Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-07-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 1986síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 83 — 24. juli 1986 greiðingini hjá SEV. Ein avgerandi munur er tó í samband við tann norð asta partin (1 A) av Eysturoynni, har SEV ikki í nekrum feri hevur roknað við at byggja út í hæddini. Hetta vísir seg at hava avgjert vánaliga ávirkan á búskaparligu gongdina. Tað vísir seg, at verður tann norðari parturin (eki I A + 1 B) útbygdur í ca. 150 m hædd, verður orku- framleiðslan burtúr hes- um uml. 20 GwH pr. ár. Verður sama eki bygt út í uml. 310 m., kann roknast við, at orkuframleiðslan verður uml. 31 GwH pr ár, sum er ein eking uppá meira enn 50%. Tá út- byggingarkostnaðurin bert økist vid 37%, førir hetta vid sær, at tann lut falsligi utbyggingarkostn- aðurin fellur frå 10,29 kr KwH til 9,33 kr. /KwH. ein vidari utbygging sudureftir til og vid Vedra- nes, er greitt til búskapar- ligan fyrimun, í mun til bert at byggja út tey norð- aru ekini. Tann lutfalsligi útbyggingarkostnaðurin fellur til uml. 5,60 kr./- KwH ella gott helvtina av kostnaðinum fyri tann norðara partin Meguligt er at fáa uml 55 GwH við eini útbygg- ing í 310 m. hædd í mun til uml. 40 GwH í 150 m hædd, og svarar hetta til 38% meira orku fyri alla vestursíðuna av Eystur- oynni Sostatt skal nakað búskaparligt samanhang verða í vatn- kraftútbyggingini fyri vestursíðuna av Eystur- oynni, eigur ell vestursíð- an at verða útbygd í uml. 310 m. hædd. Ein útbygging, sum bert fevnir um vestur- síðuna av norðara parti av er eyðsæð, at Eysturoynni, kann, sum áður nevnt í Orkuráðsins frágreiðing frá 1984. ikki standa seg í mun til term- iskar utbyggingarmøgu leikar, sama um utbygt verður hegt ella lágt Avgerðir um at út- byggja vatnorkuna á vest- ursíðuni av Eysturoynni eigur tí at fevna um alla vestursíðuna, úr Svína- botni í norð til og við Veðranes suðureftir. Sæð frá einum búskaparligum sjónarmiði og í mun til orkunegdina, eigur hend- an útbygging at verða framd í uml. 310 m. hædd« sigur Orkuráðið Byrgingarnar við Eiðisvatn eiga at gerast lidnar og kraftsteðin við sjóvarmálan við, men so eigur at projektið at metast av nýggjum, sigur Orkuráðið. 4-mannabólkurin svarar SEV Besta búskaparliga loysnin er at útbyggja í hæddini — Tjakast kann um, hvussu stórur hesin fyrimunur er í mun til at byggja í neðra, men í ellum førum er hann nóg mikil til at hava stóran tydning fyri føroyska bú- skapin. M.a. hetta svaraði 4-mannabólkurin SEV aftur seinast í februar mánaði í ár, tá SEV langaði út eftir 4-mannabólkinum og áliti hansara um vatnorkuútbygging í erva og kallaði tendentiøst. tað ófullfíggjað og Vit prenta her svarið frá 4-mannabólk- inum til SEV, sum vísir ellum skuldset- ingum SEV's aftur: Á tíðindafundi 20. februar 1986 hevur SEV vidgjørt tað álit, vit lótu Lands- stýrinum 1. februar 1986. Vit skulu við hesum stutt viðgera nakrar av við- merkingunum og vísa til skrivligu frágreiðingina, SEV læt í sambandi við fundin (eftir hetta bert nevnd SEV). Orkuráðið tekur fyri stór- an part undir við álitinum hjá 4-mannabólkinum. Bogi Hansen er ein av lim- unum í bólkinum. Hann sigur við Sosialin, at hann ikki í letuni hevur nakra viðmerking til álitið frá Orkuráðnum. Hinir limir- nir í bólkinum eru Magnus Danielsen, Olávus Daniel- sen og Steen Balle. Orkunøgdir Tann mest avgerandi spurningurin í hesum máli er spurningurin, um hvussu nógv orka fæst burtur úr við at byggja út ávikavist í erva og í neðra. Henda spurning nevnir SEV als ikki í niðursteðu síni, men teir nerta við hann í 3. parti. Sambært frágreiðing frá SEV sept. 1985 eru umleið 7 GWh/ár at vinna í meirorku fyri