Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-07-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Orkubrølari ALT meira bendir å, at nåverandi vatnorkuútbygging SEV's i Eystur- oynni er einki minni enn ein brølari. Meðan skiftandi leiðslur i SEV ferð eftir ferð í bløðunum hava víst á, at tjakiå um vatnorkuna bert hevur seinkað hesi útbygging og einki itøki- ligt givið av nýggjum, so er tað kortini enn einaferð staðfest, at ver- andi útbygging er skeiv. VIÐ sínum seinasta áliti um vatnorku- útbygging í Eysturoynni hevur Orku- ráðið nú kveikt lív í aftur tjakið um hesa útbygging. Og tað skulu teir hava tøkk fyri. TAÐ vóru teir sonevndu Veðranes- menninir, sum á sinni settu spurnar- tekin við útbyggingarætlan SEV's og Højgaard & Schultz. Teir søgdu m.a., at eingin orsøk var at brúka Eiðisvatn til vatngoymsluna og at tunnlarnir heldur áttu at verið lagdir í hæddini, tí tá fekst mest orka burtur úr. LEIÐSLAN í Tinganesi hevur eisini vist sína ónegd við núverandi út- bygging SEV's og hevur somuleiðis mælt til, at útbyggingin verður framd í hæddini. SÍÐANI hevur 4-mannabólkurin ar- beitt víðari við hesum tankum og er komin til somu nidurstødu, nevniliga at tað var óneyðugt at leggjast á Eið- isvatn, at tunnlarnir eiga at liggja í hæddini o.s.fr. SUM rosinan í pylsuendanum kemur nú Orkuráðið og ráðgevar tess Berdal og Elsam til økulunda somu nidurstødu og mæla SEV til at stedga verandi útbygging fyrr enn ætlað og gera eitt heilt nýtt projekt sum miðjar ímóti at flyta tunnlarnar upp í hæddina. TVS. FYRST Veðranesfólk, síðani løgmadur, harnæst 4-mannabólkurin og nú Orkuráðið, Elsam og Berdal - øll mæla til at broyta verandi útbygg- ing og fara longur upp í hæddina fyri at fáa tað besta búskaparliga úrslitið. MEN tað tykist sum at leiðslan í SEV vil tvíhalda um upprunaliga projekt sítt og ikki víkja ein tumma frá tí. Sum borgarar í hesum landi vilja vit nú spyrja, hvønn rætt leiðslan í SEV hevur at tvíhalda um eitt projekt, sum er vorðið kolldømt av so mong- um sakkgnum? Og hvenn rætt hevur leiðslan í SEV havt til at kveistra allar aðrar áskoðanir um orkuútbygging til viks og vísa til, at slik umrøda bert hevur tarnað SEV í arbeiðinum ? Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Útgevari: P/f Sosialurin (> Fyritaksstjóri: Krisjan Daht Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen n— Térfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Uppseting: P}f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 TJAKIÐ um vatnorkuútbyggingina hjá SEv hevur ikki tarnað, men tað hevur harafturímóti loyst úr lagdi. Fólk í Føroyum eru við at gerast meira medvitandi um, hvat ið veru- leikanum fyriferst í samfelagnum, hvat tað eru fyri avgerðir, sum verða tiknar aftanfyri leiktjøldini og hverjir persónar taka hesar fyri samfelagið so týdningarmiklu avgerðir. TAÐ er nú ein sannroynd, skulu vit trúgva teimum mongu serkønu við undantaki av leiðsluni í SEV og Høj- gaard & Schultz, at orkuútbyggingin í Eysturoynni er ein skandala, sum í øllum ødrum demokratiskum londum hevði fingið avleiðingar fyri teir, sum hava staðið fyri — og kanska serliga tí hesi fólk hava íkki viljað givið kritikki og/ella ødrum hugsanum gætur. VATNORKUUTBYGGINGIN i Eystur oynni er helst størsta einstaka pro- jektid i Føroya søgu og taka vit vid alla utbyggingina, sum eisini fevnir