leygardagur 16. november 2002síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
C
M
Y
K
26
Sosialurin Nr. 221 - 16. november 2002
7
FERÐAFRÁSØGN
Orð og myndir: Edvard Joensen
Berlin: Hóast miðbýurin í
Berlin, allur sum hann er, líkist
einum stórum byggiplássi, hevur
fólk kortini tíð at vera til. Tey
fara á matstovu, í sjónleikarhús,
keypa inn, og hava tíð at práta
hvør við annan, sum nú kennast,
tá tey møtast.
At koma til Berlin er ikki
øðrvísi enn at koma til aðrar
stórar býir. Thegel flogvøllurin
sýnir ikki nógv fyri verðini, tá
hugsað verður um ta ferðslu,
sum uttan iva man vera til ein
milliónbý. Tó er at siga, at tveir
aðrir flogvallir eisini eru. Av
teimum er í hvussu er annar iva-
leyst væl størri og hevur helst
eisini tættari ferðslu.
Hýruvognsførarin fær eina
adressu at vita, og so verður bara
koyrt. Hann hevur hug at spyrja,
hvat mál vit tosa. Hevur ongan-
tíð hoyrt hetta fyrr, heldur hann.
Men veit ikki petti um Føroyar at
siga. Ivaleyst ongantíð hoyrt
navnið grett. Heldur ikki í sam-
bandi við fótbóltsdystin, sum
vera skal kvøldið eftir, at vit
koma til Berlin.
— Fótbólti havi eg ongantíð
havt nakran áhuga fyri, sigur
hann. Og tískil veit hann heldur
ikki, at tað liggur ein sensatión
og lúrir har úti í komandi sam-
døgrinum.
Spennandi
Tað er altíð okkurt spennandi við
at vitja eit nýtt stað fyrstu ferð.
Berlin er nýggjur í so máta. Havi
ikki verið her fyrr, men nógv er
hoyrt og lisið um Berlin. Kanska
serliga hendan seinna partin av
søgu býarinnar, síðan nazistarnir
í tríatiárunum í seinastu øld livdu
sítt lystiliga lív her. Og so tað
minni glæsiliga lívið, livað varð í
býnum tey komandi fýrati árini
ella so.
Men greitt er, at ein stuttur
steðgur í hesum máttmikla
høvuðsstaði ger ikki tað, at alt
forvitnið verður nøktað. Tað
verður bert upp aftur størri, og
hugurin at koma aftur økist.
Her er alt. Øll tey kendu
støðini, lisið er um, og hoyrt er
frásagt. Nú síggjast tey við
egnum eygum, og hóast ein
hevur upplivað júst tað sama fyrr
aðrastaðni í heimi, er kenslan
effinett tann sama. Frøi, stolt-
leiki og undran yvir at standa
júst her á hesum støðum og við
egnum eygum síggja tað, lisið er
um.
Men tað undrar almikið, at tað,
sum í næstan tríati ár var ser-
merki fyri Berlin, tann ófrætta-
kendi múrurin, er burtur. Rivin
niður og burturbeindur, tí týsk-
arar vilja ikki kennast við hann í
dag.
Gaman í var hann eitt skensil
fyri bæði teir sjálvar, sum settu
hann upp og teir, sum aftan fyri
stýrdu teimum. Men hann var
hóast alt partur av søguni og átti
sum slíkur at havt betri uppi-
borið, nú hann onga nyttu gjørdi
kortini. Eins og kinesiski
múrurin og gomlu miðaldar
býarmúrarnir, sum nógvastaðni
eru varðveittir. At strika søguna
er eingin loysn. Hon verður ikki
gloymd kortini.
Gamaní eru støð - nógv støð -
í Berlin, har hann beinleiðis
hevði verið ein forðan fyri
menningini í dag, og har kundi
hann verið burturbeindur. Men
teir fáu metrarnir, sum í dag
standa eftir, eru ikki bara ringir
at fáa eyga á hjá tí ókenda, men
at kalla skomm fyri nýggju
valdsharrarnar í Týsklandi.
Og nógvar eru søgurnar um,
hvussu tað gekk til, tá múrurin
fall, og fólk eystaneftir komu
vestur um og sluppu at síggja
allar herligheitirnar, her vóru.
