leygardagur 16. november 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 221 - 16. november 2002
19
TB og KÍF spæla
dupult-uppgerð um
vikuskiftið, meðan
Dráttur og ÍF skulu
royna at fylgja við
meistarunum
KVINNUFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Fýra dystir skulu leikast í
meistaradeildini hjá kvinn-
um um vikuskiftið. Í tveim-
um teirra er TB annar part-
urin, og í báðum førunum
er mótstøðuliðið KÍF. Hetta
kemst av, at tá TB eftir
ætlan skuldi spæla í Havn,
var veðrið somikið illsligt,
at tað var ikki hugsingur
um at koma til Havnar.
Tað er einki at taka seg
aftur í, at TB er greiður
favorittur í teimum báðum
uppgerðunum. Sæð burtur
frá fyrsta dystinum, tá tær
taptu fyri ÍF, so hevur TB
fyri tað mesta sýnt satt
meistaraspæl, og teir báðir
dystirnir móti KÍF eru
dystir, sum skulu vinnast,
um sessurin frammi í
oddinum skal varðveitast.
Spenningur í
Vágunum
Leygardagin er ein annar
dystur á skránni, tá ÍF og
Fleyr skulu takast. Vanliga
hevur tað verið Fleyr, sum
hevur havt takið í hesari
uppgerðini, men í ár hevur
ÍF spent bogan høgt í
royndunum at styrkja um
liðið, og einki er at ivast í,
at tær undir vanligum um-
støðum eru risa favorittar at
vinna á Fleyr.
Sunnudagin spæla so
Dráttur og Mjølnir, og
mangt bendir á, at hetta
verður
mest
spennandi
dysturin hjá kvinnunum um
vikuskiftið. Tað var tíðliga
á árinum annars ikki nógv,
sum bendi á, at Dráttur
skuldi gera nakrar skreytir í
ár, men tær hava ment seg
heilt nógv seinasta mánað-
in, og tað skal undir øllum
umstøðum eitt gott avrik til
frá Mjølni, um tær skulu
hava øll stigini við sær aftur
um Vestmannasund, tá tær
leggja leiðina norðureftir.
ÍF man vera størsti
favoritturin á
árinum, tá Fleyr
vitjar á Kambsdali
MANSFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Bert ein dystur verður
leiktur í bestu mansdeildini
í flogbólti hetta vikuskiftið,
og verður hann á Kambs-
dali millum ÍF og Fleyr.
Upprunaliga skuldu Mjøln-
ir og SÍ eisini spæla hetta
vikuskiftið, men av givnum
orsøkum er hesin dysturin
útsettur.
Á Kamsdali man lítil ivi
vera um, at fuglfirðingar
fara at taka trý sett, tá Fleyr
vitjar.
Fuglfirðingarnir
hava higartil verið púrasta
einaráðandi í deildini, og
tað er so ikki væntandi, at
Fleyr fer at gera nakað við
hetta.
Havnarmenninir
hava
valt at nýta árið til at
byggja eitt nýtt lið upp, og
fyrsti sigurin hjá hesum fer
so ikki at koma í hesum
dystinum.
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
1. deild kvinnur
17.11 14.30 Neistin-VÍF
17.11 14.30 StÍF-Tjaldur
1. deild kvinnur
17.11 16.00 Neistin-VÍF
17.11 16.00 StÍF-Tjaldur
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
16.11 13.00 ÍF-Fleyr
16.11 15.00 TB-KÍF
17.11 13.00 KÍF-TB
17.11 14.00 Dráttur-Mjølnir
Meistaradeild menn
16.11 11.00 ÍF-Fleyr
Nýggj í nevndini
eru Elsa Klein Olsen
og Jógvan Olsen
AðALFUNDUR
Tíðindaskriv
Havnar
Svimjifelag
hevði aðalfund týskvøld-
ið 12. november
Væl av fólkið — bæði
svimjarir og foreldur —
vóru møtt.
Fundurin byrjaði við at
Elisabeth
Akursmørk,
kostráðgevi, helt fyri-
lestur um týdningin av
røttum kostvanum hjá
svimjarum.
