Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. november 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Nr. 221 • leygardagur • 16. november 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Berlin í skundi Tað, sum var at síggja og hoyra, gjørdi, at hugurin at venda aftur bara styrktist, skrivar Edvard í Skorini Joensen í ferðafrásøgn Lesið síðu 7 & 8 SAMRØÐA Ingrid Bjarnastein – Mær dámar ógvuliga væl at spæla sjónleik. Tú hittir nógv fólk, og tú sært eisini nógv, sum tú kennir ímillum teir nógvu áskoðararnar, sigur Philip Reinert Ovenberg. Fyri einum mánaði síðani fór sjónleikurin Kúlla Knút av bakkastokki, har áskoðarin hittir Fittu Lisu, Kúlla Knút, Frú Skund og nógv onnur. – Eg var í Danmark við mammu, pápa og systir míni, og tá ringdu tey í Sjónleikarahúsin- um til mín og spurdu, um eg hevði hug at vera við í sjónleikinum, greiðir Philip frá. Philip hevur verið við í sang- bólkinum Ung Stjørnuskot, har hann hevur sungið onkran solo- sang, og heldur hann, at tað er helst her frá, at tey kenna hann. Og í Ungum stjørnuskotum hevur hann sungið í fýra ár. –Eg havi ongantíð spælt sjón- leik fyrr. Vit hava onkuntíð spælt sjónleik í skúlanum, men tá havi eg bara havt lítlar leiklutir. Tá ein ongantíð hevur spælt sjónleik fyrr, so er tað eitt sindur torført at seta seg inn í. Philip greiðir frá, at onkuntíð varð vant eini sjey ella átta tímar út í eitt. – Tað er sjálvandi eitt sindur strævið við skúlanum og øllum øðrum, men eg royni at fáa tað at passa so væl saman sum til ber, sigur Philip. Jólakalendarin Í løtuni eru Philip og Konni Kass Jacobsen, sum spælir Fitta Lisa í Kúlla Knút, í holt við at taka upp uppi í Útvarpinum til jólakalend- aran. – Vit vórðu spurd um vit dugdu at syngja og um vit vórðu áhugað í at gera jólakalendaran og tað gjørdu vit so. Hann byrjar so tá í desember mánaða. Nú Philip hevur spælt sín fyrsta sjónleik, hevur hann longu fingið blóð upp á tonna. – Eg havi longu teknað meg til at læra at spæla sjónleik, og eg ætli mær til Ung í Føroyum 2003, har eg ætli mær at fram- føra onkran sjónleik og tónleik. Philip heldur, at tað hevði kanska verið stuttligari at spælt vaksnamannasjónleik. – Í Kúlla Knút eru nógv vaksin ting, sum børn als ikki skilja, sigur hann. Síðani Kúlla Knút byrjaði í Sjónleikarahúsinum eru fleiri og fleiri farin at kenna Philip aftur á gøtuni. Fleiri venda sær á og rópa Kúlla Knút eftir honum, og hann fær nógv sms um dagin frá fólkum, sum hann als ikki kennir. – Eg verði helst noyddur at fáa mær loyniligt nummar, tí eg fái alt ov nógv sms. Tey eru frá fólkum, sum hava funnið mítt nummar á internetinum. Men at fólk rópa Kúlla Knút eftir mær, haldi eg bara er stuttligt. Philip sigur, at hann ætlar sær heilt vist at halda fram innan sjónleikaraheimin, og tann heilt stóri dreymurin er, at einaferð gera sín egna sjónleik. Dreymurin er at gera egnan sjónleik 13 ára gamli Philip Reinert Ovenberg hevur seinastu vikurnar verið at sæð í sjónleikinum Kúlla Knút í Sjónleikarahúsinum í Havn. Hóast hetta er fyrsta ferðin hann spælir sjónleik, so er hansara stóri dreymur at gera ein sjónleik sjálvur Philip Reinert Ovenberg ella Kúlla Knút sum flest øll kenna hann, hevur ein dreym um at gera sín egna sjónleik einaferð í framtíðini Mynd: Jens Kr. Vang 20 Nr. 221 - 16. november 2002 BILLARD Tíðindaskriv Ein av innandura ítróttar- greinunum, sum vaknar úr dvala, tá veturin bankar á dyrnar, er billardið. Og aftur í ár, umleið 25. árið á rað, verður skipað fyri før- oyameistarakapping fyri lið og einstaklingar. Kappast verður í trimum deildum og rullaðu fyrstu kúlurnar í kappingini á borði Kaggans seinasta vikuskiftið. Tá varð lagt fyri í 1. deild við dysti millum Kaggan og Billardfelag Fuglafjarðar. Eftir ætlanini skuldi Havn- ar Klubbi spæla á Tvøroyri og Vágs Billardfelag í