Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. november 2002síða 12

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 C M Y K 22 Sosialurin Nr. 221 - 16. november 2002 3 BUSSKOYRING Solby A. Eliasen Olivar hevur givið sær stundir til at práta við Sosialin millum rut- urnar. Hann er júst afturkomin til Klaksvíkar eftir at hava verið enn eina ferð á Viðareiði. Júst hvat nummar túrur hesin er, veit hann ikki at siga, men hann greiðir frá, at hann upp gjøgnum árini hevur koyrt einar 14 túrar millum Klaksvík og Viðareiði umleið 300 dagar um árið. Og um ein so roknar tað út, so gevur tað eitt tal, sum eitur 63.000 ferðir í 15 ár. - Ja, tað skal nokk passa, at tað er blivið til so nógvar túrar. Um eg hevði fingið at vita tað, tá eg byrjaði, so veit eg ikki, hvat eg hevði hugsað. Tí, ímynda tær at fáa at vita, at tú skalt koyra yvir 60.000 ferðir ígjøgnum tunlarnar og eftir Viðareiðisvegnum, áðrenn tú ert liðugur við títt arbeiði. Tað kann ikki verða serliga hugaligt, sigur Olivar og flennir. Hann sigur, at hann slettis ikki hevur hugsað so nógv um, hvussu ofta hann hevur koyrt ímillum. Tað er hansara arbeiði. Tað eru hann og sonurin Hans Jon, sum umsita alla busskoyr- ingina í Norðoyggjum. Tosið, um hvussu mangir túrarnir eru blivnir, byrjaði, tí Askham bussar júst hava keypt ein nýggjan buss til rutuna mill- um Klaksvík og Viðareiði. Fyri stuttum kom nýggi bussurin til Klaksvíkar, og hann røkir nú hesa rutuna. - Tað var eisini eitt krav frá Strandferðsluni, tá vit yvirtóku koyringina her norðuri, at ongin bussur skuldi vera yvir tíggju ár. So vit keyptu ein nýggjan buss til rutuna á Kalsoynni fyrr í ár og nú er so tann nýggi bussurin til hesa rutuna eisini komin, sigur Olivar, sum umframt Kalsoyar- rutuna og Viðareiðisrutuna eisini hevur rutuna millum Klaksvík og Kunoy. Tað er øll busskoyringin hjá Bygdaleiðum í Norðoyggj- um. Mest skúlabørn Tey, sum nýta ruturnar hjá Ask- ham bussum mest hesa tíðina á árinum, eru skúlabørnini, sum skulu til Klaksvíkar hvønn dag. Og á Kalsoynni er eisini koyring millum bygdirnar við skúlabørn- um. Um summarið eru nógv ferðafólk – bæði útlendsk og føroysk. Við einum skeivum smíli sigur Olivar, at tað eru sera fáir túrar, har bussurin koyrir tómur, men tað eru nógvir, har tað bert eru tvey ella trý fólk við. Og eisini er bara tað eina fólkið við onkuntíð, tá ongi skúlabørn eru. Hann greiðir frá, at um nakað er galið við bussinum, so er bara at seta eina teldu til bussin, og so sær ein á skíggjanum, um nakað er galið, og hvar tað er. - Tá vit keyptu bussin, søgdu tey á Volvo í Havn við okkum, at tað skilabesta hjá okkum var, at skaffa eina teldu. Tí so kunna vit eisini samskifta við Volvo á tann hátt. Trygdin í nýggja bussinum er so nógv betri eisini. Hurðin kann ikki latast upp fyrr enn bussurin stendur stillur. Olivar sigur, at tað sjálvandi tekur nøkur sekund, tí hann skal standa stillur, men tað er sam- stundis nógv tryggari fyri ferða- fólkini. Serliga skúlabørnini, sum kundu finna upp á at leypa úr bussinum, áðrenn hann var steðgaður, tá tann gamli bussurin koyrdi. - Tey hava jú somu ferð, sum bussurin. Og tá tey so lenda á vegnum, so detta tey. Tað kom ofta fyri, men ikki longur. Viðareiðisvegurin er tiltikin vandamikil at koyra eftir — ser- liga um veturin. Hann liggur sera ovarlaga og er smalur. Olivar sigur, at píkadekk er tað einasta, hann nýtir um veturin. - Vit plaga at keypa eitt sett av píkadekkum, tá tann tíðin er komin, og so verður koyrt við teimum til tað ikki er loyvt long- ur. Tá taka vit so teir píkarnar, sum eru eftir úr og nýta dekkini til oktober, tá tað er tíð at keypa