Síðan
fór
fundurin
fram eftir lógum felag-
sins.
Úr nevndini fóru Kári
Hentze og Ásmund Joen-
sen, sum ikki stillaðu
uppaftur.
Nývald
í
nevndina eru Elsa Klein
Olsen og Jógvan Olsen.
Nevndin skipaði seg
eftir fundin við Hans
Andrias Djurhuus sum
formanni, Elsa Klein
Olsen
sum
næstfor-
manni, Unnu Seyer Han-
sen sum kassameistara,
Gunnar H. Gunnarsson
sum skrivara og Jógvan
Olsen sum nevndarlimi.
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett stig
1 ÍF
5
4 - 1
14
8
6
8
2 TB
4
3 - 1
11
4
7
6
3 Mjølnir 4
3 - 1
10
5
5
6
4 Dráttur 4
2 - 2
8
9
-1
4
5 Fleyr
5
1 - 4
4
12
-8
2
6 KÍF
4
0 - 4
3
12
-9
0
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett stig
1 ÍF
4
4 - 0
12
0
12
8
2 Mjølnir 3
2 - 1
6
4
2
4
3 Fram
4
2 - 2
7
6
1
4
4 SÍ
3
1 - 2
3
6
-3
2
5 Fleyr
4
0 - 4
0
12
-12
0
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál mál munur stig
1 VB
6
6 - 0 - 0
147 120
27
12
2 Neistin 7
3 - 1 - 3
138 139
-1
7
3 VÍF
6
3 - 0 - 3
135 123
12
6
4 Kyndil
7
3 - 0 - 4
176 167
9
6
5 StÍF
6
3 - 0 - 3
147 152
-5
6
6 Stjørnan 6
2 - 1 - 3
122 130
-8
5
7 Tjaldur 6
1 - 0 - 5
119 153
-34
2
1. Deild menn
vunnin tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál mál munur stig
1 StÍF
7
6 - 0 - 1
208 180
28
12
2 VÍF
7
5 - 0 - 2
223 175
48
10
3 Neistin 7
5 - 0 - 2
198 175
23
10
4 Kyndil
7
4 - 1 - 2
201 189
12
9
5 KÍF
8
2 - 1 - 5
201 207
-6
5
6 H71
7
2 - 0 - 5
161 199
-38
4
7 Tjaldur 7
0 - 0 - 7
165 232
-67
0
Seinstu vikurnar hevur Dráttur ment seg heilt nógv, og vil væl til, kunnu tær verða ein verulig hóttan móti Mjølni um vikuskifitð
Havnar Svimjifelag
hevur havt aðalfund Eingin ivi
19
Hvør missur hesaferð
Nr. 221 • leygardagur • 16. november 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Neistin og VÍF skulu
nú dystast um, hvør
teirra skal fylgja StÍF,
sum á pappírinum
hevur lættan dyst um
vikuskiftið
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir at fult umfar varð leikt
í mansdeildini í miðvikuni,
verður nakað friðarligari nú
um vikuskiftið, tá bert tveir
dystir eru á skránni.
Størsti spenningurin und-
an hesum umfarinum tykist
vera í Havn, har VÍF kemur
á vitjan hjá Neistanum.
Undan dystinum eru bæði
liðini ájøvn í stigum á
øðrum plássinum á stiga-
talvuni, og tí verður upp-
gerðin fyrst og fremst ein
dystur um, hvør av teimum
nú skal vera fremsti biðilin
til oddasessin hjá StÍF.
Skal ein favorittur peik-
ast út undan dystinum, so
má tað verða VÍF, sum sein-
astu vikurnar veruliga hev-
ur prógvað, at teir fram-
vegis eiga ein sera virknan
leiklut á føroysku hond-
bóltstindunum. Eftir eina
heldur trilvandi byrjan hava
teir
seinastu
umførini
vundið burtur øllum, sum
eru komin fyri á teirra leið,
og kunnu teir halda so
nøkunlunda fast í hesum
sunnudagin, so er lítið at
ivast í, at enn tvey stig bíða
eftir teimum.
