leygardagur 16. november 2002síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 221 - 16. november 2002
Nr. 221 - 16. november 2002
11
Hóast politikarar eru
samdir um, at
prísurin fyri at nýta
Vágatunnilin er høg-
ur, so eru serliga
samgongupolitikarar
bangnir fyri at
brenna fingrarnar,
verður nortið við
fíggjarligu fortreyt-
irnar hjá nevndini í
P/F Vágatunnilin.
Politisk uppíblandan
fer at ávirka
verkætlanina við
Norðoyatunnlinum
BUMMGJALDIÐ
Jón Brian Hvidtfeldt
Skulu politikarar áleggja
nevndini í P/F Vágatunnilin
at lækka gjaldið fyri at nýta
Vágatunnilin? Spurningur-
in gjørdist aktuellur, eftir at
nevndin í partafelagnum nú
loksins hevur kunngjørt,
hvat tað fer at kosta at nýta
fasta sambandið millum
Vágar og Streymoy.
V á g a t i n g m e n n i n i r
Marjus Dam úr Sambands-
flokkinum og Jóanis Niel-
sen úr Fólkaflokkinum
hava longu boðað frá, at eitt
uppskot frá teimum liggur
klárt at leggja fyri løgting-
ið. Uppskotið snýr seg í
stuttum um at flyta rakst-
urin av Vágatunnlinum frá
partafelagnum og í staðin
senda rokningina í lands-
kassan. Bummgjaldið skal
síðan bara fíggja rentur og
avdráttir hjá P/F Vága-
tunnlinum.
Men politisku flokkarnir
eru sum heild ivasamir,
hvørt tað er rætt, nú tunn-
ilin at kalla er liðugur, at
fara inn politiskt og broyta
fortreytirnar fyri verkætla-
nini. Tí við at broyta for-
treytirnar fyri, hvussu stór-
an part av tunnlinum skal
fíggjast við eginfígging,
tvs. brúkaragjaldi, verður
samtíðis brotið við upp-
runaætlanina við Vága-
tunnlinum.
Teir fýra samgonguflokk-
arnir eru samdir um, at tað
er rættast at halda fast við
verandi loysn, meðan and-
støðuflokkarnir seta spurn-
artekin við, hvørt tað ikki
er neyðugt at endurskoða
upprunaligu ætlanina og
ásanna, at landskassin má
átaka sær størri part av
ætlanini.
Halda fast við verandi
loysn
Høgni Hoydal, formaður í
Tjóðveldisflokkinum,
er
hart ímóti at politikararnir
nú leggja seg út í arbeiðið
hjá P/F Vágatunnlinum.
Hann vísir á, at hóaat Tjóð-
veldisflokkurin uppruna-
liga var sera ivasamur um
loysnina við at lata eitt
partafelag
útbyggja
og
lutvíst fíggja undirsjóvar-
tunnilin, so tók flokkurin
undir við hesi loysn kortini
tí annars hevði neyvan ver-
ið gjørligt at gjøgnumføra
verkætlanina.
– Tá løgtingið samtykti at
lata arbeiðið upp í hend-
urnar á einum partafelag,
so góðtók tingið samtíðis,
at partafelagið eisini ásetur
kostnaðin fyri at nýta tunn-
ilin. Eg skilji væl støðuna
hjá vágafólki, men nú
mugu vit halda fast við
hesa loysnina, sigur Høgni
Hoydal. Eftir hansara tykki
er tað skeivt, at politikar-
arnir nú fara at blanda seg
uppí arbeiðið hjá nevndini.
– Hetta er eisini ein sam-
felagsbúskaparligur spurn-
ingur. Skal landskassin nú
átaka sær størri part av
útreiðslunum hjá Vága-
tunnlinum, so fer tað at
ávirka aðrar ætlanir. Velir
man t.d. at rinda raksturin
av tunnlinum úr landskass-
anum, so broytir tað sam-
tíðis fortreytirnar fyri verk-
ætlanini við Norðoyatunnl-
inum. Tí so mugu vit
ásanna, at landskassin eis-
ini har noyðist at bera størri
part av kostnaðinum, sigur
Høgni Hoydal.
Formaðurin í Tjóðveldis-
flokkinum ávarar tí ímóti,
at man politiskt leggur seg
útí arbeiðið hjá P/F Vága-
tunnlinum.
Nevndin suveren
Heldur ikki Óli Breck-
mann, formaður í tingbólk-
inum hjá Fólkaflokkinum,
hevur hug at leggja seg út í
arbeiðið hjá nevndini.