nýggj píkadekk aftur. Á henda hátt nýta vit bert eitt sett av dekkum um árið, kortini, sigur hann. Teir royndu eina árið lamell- dekk. Men Olivar sigur, at tey als ikki vóru egnað til Viðareiðis- vegin. - Tey kunna ikki brúkast til tílíka koyring í hálku og kava, sigur hann púra avgjørdur á málinum. Hóast tað verður mett at kunna vera vandamikið at koyra eftir Viðareiðisvegnum um veturin, so hevur Olivar ikki verið úti fyri mongum óhappum. Einaferð feyk tann gamli bussurin, sum hevði motorin aftan, av Viðareiðisvegnum. Tá var hann á veg til Klaksvíkar. Tað var sera hált henda dagin og nógvur vindur. - Tað var helst hálkan, sum gjørdi, at bussurin feyk so lætt í vindinum henda dagin, sigur Olivar og leggur afturat, at bussar, har motorurin situr har afturi, eru sera lættir framman. Askham Bussar Tá Olivar byrjaði at koyra buss í 1985, var tað bert sum avloysari. Seinni í 1987 byrjaði hann so at koyra fast hjá Olafi Joensen, sum átti bussarnar tá. Tá var tað soleiðis, at bussførararnir áttu bussarnar, men Strandferðslan veðhelt fyri teir. Olivar koyrdi so fyri hann, til í 1999, tá Bygdaleiðir bleiv privatiserað. Tá bjóðaði hann saman við soni sínum Hans Jon upp á koyringina í Norðoyggum eftir mikla umhugsan. - Eg ivaðist stórliga í, um eg skuldi bjóða. Eg helt tað vera ein ov stórur biti at gloypa, serliga tí Kalsoyggin var við. Eg visti onki um, hvat rutan har yviri kom at kosta, so eg hugsaði nógv um tað, greiðir hann frá. Men aftan á at hava hugsað væl og longi um tað, og tá so sonurin játtaði at hjálpa pápan- um, tók Olivar avgerðina um at bjóða upp á koyringina í Norð- oyggjum fyri umleið einum ári síðani. Og tað var byrjanin upp á Askham bussar. Og hóast Olivar hevur koyrt í 15 ár og hevur verið meira enn 60.000 ferðir í gjøgnum tunl- arnir, so kann tað væntast, at hann kemur nógv longri upp í túratalum, tí sáttmálaskeiðið við Strandferðsluna er fimm ár í fyrstu atløgu. - So fer ein at umhugsa støð- una aftur til ta tíð, sigur Olivar at enda á veg út gjøgnum hurðina. Hann skal enn einaferð koyra norðurum. 63.000 ferðir ígjøgnum Norðoyatunlarnar Olivar Askham hevur koyrt buss á rutuni millum Klaksvík og Viðareiði síðani 1987. Hesi fimtan árini er tað blivið til einar 63.000 túrar aftur og fram Olivar Askham hevur koyrt buss millum Klaksvík og Viðareiði í 15 ár. Hann hevur verið meira enn 60.000 túrar í gjøgnum tunlarnar At gera film er ikki sum at siga tað. Tað krevur avbera stórt dirvi at fara undir - ja, onkur vil helst meta tað óðamannaverk at gera film serliga í Føroyum. Millum annað tí tað er so ógvusliga dýrt. Tað krevur avanseraða útgerð og nógv fólk til tað tøkniliga heilt frá fyrsta degi. Nógvar ressursur skulu fáast til vega, og tað er púra víst, at nógv er ikki tøkt til slíkt í Føroyum. Tú mást ganga eyðmýkjandi 'biddaragongd' her og har og allastaðni í upp til fleiri ár og vænta aloftast at fáa nei, áðrenn bara eitt sindur er komið í fikkuna til at fara undir fyrstu stigini. Yvirhøvur at náa á mál við einum úrsliti er sera fáum tillutað. Tá fleiri sansir skulu nøktast í senn, eru nógvir brikkar í pusli- spælinum, ið skulu hanga saman - ljós, ljóð, rúm, etablering av stemningi, umframt at ein alla- tíðina skal hugsa um at halda fast í innihaldsliga samanhang- inum. Tað er ræðandi lætt at missa yvirlitið við so nógvum bóltum á lofti. At stýringin fer av lagi her og har hendir fyri sjálvt tann besta. Tað ger seg serliga galdandi, tá tú gert dokumentar- filmar, har ein ofta skal vera bæði framman og aftanfyri upp- tøkutólið í senn. Tú kanst byrja við eini fínari ætlan um, hvat tú vilt hava burturúr í síðsta enda, men tú