leygardagur 5. juli 1986síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 75 — 5. juli 1986
skriðkykt, sum stakk hana í andlitið, og tá ið
hon skuldi hyggja seg um, hevði andlitið
flutt seg og var aftur beint yvir henni. So
stakk hon fingrarnar inn í munnin fyri at
Ranla ikki skuldi hoyra hana gráta og síggja,
hvussu bangin hon var. Í tí sama komu
hendurnar á Ranlu til sjóndar tætt við and-
litið. Tær hingu í leysari luft, og tær hildu á
tí bláa silkibandinum. Beint eftir var bandið
blivið til eina lykkju um hálsin á Jóhonnu, og
hon varð drigin upp í loft. Tá skríggjaði hon
av allari makt: "Mamman! mamman !< og so
vaknaði hon og græt og hikstraði og rópti
eftir mammuni, til tantan kom berfett og í
náttkápu og uggaði hana.
Næsta dag, tá Jóhanna seinnapartin hevði
veirð úti og spákað við Ingu, var tantan í
barnahamariinum. Hon stóð mitt á gólv-
inum, ronk og heg og eðislig við hevdinum
afturá og við ørmunum á kross yvir bring-
una.
Jóhanna bleiv illa við. Hetta, at tantan
hevði rætt seg í rygginum boðaði ikki frá
góðum. Hon gekk altíð framboygd, tá ið hon
ikki var í ringum lag, fyri at tað ikki skuldi
síggjast, at hon var hægri enn eitt mannfólk.
„Hví stendur tú har?< spurdi Jóhanna
tvitin.
Lisa tanta harkaði, setti brillurnar uppá og
hugdi stívt at Jóhonnu.
„Hví hyggur tú so at mær?< Jóhanna
royndi at síggja óvorðin út.
»Tad atlaskbandið, Ranla talaði um —« so
kom ein harðlig harkan — »hevur tú als ikki
sæð tað?“
>Tú segði jú sjálv at hon ikki hevði havt
tað við sær.« Johanna fekk orðini galið í háls-
in, og eyguni fuku yvir at kommoduni.
»Eg haldi,vit hyggja eftir í skuffuni hjá
tær. Lisa tanta snaraði sær á hælinum,
meðan Jóhanna leyp framvið henni og still-
aði seg fyri við rygginum móti kommoduni.
»Tu skal ikki, tú skal ikki!< rópti hon og
breiddi armarnar verjandi út framman fyri
kommoduni.
„Hví ikki ?«
»Nei, ti har er órudduligt, og tað dámar
tær jú ikki !«
»Tvætl,« segði Lisa tanta og fýrdi
Jóhonnu til viks. So togaði hon skuffuna út,
tók bandið upp og helt tað upp fyri henni.
»Skitt !< segði Johanna korkareyð í andlit-
inum; hon kastaði við hevdinum og setti
aðra tánna móti gólvinum, sum um hon ætl-
aði at bora fótin fastan.
»Nå, hvat sigur tú so ?< spurdi tantan.
Jóhanna stóð sum fyrr og noyddi seg at
gnisa.
„Jú, mamma tín verður glad, haldi eg, tá
hon frættir, at tú fyrst hevur stolið og síðan
logið,“ helt Lisa tanta áfram.á
„Ég leggi einki í hatta kloddabandid,«
segði Jóhanna og sló eftir bandstubbanum,
sum tantan læt hanga fyri nesini á henni.
>Tín óvorðni ungi! Hoyrir tú, hvat tú
hevur gjert ? Stolið og logið! Tær verstu av
ellum teimum syndum, eitt barn kann gera !«
Lisa tanta sló hana á fingrarnar.
Jóhanna setti í at stórgráta.
»Veitst tú, hvar tjóvar og lygnarar koma?
Teir fara í Skansan, meðan teir liva, og eftir
deyðan tekur Djevulin teir.
