Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. november 2002síða 13

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 C M Y K 24 UMMÆLI Tað var eitt myrkt og illfýsið heystkvøld, millum høg og treystlig fjøll norðantil í land- inum. Upp í ættina bardi hópurin seg og gekk sum í blindum, hóast málið var greitt. Eingin ivi um tað! — Tí hetta óunniliga kvøldið, tá ið lágættin kom brestandi inn eftir Borðoyavíkini, fóru vit til sjónleik í Atlantis. Brillur vórðu turkaðar, og vætan vundin úr húgvunum í gongini, og tá ið Hans Jákup hevði fingið sínar pengar, og snotiliga skráin slapp millum fingrarnar, var klárt ... Klárt til GYSIÐ!!! Tað góða gevandi gysið saman við FRANKENSTEIN doktara og skapninginum hjá honum, ið Klaksvíkar Sjónleikarfelag setur upp í hesum døgum ... ... og tað var GYS fyri allar pengarnar!!! Gravrænarar, granskarar og ‘ze BIG boobies’ Við dómadagskenda tónleikinum rungandi fyri oyrunum, trilvaðu vit okkum fram til sessirnar. Pallurin lá í myrkri. Snarljósini smella. So hoyrdist ein hvøllur látur. Úr eini grøv flenti tann svakligi gravrænarin Heintz, og í klingur rundan um opnaða hvíldarstaðið gekk ótolni doktarin. Tolið var um at vera uppi hjá honum. Fekk Heintz ikki leverað eitt høgra bein, skorið omanvert knæið í kvøld, við fóti (!), so fór tíðarætlanin valla at halda. Tí hin modernaði Prometeus hevði skund. Nú dagurin nærkaðist, har hann — Doktor Frankenstein — endiliga skuldi fullgera dreymin: At skapa lív av deyðari materiu! — Menniskjuni skulu fáa lívið aftur. — Tað æviga! Heima aftur í kjallaranum kýtir sveisiski vísundamaðurin seg, tá ið inkarnatiónin av ‘da falling madonna vidt ze BIG boobies’, t.e. tænastugentan á borgini, gongur seg fram á mannin, ið ikki ger mætari enn at heita á hana, um at hjálpa sær. Skapanin Tá hon so finnist at hansara seymikynstri, fáa vit ein kosti- ligan brokmanslestur um kyns- rollur, ið tó til stóra irriatión hjá granskaranum verður avbrotin av einum viðmerkjara, ið kemur dekan ov tíðliga inn á pallin: Við skelvandi hondum, hvat billar tú tær inn!? Slepp tær út hiðani, og tað skjótt eisini!! Og so verður fyrsta væleydn- aða hjartatransplantasjónin í heimsøguni gjøgnumførd, beint eftir bókini — og tað skal takast bókstaviliga! — tí doktarin hevur skrivað sær mannagongdina upp: A stykkið, skal forbindast við B’ið ... ... og so er tað tann reyða, sum skal í her, og ... ... hvar kom hasin guli frá? Og so er klárt til innspræning- ina av tí sanna lívsins vatni. — Tað riggaði ið hvussu er næstan beinanvegin ... Hurlivasin byrjar Men tá ið tann modernaði Prometeus sær virkningin av gerðum sínum, og skapningurin hevur fingið lív, ræðist hann og flýggjar yvir háls og herðar, upp til selskapið, sum veit av ongum. Og tó, tí tey hava fingið vitjan av geikarasliga stórsjarmørinum, sum tosar hálvbrotið og bæði fær frúnna, køksgentuna og tænastu- gentuna at blotna í knøunum ‘við sínar fanaastiskan bedriftor’. Maðurin við síða hárinum er jú umframt at vera lækni, sakførari og ‘amatørsjónleikar’ eisini ‘ein útmerkað amatørdetektivor’. So sjálvandi fær hann mistanka um at okkurt er áfatt í kjallaranum, tá ið Frankenstein og hjálpari hansara koma algoyst upp úr neðra. Og tá ið ønskrilig venan eisini hoyrist er sakin uppløgd. — ‘Tey hava fingið ein inn- brotstjóv á vitjan.’ — Og so fara menn eftir byrsuni... Søkjandi skapningurin Og skapningurin herjar á fjøllini. Søkjandi eftir rættvísi. Tráandi eftir kærleika. Hjá blinda fátæka fiólspælaranum, við teimum so fittu børnunum, heldur spírandi medvitið í skapninginum seg hava funnið sæluna. Grøntfúnaða beistið ger tí av at hjálpa hesum ólukkudýrum, ið hóast vónleysu støðuna eru so fitt so fitt so fitt. — Monstrið uppfatar tó ikki, at tey eru so vamlisliga fitt, at leikluturin vendir sær beinleiðis til áskoðararnar við einum for- herðaðum eiði, so skjótt drongur og genta eru runnin oman í dalin. — Eg má fáa luft, rópar hann úr myrkri sínum. Og í teirri mest kenslubornu pallmyndini í leikinum finna tey saman, blindi maðurin og beistið. Spírandi sælan følnar tó skjótt, tá ið óvitarnir koma niðan í kroysuna aftur. Gyseliga gott Og nú henda ting og sakir, men alt skal ikki útgreinast her, tí tá gleppur høvið tær av hondum fyri einum gyseliga góðum kvøldi saman við klaksvíking- unum — tí tá eru allar dyr læst- ar! Ha hah!! Og tú fert valla at ditta tær niðan í Djúpumýru ... Men um tú ikki torir at fara nakran veg, so skalt tú kortini fáa at vita, at norðingarnir aftur í vetur hava manað fram hegnis- ligu formularin til eitt væleydnað sjónleikarakvøld. — Lat viðingin Andreas týða, og havnarmannin Jákup seta upp, og lat góðar kreftir leita saman í mentanar- húsi norðinga í nakrar vikur. Tað frættist annars her norðuri, at tey vóru eitt sindur nervøs fyri leikinum, tí hetta var ikki ein vanligur skemtileikur. — Ein crazy komedia verður tað nevnt, og høvuðsmunurin tykist vera, at leiklutirnir eru medvitandi um, at teir einans eru leiklutir. Og úr- slitið gerst eitt spennandi inter- aktivt upplivilsi, har fólkið í salinum verður drigið nógv meiri inn í hendingagongdina enn vanligt er á palli í Føroyum. — Eg sigi fyri mín part, at eg prísi meg lukkuligan yvir, at monstrið ikki reikaði hevndarhugað runt í salinum ... Takk og tillukku Hiðani skal eg bara siga takk fyri eitt stórt upplivilsi, og tillukku við landvinningini. Tit vóru ófør hetta kvøldið, eg var og hugdi. Tit høvdu einki at vera nervøs fyri, heldur tvørturímóti, tí crazy komedian var sum skrivað til tykkara. Eg haldi meg ikki hava sæð tykkum betur. Hans Hjalti og Jan, tit vóru fyrimyndarliga svakligir. Bjarni, tú rakti so sanniliga fordómarnar. Jákupina, Súsanna og Irena, tit vóru yvir- bevísandi, bæði sum karikeraðar tápugásir og sum kvinnur við beini í nøsini. Jógvan, Mogens og Durita, fiólscenan á fjallinum var kostilig, og sjálvan havi eg sæð stuttligari sjálvmorð. Og síðst, men so sanniliga ikki minst, skalt tú ikki bara fáa rós Adelborg, tí tú hevur uppiborið eitt heilt tyssi av teimum fyri at geva andskræmiliga skapning- inum bæði eitt sært hjarta og eina søkjandi sál mitt í øllum hevndarhuginum. — Tað kann so sanniliga ikki hava verið lætt! — Men so fullført sum tú spældi, sær tað út til, at veturin fer framvið (og væl tað) áðrenn tú sleppur at ganga í vanligum skóm aftur. Skal eg geva karakter, so skulu tit fáa minst eitt heilt óskalað høgrabein skorið við mjadnarnar við fóti, nei, tit skulu fáa vinstra beinið við. Takk og tillukku enn einaferð. Sosialurin Nr. 221 - 16. november 2002 5 Allar dyr eru læstar, ha hah! Bergur Rasmussen ummælir leikin Frankenstein, sum Klaksvíkar Sjónleikarfelag spælir í hesum døgum Myndir úr leikinum 4 Sosialurin Nr. 221 - 16. november 2002 UMMÆLI Kim Simonsen "Tað var einaferð ein prinsur, sum fegin vildi giftast eini prinsessu, men tað skuldi vera ein rættulig