Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. november 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Um vikuskiftið fara Lossingarmenn at hava tvær konsertir, og í næstu viku kemur nýggj fløga frá teimum FLØGUÚTGÁVA Eyðun Klakstein Tónleikararnir, sum goyma seg aftan fyri navnið Loss- ingarmenn, eru Rógvi á Rógvu, Búi Dam, Leivur Thomsen og Hallur Jo- hannesen. Tveir royndir tónleikarar saman við tveimum yngri monnum. Um vikuskiftið fara teir at hava tvær konsertir, har Eivør Pálsdóttir eisini verð- ur við. Leygarkvøldið klokkan 21.00 spæla Lossingar- menn í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, og sunnukvøld- ið kl. 20.00 spæla teir í Margarinfabrikkini í Havn. Í næstu viku kemur nýggj fløga við Lossingarmonn- um, og tónleikurin av hesi fløgu er fyri tað mesta improvisatiónstónleikur – jazzur og nakað av fólka- tónleiki. Búi Dam hevur skrivað tað mesta av tón- leikinum, men eisini Búi og Egi Dam hava skrivað hvør sítt lag. Á trimum løgum syngur Eivør Pálsdóttir, har av sálmurin Harra Gud títt dýra navn og æra, og hon fer eisini at framføra hesar sangir á konsertunum um vikuskiftið. Lossingarmenn hava spælt nógv í summar, mill- um annað á Jazzfestivalin- um, og teir ælta sær eisini uttanlands at spæla seinni. Lossingar- menn til arbeiðis Føroya Sparikassi hevur gjørt av at krevja eitt gjalda áljóðandi 4 kr. fyri hvørja flyting umvegis V&T. Sparikassin fer undir hetta frá 1. januar 2003 at rokna. Gjaldið fyri flytingarnar verður skuldskrivað á kreditorunum. Miðskeiðis í komandi árið verður V&T-skipanin niðurløgd. Avloysarin er longu funnin og farin at virka – tann so nógv umtalaða GjaldSkipanin. Nógvir kundar hjá Sparikassanum og øðrum peningastovnum eru longu farnir at nýta nýggju skip- anina, men hóttanin um eina kunngerð, ið forbjóðar skipanini, vekjur framvegis ótta millum kundarnar og peningastovnarnar. —HR Krevja gjald fyri V&T-flytingar 4 Nr. 221 - 16. november 2002 Nr. 221 - 16. november 2002 5 Nevnd er nú sett at viðgera flutnings- stuðul til fisk og fiskavørur. Álit og tilmæli skal latast landsstýrismanninum í fiskivinnumálum í seinasta lagi, 1. desember 2002 FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Jørgen Niclasen, landsstýr- ismaður í fiskivinnumál- um, hevur nú sett eina nevnd, sum skal skriva álit um stuðul til flutning av fiski og fiskavørum. Málsetningarnir hjá nevndini eru tríggir í tali, og teir taka støði í orðaða fiskivinnupolitikkinum. Í fyrsta lagi skal nevndin syrgja fyri, at beinleiðis rakstrarstuðul ikki verður latin. Í øðrum lagi skulu viðurskiftini við flutningi av fiski og fiskaúrdráttum skipast, og í triðja lagi skal bøtast um kappingarføri, eins og kappingin skal javnstillast. Arbeiðssetningurin hjá nevndini er eisini í trimum pørtum. Nevndin skal í fyrsta lagi kanna og staðfesta fyri- munir og vansar við ver- andi flutningsskipan. Í øðr- um lagi skal hon kanna og lýsa aðrar alternativar loysnir og fremja neyðugar raðfestingar. Í triðja lagi skal nevndin skriva álit og leggja tilmæli um loysn við raðfestingum fyri lands- stýrismannin til støðutakan. Hildibjartur formaður Umboðini í nevndini, sum viðger flutningin av fiski og fiskavørum, eru Hildi- bjartur Johansen, sum um- boðar Fiskimálastýrið og er formaður, Agnar Jensen, valdur av Føroya Ráfiska- keyparafelag, Ábraham Løkin, valdur av Føroya Ráfiskaseljarafelag og at enda, Ronnie Háfoss, sum er skrivari. Nevndin, sum longu hevur havt tveir fundir, skal lata landsstýrismanninum álit og tilmæli í seinasta lagi, 1. desember 2002. Fyrimunir og vansar við flutningsstuðli til fisk Nú skal flutningsstuðulin til fisk og fiskavørur takast upp til viðgerðar Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 5 4 Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið veitst tú ikki tað?