„Eg skal klaga teg fyri mammuna, skalt tú
síggja !< Jóhanna hugdi eina løtu upp á tant-
una við avlagaðum andliti, so blakaði hon
seg skerflata í gólvið og spjálkaði og spark-
aði, meðan hon brelaði.
„Nú kanst tú vera einsamøll eina løtu og
hugsa um hetta,« segði tantan. So fór hon út
og læsti dyrnar eftir seg.
Jóhanna varð liggjandi á gólvinum. Brel-
ini gingu yvir í sáran grát og hikstran, sum
líktist hanagali. Hon fekk ilt fyri bróstið og
tað stakk og sleit í svelgið, men tað legði hon
einki í. Bara hon kundi doyggja nú við tað
sama, so kundi tantan hava tað so gott. Sani-
liga var hon egiliga bangin fyri illabanni,
sum skuldi taka hana, men kortini. so slapp
hon tá frá at fara í Skansan, har tað vist var
nógv verri enn hjá illamanni. Á, men bara
mamman hevði verið heima, so var hetta
ongantíð hent. Hon hevði beinanvegin sagt,
at hon hevði funnið bandið á gólvinum, men
nú hevði hon ræðst Ranlu so illa, at hon
hevði ikki torað, og Lisa tanta var eisini so
illsint. Á, mamman, mamman, mamman!
Bara mamman kom, so bleiv alt gott. Hon
ætlaði beint at siga tað sjálv, so Lisa tanta
fekk eina langa nes. — Til endan kendist tað,
sum hevði hon grátið ell síni tár. Hon var so
turr bæði innan og uttan, so turr og brenn-
andi heit.
Gud viti, hvat tantan ætlaði at gera við
hana. Tað bleiv vist nakað ræðuligt. Kanska
hon skuldi á ráðstovuna, har sum full fólk
komu inn, ella kanska í Skansan beinanveg-
in. Tí tå ið hon hevði verið óhoyrilig, hevði
mamman flongt hana. Men hetta var nakað
heilt annað. >Stolið og logið,< tók hon upp
aftur fleiri ferðir.
Ja men so Lisa tanta? Hevði hon kanska
ikki stolið og logið? Í gjár leyg hon fyri
Ranlu og segði, at mamman bleiv burtur í
fjúrtan dagar, og ein dagin herfyri hevði hon
tikið hasa kringluna, sum var dottin niður úr
kurvini hjá kakukonuni og hevði givið einum
neyðardreingi hana. Og mamma hennara
hevði ofta biðið Ingu lúgva, tá ið fólk komu,
sum hon ikki legði í. Hví skuldi tað vera so
ngov verri at hon gjørdi tað? Jú, hon visti
tað nokk. Tað var, tí tey smáu bernini
skuldu blíva til einglar, men tey vaksnu
blivu bara til lomb og sovorðið. Tí máttu
bernini vera so góð, so góð.
Tá tantan eina letu seinni kom inn at
síggja til Jóhonnu, fann hon hana sovandi á
gólvinum.
»Hon má tó vera eitt ræðuligt barn,« hugs-
aði hon, »sum kann taka hetta so lætt. Men
tá hon boygdi seg niður og lyfti hana upp og
sá, hvussu reytt og upptýsnað tað lítla and-
litið var við rukkaðum merkjum eftir kokos-
máttuni, tykti henni kortini, tað var synd í
henni.
Hon setti hana á fangið yviri við servant-
una og vaskaði henni um andlit og hendur.
»Hoyr nú Jóhanna,< segði hon. >Nú skalt
tú verða latin í klæðini, og so skalt tú fylgja
mær til Ranlu. So skalt tú geva henni band-
ið, sig, at tú hevði tikið tað og bið hana um
fyrigeving. Tað er tann einasti mátin at gera
tað gott aftur uppá. Tá tú so biður hjartaliga
til Gud, so fyrigevur hann tær kanska
eisini.“
„Kann eg ikki sleppa frå at koma vid?«
segði Jóhanna. >Tú kann jú siga tað einsa-
møll.«
Men Lisa harkadi og hugdi hottandi at Jó-
honnu, so hon ikki vågadi at siga meir. Og
haraftrat hevði tantan klappað henni so
vakurt á kjálkan, tá hon vaskaði henni, at
Jóhanna vildi fegin vera góð genta.
