Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. november 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 16. november 2002 15 Landssjúkrahúsið hevur brúk fyri 209 milliónum tey næstu árini, bara til um- vælingar fyri at bjarga bygningunum og at fáa teir í brúki- ligan stand.Men enn er ikki eitt oyra sett av til endamálið LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Áki Bertholdsen Fyrr í hesi vikuni máttu tey avlýsa nakrar viðgerðir á Landssjúkrahúsinum. Ikki tí, at ongin lækni var. Heldur ikki tí at ongin útgerð var. Men tí at tað lak so illa undan loftinum í við- gerðarrúminum, at tað var ikki inniverandi ...... Hetta er ein rættiliga sigandi mynd av, hvussu støðan á Landssjúkrahúsin- um er. Og hetta er heldur ikki at gera ov nógv av. Tí veru- leikin er, at bygningarnir hjá Landssjúkrahúsinum eru í so ringum standi, at støðan er heilt álvarslig. Og tað er so kostnaðar- mikið at fáa teir í góðan stand aftur, at tað tykist sum ein ógvuliga møtimikil uppgáva, soleiðis sum tað nú sær út. Fyri tveimum árum síðani kannaði ein nevnd allar bygningarnar hjá Landssjúkrahúisnum út í æsir. Úrslitið av kanningunum var, at støðan var so ring, at nakað munagott mátti verða gjørt skjótt, skuldu teir ikki heilt fara fyri skeyti. Nevndin sigur, at bygn- ingarnir eru í flestu førum bygdir eftir útlendskari fyrimynd, men hesin byggi- háttur er ikki egnaður til føroyska veðurlagið. Har- afturat kemur, at tann fyribyrgjandi røktin hevur verið ov lítil øll árini. Avleiðingin er, at bygn- ingarnir eru í so ringum standi, at tað krevur stórar upphæddir at seta teir ístand. Krevja 209 milliónir Í hesum sambandi gjørdin nevndin eina uppgerð yvir tær umvælingar, sum vóru átrokandi og sum mnáttu gerast beinanvegin og so gjørdi hon eina uppgerð yvir umvælingar, sum áttu at verðið gjørdar tey næstu árini, fram til 2010. Poul Geert Hansen Han- sen sigur, at hóast hendan frágreiðingin nú er tvey ára gomul, er enn onki sett av til viðlíkahald og alt hetta arbeiði er skotið út tað óvissa. – Støðan er rættiliga álv- arslig. Múrarnir standa fullir av vatni og tá ið tað so frystir, spreingist betongið. Sostatt fara bygningarnir skjótt og tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn tað verður heilt álvarsligt. Hann sigur roynt verður at pjøssað uppá lekar inn- anífrá, men tað eru bara lappaloysnir og hjálpa bara eina stutta tíð. Ein avleiðing av hesum var, at ein dagin í hesi vikuni, tað regnaði, máttu tey avlýsa nakrar viðgerðir, tí tað lak so illa undan loftinum í viðgerðarrúm- inum, at har var ikki inni- verandi. Niðurstøðan hjá byggi- nevndini er, at neyðugt er at seta 115 milliónir av til ábøtur, sum eru bráð-neyð- ugar. Harumframt verður neyðugt at seta 94 milliónir av til eina høvuðsum-væl- ing. sum kann verða gjørd yvir nøkur ár. Sostatt verður er neyðugt at seta 209 milliónir av, bara til umvælingar, um- framt tann vanliga rakst- urin. Afturat teimum verður neyðugt at brúka 68 milli- ónir til leypandi viðlíka- hald tey næstu 10 árini. Men hóast tað eru tvey ár síðani, at hendan frágreið- ingin varð gjørd, er enn onki oyra sett av til enda- málið og ímeðan versnar støðan