leygardagur 16. november 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 221 - 16. november 2002
Nr. 221 - 16. november 2002
9
Virkisleiðarin á Før-
oya Fiskavirking í
Miðvági er skelkaður
av príspolitikkinum
hjá Vágatunlinum.
Alt, sum vunnið verð-
ur í tíð, verður tikið
aftur í prísi, sigur
hann
TUNNILSPRÍSIR
Edvard Joensen
Vágar: Alt, sum vit skuldu
vinna í tíð, lata vit nú útaft-
ur í prísi fyri at koyra
gjøgnum tunnilin, sigur
virkisleiðarin á Føroya
Fiskavirking í Miðvági,
Albert Ellefsen.
Ein av heilt stóru fyri-
mununum við Vágatunli-
num skuldi vinnan í Vágum
fáa. Nevniliga at tað skuldi
bera betri til at leggja flutn-
ingin til rættis. Bæði rávøru
í oynna og ikki minst lidna
vøru útaftur. Serliga fiska-
virkini hava stóran tørv á
hesum. Ikki minst tá av-
skipað verður, tí nú fer
mestsum alt umborð í
Havn.
Tað hevur kostað nógv at
hava havt stóru bilarnar
bíðandi bæði á Oyrargjógv
og í Vestmanna. Men tí
skuldi sloppist undan nú.
Tað kundi so merkt, at eitt
nú Fiskavirking kundi arb-
eitt ein ella tveir tímar
longri avskipingardagin.
–Men tað kann so mest-
sum gera tað sama, um vit
hugsa um kostnað, sgiur
Albert Ellefsen, virkisleið-
ari á Føroya Fiskavirking í
Miðvági. Tað, vit vinna í tíð
- og tað gera vit hóast alt -
tað fer alt út aftur í hægri
kostnaði fyri at koyra undir
Sundinum.
Albert Ellefsen sigur, at
hann beinleiðis er skelkað-
ur av prísunum. Tað verður
øgiliga tungt hjá fyritøkum,
sum flyta nógv, at skula
gjalda í minsta lagi 2.100,-
krónur, hvørja ferð ein
bingjubilur skal undir Vest-
mannasundi, sigur hann.
Borgarstjórin i Sør-
vági hevur einki álit á,
at samferðslan skal
latast privatpersón-
um ella feløgum at
umsita. Hann metir
Vágatunnilin vera
dømi um, at tað rigg-
ar ikki
SAMFERÐSLA
Edvard Joensen
Vágar: Tað er eingin ivi
um, at samferðslan skal
vera almenn, sum hon hev-
ur verið, sigur Eivin Jacob-
sen, borgarstjóri í Sørvági.
Hann metir Vágatunnilin
sum dømi um, at tað nyttar
ikki at leggja hana út til
onnur at umsita.
–Tað er í mínari verð
eingin ivi um, at tað al-
menna klárar nógv best at
røkja samferðsluna hjá
okkum, sigur Eivin Jacob-
sen. Tá fáa vit eina tænastu,
sum øll hava ráð at brúka.
Tað kann so ikki sigast um
tað, sum nú er hent, sigur
hann og vísir til prísleguna
fyri koyring undir Vest-
mannasundi.
Eivin Jacobsen metir
prísirnar hjá Vágatunlinum
so ræðandi, at teir fara at
flyta Vágar aftur í tíðina
heldur enn at menna oynna,
sum ætlanin annars var við
tunlinum.
–Eg fari at melda meg
upp í Útoyggjafelagið, sig-
ur Eivin Jacobsen, tí so
langt burtur frá meginøki-
num koma vit nú at vera.
Tað verða ikki vanlig fólk,
sum kunnu ferðast undir
Vestmannasundi fyri teir
prísir, sum nú eru ásettir,
sigur hann.
Hann vísir á, at bara hós-
dagin fekk hann sum borg-
arstjóri í Sørvági fleiri upp-
ringinar frá fólki, sum líka-
sum vóru komin í neyð av
støðuni. Fólk, sum høvdu
ætlað sær at flutt vestur í
Vágar, tí ferðamøguleikar-
nir til miðstaðarøkið nú
gjørdust so mikið góðir.