hevur onga trygd fyri, at aktørarnir spæla við júst á tann hátt, tú hugsaði tær framman- undan. Tað krevur dirvi at lofta teim góðu løtunum, sum koma sum manna av himli, og lata tær fáa pláss - kanska ístaðin fyri tað, sum tú ætlaði. Tað krevur ikki minst serligt dirvi at vísa partar av sjálvari prosessini og avdúka løturnar, tá tað ikki gongur heilt eftir ætlan. Vansin við hesum framferðarhátti kann vera, at upprunaligt hugsaði samanhang- urin rýkur. Men kanska fært tú júst á tann hátt nakað annað burturúr, sum ikki er so væl polerað, men sum kann vera eins væl lýsandi - ja, kanska betri - og í øllum førum ærligari! At átaka sær ta stóru - ja, ógjørligu uppgávu at lýsa eitt lív, er uttan iva óðamannaverk! Lívið er langt og ein filmur so stuttur - í mun til. Ein filmur um eitt lív kann tí ongantíð gerast annað enn subjektivt vald mikroskopisk myndabrot. Og hvør kann seta seg sum dómara fyri, hvørji myndabrot eru nærri 'veruleik- anum' enn onnur? Harumframt er einki lív ein samanhangandi søga í sær sjálvum. Tú kanst velja at gera ein film við eini vakurt bygdari dramaturgi, sum nøktar tørvin hjá síggjaranum fyri framdrívandi logiskum meiningsfullum samanhangum, og soleiðis kanska lukkast at gera síggjaran euforiskan av berum aha-upplivingum. Tað er lætt at lata seg forføra av tí. Men veruleikin er, at tilvildin helst er ein nógv størri partur av lívinum heldur enn vilji, stevnuleið og meining. Tú kanst tí hin vegin velja vandasjógvin, at vera trúgv í filminum móti tí óforútsigiliga, sum er ein óundansleppandi partur av einum og hvørjum lívi - ja, eini og hvørjari arbeiðs- prosess - og ærligt framsýna tína leitan og harvið økja um vandan fyri at avdúka egnu veikleikar. Eitt val, ið krevur serligt dirvi, tí tað ósvikaligt ger síggjaran meira ótryggan - og onkran kanska heldur tvøran, tí tú iva- leyst borðreiðir við nøkrum øðrum, enn viðkomandi væntaði sær at fáa. Tað krevur eisini stórt dirvi at leggja navn til ein film og taka ábyrgdina av honum, tí filmur er ongantíð einmansverk. Nógv fólk eru um at skapa endaliga úrslitið, men hevur tú lagt navn til, skalt tú bera ábyrgdina fyri partin hjá øllum viðspælarunum. Hetta ómetaliga dirvið hevur Gulla Øregaard havt. Hon tók fyri næstan tveimum árum síðan stig til at fara undir at gera ein film um ein persón, hvørs lívsverk hon metir serliga høgt. Nevniliga rithøvundan Jens Paula Heinesen. Hon vildi við hesum fegin skapa meira ans fyri høvundanum og verki hansara - og metti tað vera neyðugt at velja film sum miðil í hesum sjónvarpsdøgum. Tað bleiv til ein høvuðsfilm um skaldið og menniskjað Jens Paula Heinesen í tveimum pørtum, umframt tríggjar sersendingar við serkøn- um í bókmentum um skaldskapin hjá Jens Paula og um korini hjá rithøvundum í Føroyum yvir- høvur. Soleiðis vildi hon vísa Jens Paula tann heiður, hon helt hann hava uppibornan, nú hann fór at fylla 70. Hóast hon ongar royndir hevði við filmi sum miðli framman- undan og hóast hon heldur ikki hevur nakra bókmentafrøðiliga bakgrund, átók hon sær hesa ábyrgd, tí eingin annar gjørdi tað. Og hon gjørdi tað á sín egna hátt við sínum persónliga sjónar- vinkli. Tað er djarvt! Uttan sjálv at fáa løn fyri hetta megnar arbeiðið, hevur hon avrikað ein film, sum lýsir av virðing fyri og kærleika til høvuðspersónin og listarliga yrki hansara. Og tað hevur eftir mínari meting eydnast henni avbera væl í høvuðsfilminum at seta fokus á menniskjað aftanfyri skaldskapin. Hon hevur ikki bara avrikað ein film, men eisini gjørt ein gamlan dreym hjá undir- ritaðu møguligan við at skapa peningaligt grundarlag fyri, at lagið "Eitt dýpi av dýrari tíð", sum