– Grundleggjandi haldi
eg, at tað er nevndin í P/F
Vágatunnilin,
ið
hevur
ábyrgdina av málinum. Vit
noyðast at halda okkum til,
at nevndin tekur rættar av-
gerðir, tá hon ásetur prísin.
Og vísir tað seg seinni, at
prísurin er mettur skeivt, so
má tað eisini vera nevndin,
ið fer inn og broytir hann,
sigur Óli Breckmann. Hann
leggur afturat, at politikar-
arnir mugu vera sera varnir,
áðrenn teir leggja seg út í
arbeiðið hjá nevndini.
Formaðurin í tingbólkin-
um hjá Fólkaflokkinum
heldur ikki, at tað er rætt at
fara inn og broyta uppruna-
ligu ætlanina við P/F Vága-
tunnlinum, ið ásetur, at ein
partur skal fíggjast við
brúkaragjaldi,
tí
uttan
henda leist gjørdist Vága-
tunnilin neyvan veruleiki.
Spurdur, hvørja støðu
Fólkaflokkurin hevur til
felags uppskotið, ið er
væntandi frá vágating-
monnunum Marjus Dam og
Jóanis Nielsen, sigur Óli
Breckmann, at nú má upp-
skotið koma fyrst, áðrenn
hann kann gera nakrar við-
merkingar til tað.
– Eg kann bara siga, at eg
eri grundleggjandi ímóti, at
politikararnir, nú arbeiðið
er um at vera liðugt, leggja
seg út í arbeiðið hjá nevnd-
ini fyri P/F Vágatunnilin,
sigur Óli Breckmann.
Gev nevndini ein
kjans
Jenis av Rana, formaður í
Miðflokkinum, er ímóti, at
politikararnir nú fara at
broyta upprunaligu ætlan-
ina við Vágatunnlinum.
Hann vísir á, at undirsjóv-
artunnilin varð bygdur við
teimum fortreytum, at hann
skuldi hvíla í sær sjálvum.
– Løgtingið hevur sam-
tykt hesa loysnina, og tí er
tað skeivt at politikararnir
nú leggja seg út í arbeiðið
hjá
partafelagnum. Vit
kendu fortreytirnar, tá ar-
beiðið fór í gongd, og tí
haldi eg, at vit eiga at geva
P/F Vágatunnlinum ein
møguleika, sigur Jenis av
Rana.
Formaðurin í Miðflokk-
inum heldur, at nú eiga vit
at sláa kalt vatn í blóðið, og
lata tíðina vísa, hvussu
nýtslumynstrið verður av
tunnlinum. Vísir tað seg, at
prísurin er skeivt ásettur, so
má tað eisini vera uppgáv-
an hjá nevndini at broyta
hann, heldur Jenis av Rana.
Eftir hansara tykki eiga
politikarnir ikki at blanda
seg, fyrr enn nevndin blak-
ar handklæðið í ringin og
boðar frá, at hon ikki megn-
ar sítt arbeiði. Tá hava poli-
tikararnir ein trupulleika at
halda seg til. Men higartil
hevur nevndin gjørt sítt
arbeiði, og tí eiga politikar-
arnir ikki at blanda seg,
heldur Jenis av Rana.
Eins og Miðflokkurin
hevur heldur ikki Sjálvstýr-
isflokkurin stórvegis hug at
leggja seg út í málið. Kári
P. Højgaard, ið tingmaður
fyri Sjálvstýrisflokkin, vísir
á, at politikararnir hava lagt
eina uppgávu út til eitt
partafelag at taka sær av, og
tí er tað trupult nú aftaná at
taka nevndina av ræði.
– Tað var politisk semja
um at nýta hesa loysn fyri
Vágatunnilin, har eitt parta-
felag stendur fyri arbeiðin-
um. Við nú at taka nevnd-
ina av ræði og t.d. politiskt
áseta ein annan kostnað,
hava vit í veruleikanum
sent nevndina til hús, metir
Kári P. Højgaard.
Hóast tingmaðurin hjá
Sjálvstýrisflokkinum metir,
at prísurin fyri at nýta
tunnilin er høgur, so vísir
hann samtíðis á, at man má
ganga út frá, at nevndin
hevur gjørt sínar meting
eftir givnum fortreytum og
bestu sannføring. Tó kundi
hann sjálvur ynskt, at
nevndin lurtaði eftir teim-
um mongu, ið hava víst á,
at lægri prísur viðførir
størri nýtslu.
Kári P. Højgaard sigur
seg ikki vera serliga hugað-
an fyri uppskotinum at flyta
útreiðslur, t.d. frá rakstrin-
um, úr P/F Vágatunnilin og
aftur í landskassan.
