Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. november 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 221 - 16. november 2002 Nr. 221 - 16. november 2002 17 Millum fleiri onnur áhugamál, hevur Denise Andersson eisini áhuga fyri mál- um. Í Svøríki arbeiddi hon saman við føroy- ingi, og áðrenn hon kom til Føroya, hevði hon lært seg føroyskt. Í aðru viku byrjar hon í starvi sum kommunulækni í Klaksvík FÓLK Á LEIÐINI Rúna Sivertsen Denise, sum eisini ber kelinavnið, Nina, er fimti ára gomul og fødd og upp- vaksin í Ohio. Sum ung flutti hon til Svøríkis, har hon giftist svianum, Henry Andersson. Saman fingu tey døtur- nar, Irene, sum er 20 ára gomul og Astrid, sum er 18 ára gomul. Foreldur Denise, sum eru 74 og 76 ára gomul, búgva enn í Ohio og eru fram- vegis frísk og ferðug. Denise hevur nógv áhugamál. Eitt av teimum er mál. Hon kann samskifta á 7 ymiskum tungumálum umframt sínum móður- máli. Frá einum føroyskum ar- beiðsfelaga fekk hon áhuga fyri Føroyum og føroysk- um. Hon fór tí undir at læra seg føroyskt við at lurta eftir bondum við føroysk- um teksti, tó mest sangi. Eisini er Denise tón- leikakvinna og yrkjari. Hon spælir guitar og syngur egnar vísur. Eitt annað av áhuga- málum hennara er rósur. Í 8 ár var hon blaðstjóri á ein- um svenskum blaði, ið kallast, Rosenbladet. Tá Denise í apríl í fjør gjørdist einkja, gjørdi hon av at gera dreymin til veru- leika. Og seinast í august í fjør kom hon til Føroya og fór í avloysarastarv suðuri í Vági. Kend eftir einum degi Eftir einum degi, tá hon sovnaði á eini læknavitjan, gjørdist Denise Andersson kend um alt landið. Spurd, hvat tað var, sum hendi, sigur hon: – Eg var sera, sera móð og kendi meg einsamalla. Í staðin fyri at greiða alt um telefonina, royndi eg at fara á vitjan heima hjá sjúkling- unum. Eg hevði eg verið nógv úti í arbeiðsørindum og fingið alt ov lítlan svøvn, sigur hon. Denise sigur, at arbeiðs- byrðan har suðuri, var nak- að størri enn vanligt, tá hetta hendi. – Mær dámar betur at síggja sjúklingin, tí tað er skjótt at fáa eina skeiva mynd, um støðan bert verður lýst um telefonina, sigur hon. – Eg haldi, tað hevur stóran týdning at geva sær stundir at lurta eftir, hvat fólk hava á hjarta, og eg royni altíð at nýta tíð til at greiða sjúklingunum frá tí, sum bagir, sigur hon. Vinir í Klaksvík Spurd, hvussu hon væntar at verða móttikin í Klaks- vík, sigur Denise: – Eg eri greið yvir, at fólk vera ivasom, og tað verður torført hjá mær at verða góðtikin av øllum - í hvussu í byrjanini, sigur hon. – Samskifti millum lækna og sjúkling er ser- stakliga persónligt. Tí verður tað eisini ein spurn- ingur, um kemi’in millum lækna og sjúkling er í lagi, sigur hon. – At vera lækni, er eisini eitt slag av list. Tað er ikki bara læknafrøðin, sum ger teg til ein góðan lækna, tí tú mást eisini duga at lurta eftir, hvat sjúklingurin sigur, vísir hon á. – Men eg eigi vinir í Klaksvík, og eg gleði meg at flyta norður hagar, sigur Denise Andersson at enda í samrøðu við Sosialin. Ikki uppsøgd Herfyri stóð at lesa í bløð- unum, at Denise Andersson var søgd úr starvi sínum í Vági. Men hetta er ikki rætt. Starvstíðin hjá Denise har suðuri var um at vera úti, tá nógv umrødda hend- ingin fór fram. Eisini var longu avgjørt, at hon skuldi byrja í starvi sum komm- unulækni í Klaksvík. Í eina tíð hevur Denise, sum er amerikanskur ríkis- borgari, bíðað eftir at fáa longt arbeiðsloyvi í Føroy- um. Arbeiðsloyvið varð greitt í hesi vikuni, og tá Maria á Dul, starvsfólkaleiðari, kemur aftur av ferð