Men verður príslegan tann,
at tú í minsta lagi skalt
leggja 3.000,- krónur á
borðið hvønn mánaða fyri
at ferðast undir Sundinum,
verður tað líka dýrt at
búgva í Vágum, sum at
búgva í Havn við húsaprís-
unum har. Og so er einki
vunnið, tí í Havn hevur tú
øll tilboðini fyri sama prís.
Og Eivin Jacobsen er ikki
einsamallur við teirri fatan-
ini, tí eisini borgarstjórar
aðrastaðni í Vágum høvdu
verið fyri tí sama hósdagin,
at fólk ringdu og kærdu
sína neyð. Summi høvdu
beinleiðis hug at angra, at
tey vóru farin undir at
byggja í Vágum.
Lagið er øgiliga ringt
í Vágum, eftir at
leiðslan í Vágatunli-
num kunngjørdi prís-
in, sum gjaldast skal
fyri at koyra undir
Vestmannasundi
BUMMTÚRUR
Edvard Joensen
Vágar:
Vágafólk eru sum
í øðrum heimi eftir fráboð-
anina um prísir hjá Vága-
tunlinum. Summi tosa um
uppreistur, og onnur um
krígsstøðu. Øll eru samd
um, at prísurin má lækkast
munandi, um nakar skal
brúka tunnilin yvirhøvur.
Tað var ein undarlig
kensla millum fólk í Vág-
um hósdagin. Um middags-
leitið komu boðini um prís-
irnar undir Vestmanna-
sundi, og beinanveg var
oyggin á gosi. Fólk vóru
skelkað. Summi mótfallin.
Og so vóru tað hini, sum
østu seg upp og skuldu fylla
grót í aftur tunnilin beinan-
veg.
Eitt uppskot var beinan-
veg, at nú máttu vágafólk
bara taka seg saman og í
felag keypa Ternuna at hava
siglandi um Sundið. Tað fór
at vera bíligari enn at brúka
tunnilin. So kundi hann
liggja sum eitt skensil til
onga nyttu.
Og umborð á Ternuni
høvdu pendlararnir fríggja-
morgunin eisini tann tank-
an frammi, at fáa Ternuna
at sigla um Sundið. So
kundu fólk fara við ferjuni
av Oyrargjógv um morgun-
in fyri gamlan prís og koyra
vestur aftur fyri einki um
kvøldið, tí kravt verður
bara annan veg, um koyrast
skal
gjøgnum
tunnilin.
Svart skemt sjálvandi.
Meira álvara er í fólki, ið
regluliga ferðast um Vest-
mannasund, tá komið verð-
ur inn á prísin fyri avslátt-
arkortini.
Enn er eingin, sum veit,
hvat mánaðarkortið fer at
kosta, men frammi hevur
verið, at tað fer at dýrka
nakað í mun til tær 1.050,-
krónurnar, sum kortið í dag
kostar. Tá er talan um bæði
buss- og ferjukort úr Vág-
um til Havnar.
Tosið gongur so um,
hvussu dýrt tað veðrur at
fara við bili undir Sundi-
num. Onkur er kortini, sum
roynir at vísa á, at tað hóast
alt verður bíligari at fara
undir Sundinum við fullum
bili, enn tað er, nú hvør skal
gjalda sær við ferjuni.
Tað kann so gera tað
sama, føra onnur fram, tí
teir túrarnir, fólk líkasum
høvdu lagt sær til rættis at
gera til ymisk tiltøk, sum
eru á meginøkinum, men
sjálvdan uttanfyri, teir fara
nú fyri einki.
Eitt nú hava vágafólk tos-
að um, at nú ber til at fara
til Havnar við børnunum at
svimja. Kanska ein biograf-
túrur kann gerast eisini og
eitthvørt annað, sum vera
kann eitt vikuskifti. Tað
slepst jú vestur aftur bein-
anveg.
Nógv ymsik mentanartil-
tøk eru í Havn, sum vanliga
liggja um kvøldið. Ofta so
seint, at skal vágafólk fáa
nyttu av teimum, má liggj-
ast nátt í Havn. So verður
ikki farið, og tey upplivils-
ini fara framvið. Við tunli-
num hevði tað eisini borið
til at rokkið hesum.
