Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-16, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. november 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 221 - 16. november 2002 Nr. 221 - 16. november 2002 13 Vágafólk vóru sjokkerað, tá tað hósdagin varð kunngjørt, at tað fer at kosta 250 krónur fyri ein vanligan bil at koyra gjøgnum undirsjóvartunnilin og aftur. Hetta er væl skilligt, tí fólk - serliga vágafólk - hava roknað við, at tað fór at kosta nøkurlunda tað sama, sum tað kostar í dag, ella einar hálvtannaðhundrað krónur. Harafturat kemur, at summir politikkarar hava fyrigyklað fólki, at tað skuldi ikki kosta meira enn nakrar fáar ferðir 10 krónur - tøl sum 30 ella 50 krónur eru nevnd. Men øll, sum vita, hvussu nógv tað kostar at gera tunnilin, hvussu stórt lánið er, hvussu høg rentan er, og hava eina meting um, hvussu nógv ferðslan fer at vera, hava kunnað roknað út, at prísurin mátti upp á einar 200 krónur. Og tað er tað, sum fjølmiðlar eisini hava roknað út og gjørt metingar um. Prísurin er høgur - og tó. Um vit samanbera við t.d. suður- oyarsiglingina, so kostar tað fyri ein persón við bili 260 krónur at koma aftur og fram. Tað merkir, at tað hóast alt verður bíligari at koma um Vestmannasund enn um Suður- oyarfjørð. Harafturat skulu vit hava í huga, at prísurin 250 krónur er fyri ein bil, sum kann hava fleiri persónar í. Um tey eru fimm, sum koyra saman, er kostnaðurin aftur og fram bara 50 krónur! Eitt annað er, at Landsverkfrøðingurin kundi átikið sær rakstur og viðlíkahald. Tað hevði minkað nakað um kostn- aðin og lækka prísin nakað. Og óivað hevði ein lægri prís- ur skunda undir meiri ferðslu, men er tað ynskiligt? Nú vita vit ikki, hvussu nógv tað fer at kosta at koyra við Bygdaleiðum. Men verður tann prísurin óivað væl lægri, kann hugsast, at prísurin fer at skunda undir, at fólk heldur nýta kollektivu ferðsluna. Hon er bíligari landsbúskapar- liga og dálkar eisini minni. Nú varð upprunaliga avgjørt, at eitt partafelag skuldi byggja og eiga tunnilin, til hann er afturgoldin. Somu- leiðis varð avgjørt, at lánsgjaldið og raksturin skuldi fíggjast við brúkaragjaldi. Tí ber ikki til at koma aftur um aftur nú og siga, nei, hetta er ov dýrt, og at landið - t.e. vit øll - má gjalda ein størri part. Varð frammanundan avgjørt, at landið skuldi rinda ein størri part av íløguni, og ein minni partur av henni skuldi afturrindast við bummpengum, var støðan ein onnur. Vit kunnu ímynda okkum, hvat tey, sum ferðast um Suður- oyarfjørð fara at siga, um landsstýrið nú kemur upp í og løgtingið játtar ein størri part av láninum, so prísurin kann lækkast. Fara tey tá at góðtaka at rinda 260 krónur fyri at sleppa suður ella norður um fjørðin við bili fyri eitt fólk? Neyvan. Tað er dýrt, ásanna øll, men tá politiski meirlutin hevur samtykt, at íløgan skal fíggjast við bummpengum, mugu vit góðtaka, at ein íløga kostar, og at tey, sum brúka tæn- astuna, gjalda kostnaðin. Vit mugu læra at bera kostnaðin av tí, sum tað kostar at brúgva her á landi, nú tey flestu eru samd um, at vit skulu hava ein sjálvberandi búskap. DAGSINS