leygardagur 5. juli 1986síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
> pr
RN S0Sjalurin
Nr. 75 — 5. juli 1986
»Å nei, men tað er tá alt ov galið at tit
skuldu ómakað tykkum fyri hetta neyðars
bands skuld,< segði Ranla rínandi og risti á
høvdinum, sum um hon var rættuliga hørm
um hetta. »Koma higar til ein slikan gamlan
krók av eini kelling.«
Jóhanna bleiv bleyt um hjartað. Tað
gjørdi so gott, hvat Ranla segði. og reddin
var so mild og góð, at hon mátti undrast.
„Sig tað so,< segði Lisa tanta og slepti
hondini á Jóhonnu.
Jóhanna rætti tann lítla pakkan upp móti
Ranlu við einum benandi eygnabrá.
„Hetta er silkibandið, tygum spurdu eftir í
gjår,« segði Lisa tanta. >Jóhanna hevði funn-
ið tað á gólvinum. — Sig tað nú, Johanna.«
Men Jóhanna segði einki, bara varð við at
hyggja at Ranlu, meðan tað sitraði um
munnvikarnar á henni.
»Vidgang nú alt fyri gomlu Ranlu,« álegði
tantan. >Tú fann silkibandið og so stjól tú
tða, og aftaná leyg tú og segði, tú ikki visti
um tað. Var tað ikki so ?<
Jóhanna nikkaði uttan at sleppa eygunum
av andlitinum á Ranlu.
»Ånei, ánei, sig tó ikki so ljótt tó,< segði
Ranla og klappaði varliga við tí uttasta av
kropnu fingrum sínum Jóhonnusar upp-
rættu hond, sum helt á pakkanum.
„Liggur nakað og rekst á gólvinum, so
tekur eitt barn tað eyðvitað upp. Og síðan
hevur hon ikki komt sær at siga tað, stakkal-
in.«
Jóhanna hevði hug til at kasta seg um
hálsin á Ranlu og kyssa hana, men hon segði
bara: >Tú er góð tú, Ranla,< og so beit hon
seg í undirverrina, tí hon vildi ikki fara at
gráta.
>Tað er ikki rætt, tað tygum siga, Ranla,<
segði Lisa tanta og harkaði strangt. >Men
tað hava tygum einki skil fyri.«.
»Hav bara bandið tú, litla,« teskaði ranla
og trygdaði fingrarnar á Jóhonnu um pakk-
an. >Tú skal so gjarna eiga tað til dukku
tina.«
»Nei, so eidasørt '« Lisa tanta rikti pakkan
frå Jóhonnu: >Ég leggi tað her á kurvina hjá
tygum. Bið nú Ranlu um fyrigeving.«
»Fyrigevid mær,< segði Jóhanna og smilt-
ist við skelvandi munni.
»Ja ílíkamáta mítt barn,< nikkaði Ranla og
sló út við hondini.
„Ég skal ongantíð gera tað meira,< legði
Jóhanna djarvt aftrat.
„Kom so,< segði tantan. »Farvæl Ranla.«
Í tí sama Jóhanna skuldi fylgja eftir tant-
uni gjegnum dyrnar, leyp hon kvikliga aftur
til seingina og segði brádliga: >Tú skal fáa
ein bláan silkikjóla frá mær, tá eg veri stór,
makan til tann hjá mammuni og fýrhjóltan
vogn við tveimum rossum fyri,« og puts var
hon burtur aftur, áðrenn Ranla fekk tíð at
svara.
II
Tað var dagin fyri at foreldrini hjá Jóhonnu
skuldu koma aftur.
Seinnaaprtin ruddaði Lisa tanta í seymi-
borði sínum, meðan Jóhanna stóð við síðuna
av og hugdi at. Í tí mittasta rúminum var ein
hópur av mislittum broderusilki, sum
Jóhanna fekk loyvi til at leggja til rættis.
Tá tær seinni fingu sær ein drekkamunn,
og Lisa tanta skuldi hava fatur á kanvas-
seyming sínari, saknaði hon ein silkivinsil.
>Tann ljósareyði rásilkivinsilin, tú hevði
i hondini, Jóhanna, hvat hevur tú gjørt av
honum ?< spurdi hon, meðan hon sóknaðist á
gólvinum og í seymiborðinum.
„Eg legði hann har.«
„Her er hann ikki. Tað er púra ófatiligt,<
segði hon erg, meðan hon leitaði í hverjum
rúmi. >Hvar kann tó sovorðið nakað blíva
av.«
»Kanska er hann dottin nidur å vegin, ti
vindeygað stóð opid,« helt Jóhanna, sum var
blivin sitandi við náttverðaborðið.
Lisa tanta hugdi brádliga upp og harkaði.
So fór hon yvir til Jóhonnu og setti seg beint
ímóti henni, legði seg framyvir við albog-
unum á borðkantinum og hugdi at Jóhonnu,
sum bleiv reyð.
»Veitst tú ikki um hann, Jóhanna ?«
„Nei !a
Tantan harkaði einaferð aftrat og varð við
at hyggja at henni.
>Ég havi ikkitikid hann, tanta!< rópti
Jóhanna uppest av teim hvessu eygunum á
tantuni, sum sóu út, sum kundu tey dottið
niður á borðið, útspílaði, sum tey vóru, tá ið
ongar brillur vóru til at forða tí.
Lisa tanta bleiv við at stara at henni.
>Ég havi ikki, hoyrir tú! Ikki sætt hann
heldur !< Jóhanna vant seg á stólinum.