alt ekið (1A+1B+2A+2B) við at byggja í erva, og svarar hetta til ein vekst- ur uppá !8%. Hetta er, væl at merkja, har eki 1A ikki verður bygt út í hæddini. Vit hava í áliti okkara víst á, hvar tunnl- ar gjøgnum alt ekið 1A+1BX2AX2B kunnu Síða 3 SEV um 4-manna- bólkin: ófull- figgjað og tendent- iøst arbeiði Aftaná at 4-mannabólkurin í februar læt landsstýrinum eina kaning av vatnorkuút- bygging í hæddini í Eysturoynni svaraði SEV beinanvegin aftur við at kalla hetta arbeiði ófullfíggjað og tendentiest. Niðursteðan í viðmerkingum SEV's til álitið frå fyramannanevndini var henda: at niðursteða 4-manna bólksins um avfalls- negdirnar í teimum ymisku hæddunum er grundað á ófullfíggjaða og tendentiesa nýtslu av litteraturi og observatiónum nevndin sær burtur frá, at ein minimal vatngoymsla og tær longu opnu veitirnar, uttan iva vilja ekja munandi um vatnspillið kostnaðurin av at gera ne ndu útbygging í erva er nogv undirmettur 1-man SEV so na bólkurin als ikki viðger teir fyri avgerandi praktisku trupulleikar og meiskostnað, sum stendst av at reka eitt so stórt og næstan óregulerað vatnorku verk í samkoyring við ta frammanundan sera kompliseraðu orkuframleiðsluskipan sum SEV hevur verða lagdir høgt, soleiðis, at meirorkan verður 15-20 GWh/år alt eftir avfalls- negd, t.v.s. ein vekstur uppá 30—50%. Hesa útrokning okkara nertir SEV als ikki við i svari sínum, tó at hon er ógvuliga lett at eftir- kanna, og vit hava roknað hetta tal so gjella, at vit kunnu siga við vissu, at tað ber til at fáa í minsta lagi 30% meiri orku við at byggja í erva heldur enn í neðra, líkamikið hvussu nógv avfallið veksur við hæddini. Meguliga ber til at fåa 50% meiri orku. Tey viðurskifti, sum SEV leggur dent á á id- indafundinum eru at finna í niðursteðu teirra, sum er í fýra punktum. Vit skulu viðgera hvert av hesum 1. Avfalisnøgdir SEV sigur, at niðursteða 4-manna bólksins um av- falsnegdir í teimum ym- isku hæddunum er grund- að á Ofullfiggjada og tendentiesa nýtslu av litt- eraturi og observatiónum. Av fragreiðingini skilst, at SEV metir tað skeivt av okkum ikki at taka við tel frá vatnorkufram- leiðsluni í Vestmanna, og tað er rætt, men kemur av, at vit ikki høvdu nóg álítandi tel. Vit royndu at nýta hesar mátingar, og fingu ein hæddarvøkstur uppá umleið 25% pr 100m í avfallinum, men tølini passaðu ikki ell saman, og vit fingu ikki allar teir upplýsingar frá SEV, sum vit bóðu um, tí mettu vit ikki hetta tal at vera nóg ålitandi og nýttu tað ti ikki Við teimum tølum, sum SEV vísir í Tabel A í frá- greiðingini til tíðinda- fundin ber til at nýta hesi úrslit. Tað ger SEV í síni frågreiding, og teir koma til, at hæddarveksturin í avfallinum er 5% pr 100m ella kanska eitt sindur meiri. Hesa útrokning lýsa teir við myndini Fig nr. 1, har teir eisini hava nýtt avfalsmátingar niðri í Vestmanna. SEV ger tó nakrar feilir í hesum út- rokningum, m.a má guving (fordamping) tak ast við tá avfalsmátingar og tilrenningarmátingar skulu samanberast. Vit hava roknað hesi tel út av nýggjum og fáa ein vekst- ur í avfalli, sum liggur millum 8% og 14% pr 100m, tá vit samanbera tey trý: Mýraverkið, Heygaverkið og Heyga- Mýru tælini við avfallið í Vestmanna, men minni vekstur fyri Fossáverkið. Vit duga ikki at síggja, at hetta á nakran hátt broytir okkara niður- steðu: at veksturin í av- fallinum við hæddini ligg- ur millum 5% og 40% pr 100m. Tað er greitt, at hetta úrslitið frá Vest- manna-økinum togar nið- ureftir, men afturimøti hava vit mátingarnar frá Eiðisvatni og Loran- steðini har veksturin í av fallinum var nógv meiri enn 40% pr 100m. Tað er rætt, sum SEV sigur, ei henda mátiroð er stutt ( ár), og tað minkar ur Framhald á síðu 8 —-