leygardagur 5. juli 1986síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 75 — 5. juli 1986
GO
g
N
NS SVISS. SVD SS CPMD SKAP ÁM SLAPP MP AP RL MP PM KAL AA FV LIV SIA
Tað bláa
atlask-
bandið
og tann
reyði
6 6
silki-
6 | 1] 4
Lítla Jóhanna stóð og græt upp móti vegg-
inum við hondunum fyri andlitið. Foreldur
hennara hevdu fyri letu síðani sagt henni
farvæl og vóru farin avstað í droskju til
dampskipið. Tey skuldu í brúdleyp í einum
grannabýi og skuldu verða burtur í nakrar
dagar.
Við vindeygað sat Lisa tanta við tí fløtu
nøsini, sum var so vorðin, at hon kundi verið
gjørd av handskaskinni, boygda heilt niður
yvir arbeiðið. Brillurnar lógu á teim fram-
standandi oyrunum og gingu saman fyri
aftan, uttan á tí svarta, fileraða hárnetinum.
So av og á lyfti hon hevdinum og hugdi við
teim útspílaðu eygunum yvir á Jóhonnu.
»So, Jóhanna, nú mást tú royna at halda
uppat,« segði umsíður Lisa tanta við síni æv-
igu kráan fyri at reinsa hálsin. >Í morgin
skal tú hjálpa mær í havanum. Ég veit eina
lítla smágentu, sum skal fáa so nógv stikk-
ilsber at eta, sum hon orkar.«
„Ikki hjálpa og ikki eta heldur«. Jóhanna
sló við nakkanum, so at tann stríða, reyð-
brúna flættan leyp upp i loft. "Mamman skal
koma, sigi eg!«
„Ja, um einar tveir dagar koma bæði
mamman og pápin, og í næstu viku er tað —.
Hvat er tað so, Jóhanna ?«
„Ikki nakað! Ikki nakad!« skríggjaði Jó-
hanna erg.
»Tå er... tín? Nei, tað er einki nakað.<
Lisu tantussa tunna yvirverr rukkaði seg
uppeftir, so tvær gular tenn sóust.
„Jú! Tá er mín debu'sdagur!« rópti Jó-
hanna og sló eitt klask við fótinum.
>Nú mást tú ikki siga debu 'sdagur longur,
nú tú ert so stór. Hugsa tær, skjótt fimm ár.
Spæl nú við Martu og ver góð genta.«
»Marta er fúl og býtt !< Jóhanna leyp yvir,
reiv eina dukku í ljósareyðum sirskjóla av
leikuborðinum niður á gólvið. >Og so hevur
hon skrætt lívbandið í pettir. Eg vil ikki
hava hana at spæla við longur. Hon setti
stumpnesina upp í loft og spískaði munnin
til ein firtnan trút.
Tað varð bankað á dyrnar við einum
smelli.
>Husj, eingin er inni !< Lista tanta snerkti
andlitið og reistist á fetur brådliga, við bal-
dýringini í hondini. So flýggjaði hon við lút-
andi ryggi enntá meir enn vanligt. Men
áðrenn hon var nádd yvir gólvið, fóru dyrn-
ar upp, og í durinum vísti seg rundingurin av
einari veldugari flatari kurv, sum hekk á
arminum á einari gamlari konu. Konan var
kledd í einari kápu, sum líktist einum mans-
jakka, og undir svertum kýsa, kantaðum við
kettuskinni. Kýsin kom so langt fram, at av
andlitinum sást mest... bara tann langa
heingjunøsin, har ein kambfjødur sat við
trimum longur hárum á. Hon kom eftir legg
inn um gáttina, og á hinum arminum bar hon
eina aðra kurt aftrat, stór og flat sum hin. Tá
ið hon var sloppin igjøgnum, vendi hon sær á
og læt dyrnar aftur eftir seg við einum
sparki við fótinum. So setti hon báðar kurv-
arnar á gólvið, legði tær skerpu hendurnar
við neglum sum fuglaklóm og húð sum
sketuskinn yvir kross á búkin og segði hart
og håsmælt : Góðan dag«.
„Góðan dag,< svaraði Jóhanna burkandi
og dróg seg eftir hæji yvir til tantuna, sum
aftur var setst við vindeygað og seymaði av
grimd.
„Hon sigur góðan dag,« teskadi Jóhanna
og nam við armin á tantuni. Men Lisa tanta
hugdi ikki upp og segði einki, og Jóhanna
stóð, sum so ofta fyrr, og undraðist á at tant-
an tordi at vera so óblíð við Ranlu seljikonu,
sum vist var ein gandakelling, so sum hon sá
út, og við hesum ræðuliga málinum, sum
ljóðaði, sum tá skorsteinssóparin skavaði í
ovnrerunum. Ikki heldur dugdi hon at fata,
at Lisa tanta kundi lata vera við at hyggja at
henni. Tí tað helt Jóhanna var tað stuttlig-
asta hon visti, tó hon ræddist hana illa.
