Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. november 2002síða 15

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 28 8 Sosialurin Nr. 221 - 16. november 2002 Ofta verður sagt, at Boston er tann minst amerikanski stór- býurin í USA, ella at Boston er tað tættasta tú kemur uppá Europa uttan at fara ta longu ferðina yvir Atlantshavið. Hetta hevur sína orsøk. Bost- on var eitt tað fyrst bygda økið, tá ið europearar av fyrst- an tíð leitaðu sær til Nýggja Heimin. Hetta ger eisini, at Boston, í nógv størri mun enn aðrir býir í USA, hevur eina fortíð við ríkari søgu. Amerikanski upp- reisturin ímóti bretska yvir- valdinum byrjaði í Boston, og tað var eisini her, at ameri- kanska tjóðin varð stovnað, tá ið The Declaration of In- dependence varð undirskrivað. Benjamin Franklin var úr Boston, eins og Kennedy í amerikanskum politikki sum høvuðsborg hjá demokrat- unum, og tí var tað eisini ein serliga dyggur smeitur hjá teimum, nú Mitt Romney úr republikanska flokkinum hjá forsetanum gjørdist guvernørur fyrr í mánaðinum. Hóast Boston eftir ameri- kanskum mátistokki ikki er ein serliga stórur býur, so hýsir hann ikki færri enn 20 lærdum háskúlum, harav teir kendastu allarhelst eru Har- vard University, Massa- chusetts Institute of Techno- logy og lærdi tónleikaháskúlin Berklee. Yvir 250.000 lesandi hava sína dagligu gongd á einum av hesum skúlum, og tað sæst eisini aftur í teimum trongu gøtunum í miðbýnum, ið geva Boston sín serliga europeiska dám. Kaffistovur og matstovur eru á hvørjum horni, og nógvu bóka- og listasøvnini í býnum tala eisini sína søk. The Museum of Fine Arts hevur størsta savnið av eysturlendskari list í vestur- heiminum, eins og savn teirra av amerikanskari list ikki hevur sín líka. Høvuðsbóka- savnið hjá Harvard er tað næststørsta í landinum, eftir bókasavnið hjá kongressini í Washington. The Boston Symphony Orchestra, ið er eitt av heimsins mest viðurkendu orkestrum, dregur eisini nógv vitjandi til býin. Hóast sína søguligu fortíð, so stendur býurin ikki í stað, men er í støðugari menning. Allastaðni ein vendir sær eru byggipláss, býarmyndin broytist næstan frá degi til dags, og ferðslan í miðbýnum er ikki fyri nýbyrjarar. Ferðslutrupulleikin í Boston kann sammetast við trupul- leikarnar, ið eru at síggja í fjareystri, og keldan til trupul- leikan er ein 6-breytaður høv- uðsvegur, ið er hevjaður yvir miðbýin. Í 1959, tá ið vegurin lat upp, ferðaðust 75.000 bilar eftir vegnum um dagin. Í dag eru tað 200.000 bilar, ið dag- liga royna at ferðast eftir vegnum, og hetta hevur við sær, at 10 tímar hvønn dag stendur alt í einum knúti. Títtleikin á ferðsluvanlukkum er 4 ferðir so stórur sum aðra staðni í landinum. Hesir trupulleikar hava sett gongd á eina av heimsins størstu verk- ætlanum innan sivilverkfrøði: The Big Dig, ella "Stóri Grevsturin". Ætlanin, sum í mínum oyrum í fyrstani ljóð- aði sum tað reina science fiction, hevur við sær, at høvuðsvegurin yvir býnum skal leggjast 50 metrar undir jørð, undir metrolinjurnar, í 10-breytaðar tunlar, sum saman við 3 nýggjum brúm skulu binda økini rundan um Boston saman uttan at ferðsl- an noyðist gjøgnum tronga miðbýin (kanska eitt hugskot til Tórshavnar Býráð?). At fremja tílíka nýbygging mitt í einum býi sum Boston er vorðið til eina av størstu og truplastu verkætlanum nakrantíð í USA. 12,5 km av høvuðsvegi skulu leggjast undir jørð og ein 12-breytað brúgv skal byggjast, ið verður breiðasta brúgv í heiminum. Verkætlanin verður millum manna samanborin við nakrar av størstu verkætlanunum í farnu øld: Panama-kanalina, tunnilin undir Ermasund, og oljuleiðingarnar í Alaska. Tað, ið sermerkir hesa verkætlan- ina, er at hon verður framd mitt í einum stórbýi, ið krevur at ferðsla og lívið sum heild skal halda fram ótarnað. Trið- ingurin