Ein søga er frá ovurhond stóra
vøruhúsinum Kaufhaus des
Westen, ella KaDeWe, sum tað
veru stytt. Og sigast skal, at har
er veruliga nakað at síggja.
Nógv, flott og ókristiliga dýrt.
Ein vesturtýsk sjónvarpsstøð
hevði funnið ein eysturtýskara,
sum fyrstu ferð var sloppin
vestur um, og hevði fingið hann
upp á sonevndu delikatessu-
deildina í KaDeWe. Har er bara
alt, nevnast kann av mati, uttan
livandi grind. Men bað tú um
hana høvdu teir helst fingið hana
eisini.
Spurdur um, hvat hann helt
um alt hetta, svaraði eystur-
týskarin, at hetta var óført. Hann
steðgaði á eina løtu og helt so
fyri:
»Men hvør f.... hevur brúk fyri
43 sløgum av pylsum«.
Nýtt, nýtt, nýtt
Teir byggja nýtt. Flott og stórt
skal tað vera. Einki sum stendur
aftan fyri tað, onnur vestanlond
hava.
Ivaleyst er tað tiltrongt, tí
líkindi eru til at halda, at tað,
Berlin
í skundi
Sum rímiligt er, er avmarkað, hvat ber
til at fáa burtur úr Berlin í
hálvanannan dag. Men tað, sum var at
síggja og hoyra, gjørdi, at hugurin at
venda aftur bara styrktist
Í dag er lítið at síggja til tann illa kenda Berlinmúrin. Nakrir fáir metrar standa eftir. Men teir mugu hegnast av, so
fólk ikki fer avstað við teimum
American
Checkpoint.
Aftan fyri er
múrsavn
Framhald á síðu 8
6
Sosialurin Nr. 221 - 16. november 2002
FILMUR
Um eina lítlu viku verður film-
urin um Harry Potter og vinfólk
hansara í Hogwarts frumsýndur í
Føroyum. Hesin, sum er tann
næsti í røðini um Harry Potter,
eitur í føroyskari týðing, Harry
Potter og kamarið við loynidóm-
um. Forsølan er byrjað fyri
tveimum vikum síðani og væl
gongst at selja. Fyrsti filmurin
um Harry Potter var frumsýndur
seinasta heyst og hann telist mill-
um tíggju teir best umtóktu film-
irnar, sum nakrantíð eru sýndir í
Føroyum. Umleið 6000 fólk sóu
hann. Frumsýningin í USA og
Onglandi av nýggja filminum
var í gjárkvøldið.
Søgugongdin í næsta filminum
fer fyri ein stóran part fram í
Hogwarts. Harry gleðir seg at
byrja annað árið í Hogwarts,
skúlanum fyri gandakynstur og
galdralist, men ikki gongst, sum
ætlað. Í fyrsta lagi roynir onkur
at forða honum at sleppa í skúlan
aftur, og tá ið tað hóast alt
eydnast, verður einki sum ætlað,
tí óndar maktir gera um seg og
leggja eftir næmingunum av
muglaraætt.
Ummælarar og serkøn eru á
einum máli um, at hesin filmurin
er betri enn tann fyrsti, so tað
skuldi borgað fyri góðum. Aftur
er tað Chris Columbus, sum
hevur leikstjórnað. Sjálvur hevur
hann sagt, at hann hevur lært
nógv av fyrsta filminum og tí er
nógv blivið betri. Í fyrsta film-
inum varð stór orka løgd í at lýsa
heimin rundan um Harry ógvu-
liga væl og nágreiniliga, bæði
viðvíkjandi galdralistini og
persóninum Harry.
- Í næsta filminum er øðrvísi.
Farið verður beint í frásøgnina
og ævintýrið, greiðir David
Heyman, framleiðari, frá á eini
heimasíðu um Harry Potter.
- Harry Potter og kamarið við
loynidómum er daprari og sam-
stundis stuttligari, og vísir aðrar
síður av Harry. Fyrsti filmurin
var fyri ein stóran part um, at
Harry skuldu gera sær sjálvum
greitt, at hann í grundini er ein
gandakallur. Meginpartin av
fyrsta filmi hevði hann ilt við at
skilja galdralistina og fóta sær
sum gandakallur. Í nýggja film-
inum er Harry komin til sættis
við, hvør hann er og hvat hann
kann longu frá byrjan.