– Eg haldi tað vera sera
óheppið, um vit nú aftaná
sleppa upprunaligu ætlan-
ini, og lata landskassan
gjalda størri part av kostn-
aðinum, sigur Kári P. Høj-
gaard.
Ætlanin endurskoðast
Teir báðir stóru and-støðu-
flokkarnir, Javnaðarflokk-
urin og Sambandsflokkur-
in, ásanna báðir, at kostnað-
arætlanin hjá Vágatunnlin-
um, nú nýtslugjaldið er
ásett, má endurskoðast.
Jóannes Eidesgaard, for-
maður í Javnaðarflokkin-
um, vísir á, at Javnaðar-
flokkurin upprunaliga var
ímóti leistinum við einum
partafelag, men síðan mátti
ásanna, at tað var ein fyri-
treyt fyri at tunnilin kundi
gerast veruleiki.
– Tað er greitt, at loysnin
við partafelagnum leggur
útreiðsluna uttanfyri fíggj-
arlógina. Men í síðsta enda
snýr tað seg allíkavæl um
pengar. So tá vit nú síggja,
hvat fyri eitt nýtslugjald
krevst fyri at rinda fyri
tunnilin, so bendir tað á, at
býtið millum landskassans
part av fíggingini og partin,
ið P/F Vágatunnilin skal
gjalda, hevur verið skeivt.
Tað vil siga, at almenni
parturin hevur verið ov lítil,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann staðfestir, at verandi
prísur er ov høgur, og vísir
á, at nú eru tveir møguleik-
ar at taka: antin at tað al-
menna átekur sær part av
lánibyrðuni hjá P/F Vága-
tunnlinum, ella at raksturin
verður fluttur yvir í lands-
kassan.
Formaðurin í Javnaðar-
flokkinum metir, at polit-
iskt ber ikki til at forsvara
eitt so høgt nýtslugjald, og
tí er neyðugt at endurskoða
verkætlanina. Men samtíðis
ásannar Jóannes Eides-
gaard, at hetta fer at ávirka
aðrar íløgur, millum arbeið-
ið við at gera Norðoyatunn-
ilin, ið nú má endurskoðast,
so sama mistak ikki verður
gjørt einaferð afturat.
Lisbeth L. Petersen, for-
kvinna í Sambandsflokkin-
um, tekur undir við, at ætl-
anin við P/F Vágatunnlin-
um má endurskoðast. Hon
vísir á, at hóast tað besta
hevði verið, um leiðslan
fyri P/F Vágatunnilin sjálv
kundi broytt tað alt ov høga
nýtslugjaldið, so slepst
neyvan undan at politikar-
arnir leggja seg út í málið.
Forkvinnan í Sambands-
flokkinum sigur, at enn
hevur flokkurin ikki við-
gjørt uppskotið um at flyta
rakstararútreiðslurnar fyri
tunnilin yvir í landskassan,
sum m.a. Marjus Dam hev-
ur boðað frá, er á veg. Men
hon sigur, at fæst ikki onn-
ur og betri loysn, so tað
gerst bíligari at nýta tunni-
lin, so tekur hon undir við
uppskotinum. Eins og for-
maðurin í Javnaðarflokkin-
um, ásannar Lisbeth L.
Petersen, at ein tílík loysn
fer at ávirka, og helst eisini
seinka, arbeiðinum fram
ímóti føstum sambandi
undir Leirvíksfjørð.
Ávirkar
Norðoyartunnilin
Hóast samgonga og and-
støða ikki er á einum máli
um, hvat er rættast at gera í
samband við Vágatunnilin,
so eru allir flokkar samdir
um, at gongdin við Vága-
tunnlinum fer at ávirka ar-
beiðið við at gera Norðoya-
tunnilin, so ella so. Flokk-
arnir tykjast samdir um, at
fer landskassin nú at gjalda
størri part av útreiðslunum
til Vágatunnilin, so verður
neyðugt
at
endurskoða
verkætlanina við Norðoya-
tunnlinum, ið so helst eisini
gerst ein tyngri útreiðsla
fyri landskassan.
Ikki politiskur meiriluti at broyta
bummgjaldið
Hóast nógv mótmæli móti høga bummgjaldinum fyri at nýta Vágatunnilin, so er ikki politiskur meiriluti fyri at broyta fíggjaligu
fortreytirnar hjá P/F Vágatunnilin við at flyta part av útreiðslunum yvir í landskassan.
