Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-07-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 1986síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 77 — 10. juli 1986 »Ferdaminni úr Noregs er ráðiligt vidføri til N —— Tarjei Vesaas (1897-1970) legdi eitt sera åhugavert avrik aftaná sær. Í bókini koma Helena og Hanus í prát við einkjuna Halldis Moren Vesaas. Lýsing av brødratjo0ini 10. mai 1986 varð »Ferdaminni úr Norra« eftir Helenu og Hanus A. Samuelsen givin út á egna forlagnum >Dur- helluni«. Bókin er 154 síður til longdar og í fikkustødd, so hon er hent at hava uppiá sær, eisini tá ið tú ferðast. Tað mesta av tilfarinum hevur áður verið prentað í >Dag- bladnum«, men nógv nytt er ímillum. Tað eru heldur fáar foroyskar bekur, sum innihalda ferdafråsagnir o.l. burturav. Heldur ikki hesi ferðaminn- ini eftir Helenu og Hanus kunnu treytaleyst setast í henda bólk. Talan er heldur um persónlig upplivilsi hjá teimum báðum rithøvundunum. Um evni, sum tey sum ferðafólk í Noreg hava navt áhuga fyri. Onkur annar hevði helst valt ødrvisi. Vit fáa sostatt ikki eitt yvirlit yvir prísir, verða rádd viðvíkjandi ferðasambandi ella mælt verður okkum til at velja ávísa leið. Ístaðin ferðast vit saman við Helenu og Hanusi. Kósin er sett framman- undan, og vit steðga á, tá ið tey steðga á Fimm ferðir hava lærara- hjúnini Helena og Hanus A. Samuelsen ferðast í Noreg. Tey hava koyrt í bili igjøgnum fittan part av sunnaru helvtini av tí risalanga landinum. Komu- og fráfaringar- staðið hevur í flestu fer- unum verið Bergen. Ein natúrligur inngangur til Noreg hjá okkum feroy- ingum. Hóast flogfarið ikki longur millumlendir í Bergen, so leggur »Norrøna« eina ferð um vikuna at bryggju í hesum næststersta býi Noregs Og úr føroysku ferjuni tusta ferðafólk og bilar meginparturin kanska før- ovingar. Onkrir hurra víð- ari til strendurnar ella stórbýirnar. Onnur eru meira ella ætla okkurt Tey vilja fegin kunna seg við landið og fólkið, ið har býr. tolin annað. Føroysk eygu Tað er júst hetta, sum Helena og Hanus hava gjørt. Tey eru koyrd eitt sindur til viks hava hugt og hugsað og greiða so frá royndum og roynslum. >Ferðaminni úr Norra« eru ikki ferðafrá- sagnir í vanligari merking. Lítið og onki verður gjørt burturúr at siga frá pris- um o.l., og heldur ikki er bókin full av myndum, sum ferðamannabóklingar ofta eru. Tey siga sjålvi, at talan er um >ferðaminni<. Men hesi ferðaminni eru vorðin til á serstakan hátt. Frammanundan hverja av teimum fimm ferð- unum hava tey avgjørt eina leið, og tykist kósin altíð at vera fylgd í sterri ella minni mun. Helena og Hanus hava stóran áhuga fyri bókmentum. Ferðir nar hava tí verið lagdar, alt eftir, hvar ið onkrir av teimum víðagitnu norsku rithevundunum hava hildið til, eila havt tilknýti til. Urvalið er tó ikki heilt tilvildarligt. Tjodskapar- ligu eyguni hjå rithøvund- unum hava fest seg vid rit- høvundar, sum hava havt serligan tydning fyri før oyskar starvsbrødur og førovingar yvirhevur Bokmentanarligir gróðrarblettir Bókmentanarligu partar- nir eru ógvuliga væl úr hondum greiddir hjá øllum, gloppa hesa bók. at roynast hug vekjandi — og samstundis gerst lokk- Teir fara sum Noreg meira andi og dragandi Nú eru jú ikki øll leggja so nógv sum í tað ment Kortini eri eg sannførdur um, at anarliga eisini tey verda glad um greinir- Bókin er á vorðin nar hendan hátt meira fjøl- broytt og kveikjandi. Við jevnum millumbilum finnur tú gróðrarblettir í bókini. Onkur annar rithøvund- ur hevði kanska valt eitt heilt annað evni, sum hann hevði heft seg við og skrivað um. Millum tey vanligastu eru helst: »lys- ingar av umhvervinum“, »bygningar og forn- minni«, og »fråsagnir um søguligar hendingar« o.s.fr., og tað skal sigast beinanvegin, at Helena og Hanus ikki leypa hesi evni um, men at høvudsevnid eru norskir rithøvundar. Hetta er nu einaferå teirra åhugamål, mål, og eitt åhuga- tev hava i felag vid nógv onnur. Eins og Helena og Hanus framm- anundan hava sett kósina eftir norskum rithevund- um, so ber sjálvsagt til hjá ødrum at seta sína egnu kós tað veldst um áhuga. Hóast bókin sigur seg vera ferðamannabók, so eigur at verða nevnt, at bókmentanarligu greinar- nar saktans kunnu standa einsamallar. Ja, sumt er so forvitnisligt, at tað a rættum átti at fingið ser- staka viðgerð. Eg hugsi her m.a. um tað, ið skrivað er um Tarjei Vesaas og metið við einkjuna Halldis Moren Vesaas. Eisini frá- søgnin um Sigrid Undset og møtid vid Christiannu Svarstad, døttir rit høvundan, er av áhuga Utsjónd, myndir, prent o.l. Aftast í bókini finnur tú eitt kort yvir tann partin av Noreg, Helena og Hanus hava ferðast igjøgnum. Ikki kann sig- ast, at talið av staðar- nøvnum, ið har verða nevnd, er serliga stórt Hetta sigi eg ikki, tí eg haldi kortið skuldi verið yvirmeiggjað við nevnum, slett ikki. Men ið hvussu so fer fyri meg. sum ongantíð havi ferðast í Noreg, er tað torfert, fyri ikki at siga Ogjørligt, sam stundis við at bókin verður lisin, at fylgja rutuni á kortinum. Ég havi annars ongar atfinn ingar mótvegis kortinum i sjálvum sær. Tað tykist at vera væl úr hondum greitt, og vísir eisini hvussu víða, Helena og Hanus hava verið. Tær fyrstu frásagnirnar eru tær longstu, og tað er helst heilt natúrligt, at frásagnirnar styttast so við og við. Eitt, tú kanska kundi ynskt tær at fingið at vita, var, hvussu langa tíð tær einstaku ferðirnar tóku. Tað stendur kanska onkrastaðni, men átti at