MEINING Sosialurin Tað er dýrt - men hetta er kostnaðurin! VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Álvur Kirke Kaldbak 14.11.02 Í dag handaði eg Høgna Hoydal, landsstýrismanni, undirskrivtirnar til frama fyri kristna siðalæruna, og mótmæli ímóti lógarupp- skoti um skrásett parlag fyri samkynd í Føroyum. Eftir handanina tosaði eg m.a. við Jóhan Mortensen frá ÚF. Í samrøðuni var Mið- flokkurin ikki nevndur við einum orði. Kortini bar Útvarpi tey tíðindi, at landsformaðurin í Miðflokkinum hevði handað Høgna Hoydal, landsstýrismanni 2568 undirskrivtir. Tað var eg, og ikki Mið- flokkurin, sum tók stig til at savna undiskrivtirnar - og eg eri ikki landsformaður í Miðflokkinum. Útvarp Føroya ber skeiv tíðindi Elmar Ósá Vónandi verður tílík vána- lig skriving steðgað og ongantíð ov skjótt. Eg eri systkinabarn Kristian, ið var ein av teimum, ið bleiv útleveraður á forsíðuni á Dimmalætting fyrr í vik- uni… Eg eri so kókandi óður um hesa skriving, at eg verði noyddur at skriva nøkur orð… Heini Gaard: »Eitt skalt tú vita, at man útleverar ikki fullar menn á tílíkan hátt, ið tú gjørdi. Menn, sum eru rúsdrekkaávirkað- ir, og sum tú brúkar sum »forsíðusøgu« á ein tílíkan hátt, at fólk eru skelkað. Hvussu skulu teir tora at blíva edrúir aftur, eftir at tú hevur tikið ræðið av monn- um, ið ikki hugsa klárt! Fullstendiga kaldur tekur tú og blakar teir á forsíðuna á Dimmu og útleverar teir bæði við mynd og navni … Aftan fyri hesar lagnur standa foreldur og systkin, og púra hjálparleys lesa tey grein frá óvitandi og ikki serliga dugnaligum, sokall- aðum »blaðmanni«. Kristian hevur valt at ganga skít í Havn og at sova á Herberginum. Hann eigur foreldur í Klaksvík og hevur altíð møguleikan at fara inn til tey at búgva. Har hevur hann búð teir seinastu mánaðirnar, áðrenn hann aftur fekk eitt »tørn«. Hev- ur gingið í skúla við Áir, endurútbúgving, síðan summarferiuna og hevur verið sera glaður fyri hetta og klárað seg væl. Hevur eisini brúkt sína útbúgving sum »fitness instruktør« og vant og lært fólk í einum fitness centri í Klaksvík. Vón var fyri, at Kristian endiliga skuldi koma á rættkjøl aftur, og hetta »tørnið« ikki bleiv ov drúgt. Vit eru sera kedd um skrivingina, og eg vóni ikki, at henda tankaleysa skrivingin ger, at Kristian ikki »torir« at blíva edrúur aftur. Neyðugt var at skriva hesar reglur. Deils fyri at forsvara hjálparleysar menn og fyri at vísa mína ónøgd móti tílíkari skriving, ið vónandi ikki endurtekur seg. Til Heina Gaard, Dimmalætting, viðvíkjandi grein í Dimmalætting um heimleys í Havn Ber tú ta sorg hjartað má tola Vinur eg gráti við tær Troyttur og svikin í verð Forlorið tað gullið heimur ber Næstin royndist svíkjarin ein. Maður kvinna heimið kæra Svárt gráta bangin barnaeygu Tá svíkur svárt man herja Faðir móðir barnaheimið syndra Slitin kærleiksbond eym. Hatur veksur fram um kærleik Sum eitur sterka roynist tá Barnasálin viðbrekin reikar Eingin friður eingin skái Kærleikseldur køvdur er. Maður kvinna gróðrarurtin sterka tit ið seta lív í jarðar verð Minnist til tað lítla fræið Lívgið um verjið væl tað