Klaksvík. Teir báðir dyst- irnir vórðu kortini útsettir. Úrslitið av hesum einasta dystinum í ovastu deildini og tí fyrsta dystinum í bill- ard í hesum kappingarárin- um gjørdist ein rættiliga av- gjørdur sigur til heimaliðið Kaggan, sum vann 12-6, eftir at unga liðið hjá fugl- firðingum hevði lagt hart út við at vinna báðar teir fyrstu dystirnar. Jan Kjart- an Feilberg tók í fyrsta spælinum í ár besta spæl- aran hjá Kagganum, Bjarna Skaalum av bóli við at vinna við 624 eygum móti 414. Eftir tað vann Martin Hansen á Steinbjørn í Dali. Og nú var heimaliðið brád- liga 4 stig aftanfyri. Tað skuldi tó vísa seg, at rutin- an hjá Kaggamonnum - ella rættari fyrrverandi mimirs- monnum - kom at gera munin, tá avtornaði. Jan Müller, sum hevur spælt fyri Mimir seinastu fjórð- ings øldina, er nú við á 1. liði Kaggans. Mimir er nevniliga ikki longur við í Føroyameistarakapping í billard. Tí finna vit tveir av gomlu Mimirsveteranunum á kaggaliðnum. Hin er Steinbjørn í Dali, sum tó í fjør spældi fyri Havnar Klubba. Hóast tað ikki blivu til tey mongu eyguni, so gjørdist Jan tann knáðasti í kappingini við at vinna allar sínar dystir. Bjarni Skaalum, sum tapti fyrsta dystin, hevði tó nógv besta meðaltalið í eygum við 25,43. Jens Kjartan, sum vann tveir av dystunum hjá fuglfirðingum, hevði eisini eitt sera gott meðaltal uppá 19,70. Eisini hevði hann besta umfarið uppá 142 eygu. Støðan í kappingini eftir at ein dystur er spældur í 1. deild er, at Kaggin liggur á odda við 12 stigum (meðal- tal uppá 18,37 eygu) og Nr. 2 er Billardfelag Fugla- fjarðar við 6 stigum (með- altal uppá 15,60 eygu). Kappingin heldur fram hetta vikuskiftið. Tá stend- ur 2. deild fyri tørni. Í aðru deild eru Billardfelag Kaggans, Billardfelag Fuglafjarðar, Havnar Klubbi, Vágs Billardfelag við tveimum liðum og Tvøroyrar Klubbi. Dyst- irnir hetta vikuskiftið eru hesir: BK-BFF, VB2-VB1, og síðani skal HK spæla móti TK. Kappast verður eisini í 3. deild. Liðini, ið luttaka eru: Klaksvíkar Klubbi, Vágs Billardfelag, Kaggin, Havnar Klubbi og Tvør- oyrar Klubbi. Í 1. og 2. deild er talan um einkultkapping, meðan tað møguliga verður dup- ultkapping í 3. deild. Tað er Billardsamband Føroya, sum skipar fyri kappingunum. Teir, ið stíla fyri, eru Carsten Hansen úr HK og Steinbjørn í Dali úr BK. Tað eru annars 25 ár síðani, at skipaðar FM- kappingar í billard vóru spældar fyri fyrstu ferð. Í hesum sambandi fer BSF at skipa fyri eini stórari jubi- leumskapping í janaur. FIMLEIKUR Jákup Mørk Seinasta sunnudag skipaði fimleikadeildin hjá Havnar Fimleikafelag fyri innan- hýsis felagsvenjing fyri amboðslið. Dagurin byrjaði við eini upphiting og eftir hetta vórðu fimleikararnir bólk- aðir upp í seks bólkar. Hetta var eisini talið av amboðsbanum, sum vórðu settir upp til venjingarnar, soleiðis at bólkarnir fingu roterað runt á ymsu breyt- num. Í steðginum millum venjingarnar fingu luttak- ararnir fruktir frá Poul Hansen og FK, eins og Pop-Top var at drekka afturvið. Í alt luttóku 75 fim- leikarar og 12 venjarar, og sagt verður, at talan var um ein sera væl eydnaðan dag. Í steðginum millum venj- ingarnar fingu Í tíðindaskrivi sigur Havnar Fimleikafelag at enda takk fyri alla hjálpina, sum tey fingu í sambandi við felagsvenjingina. Bæði frá stuðlum, venjarum og hjálparfólkum annars. Kaggin lagt seg á odda Felagsvenjing fyri amboðslið í Havnar Fimleikafelag Kaggin fekk eina góða byrjan upp á billardárið seinasta vikuskiftið Felagsvenjingin gekk gott og børnini stuttleikaðu sær óført. Byrja var við upphiting ið Joan og Unn skipaðu fyri Umframt íðkanir við amboðum, royndu luttakararnir eisini ymisk spøl. Á myndini royna tey at seta seg á knøini hjá hvørjum øðrum, soleiðis at tey tilsamans gera ein kring á gólvinum Í alt tóku 75 fimleikarar og 12 venjarar lut í amboðsvenjingini C M Y K 20