leygardagur 16. november 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 221 - 16. november 2002
Nr. 221 - 16. november 2002
31
Gamlar myndir úr Vágum
Hesar myndir eru úr savninum hjá Karl Joensen og Valborg Svaðabúð í Miðvági. Fólk eru vælkomin at
gera viðmerkingar til myndirnar, kontaktpersónur er Georg Hansen, hann hittist á telefon 333066
6. partur
A 23: Jóhanna Kathrina Joensen 1845-1921 bóndakona á
Ryggi
A 28: Mikkjal á Ryggi, Sørin Daneilsen og Jógvan bóndin reiða
A 25: Joen Heini Joensen
1884-1973 og Anna Elisabeth
J. 1884-1966
A 26: Í Skúlanum, hjá
Jákup Paula, Dansistovan,
hjá Tummas Johansen
(Boys), hjá Jákup Paula
Joh., hjá Hans Nicláa og
hjá Jógvan Heinesen
A 27: Sámal Jákup Niclasen og
Godtfred Heinesen hjá Julionnu
A 24: Joen Heini Joensen, Bónda-Heini, 1884-1973
Fríggjakvøldið 8.
november var ein lítil
mótaframsýning í
Marco Polo. Janus
Poulsen, sum er í
læru hjá Hans Joen-
sen á Hálsi skipaði
fyri mótaframsýn-
ingini, sum er ein
partur av hansara
endaligu uppgávu
MÓTI
Solby A. Eliasen
Hetta kvøldið var Marco
Polo pyntað við ymiskum,
ið hoyrir mótanum til.
Klæðini, ið vórðu sýnd
fram vóru til mannfólk,
men kortini vóru kvinnu-
ligar modellir eisini.
Nakað av fólki var saml-
að til hetta kvøldið, og tey
fingu eina trýrættaða mál-
tíð.
Kvøldið byrjaði við, at
tey fingu forrætt og høv-
uðsrætt, og tá fólk vóru
nærum liðug við at eta
høvuðsrættin,
byrjaði
mótaframsýningin. Modell-
irnar, bæði menn og kvinn-
ur, gingu millum gestirnar
og samstundis gingu ser-
vitrisurnar runt og syrgdu
fyri, at ongin manglaði
nakað.
Janus Poulsen sigur, at
hetta var ein partur av
endaligu uppgávuni hjá
honum.
- Hetta var tann praktiski
parturin av uppgávuni, sum
fer at snúgva seg um
menningina av eini nýggj-
ari linju til ung mannfólk,
greiðir Janus Poulsen frá.
Hann verður liðugur við
sína útbúgving í januar ella
februar.
Hann sigur, at hann hevur
hugsað um at skipa fyri
einum tílíkum tiltaki longi,
og at tey hava tosað nógv
um tað í handlinum eisini.
- Einaferð hugsaði eg um
at skipa fyri onkrum tí-
líkum í Grasagarði, men
tað bleiv so ikki til nakað.
Og nú var so langt útliðið,
at tað var tíð upp á, at fáa
henda partin av uppgávuni
avgreiddan, sigur hann.
Og tað fekk hann so
næstseinasta fríggjakvøld í
Marco Polo. Alt í alt eitt
sera hugnaligt og væl-
eydnað kvøld, so nú er bert
eftir at vóna, at lærlingurin
fær gott ummæli fyri hetta
tiltak, har hann hevði
megnað at seta mat og
hugna saman upp á ein sera
avslappandi máta.
Væleydnað hugna- og mótakvøld
Modellirnar gingu í millum fólkini, sum sótu og nutu eina
góða máltíð
Mynd: Gissur Pætursson
Modellirnar virkaðu sera væltrenaðar og var onki at seta
fingurin á
Mynd: Gissur Pætursson
Tað riggaði avbera væl, at kvinnur gingu í klædningum.
Mynd: Gissur Pætursson
Janus Poulsen, sum er í læru hjá p/f Hans Joensen á Hálsi,
skipaði fyri móta og hugnakvøldinum sum ein partur av
hansara endaligu uppgávu
Servitrisurnar gingu runt og syrgdu fyri, at ongum manglaði nakað
Mynd: Gissur Pætursson
C
M
Y
K
31
30