lítla Tykkar egna reina hjartablóð. EKN, Rituvík Svikna barnið VIÐMERKINGAR Hans Pauli Strøm javnaðarmaður Annita hevur stórliga mis- tikið seg, tá hon trýr, at hon hevur tikið meg í "at gloyma egin mistøk". Hon vísir til støðuna hjá javn- aðartingfólkunum í farna valskeiði í samband við uppskot um at lækka avgjaldið á olju og bensini. Lat okkum taka "olju- avgjaldið" fyrst: • Hetta er nevnliga ikki nakað "oljuavgjald" - hetta er ein skattur á brenniolju til privatu húsarhaldini. Var talan um eitt umhvørvisgjald, so skuldi tað fevnt um alla ella í hvussu er størsta partin av olju- nýtsluni. Tí so at siga alt CO2-útlátið kemur av oljunýtsluni. Men okkara "oljuavgjald" fevnir í høvuðsheitum bara um oljunýtsluna hjá privatum húsarhaldum, og tey eiga bara 20% av CO2- útlátinum smb. nýggju umhvørviskanningini. • Altso uml. 80% av olju- nýtsluni er undantikin "oljuavgjaldi" ! Tað er fyrst og fremst vinnulívið og skipini. Og t.d. SEV, sum einsamalt stendur fyri 14% av CO2-útlátin- um. Ein og hvør kann siga sær sjálvum, at tað eru hesir stóru, tungu brúkararnir av olju, sum eru avgerandi fyri, um vit verða før fyri at gera nakað sum helst við at minka um CO2-útlátið, ella um vit bara skulu lata standa til. Fram til apríl 2000 var hetta avgjaldið á húsarhalds- brenniolju eitt sokallað dynamiskt ella skiftandi avgjald, sum varð regulerað eftir broytingunum í olju- prísunum. Tvs. at tá prísir- nir hækkaðu, varð avgjald- ið lækkað, og tá prísirnir lækkaðu, varð avgjaldið hækkað. Á tann hátt út- javnaði avgjaldið príslopini í brennioljukostnaðinum hjá húsarhaldunum. Men eftir at Prísráðið varð tikið av í 1997, grenj- aðu oljufeløgini dúgliga um stríðið, tey høvdu av hesum skiftandi oljuavgjaldinum. So kom ein landsstýrismað- ur í fíggjarmálum í 1998, sum lurtaði eftir teimum, og hann tók tað av. Og frá 1.4. 2000 fingu vit ístaðin eitt fast brennioljuavgjald, sum gjørdi, at tá oljan dýrkaði, skuldi eisini gjald- ast meira í avgjaldi, og tá oljan bleiv bíligari, skuldi eisini gjaldast minni í av- gjaldi. Samstundis nýtti landsstýrismaðurin høvið til at hækka hetta fasta avgjaldið so mikið, at landskassin fekk eina eyka árliga skattainntøku upp á einar 25 mió. • Eitt er, at hetta avgaldið bara er ein skattur á pri- vatu húsarhaldini, meðan allir teir stóru oljuslúk- ararnir eru undantiknir. Men hesin skattur er eisini asosialur, tí hann vendir tann tunga enda niðureftir: sum eitt fast gjald tyngir hann meira um húsarhaldið, jú lægri inntøkan er. Hinvegin jú hægri inntøkan er, jú minni hevur hesin skattur lutfalsliga at týða. Tað var hetta Javnaðarflokk- urin vísti á fleiri ferðir í farna valskeiði. • Annita er í teirri hepnu støðu, at hon situr í sam- gongu, sum hevur makt til at broyta hesi viður- skiftini. Um hon ikki heldur tað er umhvørvis- liga í lagi, at útvið 80% av oljunýtsluni er frítikin fyri oljuavgjald, so er bara hjá samgonguni at spæla út við einum ella helst fleiri uppskotum. Eg ivist ikki í at Javn- aðarflokkurin fer at verða konstruktivir í viðgerð- ini. Annita nevnir eisini, at Javnaðarflokkurin atkvøddi fyri at minka avgjaldið á