alsamt. Men Poul Geert Hansen sigur, at verður ein veru- ligur vilji vístur nú, ber tað til fáa bygningarnar á føtur aftur eftir nøkrum árum. Men so verður tað eisini neyðugt at byrja av álvara nú við eini skipaðari um- væling, har stórar upp- hæddir verða settar av um árið. Tað tykist í øllum førum greitt, at heldur ikki næsta ár verður nakað gjørt, tí 40 milliónir eru settar av til Landssjúkrahúsið og tær fara allar til nýbygningin. Samlaði fíggingartørvurin hjá Landssjúkrahúsinum til nýbyggingin og umvæling- ar eru annars yvir 100 milliónir næsta ár, men, men sum uppskotið til fíggjarlóg sær út í løtuni, verður ikki helvtin játtað. Í Hvalba fer gesta- kokkur úr Havn at vísa síni kynstur, á Tvøroyri hava tey kalt borð og í Øra- vík hava tey buffet. Á øllum trimum plássunum verður dansur JÓLABORÐHALD Áki Bertholdsen Hetta er tíðin, tá ið fólk um alt landið hittast á jólaborðhaldum víða hvar og hjá nógvum er hvørt vikuskiftið full- teknað við borðhaldi og veitslum. Eisini Suðuroyingar fylgja við og tað stóra vikuskiftið til jólaborð- hald í Suðuroy, verður næsta leygarkvøld, 23. november, tá ið ikki færri enn trý stór jólaborðhald eru í Oynni. Jóalborðhald verður bæði í Hvalba, á Tvøroyri og á Hotellinum í Øravík og á øllum støðunum fara eisini kend orkestur at spæla góðan dansi- tónleik til tey tilkomu. Í Hvalba fer ein gesta- kokkur úr Havn at vísa síni kynstur í Roynhøll- ini, har Bóltfelagið Royn hevur jólaborðhald fyri bygdarfólkinum og øðr- um suðuroyingum. Tað er Uni Gullfoss, sum fer at borðreiða við mariner- aðari dunnubringu, heil- stoktari lambasteik og heimagjørdari hunangs- køku. Har spælir ELM band úr Havn, sum er kent fyri at spæla góðan dansitónleik. Atgongu- merkini kosta 200 krónur fyri borðhald og dans og tey eru at fáa í pylsu- vogninum í Hvalba, í Tangabúðini á Tvøroyri, á Statoil Støðini í Vági. Seinasta freist at keypa atgongumerki er miku- kvøldið. Sama kvøld skipar gamlaársnevndin á Tvør- oyri fyri jólaborðhaldi í ítróttarhøllini, har tað verður kalt borð og Driv spælir til dans. Eisini hetta tiltakið kostar 200 krónur, men tey, sum bara koma í dans, betala 100 krónxur fyri midnátt og 120 krónur aftaná midnátt. Og at enda verður jólaborðhald á hotellin- um í Øravík, har tey hava buffet við heitum og køldum rættum og har Trio spælir til Dans. Hetta kostar 235 krónur fyri alt tiltakið og 100 krónur fyri dansin. Trý jólaborð- hald í Suðuroy Næsta leygarkvøld verða trý stór jólaborðhald í Suðuroy, eitt verður í Hvalba har tey fáa kokk úr Havn, eitt verður á Tvøroyri og eitt í Øravík Landssjúkrahúsið mátti avlýsa viðgerð tí tað lak Landssjúkrahúsið er í riklingsbeitu. Fyri tveimum árum síðani varð mett, at tað var neyðugt at seta 115 milliónir av til bráðneyðugar ábøtur og aðrar 94 milliónir til ábøtur tey næstu árini. Men enn er onki gjørt yvirhøvur 15 14 Nr. 221 - 16. november 2002 Hóast tað ljóðar at vera trupult hjá ungum monnum at sleppa til skips, er tað nú ikki so trupult kortini, tá ið læknar vísa vælvild og for- stáilsi. Gongst væl, kunnu øll viðurskifti avgreiðast uppá stutta tíð - næstan yvir eina nátt LEYST OG FAST Vilmund Jacobsen Tað eru nakrar "mytur" um ymisk viðurskifti, bæði nýggj og gomul, men tað er minni enn so altíð, at hesar mytur halda, tá ið samanum kemur, og tú sjálvur hevur við tær at gera. Ein myta er, at tað er so torført hjá ungum monnum at sleppa til skips, tí hesir skulu hava heilsuváttan og helst eisini hava verið á trygdarskeiði, áðrenn sleppast kann umborð. Tað fyrra er rætt, men ikki tað seinna. Ikki enn í hvussu er. Í eini tvey ár hevur yngri sonurin tosað um at farið nakrar túrar til skips, og hann hevur eisini biðið sær kjans við onkrum skipi. Er tó ikki sloppin umborð - fyrr enn nú. - Men eg skal hava heilsuváttan og hava verið á trygdarskeiði fyrst, og har er long bíðitíð, hevur hann sagt, tí tað hevur onkur sagt honum. Og so er tíðin bara ging- in. At fáa sær heilsuvátt- anina í hús og tekna seg til trygdarskeiðið, hevur ong- antíð verið fingið í lag. Hjá einum ungum manni, sum droymir um sjólívið, er tað sum við so mongum øðrum. Viðhvørt er hann ógvuliga uppsettur og held- ur, at nú skal tað vera, men so er eingin kjansur at fáa við skipi - og so heldur prátið uppat aftur… til tað einaferð byrjar aftur. Stuðulin heimanífrá hev- ur avgjørt eisini sín týdn- ing, um ungi maðurin gerst sjómaður ella ikki. Skipsboð… Tað er ikki at taka seg aftur í, at eitt gott hugskot hjá manni, sum ætlar sær til skips, er at fáa sær heilsu- váttanina uppá pláss, tí so er hon ikki eftir. "Bláa bókin", sum vátt- anin verður nevnd, er ein- asta kravda skjalið, sum ein ungur maður skal hava við sær umborð í løtuni, men sum skilst, verður trygdar- skeiðið kravt til várs. Millum skipini, sum ungi maðurin hevði biðið sær kjans við, var risatrolarin, Næraberg, ið hevur verið og framvegis er eitt frálíkt skúlaskip hjá ungdómum, bæði dreingjum og gentum. Næstsíðsta fríggjakvøld ringdi so skrivstovan hjá J.F.K-troli og segði, at skipið var komið inn at bunkra, og at pláss var fyri unga manninum. Men skuldi hann sleppa við, noyddist hann at hava heilsuváttan. Siglt bleiv dagin eftir - á middegi! Ikki fyrr enn klokkan leið til midnátt hetta kvøldið, boðini komu, var sonurin við hús aftur. Tá ið hann frætti, at reiðaríið hevði ringt, gjørd- ist spentur og hevði góðan hug at fara. Men hvussu kundi tað lata seg gera? Hvussu við arbeiðsklæð- um, oljuklæðum, stivlum, handskum… og so lækna- váttanini. Hvør kundi geva honum eina læknaváttan til á middegi dagin eftir? Dúgvan sigldi úr Leirvík til Klaksvíkar klokkan 11 morgunin eftir… og ongan bil høvdu vit beint nú! Tað bar til… Nakað fyrr um kvøldið hevði eg ringt til læknan í kommununi. Hann hevði ikki vakt og vísti á sínum telefonsvarara til læknan í Runavík. Hann hevði heldur ikki vakt og vísti á sínum telefonsvarara til læknan á Eiði. Tosaði við læknan á Eiði eina løtu hetta kvøldið, men kundi ikki gera nakra avtalu um læknakanning, tí sonurin var ikki heima. Læknin á Eiði segði, at læknin í Gøtu hevði vakt frá klokkan 8 morgunin eftir. Vaskaði nøkur klæðir um kvøldið og um náttina, sum skuldu vera klár, um alt nú fekst uppá pláss. Ringdi stundisliga morg- unin eftir til læknan í Gøtu. Hetta var ein svii, sum loysti av. Hann var ógvuliga fryntligur, men segði, at hann var