í Danmark, verða setanar- viðurskiftini hjá Denise Andersson avgreidd. Tá kann hon byrja í starvi sum kommunulækni í Klaksvík. Denise – ein kvinna við mongum áhugamálum Denise Adersson, sum í eina tíð hevur verið í starvi sum kommunulækni í Vági. Um eina góða viku byrjar hon í starvi í Klaksvík. Viðtalan hjá Denise verður í viðtaluhølunum hjá Magnus Magnussen. Viðtalan hjá Magnusi er flutt í hølini hjá Steingrími Weihe Mynd Álvur Haraldsen UTTAN ÚR HEIMI Samstundis sum amerikanski tjóð- bankin hevur roknað út, at atsóknirnar 11. september í fjør kostaðu New York góðar 30 milliardir dollarar, ætlar kon- gressin at kanna, hvussu tað kundi henda YVIRGANGUR Árni Joensen Aftan á tann 11. september í fjør komu ymsar metingar um, hvat atsóknirnar í New York og Washington kost- aðu amerikanska samfelag- num. Tølini komu heilt upp í einar 100 milliardir doll- arar, men nú sigur ameri- kanski tjóðbankin, at at- sóknin at World Trade Center kostaði New York millum 33 og 36 milliardir dollarar. Í útrokningini hjá tjóðbankanum eru allar útreiðslur og allar mistar inntøkur tiknar við. Samstundis tykjast teir báðir flokkarnir í kongress- ini vera komnir á samt um at kanna, hvussu tað kundi bera til, at myndugleikarnir ikki fingu forðað atsóknun- um at World Trade Center og Pentagon. Sambært Scott McClell- an, talsmanni eru republi- kanararnir og demokrat- arnir samdir um at seta eina tíggju manna nevnd við fimm umboðum úr hvørj- um flokki at kanna málið. Bush forseti skal tilnevna formannin, og demokrat- arnir fáa so næstformannin, og nevndin skal leggja fram úrslitið innan hálvtannað ár. Serliga demokratarnir hava strongt á fyri at fáa umstøðurnar upp undir 11. september kannaðar í kongressini, tí teir hava ikki álit á at lata ta republi- kansku stjórnina gera kann- ingina. Í Danmark hevur Hans Christian Schmidt, um- hvørvismálaráðharri gjørt av at broyta lógina, sum gevur skipum loyvi at koyra upp til 50 litrar av olju á sjógvin uttan at verða revsað fyri tað. Ráðharrin sigur, at hann kann ikki góðtaka, at skip yvirhøvur hava loyvi at koyra olju á sjógvin, og tí skal lógin broytast, sigur hann. Tað er eisini líkt til, at hann fær meiriluta í Fólkating- inum fyri lógarbroyting- ini. Danska sjóverjan hev- ur ofta kært seg um, at skip kunnu koyra olju á sjógvin uttan at verða revsað. Men gongur tað, sum Hans Christian Schmidt ætlar, kann sjóverjan eina ferð næsta ár taka skip, sum lata tað minsta av olju á sjógvin. Onga olju á sjógvin Mirjana Markovic, sum er gift við fyrrverandi jugoslaviska forsetanum, Slobodan Milosavic, sig- ur, at krígsbrotsmanna- dómstólurin í Haag royn- ir at taka lívið av mann- inum. Í einari samrøðu við eitt blað í Serbia sigur Mirjana Markovic, at maður hennara er troyttur og hevur alt ov høgt blóðtrýst. Í síðstu viku avgjørdi rætturin í Haag at útseta rættarmálið, so læknar kunnu kanna heilsustøðuna hjá fyrr- verandi forsetanum. Tann 61 ára gamla fyrrverandi forsetafrúan og aðrir stuðlar hjá Slo- bodan Milosevic hava leingi roynt at fáa dóm- stólin í Haag at lata hann leysan. Mirjana Marko- vic sigur, at tað, sum rætturin ger ímóti manni hennara, er einki minni enn eitt brotsverk. Royna at drepa hann Mánadagin fer ein rættur í Mosambik undir rættar- málið ímóti fimm monn- um, sum eru ákærdir fyri at hava beint fyri tíð- indamanninum Carlos Carduso. Carduso, sum hevði norska konu, varð skotin á gøtuni í høvuðsstað- num Maputo fyri tveim- um árum síðani. Nakað frammanundan hevði hann skrivað eina røð av greinum, har hann av- dúkaði