Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. november 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 221 - 16. november 2002 Nr. 221 - 16. november 2002 3 Mikudagin var rundur føðingardagur í Fuglafirði, tí tá fylti Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður og lærari, fimmti. Jógvan er sonur Mariu og Jákup Oluf á Lakjuni. Hann er giftur Odvør, og eiga tey børnini herborg og Gunnar. Jógvan tók prógv á Før- oya Læraraskúla í 1977. Hann var sjómaður árini 1969-72. Hann starvaðist sum fólkaskúlalærari frá 1977 til 1989, tá hann fór at starvast á Handilsskúlanum á Kambsdali. Umframt læraraprógvið, so hevur hann eisini ymisk skeið á Fróðskaparsetri Føroya. Hann var limur í Landsskúlaráðnum frá 1994-96, har hann eisinni eitt skifti var formaður. Jógvan á Lakjuni varð valdur á ting í 1998. Men hann varð kendur úr politikki, áðrenn hann fekk fast sæti á tingi, tí í orð og skrivt hevur hann eisini gjørt seg kendan, bæði tá hann hevur vart tey borgar- ligu sjónarmiðini, men eisini á átrúnaðarliga økin- um. Hann er í hvørgum føri bangin fyri at leggja fingr- arnar í millum. Jógvan var í fleiri um- førum á tingi – í styttri og longri tíðarskeið frá 1989 til hann varð valdur á ting 30. apríl í 1998. Jógvan á Lakjuni fimmti Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri hjálpsemi og sýnda samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og systur Hanna S. Olsen andaðist og varð jarðað. Hjartans tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Tøkk fyri blómur og kransar og tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Eisini ein hjartans tøkk til starvsfólkið á E3 fyri góða røkt og umsorgan. Jónvør, Sigvard, Susan og Hallur C M Y K 3 2