Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-07-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 1986síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 Hvussu við vatnorku- útbyggingini? Fyri nekrum vikum síðani læt Orkuráðið landsstýrinum nýtt álit um vatnorkuút- byggingina í Eysturoynni. Tað var lands- stýrið, sum fyrr í ár heitti á Orkuráðið um at samanbera úrslitini hjá tí sonevnda 4- mannabólkinum og SEV um útbyggingar- møguleikar i hæddini i Eysturoynni. Í ålitinum frå SEV, sum varð latið lands- stýrinum í 1985, koma SEV og ráðgevar tess til ta niðursteðu, at eingin orsek er at broyta verandi vatnorkuprojekt og leggja útbygg- ingina í hæddina ístaðin, soleiðis sum m.a. »Vedranesmenninir« á sinni førdu fram og soleiðis sum eisini fleiri verkfreðingar hava mælt til hesi seinastu árini. Landsstýrið bað síðani teir fýra: Steen Balle, Magnus Danielsen, Boga Hansen og Olávus Danielsen um at gera nýggjar met- ingar av útbyggingarmeguleikunum í hædd- ini og vísa munin millum slíka útbygging og hana, sum SEV nú fremur í Eysturoynni. 4-mannabólkurin kom til ta niðursteðu, at ein útbygging í hæddini hevði givið munandi meira orku og hevði tí reint búskaparliga givið betur úrslit enn verandi útbygging SEV's. Tå var tad so, at SEV kalladi til tidinda- fund og har greiddi fjølmidlunum frå, at ålit- ið, sum 4-mannabólkurin hevði latið úr hond- um, var bæði ófullfíggjað og tendentiøst. Svar SEV's til 4-mannabólkin var almanna- kunngjørt í allari foroysku pressuni. Stutt eftir hetta letur so 4-mannabólkurin landsstýrinum sítt svar til viðmerkingar SEV's. Hetta svar er legið nokk ongantíð al- mannakunngjert. Vit hava fingið hendur á tí og halda tað vera rætt at endurprenta tað her, soleiðis at lesarin betur kann fylgja við gongdini í málinum. Eisini prenta vit í dag brot úr niðursteðuni hjá Orkuráðnum um útbygging í hæddini. Ætlan okkara er í komandi bleðum at fáa viðmerkingar til málið og at hava tilfar annars, sum snýr seg um vatnorkuútbygg- ing i Føroyum. jan Utbyggingin eigur at halda fram nakad enn, men so at steðga i Djúpadali. Eitt nytt projekt eigur at gerast, sum fevnir um tunlar í hæddini, sigur Orkuráðið um útbyggingina hjá SEV. Orkuráðið í niðursteðu til landsstýrið: SEV eigur at steðga vatn- orkuútbygging og útbyggja i hæddini ! Tað er einki uttanumtos í seinastu niðursteðuni hjá Orkuráðnum til landsstýr- ið um vatnorkuútbygging SEV's í Eysturoynni. Orkuráðið sigur bart út, at SEV eigur ikki at fremja alla ta útbygging- ina, sum undanfarna landsstýri gav loyvi til, nevniliga Eiði 1 og 3. men at SEV eigur at steðga á hálvari leið, t.v.s. at tað ikki eigur at verða borað longur enn til Djúpadals. Kanningar av teimum lægru økjunum norðanfyri Eiðisvatn, t.d. har borað verður nu, vísa, at ikki eigur at verða borað longur enn til Djúpadals. Orkuráðið vísir síðani á, at útgerðin eigur at verða flutt til Eiðisskarð við Argisá upp í umleið 310 metra hædd, men sigur, at hetta arbeiði tó eigur at projekterast meira ná- greiniliga. Hiðani eigur so at verða borað norðureftir til Svínabotn. Samstundis, sigur Orkuráðið víðari, eiga byrgingarnar at verða gjørdar lidnar við Eiðis- vatn og kraftstød til vatn- ið frá teimum høgt- liggjandi tunnlunum Tá liðugt er borað norð- ur til Svínabotn er rættast at borað verður suðureftir í umleið 310 metra hædd til og við Veðranes Orkuráðið hevur saman við ráðgevum sínum El- sam og Berdal gjørt kann- ingar av vatnorkuútbygg- ingarmeguleikunum i Eysturoynni og sigur i nidurstødu sini, at skal nakað búskaparligt sam- anhang vera í vatnkraft- útbyggingini fyri vestur- síðuna av Eysturoynni, eigur ell vestursíðan at verða útbygd í umleið 310 metra hæud. »Bumba« Slik nidurstøda kann ikki sigast at vera annad enn ein bumba i øllum tjak- vatnorkuut- byggingina i Eysturoynni Just tåa, sum Orkuráðið og rådgevar tess nu føra mum um fram, hava teir sokalladu »Vedranesmenninir«, nú- sitandi leidsla i landsstyr- inum og 4-mannabólkurin víst á ferð eftir ferð, uttan at SEv hevur latið við seg koma Nú tekur so óhefti stovnurin, Orkuráðið, undir við teimum, sum ganga ímóti at fremja ver- andi SEV-útbygging og heldur ynskja at flyta út- byggingina upp Í hæddina, tí har gevur hon samfelagnum munandi meira orku og harvið eitt betri búskaparligt úrslit. Um frágreiðing og kann- ingar SEV's av meguleik- unum at útbyggja vatn- orkuna í hæddini, sum vórðu gjerdar i fjør, sigur Orkuráðið, at feilur hevur verið í teimum vatn- data, sum vóru fyri ekið við Eiðisvatn. Hesin feilur Jóannes Hansen, formað- ur í Orkuráðnum latið landsstýrinum álit, sum gongur ímóti verandi vatnorkuútbygging SEV's er rættaður í teimun kanningum, sum Orku ráðið og ráðgevar tess hava gjørt og vísir tað seg, at nakað meira vatn er í økinum enn roknað varð við tá. Orkuráðið vísir eisini á at kanningar av, hvussu regnið ekist við hæddini vísa, at meira orka fæst í hæddini í mun til tað, sum SEV hevur roknað út. Ráðið metir, at hæddar veksturin í mun til 318 m hædd, helst ekist við 10 pr. 100 metur, heldur enn 5%, sum fyrr hevur verið roknað við. SEV ikki tikið týdningarmikið eki við Víðari sigur Orkurådid: „Í teimum kannngum sum Orkuráðið hevur gjørt, eru ymisk utbygg- ingardemi, sum fyri ein part kunnu sammetast við útbyggingardemini í frá-