prinsessa." Prinsessan á ertini Nú er nakað síðani, at Bóka- deild Føroya Lærarafelags gav út hesa bókina við ævintýrum eftir H. C. Andersen, ið tey flestu kenna sum danska ævintýrskaldið mikla. Sama forlag hevur nú eisini givið út ævintýr eftir brøðrunum Grimm. Taka vit fyrst bókina við H.C. Andersens ævintýrum, so er hon heilt fantastisk. Hon er komin í eini skreytútgávu og í eini góðsku, ið er helt ótrúlig. Hon kostar 225 krónur, men hetta er eisini ein góðska, ið ikki ferst fyri eitt gott orð. Her eru nakrar av teim bestu søgunum hjá H.C. Andersen. Nevnast kann søgan um "Svínadrongin", ið sjálvandi var ein prinsur. Stuttliga søgan um "Prinsessuna á Ertrini" er endurgivin av Arnica Esterl við tekningunum eftir eini Ana- stassija Archipowa. Hesar tekn- ingar eru ein fragd fyri eyga, sjálvt um henni dámar, at øll skulu ganga í 1600-tals barok búnum, við t.d. parykki. Ævin- týrini eru væl føroyskað av Hera Jacobsen, ið hevur týtt tey úr týskum. Eg skilji ikki heilt, hví tað er neyðugt fara ein túr rundan um týskt fyri at týða donsk ævintýr til føroyskt. Tær bestu tekningarnar eru tær til kunstævintýrini, sum t.d. "Snjódrotningin", "Hin lítla havfrúgvin" og sorgarsøgan "Gentan við svávulpinnunum". Hendan seinasta søgan er sum so einki ævintýr, men ein sosialt indignerað og ótrúliga syrgilig søga. Hetta er ein sosial sorgar- søga, so tung og nívandi, at einki lítið barn klárar at hoyra hana uttan at skera út í grát. Tí børn liva seg inn í eina søgu um eitt barn, ið øll hava gloymt, eitt barn sum eingin elskar, eitt lítið barn, ið stendur úti í kavanum nýggjársaftan og frystir til deyða, meðan øll onnur sita inni í heitum stovum. Sum altíð er H. C. Andersen ein meistari. Alt skal við, tann lítla skóleysa gentan hevur ljóst og purlut hár, føturnar eru bláar og reyðar í kulda, og hon hevur ongar skógvar. Í staklutunum liggur meistaraskapurin. Tað einasta menniskja, ið var góð við hana, var omman, men hon er júst deyð. Hon hevur ongar svávul- pinnar selt, og setist tí at bresta ein. Hon sær fyri sær eina dýrd av góðgæti og gleði, men so hvørvir alt, tá svávulpinnurin er brendur niður. Hetta er verri enn Charles Dickens. Hon doyr stakkalin úti í kuldanum nýggj- ársaftan einsamøll, gloymd og glerrunnin, men við einum smíli á varrunum, tí hon sá deyðu ommu sína, tá hon fór inn í nýggja árið handan alla tíð og øll støð, har eingin skúgvar børn úti í kavan, so tey frysta í hel. Hetta er ein sosial ræðumynd, ið er so skerandi sentimental, sum hon er rørandi og klassisk. Snjódrotningin Eg havi altíð elskað ævintýrið um Snjódrotningina. Hetta er eitt sokallað kunstævintýr, og vendir tað sær til vaksin fyrst og fremst. Søgan er tann, at Illimaður hevur skemtað sær og gjørt ein snildan spegil, har alt vakurt missur sín glans og tað vakra og góða um- skapast til okkurt lítisvert. Sjálvt tey snøggastu fólkini gjørdust ljót sum arvasyndin. Hetta er ein søga, ið er eins góð og Harry Potter er nú á døgum. Illimaður hevur enntá ein gandaskúla. Drongurin Kay fær eitt splintur av hesum spegili í eygað frá Snjódrotningini og alt umskepl- ast fyri hann: "Fý, eg haldi allar rósurnar eru ljótar og ótespi- ligar. Og hann sparkaði inn á blómukannsa og skræddi rósur- nar upp". Hetta er tann melan- kolski skerjandi mátturin, ið finst í mannahjartanum, sum bert sær alt sum tómt, ljótt og ikki dugir at gleðast. Snjódrotningin tekur Kay við sær, men hin góða Gerda leitar um