Men alt hetta sígjga fólk
nú bara sum bláan royk har
úti í sjónarringinum eina-
staðni, siga vágafólk, Sosi-
alurin hitti hósdagin. Tað er
ikki hugsandi um at fara
slíkar túrar við egnum bili.
Tað er ov dýrt.
Heldur ikki um koyrt
verður upp á avsláttarkort,
letur tað seg gera, eru tað
heilt nógv, sum vísa á. Tí
lítið sannlíkt er, at fólk
yvirhøvur hava 3.000,-
krónur til avlops at keypa
bilkort fyri, tá alt annað er
goldið, verður ført fram.
Tann stóra hátíðin, sum
verða skuldi í Vágum, nú
fast samband fæst við meg-
inøkið, er fyribils endað
sum eitt antiklimaks.
Vónbrotin vágafólk
Vágafólk hava stóran áhuga
fyri tunlinum, og eru sera
vónsvikin av tí, sum nú er
hent. Allar vónirnar tykjast
nú brostnar hjá fleiri
Tilvildarlig mynd
Alt verður tikið aftur í prísi
–Alt, sum vunnið verður í tíð
við at sleppa frá ferjukøini,
fer út aftur í
ferðaseðlakostnaði, sigur
Albert Elelfsen, virkisleiðari á
Føroya Fiskavirking í
Miðvági, nú prísirnir hjá
Vágatunlinum eru
kunngjørdir
Mynd: Edvard Joensen
Latið samferðsluna vera almenna
Eivin Jacobsen heldur Vágar
fara so langt frá
meginøkinum við teimum
prísum, Vágatunnilin krevur,
at hann ætlar at melda seg
upp í Útoyggjafelagið
Á fundi í Vágum hós-
kvøldið var breið
semja um, at arbeið-
ast skal fyri at lækka
ferðaseðlaprísirnar
hjá Vágatunlinum
TUNNILSPRÍSIR
Edvard Joensen
Vágar: Vinna og politikarar
í Vágum leggja alla orku í
at fáa broytt prísirnar hjá
Vágatunlinum. Teir eiga at
lækka nakað væl, var niður-
støðan á fundi, sum hildin
var á Hotel Vágum hós-
kvøldið.
Løgtings- og landsstýris-
menninir í Vagum eru
samdir um, at roynt eigur at
vera at fáa raksturin av
Vágatunlinum lagdan undir
Landsverkfrøðingin. Tað
sleppir
partafelagnum
Vágatunlinum beinanveg
fundan einum sjey millión-
um álriga, sum ger heilt
stóran mun í ferðaseðla-
gjaldinum, førdi Jóannes
Nielsen,
løgtingsmaður,
fram á fundi, sum Felags-
kommunan og Vinnufelag-
ið í Vágum skipaðu fyri á
Hotel Vágum hóskvøldið.
Um støðan verður ver-
andi, sum nú er, væntaðu
teir stutt og greitt ikki, at
tunnilin fer at verða brúkt-
ur, sum ætlanin var. Tað
verður einki minni enn ein
skandala, um eitt annars so
væleydnað tiltak fer at
standa ónýtt, tí eingin hevur
ráð at koyra, var fundurin
samdur um.
Avsláttarkortini
Sum vera man vóru nógv
mál uppi og vendu hetta
kvøldið. Eitt var teir av-
sláttir, partafelagið Vága-
tunnilin letur ymsu bólkun-
um.
Men fólk vóru sum heild
á einum máli um, at tað fór
ikki at verða tikið av hesum
tilboðunum, tí hóast tey í
longdini eru væl bíligari
enn at gjalda fyri hvønn túr
sær, eru tey soleiðsi háttað,
at tey eru ov dýr at fáa til
vega.
Tað var serliga vinnuligu
koyringina, tosað varð um á
fundinum. Og ein teirra,
sum hevur bæði lastbilar og
bussar í Vágum, Niels Olg-
ar Joensen á Giljanesi, vísti
á, at fyri eitt nú bussranar
er bara at gloyma alt um at
geva nøkur tilboð, sum
hava við ferðavinnu at gera.