bensini. Eisini her "gloym- ir" Annita at fortelja, at ein høvuðsgrundgeving fyri hesum var at minka um munin millum prísin á diesel og bensini. Tað varð gjørt nógv burturúr at vísa á ta skeivu gongd, at tann ovurstóru munurin millum diesel og bensin lokkaði óneyðuga nógv at skifta frá bensin til diesel. Hatta var og verður hildið at vera umhvørvisliga ógviliga óheppið, tá meginparturin av koyringini bara snýr seg um koyring á stuttum tein- um í bygdum øki. Fyrimun- urin við diesel er einans á longri strekkjum millum bygdir. Veruleikin er, at munurin millum bensin og diesel átti at verið mink- aður uppaftur meira. Tað skuldi ligið væl fyri hjá Annitu at fingið hennara landsstýrismann at seta avgjaldið á diesel upp og niður á bensini. Tað hava tey jú makt til at gera í samgonguni - um tey vilja. Landsstýrið hevur tveitt alla umhvørvisábyrgd á kommunurnar Skulu vit tosa um um- hvørvisábyrgd, so er tað tann syrgiligi veruleikin, at landsstýrið hevur tveitt hetta yvir á kommunurnar. Vatn, kloakkering, rusk, spillolja osv. Hvussu hevði skilið verið uttan kommu- nalu stovnarnar IRF og KOB? Tað, sum yvirhøvur er hent á umhvørvisøkin- um, hava kommunurnar og teirra felagsskapir staðið fyri. Tað hevur í stóran mun verið uttan landsstýrisins stuðul. Takið ruskskiljingina sum dømi: Longu fyri einum 4 árum síðani heitti IRF á landsstýrið um at fáa gjørt eina kunngerð um ruskskiljing. Ikki eingong hetta hevur landsstýrið kunnað gjørt. Tað seinkaði málinum nógv, til IRF so kortini fór undir skiljingina av sínum eintingum. Og tað er eisini ein av grundunum til, at enn er ongin rusk- skiljingarskipan í miðstað- arøkinum, har meir enn 1/3 av fólkinum býr. Eitt annað dømið er spill- oljan. Har hava kommunur- nar gjøgnum IRF eina inn- savningarskipan, sum ger at tey fáa útvið 2/3 av spill- oljuni innaftur til spill- oljuverkið hjá IRF. Landið stuðlar her við at lata eina kr. fyri liturin, men tað er so langt ífrá at tað svarar til útreiðslurnar. Annars tekur landsstýrið onga ábyrgd av hesum - tað er ikki so frægt at tær lógar- ella kunngerð- arreglurnar eru gjørdar, sum eru neyðugar fyri at fáa alla spilloljuna innaftur, so hon ikki endar sum umhvørvisdálking á sjógvi og landi. Tí er tað heilt burturvið, tá Annita á Fríðriksmørk skjýtir eftir mær og Javn- aðarflokkinum fyri vant- andi umhvørvisábyrgd. Tað er júst landsstýrið hjá Annitu, sum svíkur. Men samgongan fær høvið at vísa sína ábyrgd fyri um- hvørvinum í verki: Javn- aðarflokkurin hevur lagt eitt uppskot fram, sum skal gera tað møguligt hjá IRF at kunna fara undir neyð- ugar umhvørvisíløgur uppá tilsamans 180 mió. kr. tey næstu 7-8 árini. Hetta upp- skotið er nú til viðgerðar í fíggarnevndini. Vit fáa so at síggja, um Annita og henn- ara samansvornu lagsfelag- ar, Jenis á Rana, Óli Breck- mann og hini samgongu- fólkini liva upp til hesa ábyrgd, ella eisini hesa ferð renna undan henni. Helgi Abrahamsen Nógv hevur verið frammi hesa seinastu tíðina um kostnaðin av almennu umsitingini. Í tí sambandi hevur løgmaður ført fram, at Sambandsflokkurin und- ir samgongusamráðingun- um í vár hevði ynski