Hinvegin, so er einki at
ivast í, at teir í Neistanum
fara at gera alt tað, sum teir
eru mentir, til tess at steðg-
að nýbyrjaðu sigursgongd-
ini hjá VÍF. Undan kapp-
ingarárinum varð mett, at
árið hjá Neistanum fyrst og
fremst skuldi nýtast til at
byggja eitt nýtt lið upp,
men higartil hava teir gjørt
øllum døprum spádómum
fyri skommum. Bert tveir
dystir – í Vestmanna og á
Skála – eru taptir, og á
pappírinum er her helst
eisini talan um teir báðar
toførastu dystirnar, so tað
man undir ongum umstøð-
um vera nakað gott hug-
skot, um onkur vestmenn-
ingur skuldi fingið hug at
undirmett mótstøðuna.
Endurtøka ikki
væntandi
Tá Tjaldur í fjør brádliga
fekk gongd á sítt kapp-
ingarár eftir eina røð av
ósigrum, hendi hetta júst á
Skála móti StÍF. Undan
hesum dystinum eru for-
treytirnar á leið tær somu,
tó at StÍF ikki var oddalið
ta ferðina. Tjaldur hevur –
eins og tá – enn ikki fingið
nakað stig, men útgangs-
støðið er tó kortini nakað
øðrvísi. Higartil hava runa-
víkingarnir hótt einstakar
ferðir, men hava kortini
verið nakað nógv ov stutir í
flestum førum.
Strandingar hava hinveg-
in víst, at tað so avgjørt ikki
er av tilvild, at teir eru
ovastir. Fyrsti dysturin varð
taptur fyri Kyndli, men
síðani hevur tað bara gingið
slag í slag, og tað vildi
verið løgið, um sjeyndi
sigurin á rað ikki kom í
hesum dystinum.
Hóast bæði Neistin og
VÍF høvdu ætlað sær
at tikið dystin upp í
oddinum í vetur, so
eru tey mest sum
afturúrsigld av VB,
men sunnudagin
kann annar parturin í
øllum førum koma
nærri oddaliðnum
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Eins og hjá monnunum
skulu tveir dystir leikast í
kvinnudeildini, og talan
verður eisini um neyvt
somu dystirnar. Nevnliga í
Havn millum Neistan og
VÍF og á Skála millum StÍF
og Tjaldur.
Í Havn snýr dysturin seg
eina mest um, hvørt av
teimum báðum liðunum
skal fáa møguleikan at
nærkast oddaliðnum úr
Vági nakað., Undan árinum
høvdu tey bæði helst ætla
sær eina munandi betri
støðu, nú grundspælið er
komið í helvt, men eins og
flestu av hinum liðunum
eru hesi rakt av herviligu
hondbóltsumfararsjúkuni,
sum eitur óstabilitetur.
Skal metast eftir upp- og
niðurtúrunum, sum liðini
hava havt higartil, so er tað
VÍF, sum eigur tørn at
vinna hetta vikuskifitð,
men úrslitini higartil siga
okkum, at tað ber ikki til at
rokna við nøkrum sum
helst.
Á Skála eigur StÍF ann-
ars at vera greiður favo-
rittur, nú Tjaldur kemur á
vitjan. Gaman í hevur
Tjaldur styrkt um liðið, nú
nýggjur málverji er komin,
men enn er tað framvegis
so, at Tjaldur er at kalla
isolerað í botninum. Hin-
vegin hava tær tó eisini víst,
at tær kunnu bíta frá sær, so
tað er tó kanska ikki heilt
óhugsandi, at tær kunnu
skapa okkurt óvæntað úrslit
sunnudagin.
Bæði VÍF og Neistin hava
sýnt óstøðug avrik higartil í
kappingarárinum, og
spurningurin sunnudagin er,
hvør teirra hesaferð fer at
missa enn tvey stig
Oddurin
skilist
Í fjør fekk Tjaldur vent vánaligu gongdini ímóti júst StÍF á Skála, men hesa ferð tykist tað tó ikki vera so, at ein endurtøka er
væntandi
C
M
Y
K
18