Tað vil siga tey fólkini, sum
koma við skipi til Føroya.
Tí prísirnir eru so mikið
høgir,at eingin fer at koma
vestur i Vágar, sum tað nú
sær út.
Sama er hjá lastbilunum,
sum skulu um Sundið. Teir
hava ongan møguleika at
bjóða upp á arbeiði hinu-
megin, tí aðrir sleppa und-
an tunnilsgjaldinum, sum
nú er voðrið øgiligt.
Avsláttarkortini
verða
latin ávísum bilum. Tað vil
siga, at tey eru markað við
nummarplátuni hjá tí ávísa
bilinum ella bussinum, og
tí ber ikki til at flyta ímill-
um og keypa til dømis eitt
kort, sum tann ávísi bilurin,
sum fer um Sundið, so hev-
ur við sær.
–Tað merkir, at í mínum
føri skal eg kanska hava eini
fimm slík kort.Tey kosta
umleið
20.000,-
krónur
stykkið. Og 100.000,- krón-
ur eru øgiliga nógvir pengar
at binda soleiðis uttan rentur,
segði Niels Olgar Joensen.
Tó verður tað ikki bara
vinnuna hetta fer at raka,
varð víst á. Eisini ítróttar-
feløgini í oynni fara at
koma í neyð av hesum.
Sum er hava feløgini 10
túra kort, sum flutt verða
millum ymsar bilar, alt eft-
ir, hvør nú fer við børnun-
um inn á Skála ella til
Havnar at spæla hondbólt.
Tá avsláttarkoritni verða
markað, verða tað somu
tveir, tríggir bilarnir, sum
noyðast at koyra hvørja fer,
varð víst á. Og tað fer eing-
in at tíma, varð niðurstøð-
an.
Trýst
Ført varð fram, at frægasta,
sum var at gera, var at lata
øll ymisk feløg og áhuga-
bólkar senda eina rúgvu av
mótmælum bæði til politik-
arar og Vágatunnilin í teirri
vón, at tað fer at vísa teim-
um á, hvussu tvørligt hetta
verður.
Eitt nú varð ført fram, at
tey politisku feløgini í vág-
um hvørt í sínum lagi eiga
at ávirka sína flokkar til at
mótmæla prísunum. Í øll-
um førum feløgini í Vágum
eru samd á hesum økið, var
hildið.
Víst varð á, at sambært
løgtingslóg er álagt Strand-
faraskipum Landsins at
røkja sigling um Vest-
mannasund.
Tað er eitt uppskot um
avtøku av hesi lóg ávegis í
tingið. Verður tað felt, skal
Strandferðslan framvegis
sigla um Vestmannasund.
Onkur hevði tann tanka
frammi, at um andstøðan
saman við einum sam-
gongulimi atkvøddi í móti
at taka siglingina av, varð
hon framvegis í gildi. Og so
kundu fók ferðast fyri
gamlan prís úr Vágum, og
koma vestur aftur gjøgnum
tunnilin, tí har verður einki
nýtslugjald tikið Streymoy-
armegin.
Ómoralskt. Ja. Og provo-
kerandi. Men kanska tað
hevði fingið onkrar klokkur
at ringt onkustaðni.
Eingin ivi tóktist vera á
fundinum um, at um prísur-
in var settur niður í helvt,
høvdu í minsta lagið dupult
so nógvir bilar sum teir
350, sum mett verður nú,
ferðast um Sundið. Og so
gongur roknistykkið upp
kortini, men fólk gjalda
bara helvtina, og øll eru
glað.
Tí heilt greitt varð gjørt,
at eingin i Vágum ynskir at
sleppa heilt undan nýtslu-
gjaldinum. Ikki fyrr enn
lánini eru afturgoldin. Men
so skal afturfyri vera fritt,
var fundurin samdur um.
Arbeiða fyri at broyta prísin
Á felagsfundi á Hotel
Vágum, løgdu
Fólkafloksmenninir í oynni
fram uppskot um, at
Landsverkfrøðingurin
yvirtekur raksturin av
Vágatunlinum, og
partafelagið so bara hevur
innkrevjingina av lánum at
standa fyri. Tað fer at lækka
ferðaseðlaprísin við eini
helvt, hildu teir.