„Er frúan við hús ?« spurdi Ranla so.
»Nei,« segði Lisa tanta. >Frúan er burtur
og ferdast.«
»Mamman og pápin eru í brúdleypi,<
skundaði Jóhanna sær at leggja aftrat við
tónalagi sum vildi hon biðja Ranlu endiliga
orsaka
„Ja, Inga segði so,< svaraði Ranla við ein-
um skeivum smíli.
„Hvat spyrja tygum so til, tá ið tygum
vita tað?< kom tað ilsliga og harkandi frá
tantuni. >Frúan verður burtur í fjúrtan dag-
ar.«
„Inga helt nu at tit væntaðu hana longu nú
fríggjadagin,“ helt Ranla fyri, í tí hon tók
snúsdósina upp úr lummanum og bankaði á
hana við longutong.
„Hatta veit Inga einki um.« Tantan snar-
aði sær heilt á móti vindeyganum.
„Nú verður hon firtin, og so koma sniglar
og skrubtussur út úr munninum á henni,<
hugsaði Jóhanna og helt í turruklæðið hjá
tantuni.
Men Ranla setti seg niður á bríkina við
dyrnar og fylti varliga nesina við snúsi. So
Eftir
Amaliu
Skram
Viggo
Dalsgaard
týddi
goymdi hon dósina í lummanum og varð ró-
liga sitandi við eygunum festum á borðfót-
inum eitt petti frá og suffaði pípandi nett
sum tann gamli leikukatturin, sum ikki
dugdi at mjóma meira. Nesin gekk seigan
upp og niður, og í tippinum hekk ein brúnur
dropi.
>Ég skal einki hava,« harkaði Lisa tanta tå
ein leta var gingin.
Ranla reisti seg, lyfti aðra kurvina upp á
borðið og opaði tey hálvmána skapaðu lokini
á báðum síðum á honl“ini. So fór hon at
pakka unn. Tað vóru tráðtrillur, bendlabond,
St, ás, stoppugarn, silkibond,
knappanålir, fingurbellar, stoppunálin,
heklublondir og mangt annað. Hon gav sær
góða tíð og spjaddi tað heila í reðum eftir
borðinum, meðan tann stóra tunna yvir-
verrin, sum stakk framvið yvirverrini, gjerdi
eitt smellandi ljóð, sum um hon seig eina
pípu.
>Nú fara tygum at vera so góð at koma
higar,< segði Ranla, tá ið ikki rúmtist meir,
og so hugdi hon hóttandi yvir móti Lisu
tantu, sum sat við boygdum nakka.
„Eg keypi einki i dag, havi eg jú sagt.«
>Tað kann væl verða lagt meira fram, um
tað er tað, tygum vilja.« Ranla boygdi seg
yvir hina kurvina og reiv lokið upp.
»Tygum skulu ikki gera allan handan
ómakin.< Lista tanta sló út við hondini. >Tað
nyttar kortini einki.«
»Hyggid her! Er nú nokk fyri tygum ?<
Ranla stóð og peikaði á tær pappeskjurnar
og turruklæðið, hon hevði takt út yvir stólar-
nar.
»Aldri kent makað til menniskja!« fisti
Lisa tanta og læt arbeiðið sekka niður í fang-
ið.
>Tygum kunnu tá ikki vita, um tygum
vilja keypa, so leingi tygum ikki hava skoðað
vørurnar,« skeldaði Ranla. >Komið nú og
fáið tygum, tað brúk er fyri.«
Lisa tanta rysti á hevdinum og reistist við
einum suffi. So fór hon yvir at borðinum og
keypti nakrar bendlar og eina tráðtrillu.
Jóhanna var komin við. Hon helt seg tætt
upp at tantuni og hugdi alla tíðina smákveit-
andi at Ranlu.
Langt um leingi fekk so Ranla øll tingini
aftur i kurvarnar. Tå id hon skuldi bukka seg
eftir teimum, rætti hon brådliga armin ut og
klipti Jóhonnu í kjálkan, meðan hon smil-
andi segði: >Tú heldur nokk, at eg ætli at eta
teg, tu.« Jóhanna slepti sær burtur, hjart-
kipt, meðan Ranla smálæi og risti við hevd-
inum og bara hugdi at henni. So lyfti Ranla
kurvarnar upp, stakk inn á armin, eina eftir
aðra, segði farvæl og fór.
Í tí sama kom ein seymijomfrú, sum skuldi
tala við tantuna.
z