leygardagur 16. november 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 221 - 16. november 2002
Nr. 221 - 16. november 2002
7
Ongi tilboð eru til
ung við serligum
tørvi, sum fara úr
fólkaskúlanum. Men
okkurt er kanska við
at henda. Myndug-
leikar viðurkenna
trupulleikan, manna-
gongdir vera eftir-
hugdar og undir-
vísingartilboð vera
fyrireikað
TRIVNAÐARSTEVNA
Ingi Rasmussen
Máttloysi.
Við einum orði kundi
støðan hjá ungum fólkum
við serligum tørvi og teirra
avvarðandi lýsast í Norður-
landahúsinum hósdagin, tá
ráðstevnan um heilsu og
trivnað hevði tey ungu til
viðgerðar.
At tað eru nógv ung og
børn, sum hava tað gott í
Føroyum, kunnu vit skjótt
staðfesta. Men tað eru nøk-
ur, sum ikki hava tað lætt.
Tey eru brekað, menning-
artarnað ella hava aðrar
trupulleikar at dragast við,
sum samfelagið illa megnar
at taka sær av. Onkursvegna
detta tey burturímillum.
Tey koma hvørki undir at
vera børn ella vaksin, og
tilboð vanta til teirra.
Millum 600 og 700 ung
fara
úr
fólkaskúlanum
hvørt ár. Hvat verður av
teimum við serligum tørvi,
er tann stóri spurningurin.
Tey trína út í eitt vakuum.
Tað eru als ongi tilboð til
tey við serligum tørvi eftir
fólkaskúlan, staðfestir eitt
nú Javni.
Øðrvísi blóma
Vit koma ikki víðari við
Róa, sigur Sigrun Wardum,
ið tosar um sín menning-
artarnaða son.
Rói er 17 ár og í fagrasta
blóma. Blóman er bara ikki
soleiðis, sum foreldrini
høvdu væntað. Hansara
tørvur er júst tann sami
sum hjá øðrum ungum: At
ríva seg leysan. Men hann
sleppur í ov lítlan mun at
gerast sjálvstøðugur. Sigr-
un droymir um, at Rói kann
koma á ein eftirskúla fyri
menningartarnað, har hann
eisini kann búgva. So
høvdu verið aðrir persónar,
ið kundu stimbrað hann, so
hann kundi komið víðari.
Kanska sær tað ikki so
svart út, tí Annlis Bjark-
hamar, landsstýriskvinna
við mentamálum, kundi í
Norðurlandahúsinum hós-
dagin avdúka, at arbeitt
verður við at fyrireika
undirvísingartilboð til ung
menningartarnað, og tey
fyrstu kunnu byrja í august
2003.
Teldan og lyftan
Samskiftið við myndug-
leikarnar var eisini uppi at
venda í Norðurlandahúsin-
um. Tað var ikki fyri tað
góða.
Sára
Tummasardóttir,
sum hevur verið sjúk av
barna- og ungdómsliðagikt
í 14 ár, greiddi frá ótolandi
stríðnum við myndugleik-
arnar fyri at fáa hjálp. Bara
tað at fáa brúkslutir, sum
gera gerandisdagin lættari,
er ein kampur. Heilt gro-
teskt gjørdist tað, tá hon
noyddist at bíða í fýra ár
fyri at fáa eina lyftu. Tá
lyftan endiliga kom, hevði
hon skift báðar mjadnarnar
og hevði tískil ikki sama
tørv á lyftuni longur.
Tað tók eisini Sigrun fýra
ár at fáa svar frá myndug-
leikunum uppá, um tey
kundu fáa eina teldu til
sonin at brúka. Tá svarið so
endiliga kom, var tað
noktandi, og lærarin, ið
hevði vakt áhugan hjá Róa
fyri telduni, var givin.
Umsóknir, pappírsarbeiði
og samskiftið er ein ótol-
andi partur av lívinum hjá
teimum við serligum tørvi.
Myndugleikarnir taka ikki
støði í fólkum men í stirvn-
um mannagongdum, var
niðurstøðan.
Petra Johnsdóttir Joen-
sen, stjóri á Almanna-
stovuni, tók atfinningarnar
til sín og ásannaði, at langa
svartíðin í almennu for-
sorgini er ikki nøktandi.
– Í nøkrum førum eru
mannagongdirnar í lagi og í
øðrum ikki. Hetta er eitt
øki, sum vit leggja stóran
dent á at bøta um og mugu
menna. Vit hava sett okkum
nøkur mál, sum vit ætla at
røkka.
Eitt stig fram
Nógv føgur orð vóru søgd í
Norðurlandahúsinum: Øll
hava rætt til arbeiði, øll
hava rætt til bústað, øll
hava rætt til útbúgving. Og
so framvegis. Tað var, sum
høvdu vit hoyrt alt fyrr.