ikki skrásettur til at skriva eina slíka heilsu- váttan… Hevði læknin á Toftum fingist at svara, hevði hann ivaleyst kunnað avgreitt kanningina og skrivað vátt- anina eftir lítlari løtu. Men hann hevði frí… og mundi hann yvirhøvur vera heima? Ætlaði at ringja til ein av synunum hjá honum og spyrja meg fyri, men fann einki telefonnummar. Hjá einum lækna at hava al- menn privatnummur, er nokk ikki bara sum at siga tað. So, her var ikki nógv at gera, og eg noyddist at ásanna, at í Eysturoynni fekst eingin heilsuváttan í einum skundi. Jaspur beinasamur… Nú var altso leygarmorgun, klokkan var 9, sonurin svav enn, tí enn visti eg einki at siga honum, og Dúgvan sigldi úr Leirvík um tveir tímar - og Næraberg skuldi loysa í Klaksvík um tríggj- ar tímar. Avgjørdi at gera eina roynd aftrat, og tað var royndin, sum eydnaðist. Ringdi til kommunu- læknan í Klaksvík, Jaspur Petersen. Hann var serstak- liga beinasamur og segði, at vit kundu koma fram við kl. 11.50. Ringdi síðan til reiðaríið og spurdi, um teir vildu bíða ta løtuna, sum vit kanska gjørdust ov sein- ir - alt eftir, hvussu langa tíð tað tók hjá læknanum. Jú, tað var einki problem… Og so var bara at vakja sonin, men tá var klokkan eisini farin av 10 hendan morgunin. Nú var eftir at pakka, og meðan vit pakkaðu, varð ringt til grannadreingin og vinmannin. Hann var beinasamur og vildi koyra okkum til Leirvíkar. Vit vóru umborð á Dúgv- uni fáar minuttir, áðrenn hon loysti. Hjá Jaspuri í Klaksvík tók tað stutta tíð at fylla út spurnarblaðið, og lækna- kanningin gekk væl. Ungi maðurin var spillfrískur; sá sum ein frensur, og hoyrdi sum ein hundur… TEDBOPL… Eitt sindur skemtiligt var tað, tá ið sýnsroyndin skuldi takast. Reglan, sum skal síggjast fyri at hava "góð eygu", er júst tann sama, sum hon var fyri minst 37 árum síðan, tá ið eg fyrstu ferð var til barna- kanning hjá gamla lands- læknanum í Havn! TEDBOPL.. vóru stavir- nir, tú helst skuldi síggja tá, um tú ikki "skuldi fáa brillur", og TEDBOPL eru stavirnir enn í dag. At fáa brillur, var eingin ynskidreymur, so her var bara eitt at gera - at læra seg stavirnar uttanat til næstu ferð, og tað var einki pro- blem, um sleppast kundu undan brillunum. Eftir fyrstu barnakanning, fekk eg brillur, sum eg ongantíð vildi hava uppi á mær… men árið eftir sá eg "fínt" og skuldi ikki bera brillur meira… Stavirnar minnist eg enn, og tá ið eg undir viðtaluni saman við soninum hjá Jaspuri í Klaksvík endurtók teir - uttan at hyggja uppá "talvuna", flenti Jaspur… Hann hevði ikki heft seg við, at hesir TEDBOPL- stavirnir hava verið teir somu í so mong ár… og kanska nógv longri enn tað. Um tað hevur verið gott ella ringt fyri eyguni at "snýta" gamla landslækn- an, er ilt at siga, men stavir- nar gloymi eg ongantíð… og eyguni eru framvegis tey somu og nóg góð til tað, eg havi at brúka tey til. Klokkan var ikki farin nógv av 12 hendan dagin, tá ið sonurin væl nøgdur fór upp ígjøgnum leytaran við "bláu bókini", sum stakk upp úr jakkalummanum. TEDBOPL – og so var sýnsroyndin har! »Bláa bókin«, sum stingur upp úr jakkalummanum hjá unga manninum, er hon sum krevst fyri at sleppa til skips í løtuni C M Y K 14