>Tú lýgur !< segði tantan hart. >Ég síggi
tað á tær; eg sá tað beint á tær. Hverjum
rodnaði tú annars av ?«
„Ja, bíða tú bara til mamman kemur!<
Jóhanna hótti ovursint móti tantuni við sín-
um knýtta neva.
Lisa tanta skeyt stólin út frá borðinum,
rætti seg upp í sínari fullu hædd, og fór yvir
at speglinum, har homlubandið var krógvað.
Jóhanna gav seg at stórgráta við víðopn-
um munni, meðan samankreptu eyguni
fylgdu við hvat tantan gjerdi.
„Vilt tú nú siga sannleikan ella ikki?<
spurdi tantan, sum var komin aftur við
homlubandinum í hondini, og so greip hon
Jóhonnu í ekslina og rykti hana av stólinum.
>Ég havi ikki tikið nakra silkidukku!«
skrálaði Jóhanna og vendi sítt blásprongda
andlit upp móti tantuni.
»So skal tú smakka homlubandið.<
»Å nei, ikki sláa meg, tanta!< Jóhanna
greip hamskift í hendurnar á Lisu tantu. >Ég
havi ikki gjørt tað! Ikki slåa meg, góða seta
tanta.«
Tantan setti seg niður, legði vid makt Jó-
honnu á búkin yvir knøini á sær, togaði
skjúrtið upp og flongdi hana við homluband-
inum.
Jóhanna brelaði, meðan hon kempaði og
stríddist fyri at sleppa leys.
>Nú so,< segði tantan tivandi, tå hon var
móð í arminum — hon læt Jóhonnu glíða
niður á gólvið. — >Hevur tú nú hugsað teg
um ?«
„Ég havi ikki gjørt tad,« hikstraði Jó-
hanna og trampaði aftur og fram. Hon fekk
ikki staðið still, av sviða eftir sløgunum.
„Gott, so fært tú meir.« Tantan tók aftur
fatur í Jóhonnu, men við einum ræðslu-
skríggi kastaði Jóhanna seg inn at henni og
krekti seg í armarnar á henni.
Lisa tanta hugsaði seg eitt sindur um. So
fór hon upp, tók Jóhonnu í hondina og leiddi
hana inn í barnakamarið, har hon í togn læt
hana úr. Jóhanna græt alla tíðina.
Tá ið Jóhanna var komin í náttkjólan og
var klár at fara í song, tók tantan um báðar
hendur hennara og segði: >Torir tú at biða og
geva teg í Guds hendur í kveld, Jóhanna ?«
„Ja, tað tori eg væl,« hikstradi Jóhanna,
„men eg vil ikki, ti tú hevur sligið meg. =
>Og tú leggur teg at sova við hasari lygn-
ini á tær ?«
»Tad er tú sum lýgur!< kom tað skriggj-
andi og hikstrandi frá Jóhonnu.
»So, tú vil hava meira homluband ?«
»Nei, nei, nei,« rópti Jóhanna og rætti
hendurnar biðandi upp móti tantuni. Hon
geispaði eftir ondini, og bróstið og akslarnar
gingu kik.
Tantan segði einki, bara legði Jóhonnu
yvir enda á fangið á sær, brettið náttkjólan
upp og hevði homlubandið á loft til fleinging.
Tá breyt ein bullandi hikstran út úr
Jóhonau. Kroppurin gjørdist stívur, og bein-
ini stóðu beint út.
Tantan hvakk við. Hon blakaði Jóhonnu í
seingina, gníggjaði henni undir iljarnar við
einum vátum klæði og gav henni dropar. So
pjakaðist hon stillisliga har inni, meðan
Jóhanna græt seg í svevn.
Aðrenn Lisa tanta fór út úr kamarinum,
+60 hon eina letu við seingina og lurtaði
eftir tí turru, tiptu kikkan, sum, tó at hon
svav, bleiv við at fara gjegnum kroppin á
Jóhonnu sum skjálvtaríðir.
Næsta morgun hoyrdi Jóhanna í hálv-
svevni ein undarligan larm.
Hon hoyrdi tramp og rennan, og dyr vórðu
rivnar upp og brestar í. Hon vildi fegin vita,
hvat tað var, men fekk seg ikki at vakna
rættiliga. Umsíður fekk hon eyguni upp og
reisti seg upp.
Tung, dragandi fótafet runnu inn til henn-
ara, og so hoyrdi hon málið á faðirinum rópa
úr trappuni: >Hvar skal hann seta kuffertið,
Louisa ?«
Johanna smekkadi hendurnar saman og
sprakk upp i seingina. Tað var sannheit!
Mamman og pápin skuldu koma aftur í dag.
Tey vóru longu komin.
So fór hurðin upp og mamma hennara í
ferðaklæðum og við longum sleri kom móti
seingini við útbreiddum ørmum.
„Jóhanna! Seta, lítla Jóhanna mín !«
Jóhanna stóð upprætt í seingini. Eitt
eygnabrá aftrat, og hon lå í ørmunum á
móður síni við hondunum um hennara
nakka.
„Ég hoyri at tanta sigur, at tú hevur verið
so góð genta,< segði mamman og kysti hana.
„Ja, og rásilkið er komið fyri dagin aftur,«
hoyrdi Jóhanna Lisu tantu siga við einum
longum harki. >Vinsilin hevði vavt seg fast-
an um brillurnar hjá mær, sum lógu í vind-
eyganum.«
Viggo Dalsgaard tyddi
+
LEE
Fr