Á fundi hóskvøldið14.
november 2002, har um-
boð fyri allar kommunur í
oynni saman við vinnu-
fólki í Vágum viðgjørdu
teir prísir, kunngjørdir
eru í samband við ferðslu
undir Vestmannasundi,
varð hendan niðurstøða
gjørd:
Fundurin heitir á løg-
ting og landsstýri um at
arbeiða fyri, at raksturin
verður fluttur frá partafel-
agnum Vágatunlinum og
lagdur undir Landsverk-
frøðingin. Fundurin met-
ir, at hendan broyting
lættir
afturgjaldið
so
munandi, at prísurin kann
lækka við umleiðeini
helvt.
Fundurin heitir á leiðsl-
una fyri Vágatunlinum í
eini royndartíð at seta
ferðaseðlaprísin so lágan,
at ein verulig mynd av
samlaðu ferðsluni fæst.
Mett verður, at við ásettu
prísum verður ferðslan so
lítil, at bilatalið verður
misvísandi.
Fundurin undrast á,
hvussu komið er til talið
350 bilar um samdøgurið,
sum leiðslan fyri Vága-
tunlinum hevur ásett.
Mett verður ikki, at
grundarlagið, brúkt er, er
eftirfarandi.
Fundurin ásannar, at
vágafólk eru samd um at
vera við til at gjalda rest-
lánið, men halda fast við,
at eftir at lánið er niður-
goldið, skal nýtslugjaldið
takast av.
v/ Felagskommununa í
Vágum
Jónhild Jørgensen
v/Vága Vinnufelag
Heðin Poulsen
Vágar 14. november 2002:
Fundarsamtykt frá
felagsfundi í Vágum
Tað er ov tíðliga enn
at gera viðmerkignar
til tey uppskot, sum
komin eru um al-
ternativar tunnils-
prísir, sigur stjórin í
partafelagnum Vága-
tunlinum
TUNNILSPRÍSIR
Edvard Joensen
Vágar: Tað er ov tíðliga at
gera nakrar viðmerkingar
til eitt nú uppskotið um at
leggja
raksturin
undir
Landsverkfrøðingin, tí vit
hava ikki viðgjørt tað enn,
sigur Dávur Reinert Han-
sen, stjóri fyri Vágatunli-
num.
Hann veit tó ikki rætti-
liga, hvat politikararnir í
Vágum meina við rakstur-
in. Um tað er sjálvan tunn-
ilin, teir meina við, ella um
talan eisini verður um at
leggja innkrevjingina undir
Landsverkfrøðingin. Tað
verður ein politisk avgerð,
um nakað skal broytast,
sigur hann.
–Vit hava eina annleggs-
lóg at arbeiða eftir,og hon
áleggur okkum at fáa inn
aftur tað, sum brúkt er at
gera tunnilin fyri. Tað
royna vit so nú. Verður lóg-
in broytt, soleiðis at vit bara
skulu taka okkum av láni-
num, meðan onkur annar
skal rinda raksturin, fara vit
at arbeiða eftir tí, sigur
Dávur Reinert Hansen.
Bilatalið 350 um sam-
døgurið er komið fram við
eini spurnarkanning, sum
gjørd varð umborð á Sam í
1999 sigur Dávur Reinert
Hansen. Tá varð eisini
spurt um ferðingamynstur
og hvat fólk vóru sinnað at
gjalda. Út frá millum øðr-
um tí hava vit ásett prísin,
sigur hann.
Heldur ikki á Strand-
ferðsluni vita tey við vissu,
hvussu prísirnir fara at
ávirka rutur og mánaðar-
kort.
Strrandferðslan fekk sum
øll onnur prísin at vita hós-
dagin, og nú verður roknað
og vent fyri at siggja,
hvussu hetta fæst at passa
inn í ferðaætlan og príspoli-
tikk á stovninum.
Ov tíðliga at gera viðmerkingar
C
M
Y
K
9
8