eg havi gjørt til yrking hjá pápa mínum, Jens Paula Heinesen, kundi blíva innspælt við symfoniorkestri og Tórs- havnar Manskóri. Bara í sær sjálvum er hetta eitt rimmar tak at fáa framt. Eg fari familjunnar vegna at bera Gullu Øregaard eina hjart- ans inniliga tøkk fyri, at hon hevur havt dirvi til at átaka sær alt hetta sjálvbodna arbeiðið. Vit hava øll stuðlað henni í hesum allan vegin - eisini nú. Tøkkin verður eisini beind til tey, ið litu Gullu hetta til og lótu peninga- upphæddir ella stuðlaðu á annan hátt, so filmurin - við øllum tí, sum tað inniber - kundi gerast veruleiki. Enn einaferð: Stóra takk, øll, fyri at tit vildu og tordu! 2 Sosialurin Nr. 221 - 16. november 2002 TÓNLEIKAUMRØÐA Dagfinn Olsen Rasmus Rasmussen er kendur úr ymsum bólkum, t.d. Diatribes. Og hann hevur staðið fyri send- ingini Rockstovan í ÚF. Og hann er útnevndur og heiðraður sum framúr guitarleikari í Íslandi við bólkinum Makrel. Alt slíkt, ið leiðir hugan á rocktónleik í tyngra endanum. Men stilli hevur verið kring Rasmus eina tíð, men tað er ikki tí at Rasmus ikki tímir longur, sum ein kendur føroyskur sangur annars kvøður um ein annan Rasmus. Fyri stuttum gav Rasmus Rasmussen nevniliga út fløguna Implosive undir egnum navni. Og hann eigur fløguna alla sum hon er, kann ein siga, hóast hann hevur fingið nakað av hjálp frá tónleikavinum. Á ferð Men tað er ikki hartsláandi rocktónleikur, ið kemur úr hátalarunum, tá ein leggur fløguna undir geislan. Ikki tungir tónar og tungar rútmur. Heldur eru tað flótandi tónar og flótandi verk. Uttan at bera saman, so er tað sum at leggja t.d. Pink Floyd á. So at skilja, at ein verður tikin á ferð og sveimar burtur. Ein situr ikki og bukar við á borðendan, men lurtar. Veit ikki um samanburðurin heldur, men hugsað verður ikki um tónleikaslag, men meira um heildarupplivingina, tí ein upp- living er tað at hoyra Implosive, og ikki ein løta, har ein fær hug at trumma við ella dansa og so ikki meira. Hetta er meira og betri. Dugnaligi guitarleikarin spælir sær við guitaran og ikki minst við effektirnar. Fleirfalt guitarspæl og guitarljóð floymur í rúmið og eisini sleppur Rasmus væl frá sanginum. Áhugavert og hugtakandi er at vera á ferð, at sveima, við Rasmusi í hansara tónleika alheimi. Ein ferð í ljóði og rúmi. Út 11 løg eru á útgávuni. Belinda í Haraldsstovu hevur hjálpt við røddum og Rani H. Christiansen við trummuspæli. Fløgan er tikin upp í Ron Rec Studios, har Ronnie Nielsen hevur sitið við knøttarnar. Niels Arge Galán og Uni Árting hava gjørt húsan og Tutl gevur út. Mentunargrunnur Landsins, Mentamálastýrið og Fjølrit hava stuðlað útgávuni. Jú, Rasmus tímur longur. Og talan er avgjørt um eina útgávu, ið tolur at koma fyri útlendsk oyru, um so skuldi verið. Og eins og ljóðið er breitt, flótandi og/ella sveimandi, so er hetta eisini ein útgáva, ið vendir sær til eina breiðari fjøld, enn harði rockurin, ið Rasmus áður hevur borgað fyri. Hann hevur ikki slept rockinum, men sum kunnugt eru fleiri sløg av rock- tónleiki, og Implosive bjóðar slagið, ið væl glíður niður. Mjúkt og bleytt. Jú, Rasmus kann fara yvir at nesið og norður um á og nakað væl afturat við fyrstu soloútgávu síni. Jú, Rasmus tímur longur. . . EG MEINI TAÐ Takk fyri dirvið, Gulla! Elin Heinesen skrivar: Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro Rasmus Rasmussen, guitarleikari, gav herfyri út fløguna Implosive. Hóast kendur í fremstu røð á rockpallinum, so er talan um tónleik, sum er stillur og vakur. Og leikarin spælir sær við effektirnar. Jú, Rasmus kann fara yvir at nesið og norður um á og nakað væl afturat við fyrstu soloútgávu síni