Bøkurnar
Bøkurnar um Harry Potter eru
ikki lættur og skjótur lesnaður.
Tær eru drúgvar og fevna víða,
men tað hevur ikki hildið lesar-
unum aftur. Tvørturímóti. Tískil
eru filmirnir um Harry Potter
eisini langir, men sum Chris
Columbus sigur:
- Viðhaldsfólkini hjá Harry
Potter høvdu verið vónsvikin, um
ov nógv vantar í filminum. Tá
børn kunnu lesa eina bók, sum er
700 blaðsíður (tann fjórða í røð-
ini), kunnu tey eisini hyggja at
einum filmi, sum er tveir og ein
hálvan tíma.
- Ístaðin fyri at royna at taka yv-
ir hugflogið hjá lesarunum, hava
vit givið best hugsandi útgávuna
av bókini á filmi.
Fýra bøkur eru nú skrivaðar um
Harry Potter og vinfólk hansara í
Hogwarts, og tveir filmir gjørdir.
Tann fjórða bókin kemur í næst-
um út í føroyskari týðing undir
heitinum Harry Potter og Eld-
bikarið. Henda bókin er tann
skjótast selda bók-in í heiminum
nakrantíð. Malan Háberg Ander-
sen hevur týtt til føroyskt, og eins
og hinar bøkurnar um Harry
Potter, gevur Bókadeild Føroya
Lærarafelags eisini ta fjórðu út.
Triði filmurin
Farið verður undir triðja filmin
rættiliga skjótt, Harry Potter og
fangin úr Azkaban, men um
fjórða bókin eisini verður gjørd
til film, er enn ivasamt. Bókin er
rættiliga drúgv, upp ímóti 700
blaðsíður, og skal hon gerast til
film, verður helst talan um tveir
filmir, sum verða lidnir sama ár.
Í farna mánaði leyp Chris
Columbus, leikstjóri, út í orð, at
hann roknaði við, at tey trý,
Daniel Radcliffe, Emma Watson
and Rupert Grint, ið spæla vin-
fólkini Harry, Hermione og Ron,
altso høvuðspersónarnar, eftir
øllum at døma fara at gevast
eftir, at triðji filmurin, er liðugur.
Framleiðslan av hesum filminum
byrjar í mars komandi ár og er
væntandi liðug á summri í 2004.
- Míni ráð til teirra er, at tey
eiga at vera børn, meðan tey
kunnu, hevur Chris Columbus
sagt við Reuter.
Spurdur, um hann ætlar sær at
gevast, sigur Daniel Radcliffe, at
hann heilt vist ætlar at vera við í
triðja filminum.
- Hvussu verður við tí fjórða,
veit eg ikki enn.
Fyrsti filmurin um Harry Pott-
er vóru eisini fyrstu leiklutirnir
hjá Emma Watson og Rupert
Grint, ávikavist 11 og 13 ár, sum
spæla vinfólkini hjá Harry.
Daniel Radcliffe hinvegin hevur
longu, hóast bert 12 ára gamal,
fleiri leiklutir aftanfyri seg.
Filmurin hevur sum vera man
ikki verið bíligur at gera. Ikki
minni enn 125 mió. pund hevur
hann kostað. Bert filmsrættindini
kostaðu 700.000 pund. Chris
Columbus var millum nógvar
navnframar leikstjórar valdur at
leikstjórna filminum, tí hann lov-
aði at verða trúgvur ímóti hand-
ritinum, sum er ein treyt frá
sjálvum høvundinum. Og høv-
undurin. J. K. Rawling er ikki
ávirkan. Hon hevur valt nógvar
av høvuðsleikarunum, eitt nú tey,
sum spæla Hagrid, Snape,
Dumbledore og McGonagall.
Harry Potter
og kamarið við loynidómum
Niðurteljingin er byrjað. Komandi fríggjakvøld verður næsti
filmurin um Harry Potter framsýndur í Havnar Bio
Ron og Harry …
… granska loynidómar
Daniel Radcliffe eisini fúsur til triðja filmin um Harry Potter