Hóast Tinganes hýsir
trimum ráðum, sum
eru minni enn tíggju
metrar frá hvørjum
øðrum, er ein felags
pedellur tað einasta,
sum ráðini eru felags
um. Seinasta stigið er
at skilja Løgmálaráð-
ið frá Løgmansskriv-
stovuni, og har verður
nógv gjørt fyri at
skilja at
UMSITING
Heri á Rógvi
Stendur tú millum bygn-
ingarnar hjá almennu um-
sitingini úti í Tinganesi,
kanst tú gera ein lítlan
sirkul millum trý ymisk
ráð. Rættari sagt tvey ráð
og eina løgmansskrivstovu.
Við einum umleið fimm
metrar radius røkkur tú inn
til trý ymisk almenn stýri.
Trý ymisk kontór ella ráð,
sum umsita hvør sín part av
almennu fyrisitingini.
Øll eru neyðug fyri at
tryggja landsins borgarum
bestu fyrisiting av landsins
áhugamálum.
Verandi
skipan við ráðharraábyrgd
inniber higartil átta ymisk
ráð
íroknað
Løgmans-
skrivstovuna. Upprunaliga
var ætlað við bygnaðar-
broytingunum hjá Finn
Norman Christensen at
hava seks stýri (seinni ráð).
Hetta tal er so voksið
nakað. Ein av grundgev-
ingunum fyri at veksa um
talið av ráðnum er, at
Føroyar skulu gerast meiri
sjálvstøðugar, og leiðin
gongur
ímóti
einum
fullveldi, har øll málsøki at
kalla skulu umsitast av
føroyingum sjálvum.
Stongja av
Seinasta nýggja ráðið í
almennu umsitingini er
Løgmálaráðið. Í fráfarnu
samgongu var talið av
landsstýrismonnum hækk-
að úr sjey til átta. Høgni
Hoydal, landsstýrismað í
lógarmálum, og Anfinn
Kallsberg, løgmaður, deild-
ust um eitt og sama stýri.
Við teirri nýggju sam-
gonguni, sum tók við í juni
mánað í ár, varð ein nígg-
indi landsstýrismaður sett-
ur, og Høgni Hoydal fekk
sítt egna ráð at ráða yvir í
form av einum løgmálaráð.
Høgni Hoydal segði í tí
sambandinum, at hetta var
eitt neyðugt stig, nú ar-
beiðast skuldi fram ímóti at
yvirtaka fleiri og fleiri
málsøki.
Sambært Høgna Hoydal
starvast fjúrtan fólk á Løg-
málaráðnum, og tað eru í
roynd og veru fólk, sum
hava starvast á Løgmans-
skrivstovuni.
Deildarleiðarin á gomlu
løgdeildini á Løgmans-
skrivstovuni er nú aðalstjóri
fyri Løgmálaráðið. Í høv-
uðsheitum eru tað eisini
starvsfólkini á gomlu løg-
deildini, ið flyta frá skriv-
stovu til ráð.
Arbeiðið at skilja stovn-
arnar at er nú komið so
langt ávegis, at Løgmála-
ráðið hevur fingið egna
inngongd. Løgmálaráðið
fer at nýta fleiri bygningar
úti í Tinganesi: Gamli
Prestagarðurin, Leigubúð-
in, Skibstedspakkhús og
seinast, vit frættu, hugdu
teir eisini upp á møgu-
leikararnar at nýta gomlu
Munkastovuna.
Hóast
starvsfólkið
á
Løgmálaráðnum
áður
hevur kunnað gingið gjøg-
num inngongdina hjá Løg-
mansskrivstovuni verður
egin inngongd gjørd, og
Løgmálaráðið skal eisini
hava egna móttøku, sum
liggur einar tíggju metrar
frá inngongdini og móttøk-
uni hjá løgmanni.
Ikki nokk við tí. Gongin,
sum
bindur
Skibsteds-
pakkhús og Sjó- og vektar-
búðina
saman,
skal
í
framtíðini vera stongd av,
soleiðis at skilja, at skulu
fólk av Løgmansskrivstov-
uni niðan til teir lógarkønu
í
Løgmálaráðnum
skal
farast útum dyrnar.
Sambært Høgna Hoydal
er einasta felagsfunktión
millum skrivstovu løgmans
og Løgmálaráðið ein felags
EDV-skipan. Alt annað er
fullkomiliga skilt at. Tó
leggja bæði løgmaður og
landsstýrismaðurin í lógar-
málum stóran dent, at einki
nýtt starvsfólk er sett í
starv, nú skrivstova og ráð
skiljast at.
Einar 3-4 metrar frá inn-
gongdini til Løgmansskriv-
stovuna heldur Vinnumála-
ráðið og landsstýrismað-
urin Bjarni Djurholm til.
