin koyr-
ing«! Hóast ferðslulógin
sigur, at ein altíð skal koyra
við trygdarbelti, skal ein
ikki gera tað fyri lógarinnar
skyld – men fyri eins egnu
trygd!
Er ein óheppin í hálku,
hóast fyribyrgjandi tiltøk
sum lamelldekk, til dømis,
er tað kanska ein 90%
møguleiki fyri, at ein ikki
fær álvarsligan skaða og
varandi mein av einum
óhappi, meðan tað helst er
90% møguleiki fyri tí mót-
satta uttan trygdarbelti.
Um tú brúkar píkadekk,
hvussu nógvir píkar sita
eftir í dekkunum, tá vit
nærkast
Grækarismessu,
eftir ein langan vetur,
kanska uttan nógvan kava
ella frost? Liggja píkarnir
kanska tá og sløðast á al-
fara vegi? Nei, eg spyrji
bara! Men lamelldekkini
eru helst enn eins góð og
fyrsta dagin.
Eg tosaði nú ein dagin
við ein sera royndan og
kønan mann á ferðsluøkin-
um um hálkubreytir. Hesin
skilamaður greiddi mær
frá, hvussu stuttligt, spenn-
andi og læruríkt tað hevði
verið hjá fólki at sloppið at
roynt seg við egnum bili á
slíkari hálkubreyt – undir
tryggum umstøðum!
Úti í ferðsluni er bert ein
einasti háttur at læra hálku-
koyring – ein háttur, sum
bæði er ótryggur og vanda-
mikil fyri ein sjálvan og
onnur! Lærdómur kemur av
royndum, men tað kann
taka nógv ár, at uppbyggja
neyðugar
og
nøktandi
royndir í hálkukoyring,
hvat mong prógv eru um.
Á eini hálkubreyt kanst
tú royna alt tað, ið tú ikki
kanst í ferðsluni, og sleppa
snikkaleysur undan tínum
mistøkum. Og kemur tú
seinni út fyri trupulleikum í
hálku, hevur tú kanska
nøktandi royndir at bjarga
tær burtur úr vandastøðuni.
Hesar seinastu dagarnar
havi eg fingið fleiri við
merkingar um ta fyrru
greinina; nakrar negativar,
men tó flest positivar. Tað
vil siga, at fólk hava lisið
greinina og tikið hana til
eftirtektar, og tað var júst
ætlanin við henni. At fólk
so ikki eru á einum máli
ásamd við meg um hetta
viðkvæma evni, er púra
greitt og skilligt, og soleiðis
eigur tað helst at vera.
Men mín meining er júst
mín meining og onki
annað! Sum eg fyrr havi
sagt: Lamelldekk
kunnu
ikki alt – men næstan!
Eg vil at enda siga sum
ein serfrøðingur í ferðslui
Noregi segði: »Kør pigfrit
– hvis du kan«! Tað kann
skiljast soleiðis: Dugir ein
at koyra í hálku, hevur ein
ikki brúk fyri píkum! Men
noyðist ein at brúka píkar,
er tað tí at ein ikki er nóg
dugnaligur at koyra í hálku!
So einfalt er tað!
Við hesum er greinin
summardekk/vetrardekk at
enda komin.
TÍÐINDASKRIV
Frá Vestmanna Kirkjukóri
og VÍF
»Tað var festligt í Vest-
manna í Mai 2003«, so-
leiðis ætla vit at fólk skulu
hugsa tá majmanaði 2003
er at enda komin. Tí eftir
ætlan verður nógv virksemi
í
Vestmanna
tá,
har
Kirkjukórið og VÍF fara at
skipa fyri ymsum tiltøkum.
Kirkjukórið hevur ætlan-
ir um at fara uttanlands á
konsertferð, eftir væleydn-
aðu konsertferiðina í Ís-
landi
seinast
summar.
Hesaferð gongur leiðin til
Ålands við uml. 70 fólkum
í ferðalagnum.
Felags fyri Kirkjukórið
og VÍF er, at tey umboða
Vestmanna bygd ógvuliga
væl. Kirkjukórið, ið er
mannað við konufólki,
hevur verið ógvuliga aktivt
seinastu árini og áhugin
fyri at syngja í kórinum er
stórur. Einar 40 konur og
gentur mannað kórið, ið er
stjørnað av Erlu Olsen.
VÍF er eitt av stóru ítrótt-
arfeløgunum í landinum
VÍF hevur lið við í mest-
sum
øllum
hondbólts-
deildunum, umframt at
barna deildirnar í badmin-
ton eru væl mannaðar. Her-
afturat kemur so kapp-
róðurin, har VÍF hevur 3
bátar - 10-. 6- og 4 manna-
far. Ætlanin er at fáa nýtt 4-
mannafar
til
komandi
kappingarár. VÍF er eisini í
ferð við at byggja nýtt
kappróðrarneyst, ið varð
innilokað í summar.
Keyps- og sølustevnu
(relaterað til børn, ung og
kvinnur)
Fyri at reka felagasskapir
sum okkara fíggjarliga, er
neyðugt at skipa fyri til-
tøkum, ið kunnu kasta eitt
sindur av sær. Í hesum
sambandi
verður
farið
undir keyps- og sølustevnu
í Ítróttarhøllini í Vest-
manna, vikuskiftið 2 - 4
maj 2003. Hendan keyps-
og sølustevnan er ætla at
verða eitt sindur øðrvísi
enn aðrar sølustevnur, við
tað at hon skal relaterað til
børn, ung og kvinnur, so-
leiðis at framsýnararnir fyri
stórstan partin verða teir, ið
selja barna- og vónar-
klæðir, barnaútgerð, leikur,
o.l., umframt at peninga-
stovnar
og
tryggingar
kunnu upplýsan um barna-
og ungdómsuppsparingar/
tryggingar. Eisini er ætl-
anin at skipa fyri tombola
og matsølu v.m. hesar
dagar.
Longu stórur áhugi fyri
keyps- og sølustevnuni.
Í samband við keyps- og
sølustevnuna,
er
longu
stórur áhugi, men í næstum
verður fari at senda handl-
um og fyritøkum innbjóð-
ing at verða við og kostnað
fyri ferðmeturin, men av tí,
at vit neyvan fara at finna
øll, ið kundu hugsa sær at
veri við, kunnu áhugaði,
longu nú, boða frá luttøku,
við at ringja til Jógvan
Sigurd Poulsen 26.45.39
ella Birgir Waag Høgnesen
á tlf. ella 22.15.77
Bátastevnuni
"Kjalarvatn"
Um hálvan maj verður so
skipað fyri Bátastevnuni
"Kjalarvatn" og Country
dansi, ið eftir ætlan skal
verða eitt árligt afturvend-
andi tiltak. Hendan stevnan
sum "Undirhúsið" skipaði
fyri, saman við VÌF, varð
roynd fyrstu ferð í maj í ár
og var hon sera væl eydnað.
Nógvar áheitanir eru
komnar um at royna tiltakið
aftur komandi ár og er ætl-
anin at gerða meira burt-
urúr hesafer, við at skipa
fyri fleiri tiltøkum, soleiðis
at tiltakið kemur at berða
brá av eini bygdastevnu, ið
skal verða fyri øll, bæði
bátaáhugaði og onnur.
Meira verður at frætta um
Bátastevnuni "Kjalarvatn"
seinri.
Framhald av síðu 26
Menn og kvinnur stima
til Vestmanna í mai 2003
C
M
Y
K
27
26