Eina letu eftir gekk Jóhanna undir liðini á
tantuni og við einum lítlum pakka í hondini
oman eftir vegnum. Hon hugdi ikki upp eina
einastu ferð og segði ikki eitt orð.
Uttan fyri eini elalitil hús í eini trongari
smogu steðgaði tantan.
„Er tað ikki her Ranla sølukona býr?<
spyrdi hon nakrar berbeintar ungar, sum
sótu í teim opnu getunum.
„Jú har,« segði tann stersti og peikaði
aftur um seg inn í gangin. Lisa tanta og
Jóhanna máttu gera seg smalar fyri at
sleppa framvið.
Tantan bankaði á einar dyr beint fyri.
Jóhanna kleimdi pakkan fast millum fingrar-
nar, meðan hon lurtaði eftir, um nakar kom.
Svartar, undarligar stjørnur við einum ljósa-
gulum prikki í mittuni dansaðu upp og niður
fyri eygunum á henni, og hon hoyrdi sítt
egna hjarta banka.
„Hon svevur vist til middags,< segði ein
barnaredd aftan fyri tær.
»Lat okkum bara fara avstað aftur,« bað
Jóhanna og greip í sinari angist fast í kjólan
hjá tantuni.
Lisa tanta bankaði einar tvær ferðir aftrat,
harðari enn fyrr. Tá einki svar kom, læt hon
dyrnar upp og togaði Jóhonnu við sær inn.
Jóhanna var líka við at skríggja hart.
Hetta lága, smala rúmið var jú púra tað
sama ræðuliga staðið, sum hon hevði droymt
um. Skýmingin var har, tey buktaðu tingini,
sum hingu niður eftir vegginum beint fyri,
sóu út sum tær vátu rípurnar á steinunum í
dreyminum ! Men tað vardi bert eina letu; so
sá hon at tey buktutu tingini vóru frynsarnir
um tað sjalið, sum var fyri vindeyganum, og
sum gjerdi at tað var skýming í stovuni.
Beint undir vindeyganum á einari lágari
langari kisti stóðu báðar kurvarnar hjá
Ranlu við síðuna av einum rokki. Gólvið var
stroytt við einara og sandi, og tað hoyrdist
ein herð snorkan.
Jóhanna snaraði høvdinum eftir ljóðinum
og sá yviri í krókinum á einari smalari song
nakað svart innballað, sum lá afturá móti tí
høga høvdalagnum.
«Har liggur Ranla og svevur,« hugsadi hon
og helt seg tætt upp at tantuni.
»Vit bíða eitt sindur, so vaknar hon,< segði
tantan og harkaði hart.
»Her luktar illa,« teskaði Jóhanna. »Kom
lat okkum fara avstað aftur !<
Tantan vildi seta parasollina frá sær við
dyrnar. Í tí sama datt hann yvir enda og datt
við larmi á gólvið.
Tá rerdi tað innballaða á seingini seg.
Tveir armar fektaðust í luftini, eitt turru-
klæði varð sligið til síðis og eitt hevd, sum
lýsti so undarliga hvítt í hálvmyrkrinum,
lyftist av koddanum.
„Er tað nakar?< spurdi Ranlusar håsa
rødd, og so så Jóhanna tydiliga hennara
brúnu nikkandi stóru, boygdu nes.
„Tað eru bara vit,< svaraði Lisa tanta,
meðan hon tók Jóhonnu í hondina og leiddi
hana yvir at seingini. >Vit koma við band-
inum, Ranla.«
Jæhanna stardi við stórum eygum. Sá
Ranla soleiðis út, tá hon ikki var i kýsanum ?
Henda høga, nakra pannan, og hvítt hár
skavað upp á skallan í ein spískan topp.