Felags fyri Løgmála-
ráðið, Vinnumálaráðið og
Løgmansskrivstovuna
er
ein pedellur. Hesin er settur
í starv hjá Løgmansskriv-
stovuni, men hann røkir
eisini ráðini bæði.
Vinnumálaráðið
nýtir
ikki somu EDV-skipan sum
felagarnir nakrar metrar
vestureftir.
Hjá Vinnumálaráðnum
starvast átjan fólk, á Løg-
mansskrivstovuni eru tey
19 og við teimum fjúrtan á
nýggja
Løgmálaráðnum
gevur hetta eitt samlað
starvsfólkatal úti í Tinga-
nesi upp á 51.
Viðmerkjast
skal,
at
íroknað hesi 51 eru ymsir
stovnar, ið ráðini hava
fingið álagt at umsita, men
sum verða roknaðir sum
partar av ráðunum.
Rokna vit Løgmansskriv-
stovuna sum eitt ráð, eru
hesi 51 fólkini spjadd mill-
um trý ráð. Hetta merkir
m.a. tríggjar inngongdir, trý
ymisk telefonnummør og
tríggjar fyrisetingar lið um
lið.
Ongar hálvar loysnir
Høgni Hoydal heldur ikki,
at nýggja skipanin við at
skilja funktiónirnar at er
tann mest hepna loysnin.
— Eg haldi so avgjørt, at
tað hevði borið til við
felags inngongd og felags
journalskipan, men hetta
vildi løgmaður so ikki,
sigur Høgni Hoydal.
Løgmaður, Anfinn Kalls-
berg, váttar eisini, at tað er
hann, sum hevur tikið av-
gerðina um at skilja Løg-
mansskrivstovuna og Løg-
málaráðið hvørt frá øðrum.
Hann heldur ikki, at tað er
nakað forgjørt í, at so lítið
samstarv er millum fyri-
sitingarligu stovnarnar í
Tinganesi.
— Antin velur tú at
stovna eitt ráð við egnari
umsiting, ella letur tú vera
við at stovna nakað nýtt
ráð, sigur løgmaður.
Hann leggur dent á, at
hann ikki ynskir, at nakrar
hálvar loysnir skulu koma
fyri.
— Tað snýr seg um at
plasera
tað
poltisku
ábyrgdina á hvørjum øki
sær. Onkur skal í síðsta
enda hava ábyrgdina av
hvørjari funktión sær, sigur
Anfinn Kallsberg.
— Nú hevur man ynskt at
verða skildur frá Løgmans-
skrivstovuni, og tí verður
Løgmálaráðið eisini skilt
frá, sigur Anfinn Kallsberg.
Karsten Hansen, lands-
stýrismaður í fíggjarmál-
um, heldur ikki, at skipanin
í Tinganesi ber boð um
nakran rationellan rakstur.
Hann vísir á, at fleiri
stovnar við góðum úrsliti
húsast undir sama taki á
Argjum. Hesir eru allir
stovnar, ið hoyrir undir
málsræðið
hjá
fíggjar-
málaráðharranum.
Hóast Karsten Hansen er
settur at syrgja fyri, at sum
mest fæst burturúr almennu
pengunum, so kann hann
einki gera við málið, tá
løgmaður hevur tikið hesa
støðu.
Løgmaður ásannar, at við
verandi samstarvi millum
ráð og Løgmansskrivstov-
una, kundu Løgmálaráðið
og Vinnumálaráðið tað
sama
ligið
aðrastaðni.
Hesin møguleikin er heldur
ikki fjarur, tá uppgávurnar
gerast møtumiklari hjá
serliga Løgmálaráðnum.
— Vit
mugu
eisini
hyggja eitt sindur fram í
tíðina. Løgmálaráðið vil
við fleiri yvirtøkum fáa
nógv størri arbeiðsupp-
gávur, og tá er tað als ikki
vist, at Løgmálaráðið fer at
liggja í Tinganesi, sigur
Anfinn Kallsberg.
Hann sipar serliga til
løgreglu- og rættarmál,
sum einaferð skulu á før-
oyskar hendur, eftir ætla-
nini hjá sitandi samgongu.
Hetta fer at krevja munandi
meira umsiting.
Møtast og skiljast
Høgni Hoydal og Bjarni
Djurholm húsast saman við
løgmanni, sum ikki kundi
vera við á myndini, tætt
saman úti í Tinganesi. Á
myndini síggjast
inngongdirnar til
Løgmansskrivstovuna, t.v.,
Vinnumálaráðið t.h. og
Løgmálaráðið longst burtur.
Hóast nærmastu grannar, er
ein felags pedellur tað
einasta felags fyri øll trý.
Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
11
10