Men kanska er komið eitt
stig víðari kortini, tí fólk
tykjast vera farin at viður-
kenna, at øll í Føroyum
hava ikki hesi rættindi. Og
tað er so eitt framstig,
heldur Finnur Helmsdal,
leiðari á Barnaheiminum.
– Eg loyvi mær at undrast
á, hví hetta økið verður
raðfest so lágt. Kanska
lægst av øllum. Tað ræður
um at viðurkenna, at vit
hava nakrar álvarsligar
trupulleikar at dragast við,
annars koma vit ikki víðari.
Allir myndugleikar eiga at
innsíggja, at vit megna ikki
at loysa trupulleikarnar við
verandi tilboðum, sigur
Finnur Helmsdal.
Tað tóktist, sum fólk og
myndugleikar í Norður-
landahúsinum viðurkendu
trupulleikan. So eru bara
loysnirnar eftir.
Máttloysi eyðkennir ung
og avvarðandi
Hvørki Javnaðar-
flokkurin ella Tjóð-
veldisflokkurin taka
undir við uppskotin-
um um at leingja
barnsburðarfarloyvi.
Annita á Fríðriks-
mørk og Kristian
Magnussen krevja, at
páparnir skulu taka
sín part
BARSILSFARLOYVI
Ingi Rasmussen
Páparnir skulu taka sín part
av einum longdum barns-
burðarfarloyvi.
Tað tykist vera støðan hjá
bæði Javnaðarflokkinum
og Tjóðveldisflokkinum á
løgtingi. Ivasamt er sostatt,
um Bjarni Djurholm fær
undirtøku fyri uppskotinum
um at leingja farloyvið úr
24 upp í 52 vikur í verandi
líki.
Bjarni
Djurholm
heldur nevniliga, at tað skal
vera upp til familjuna
sjálva at gera av, hvussu
hon býtir barnsburðarfar-
loyvi sínámillum. Hesum
sjónarmiði taka hvørki
Javnstøðunevndin, Føroya
Arbeiðsgevarafelag
ella
Starvsmannafelagið undir
við. Tey vísa á, at støðan
hjá kvinnuni á arbeiðs-
marknaðinum viknar, um
ongin pápakvota verður
ásett.
Hesum taka Annita á
Fríðriksmørk úr Tjóðveld-
isflokkinum og Kristian
Magnussen úr Javnaðar-
flokkinum undir við.
Pápakvota rættast
Sostatt er heldur ikki semja
um málið innanhýsis í
samgonguni.
– Eg kann ikki taka undir
við uppskotinum, sum tað
fyriliggur. Um farloyvið
skal økjast við seks mán-
aðum, so skulu páparnir
taka tríggjar mánaðir burt-
urav. Um páparnir ikki fara
í barsilsfarloyvi, skal teirra
partur detta burtur, sigur
Annita á Fríðriksmørk.
Javnaðarflokkurin
fer
helst at standa saman við
Tjóðveldisflokkinum um
eitt broytingaruppskot, tá
lógaruppskotið fer í nevnd.
– Tað snýr seg um
trivnaðin hjá allari familj-
uni, og tí má pápin sjálv-
andi taka sín part. Eg haldi
tað vera rímiligt, at tað
verður ásett, at pápin skal
taka einar 12 til 13 vikur,
um barsilsfarloyvið verður
økt upp í eitt ár, sigur
Kristian Magnussen.
Hellir skeivt
Tey bæði vísa samstundis á,
at uppskotið er eitt sosialt
afturstig fyri barsilsskip-
anina. Verður tíðarskeiðið
hækkað til eitt heilt ár uttan
løn tað seinna hálvárið, so
eru tað bara tey, sum
frammanundan hava ráð, ið
kunnu gera sær dælt av tí.
– Tey, sum ikki hava ráð
at fara í farloyvi uttan løn,
hava líka stóran ella størri
tørv á at fáa endurgjald. Tí
er tað helst rættari heldur at
leingja barnsburðarfarloyvi
stigvíst upp í eitt heilt ár, so
at barnsburðarfarloyvið er
eitt ár við fullari løn um
fýra ár, sigur Kristian
Magnussen.
Annita á Fríðriksmørk
mælir til, at barsilsskipanin
verður víðkað við einum
mánaði við løn frá 1. januar
2003, og síðan leingja skip-
anina við einum mánaði
árini frameftir, so at tað við
árslok 2007 verður veitt
fult lønarendurgjald fyri 12
mánaðir.
Uppskotið um at leingja
barnsburðarfarloyvið kem-
ur fyri løgtingið týsdagin.
Krevja pápakvotu í barsilsskipan
Tað ræður um at viðurkenna, at vit hava nakrar álvarsligar trupulleikar at dragast við, annars koma vit ikki víðari. Allir
myndugleikar eiga at innsíggja, at vit megna ikki at loysa trupulleikarnar við verandi tilboðum, sigur Finnur Helmsdal
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
7
6