leygardagur 5. juli 1986síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
-
+ n hlaðjA
AP AMD MP MP"
„Ver tú her,< segði Lisa tanta við Jóhonnu.
„Vit fara inn í hina stovuna.«
Jóhanna reyk til vindeygað at hyggja eftir
Ranlu. Tá ið hon aftur vendi sær, rakti hon
við ein atlask bandstubba undir borðinum.
Hon tók hann upp og hugdi at honum. Hann
var so slættur og skínandi blankur og líkn-
andi í liti sum tann blái silkikjólin hjá
mammuni.
Sum tað var stuttligt! Hann vildi húst
hóskað til belti til Martu, sum leingi hevði
havt brúk fyri einum nýggjum.
Men so mátti hon fara í sín hvíta kjóla.
Hon fór at spæla, at Marta skuldi fara í
ba. naveitslu.
So fór hon í kommoduna eftir dukkuklæð-
unum, setti seg á krakkin við Martu í fang-
inum og skifti klæði á henni.
„Nú, nú, nú! Ikki rópa, meðan eg greiði
tær,« álegði hon dukkuni, sum var óvorðin
og ikki vildi liggja still. >Skal eg kanska
verða noydd til at fleingja teg? Hvat sigur
tú? Vera góð genta? Tað var rætt, lítla
Marta, men so mást tú eisini vera tad.«
Dyrnar aftan fyri Jóhonnu vórðu lætnar
upp, og hon hoyrdi Ranlu siga: >Ég má hava
gloymt tað her.« Jóhanna skilti beinanvegin,
at tað var bandið, hon meinti við, og at
Ranla átti tað. Hon hevði slett ikki hugsað
um hetta fyrr. Kvikliga blakaði hon band-
stubban heilt inn í kommoduskuffuna sum
stóð opin framman fyri henni.
„Ja, vit kunnu gott hyggja,« segði Lisa
tanta, sum eisini var komin inn. >Tú hevur
væl ikki sætt eitt stykki av bláum silki-
bandi, Jóhanna ?«
»Nei,« svaraði Jóhanna, sum pipraði av
angist. Hon kendi eyguni á Ranlu sum sting
í nakkan, og hon stardi alla tíðina upp á tant-
una og royndi at fáa hana at hyggja at sær,
fyri athon ikki skuldi ansa ta hálvopnu
kommoduskuffuna.
„Tað hevur kostað mær yvir tolv skilling-
ar,< hálvgræt Ranla, sum gekk runt og leit-
aði. >Ein heilur vikuvinningur. Halda tygum
fátæk fólk kunnu liva uppá henda mátan?
Ella vilja tygum kanska, at ein gomul, strev-
som kona skal svelta í hel?« Hon stóð nú
boygd yvir leikuborðið, har Jóhanna sat við
Martu á fanginum, og hon rótaði og lyfti
ellum sum lá har. >Bandið skal koma fram,
tað skulu tit vita.« Jóhanna tordi næstan
ikki at anda.
»Tygum mugu hava slett tað burtur onkra
aðra staðni, ella hava tygum kanska als ikki
havt tað við í dag,« segði tantan og harkaði
ótolin.
„Tað ar í kurvini, og eg hevði tað frammi á
borðinum her,< svaraði Ranla, sum gekk
Nr. 75 — 5. juli 1986
bogin og kagaði undir borð og stólar. Hon
talaði pipandi, nesin diyppadi og andlitið
var samansnerkt, sum um hon vildi gráta.
„Ja. nú havi eg avgjert ikki tíð meira!<
Lisa tanta tók í hurðina. >Tað situr ein og
bíðar eftir mær.«
Treyðug og smádeilandi fór Ranla av hús-
inum.
Jóhanna lætnaði um hjartað. Hon kundi
væl grátið av gleði yvir at bandið ikki varð
funnið. Men hon hevði mist hugin at spæla,
og hon var so pest, at hon ikki tordi rera seg.
Hverja letu helt hon seg hoyra, at Ranla
kom aftur og spurdi eftir silkibandinum, so
hon stakk saman við hvert minsta ljóð. Til
endan orkaði hon ikki at vera har inni í
stovuni longur. Hon fór út í kekin til Ingu,
sum reinsaði bláber, og bað um at sleppa at
sita har. Hon skuldi vera so góð, ikki nema
berini, bara byggja at.
Inga undraðist á at Jóhanna sat har á
skamlinum so still og tigandi við saman-
løgdum hondum, hon, sum altíð var vill og
altíð hevði so nógv at spyrja um. >So skuldi
tú altíð verið,< segði hon og nikkadi vinarliga
til hana.
Eisini tantan undraðist, tá tær seinni ótu
náttverða. Ongantíð hevði hon sætt Jóhonnu
so góða og stilla. >Tað er longsulin eftir
mammuni,« hugsaði hon, og so tók hon Jó-
honnu upp á fangið og segði henni eitt ævin-
týr
„So stumpurin min,« segði hon, tå Jó-
hanna var legd til songar, og tær saman
hevdu lisið kvøldbøn. >Nú skalt tú blíva við
at vera set genta, líka so góð og fitt, sum tú
hevur verið í dag, so verður Gud í himlinum
so góður við teg, og so kemur mamman við
vøkrum fødingardagsgåvum til Jóhonnu-
barnið. Góða nátt !<
Jóhanna trýsti nesina niður í koddan og
strekti seg í seingini og kendi seg væl. Tað
var frálíkt at hava verið góð og so at verða
rost fyri tað. Bara hon ikki hevdi tikið handa
fína bandstubban. Men hví skuldi Ranla
eisini gloyma hann?
Hon kundi jú ikki vita, hver ið átti hann.
Og at siga tað aftaná var ómeguligt. Hevði
tanta verið einsamøll, so — men við Ranlu,
sum ivaleyst var ein gandakelling! Annars,
tvætl! Hvat gjørdi tað, tá eingin fekk tað at
vita. Á sum tað var gott at liggja her í hesi
djúpu, heitu seingini og vita, at Ranla ikki
kundi koma eftir henni.
Men Ranla var uppá spæl kortini.
Jóhanna stóð á einum kelamyrkum stað
og var ræðuliga bangin. Hon spílaði eyguni
upp fyri at síggja hvar hon var, men kundi
einki hóma. So við eitt kom frá ovast til nið-
ast ein smøl, grá ljósrípa í myrkrinum, og
hon gjørdist breiðari og breiðari, til tað
gjørdist skyming, og tå sá hon, at hon var í
einum lágum, smelum rúmi, har gólvið og
veggirnir og loftið vóru av vátum, kleimut-
um steinum. Og vætan dryppaði úr loftinum
og seig niður eftir veggjunum, og tað vóru
hyljar millum grótið á gólvinum, og í hylj-
unum svumu sniglar og skrubtussur.
Jóhanna vildi renna, men hon fekk ikki. Hon
rætti armarnar út og stríddist fyri at lyfta
fótunum, men teir vóru sum vaksnir fastir.
Hon eymkaði og venaði seg og rópti eftir
mammuni, men hon kom ikki av fetanum. So
sá hon beint yvir sær andlitið á Ranlu. Tað
hekk niður úr loftinum, og hon sá bara and-
litið, einki av kroppinum. Tungan hekk úti,
tað dryppaði úr nesini, og eyguni stardu og
blunkaðu til hennara. Jóhanna kendi tað,
sum vildi hon doyggja av angist. Við einum
ógvisligum rykki fekk hon føturnar leysar og
flýddi nekur fet, men so steig hon á eitt