heimin til hon finnir hann. Hann situr gler- runnin, sjálvt hjartað er ein gler- klumpur. Hann kennir ongan og hevur onga gleði ella kenslur. Tárini hjá Gerdu fáa tó hjartað á Kay á brána. Eg havi altíð hildið, at hetta ævintýrið veruliga er um svárt tunglyndi, ið H.C. Ander- sen leið illa av sjálvur, (ikki at tað hevur so nógv at siga). Hetta, at man kann síggja sjálvt lívið sum nakað kalt, deytt og púrt uttan virði. Kay livir ikki og merkir tí ikki tíðina, ið eyðkennir allar tunglyntar persónar. Kay er uppetin av melankoli, ið eisini kann vera ein skerjandi máttur, sum bert kærleikin kann grøða. Tá Kay byrjar at gráta, skolar glaskornið út úr eyganum. Hetta er tó eitt løgið ævintýr, ið kann tulkast nógvar vegir, og tað er júst tað, sum ger tað so gott. Sjálvandi er tað eisini klassiska motivið við at drongurin, Kay, er við at gerast vaksin og í slíkum skiftissiðum á lívsleiðini er tað, at trøll, huldufólk og álvar herja á. Í hesum føri er tað Snjódrotn- ingin, ið vil tøla Kay. Gentan Gerda hevur, sum í øllum ævin- týrum, nógvar hjálparar, so sum krákur og eina ránsmannagentu. Sum so ofta er tað góði viljin og reina hjartað, ið sigrar. Gerda fær sín Kay. Tað er altíð ein fragd at lesa um nýggju klæðini hjá keisaran- um, ið ikki bert er um fáfongd, men meiri um hetta, at fólk siga bert hvat onnur siga teim, og er tað ein keisari, ið sigur at hesi klæðini er tey fínastu í verðini, so fylgja onnur eftir. Teknikkurin hjá H. C. Ander- sen er so ótrúliga góður, og tað sakni eg í hesi endurútgávuni. Men av og á síggja vit hann aftur, sum her í "Prinsessuni á ertrini", har vit hoyra, at: "Tað var einaferð ein prinsur, sum fegin vildi giftast eini prinsessu, men tað skuldi vera ein rættulig prinsessa." Í hesum liggur nakað skemtiligt, sum eisini inniheldur alla søgina í einum orði, nevni- liga: "rættuliga." Ikki var tað nóg gott, at hon var ein prin- sessa, nei, ein rættulig prinsessa. Og tá hann sær, at hon er erkvisin, tá er hon ein "rættulig" prinsessa. Ómøguligi og tragiski kærleikin Eingin kundi sum H.C. Andersen finna tær mest ótrúligu søgurnar, sum í "Hin stinni tinsoldaturin." Ikki mist eru tað eisini støðini, vit gerast tikin av, sum í "Hin lítla havfrúgvin", ið er eitt ný- skapandi ævintýr um ómøgu- ligan kærleika, um havfrúnna, ið ofrar alt fyri at kunna elska prinsin. Men sum í nógvum av teim longu ævintýrunum hjá H.C.Andersen enda tey við, at høvuðspersónurin doyr. Hetta eru tey bestu ævintýrini, ið hava eina tragiska dimensión. Har lívið er fult av trega, kærleika og tí líðing. Eg sakni tó søguna um lítla mishátta dunnuungan, ið er meiri klassisk enn t.d. søgan um granntræið. Ævintýr siga sum allar góðar søgur frá menniskjans longsli, um at tilveran er gendakend, og at vit við at lesa H.C. Andersen koma nærri hesum gandamátti. Hetta er ein hin besta jólagáv- an, ið ein familja við børnum kann ogna sær, til gleði í ættar- lið. Um 100 ár, tá vit eru burtur og sjálvi bert søgn, eins og tin- soldáturin, granntræið og gentan við svávulpinnunum — tá kemur hendan bókin at hugtaka oldur- ommubørnini — tí hetta er ein dýrgripur. Og tað skulu tit vita, hatta var ein sonn søga. Vakrastu ævintýr Hans Christian Andersens. Bókadeild Føroya Lærarafelags. Skreytútgáva 225 krónur. Og tað skulu tit vita, hatta var ein sonn søga Tinsoldáturin, Havfrúgvin og Prinsessan á ertini og aðrar H.C. Andersen søgur á føroyskum Gentan við svávulpinnunum