umfatandi kor- rupsjón í stjórnarumsit- ingini. Fjølmiðlar í Mosambik ivast ikki í, at boðini um morðið komu frá polit- isku leiðsluni. Serliga ein sonur Chissano forseta og ein fyrrverandi ídn- aðarmálaráðharri eru undir illgruna fyri at hava givið teimum fimm monnunum boð um at myrða tíðindamannin, men enn er hvørgin teirra skuldsettur. Tað er kortini væl hugsandi, at teir verða drignir fyri rættin seinni. Drápsmenn fyri rættin Tey fátæku londini skulu í framtíðini fáa bíligari heilivág ímóti hervilig- um sjúkum sum eitt nú eyðkvæmi, malaria og tuberklum. Á fundi í heimshand- ilsfelagsskapinum WTO eru handilsmálaráðharrar úr øllum heiminum vorðnir samdir um at loyva nøkrum londum at framleiða eftirgjørdan heilivág, sum kann selj- ast teimum fátæku lond- unum. Hetta sama málið var á borðinum, tá WTO helt fund í Qatar í fjør, men tað bar ikki til at finna eina semju. Á fundinum hesaferð, sum hevur verið í Sidney í Avstralia, eydnaðist tað, og tí kunnu tey fátæku londini nú fáa bíligari heilivág ímóti eyðkvæmi, malar- ia, tuberklum og øðrum ringum sjúkum. Júst prísuin hevur forðað fyri, at tey fátæku londini hava kunnað keypt heili- vágin. Fáa bíligari heilivág Útlagna irakska andstøðan, sum USA stuðlar, hevur avlýst eina ráðstevnu orsakað av innanhýsis ósemju IRAK-KREPPAN Árni Joensen Amerikanska stjórnin hev- ur seinastu tíðina lagt stór- an dent á at fáa teir ymsu útlagnu iraksku andstøðu- bólkarnar at samstarva, tí andstøðan skal møguliga taka við valdinum, tá og um Saddam Hussein, forseti verður feldur. Tað hevur kortini víst seg at vera trupult at fáa semju millum teir seks iraksku bólkarnar, og í gjár noydd- ust teir at avlýsa eina ráð- stevnu, sum skuldi verða í Bruxelles í næstu viku. Orsøkin er, at partarnir kundu ikki semjast um, hvørji mál skuldu á dags- skránna, og hvussu mong umboð teir einstøku bólk- arnir skuldu hava á ráð- stevnuni. Amerikanska stjórnin hevur viðurkent teir seks andstøðubólkarnar, og her- fyri vóru umboð fyri bólk- arnar í Washington og tos- aðu við stjórnina um, hvat skal henda í Irak, eftir at Saddam Hussein er farin frá. Eygleiðarar siga, at ósemjan millum teir seks bólkarnar er so stór, at í veruleikanum er ikki talan um nakað beinleiðis sam- starv. Irakska andstøðan ósamd Fyri fyrstu ferð í søguni hevur pávin hildið røðu í italska tjóðartinginum. Boðskapurin var greiður: Hann vil hava fleiri børn ITALIA Árni Joensen Tað er nú ikki pávin sjálv- ur, sum ætlar at økja barna- talið, og neyvan skulu boð hansara skiljast soleiðis, at hann vil hava italskar menn og kvinnur at gera meiri við tað sexuella. Men at álvara var í orðum hansara, er eingin í iva um, tí ongastaðni í Vesturheiminum fáa fólk so fá børn sum í Italia. Al- mennu hagtølini siga, at í meðal fáa italskar kvinnur 0,9 barn. ST hevur fleiri ferðir ávarað italsku myndugleik- arnar um, at tað lítla barna- talið fer at koma landsins búskapi aftur um brekku, og at tað verður truplari hjá tí arbeiðandi ættarliðnum at fíggja vælferðina hjá teim- um gomlu og sjúku. Tað var hetta orðaskiftið, sum Jó- hannes Páll pávi nú legði seg útí. Í røðuni í tinginum bað hann italsku politik- ararnar laga tey fíggjarligu viðurskiftini hjá fólki so, at tey kunnu fáa fleiri børn enn nú. Í røðuni nam pávin eisini við tey mál, sum hann plagar at tosa um so sum mannavirði, demokrati, frið og rættvísi. 11. september skal kannast Pávin vil hava fleiri børn Jóhannes Páll pávi Annar varð dúgliga fagnaður aftan á røðuna í italska tjóðartinginum Mynd: Reuters C M Y K 17 16