av fíggjarætlanini fer sostatt ikki til byggingina sjálva, men til aðra fyribils bygging, ið skal tryggja, at Boston kann virka sum býur, meðan verkætlanin verður framd í verki. Byrjað var í 1991, og í dag eru teir komnir væl á veg. Um tríggir fjórð- ingar av projektinum eru full- fíggjaðir, og væntandi verður reyði tráðurin kliptur í 2004. Kostnaðurin? Hann fer í síðsta enda at tátta í 90 milliardum krónum, ella 7 milliónir krónur fyri hvønn einasta metur. Ein dámur av Europa TELDUBRÆVIÐ Frá: Bartal N. Poulsen, Boston, bartal@mit.edu Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti bygt varð undir kommunismuni ikki altíð hevur verið í so góðum standi, sum vónandi kundi verið. Og teir sovjettblokkarnir, sæddir eru aðrastðani, hava heldur hvørki verið nakað prýði ella frægd fyri eygað. So í so máta kann tað vera gott tað sama. Men synd er at siga, at skínandi glasfasadurnar, sum í dag stinga seg upp í miðbýnum í Berlin, eru nakað at reypa av heldur. Líkjast øllum øðrum. Sjálvt á Argjum hava vit sama slag, hóast bygningarnir eru rættiliga nógv ógvusligari í Berlin. Onkrar leivdir frá gomlum døgum standa tó eftir, sum hava yvirlivað bæði heimsbardagar og kalda kríggið. Og teimum verður kelað fyri. Tak bara synagoguna, sum prýdd er við gulli uttan. Grund er til at halda, at tað ikki er nøkur jødisk essenarameinigheit, sum her heldur til. Undirhald Berlin er eisini kendur fyri síni leikhús og víðagitnu framførslur. Eitt teirra er Friedrichstadt Palast, sum í 135 ár hevur verið brúkt í undirhaldsídnaðinum í Berlin. Hevur yvirlivað tveir heimsbardagar. Er umbygt fleiri ferðir og hvørs stólatal er minkað fá 5.000 til í dag at vera »bara« 1.895. Og kortini vóru hesir næstan 1.900 stólarnir mestum allir upptiknir eitt vanligt hóskvøld í oktober, tá ein framúrskarandi framførsla av eini blanding av opera og varieté, nevnd 2002 nætur, streyk um stóra pallin. Sjálvandi við íblástri frá kendu arabisku ævintýrunum, men við nútíðarstroki. Kenslan av at sita her var eitt sindur sjáldsom. Aftur hetta at vera á nýggjum stað og vita, at hetta er rættiliga gamalt kortini. Her hava kendir persónar verið. Vist er, at nazistarnir nýttu húsið til tað, tað var ætlað til, og her hava bæði Hitler og Göring sitið. Og hin kenda Marlene Dietrich hevur við vissu dansað eftir hesum pallinum. Men uttan fyri er ikki bara leikur og spæl, tí fram við hús- veggjunum, á hvørjum gøtuhorni og fleiri ferðir í millum tey standa skøkjurnar og bjóða seg fram. Ungar, klænar og at síggja til ikki serliga lukkuligar, innfluttar gentur. Meira at síggja til neyðarsligar. Smágentur at kalla. Eini 15-16 ár. Ferðaleiðarin sigur frá, at tær fyri tað mesta eru komnar úr eystureuropeisku londunum. Teimum fyrrverandi kommunistalondunum. Ivaleyst við lyftum um bæði eitt og annað gott og stórt. Men eru so endaðar her. Her standa tær. Klænar og kaldar. Vitandi um, at einastaðni í myrkrinum situr einhvør alfonsur og fylgir við øllum, tær gera. Einki nyttar at lúgva teg undan forrætningini og stinga egnan vinning í lumman. Og minni nyttar at stinga av. Tí ansa teir eftir. Tað er myrkt, og tað kølnar. Upplivingin í leihúsinum var ófør, men hetta uttan fyri tók líkasum eitt sindur av henni aftur. So er at sleppa sær í jarn- breytarvognin og koyra aftur á hotellið. Uttan fyri vindeygað liggur Berlin. Bíðar eftir degnum í morgin, tá tú aftur kundi farið út at kanna býin. Men ikki verið liðugur. Tað skulu nógvir dagar til, og tíverri hava vit teir ikki. Men hóast Berlin er eitt stórt órudd í dag, er tað avgjørt ein býur, sum minst ein vika ella tvær saktans kundu fingist at gingið skjótt í. Í vøruhúsinum KaDeWe verður ikki klípt burturav, tá tú biður um ein morgun- matardisk. Og silvurborðiskur undir Framhald av síðu 7 Nýggjar Flekk-bøkur ÚTGÁVA Bókadeild