um at hækka talið av aðalstýrum. Av tí at eg sum floks- skrivari var við til allar fundirnar, sum løgmaður hevði við Sambandsflokkin undir samgongusamráðing- unum, loyvi eg mær at koma við hesi rætting. Sjálvstýrisflokkurin til sølu Tær fáu ferðirnar, Sam- bandsflokkurin, sum størsti flokkur og vinnari av valin- um slapp framat samráð- ingarborðinum, var tá roynt varð at skipa eina ABC- samgongu (millum Sam- bandsflokkin, Javnaðar- flokkin og Fólkaflokkin). Men Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin høvdu frammanundan gjørt eina avtalu, sum segði, at um annar flokkurin fór í sam- gongu, so skuldi hin fylgja við. Tí kundi Fólkaflokk- urin ikki ganga við til eina ABC samgongu, men bara eina ABCD-. Harumframt kravdu flokkarnir, at Sjálv- stýrisflokkurin skuldi hava ein landsstýrismann, og at tann landsstýrismaðurin skuldi ikki telja frá í landsstýrismannakvotuni hjá Fólkaflokkinum. Øll sum duga at rokna, vita, at um ein flokkur við einum tingmanni skal hava rætt til ein landsstýrismann, so eigur ein flokkur við átta tingmonnum at fáa átta landsstýrismenn, um rætt- vísi skal valda. Um hetta skuldi verið galdandi fyri allar fýra flokkarnar, sum tá sótu við samráðingarborð- ið, so høvdu Føroyar í hes- um førinum fingið ein pakka við 23 landsstýris- monnum. At smáir flokkar, sum eru tungan á vágskálini, ofta verða yvirumboðaðir í landsstýrinum, er ikki nakað nýtt. Men tað serliga í hesum førinum var, at Sjálvstýrisflokkurin var ikki tungan á vágskálini. Hann var í veruleikanum óneyðugur. 7.954 er meira enn 1.351 Sambandsflokkurin kravdi sjálvsagt ikki at fáa átta landsstýrismenn. Men tað mugu øll duga at skilja, at tað er ikki órímiligt, at ein flokkur við 7.954 atkvøð- um fær fleiri umboð í landsstýrið enn ein, sum einans fekk 1.351 atkvøður. Eg gangi út frá, at Tjóð- veldisflokkurin, hesum við- víkjandi, hevur havt somu støðu sum Sambandsflokk- urin, tá hann sat við sam- ráðingarborðið, tí flokkurin hevur í dag ikki færri enn 4 landsstýrismenn. Hetta er føroyskt met, men tó ikki nakað órímiligt krav, tá hugsað verður um, at Sjálv- stýrisflokkurin og Mið- flokkurin hava fingið hvør sín landsstýrismann, meðan Fólkaflokkurin hevur tveir landsstýrismenn umframt løgmann. Skattgjaldarin fekk rokningina Vit kunnu siga hvat vit vilja um talið av landsstýris- monnum og aðalstýrum. Men vit koma helst ikki utt- anum tann veruleika, at avtalan millum Fólkaflokk- in og Sjálvstýrisflokkin var ein dýr avtala fyri føroyska skattgjaldaran. Tað er henda avtalan (sum skuldi tryggja tveimum útvaldum flokkum maktina, líkamik- ið hvat veljarin segði), sum er høvuðsorsøkin til at vit í dag hava heili nýggju aðal- stýri. Tí kennist tað løgið, at løgmaður nú ætlar at kanna, hví umsitingin er vorðin so dýr (hví nýggju aðalstýri kosta meira enn seks aðalstýri ??), meðan formaðurin í Sjálvstýris- flokkinum sigur, at tað er týdningarmikið, at sparing- ar ikki verða gjørdar á hansara øki. Aftursvar til Annitu: – oljuavgjaldið er ikki nakað umhvørvisgjald men ein asosialur brúkaraskattur Sambandsflokkurin kravdi ikki fleiri aðalstýri C M Y K 13 12