Føroya Lærara- felags hevur givið við út smábarnabøkurnar Góða nátt Flekk og Flekk er heima. Eric Hill hevur skrivað og Eyðna Magnussen hevur týtt. Hetta eru fittar, smáar pappbøkur til tey smæstu við gerandismyndum, sum børnini kenna aftur. Í Flekk er heima spælir Flekk við vinin Sørin heima, tí tað regnar. Í Góða nátt Flekk fer Flekk í bað og velur sær yndisbókina at lesa úr, áðrenn hann leggur seg um kvøldið. Staðið fyri prentgerðini hevur Hestprent. Bókin kostar 30, - kr. í bókabúðunum. Nr. 221 - 16. november 2002 29 Enn ein bók í røðini »Teir tóku land« BÓKAÚTGÁVA Tíðindaskriv Enn ein bók í vælumtóktu røðini »Teir tóku land« eftir Jógvan Arge er komin í handlarnar. Hetta er fimt- anda bókin, hann hevur skrivað, og tann sjeynda í hesi røðini. Bókin lýsir umstøðurnar hjá føroyskum útróðri og flakavinnu í Grønlandi í meginpartin av sekstiárunum. Stundum kom ein øgi- ligur fiskur upp á land í Føroyingahavnini, og besta árið fekk flakavirkið hjá Nordafar heili 9000 tons í ráfiski úr útróðrarhavnun- um í Tovkussak, Føroyinga- havnini, Grátufjørðinum og báðum havnunum í Ravns- oynni. Alsamt fleiri útróðrar- menn løgdu um frá saltfiski til feskfisk. Tað hevði við sær, at Samvinnufelag Fiskimanna gavst at skipa fyri. Teir flestu menninir avreiddu til Nordafar, men í Borgshavn og Kangarssuk skipaðu teir egið felag fyri saltfiskamenn. Stundum hildu útróðrar- menn fiskaprísin vera ov lágan, og til tess at halda upp á sítt fólk gjørdi Nordafar seg í 1965 betur út við nýggjum deksbátum. Teir fiskaðu meir enn teir gomlu NDF-bátarnir. Dentur verður í bókini lagdur á at lýsa dagligdagin hjá útróðrarmonnum í Grønlandi gjøgnum sam- røður við menn, sum vóru fleiri ár í eitt nú Føroyinga- havnini og Kangarssuk. Nortið verður eisini við sorgarleikin, tá ein víkar- genta hvarv í Grátufjørð- inum í 1966. Serligur kapittul er skriv- aður um kendasta føroying- in í Grønlandi eftir heims- bardagan, suðuroyingin Johannes Larsen, sum var skipari og skjútti á hvala- bátunum hjá KGH. Hvørt mansbarn kendi hann og nevndi hann Sonja-Larsen. Í 1964 vóru samráðingar um rættindi føroyinga í Grønlandi. Sáttmálin varð endurnýggjaður, men tað kom greitt til sjóndar, at grønlendingar sum fráleið sjálvir vildu hava sum mest av ágóðanum av fiskinum í grønlendskum sjógvi. Um alt hetta og meir aftrat kann lesast í »Teir tóku land« nr. 7, sum er góðar 200 síður og er prýdd við 150 myndum og kort- um. Kostnaðurin er 299 kr. í handlunum. Anker Eli Petersen hevur teknað permu og kort og Hastprent hevur havt prentumsit- ingina um hendur. Leygardagin hittast fólkafloksfólk til landsfund í Pálsstovu í Havn LANDSFUNDUR Heri á Rógvi Í dag – leygardagin – held- ur Fólkaflokkurin lands- fund. Fundurin verður hild- in í Pálstovu, sum hevur adressuna Mykinesgøta 7 í Havn. Fundurin byrjar kl. 10. leygarmorgunin og heldur fram nakað út á seinna- partin. Óli Breckmann sigur, at fundurin verður ein saman- umtøka yvir politisku gongdina. Málini á skránni eru tey somu sum undan- farin ár. Roknast kann við, at løgtingsvalið í apríl fer at merkja fundin. Tað eydn- aðist Fólkaflokkinum at varðveita sína støðu í samgonguni og at varðveita løgmanssessin. Í fjør hevði Fólkaflokk- urin fatur á Bent Jensen sum gestarøðara. Tað er hann, ið stendur á odda fyri føroysku kanningini í skjalugoymslurnar í gamla Sovjet. Í ár er gestarøðin heintaður innanflokka. Tað verður Tummas í Garði, sum fer at røða um ymiskt innan læknaøkið í Føroy- um. Landsfundurin hjá Fólka- lokkinum verður hildin leygardagin í Havn. Myndin er tikin á seinasta landsfundi í vár í sambandi við løgtingsvali Fimtanda bókin hjá Jógvani Jógvan Arge við fimtandu bók síni, Teir tóku land – tann sjeyndi í røðini um føroyingar til lands í Grønlandi Mynd: Jens Kristian Vang Fólkafloks landsfundur 29