um Vågoynna og Vestmanna, so er greitt, at tjakid ikki eigur at stedga nå. VIT mugu ut frå gjørdum mistøkum koma inn á rætta kós og fyribyrgja, at slík stór projekt, sum hava so stóra ávirkan á samfelagið alt, ikki avskepl- ast frá byrjan av. SEV hevur ikki viljað lurtað eftir at- finningunum, men hevur við hjálp frá politiskum umboðsmonnum á løg- tingi, í figgjarnevnd og í landsstýri trumfað eitt eftir øllum at døma óbrúkiligt projekt igjøgnum. NU noydist SEV so at lurta, ti tad er åbyrgd landsstyrisins at taka til eftir- tektar tað, ið serkønu ráðgevar tess koma til, og sum hægsti myndugleiki í landinum, so eigur landsstýrið at krevja av SEV, at tað tekur til eftir- tektar tað, sum so mangur serkønur í Føroyum og í grannalondum okkara hevur sagt um vatnorkuútbygging- ina. VIL SEV ikki lurta, so má svíða sum svellur. Landsins myndugleikar eiga ikki at lata sær alt lynda, tá tað snýr seg um samfelagsins besta. Tað er ikki longur ein spurningur um at »missa andlit«, men um at bjarga ti, id bjargast kann. jamii »Litla samkoma« i Haraldssundi Tad er ikki lukkuligt, sum Dagblaðið leikar í seinasta mánadag, har tað fortelur fólki, at Klaksvíkar býráð ikki hevur fingið fráboðan um eina „lítla samkomu“, hildin var í Haraldssundi nú Borðoyggin og Kun- oyggin eru samanbundn- ar. Og sum blaðnum líkt fer tað í hernað móti ellum teim góðu kreftunum, sum hava fingið skil á hesum máli. Kallar teir frekar, uttan at duga fólkaskikk, kallar teir býttar, leggur teir undir stuldur av æruni fyri byrgingini, brigslar tervandi politisk andsevni og at lúgva. Hetta vóru bert nakrar fáar málblómur, vit hent- aðu úr mánadags-Dag- blaðnum. Tað er eyðsæð, at fólka- flokkurin kókar av illsinni, nú teir síggja, at ongin vil hava við teir at gera. Hetta hevur Dagblaðið sína stóru skuld í, við tí blaðstjórn, tað hevur. Onki hampafólk kann >be- kvemma« seg at hava við hana at gera. Norðingar vita, at fólka- flokkurin hevur alla tíðina ligið í buktini, tá nakað veruligt skuldi gerast í Norðoyggjum. Men tå hann sær, at alt kortini kann gerast uttan hann — ja. so fer hann at tosa um læntar fjaðrar, setir vakr- ar myndir av Jógvani, Pálli og Annfinni, sum um tað eru teir, sum hava fingið hetta í rættlag. Sannleikin er tann, at tað er stikk mótsatt. Teir fingu onki á skaftið tey árini, teir sótu í landsstýr- inum — púrt onki. Tá hetta landsstýrið - 24. Juli 1986 kom, tå kom skil å. Full- fíggjað utbyggingarætl- an: brugv, siglingarrenna, berghol og alimøguleikar. — — Tad grør um gang- andi fót i Nordoyggjum, sjålvt um fólkaflokkurin við Óla Breckmann setir seg uttanfyri samarbeiði. Tí so skjótt, vit fingu rist fólkafloksómegdina av okkum, fór arbeiðið í gongd, og ein partur av úr- slitinum var júst >lítla samkoma« í Haraldssundi leygardagin, har Kunoyar bygdaråd hevði bjóðað — eisini býráðnum í Klaks- vík. At okkara borgarstjóri heldur vil vera á legu í Zar- epta enn at luttaka í „lítlu samkomu« má hann hava loyvi til. Norðingur Gøtu-betong Vit lata alla betong eftir ynski tygara við bili og pumpu Húsarhaldsskúli Foroya Nýggj skeið byrja í januar og august og eru í 5 Tlf. 41562 - 41563 månadir. august. Lærugreini - Matgerð Vask og rei Ibúðar- og Enn eru plåss eftir å skeiðnum, sum byrjar 11. Fr: — Føroyskur matur — Vistarlæra - Vørukunning Kostplanlegging og -útrokning Brúkarakunning — ngerå tilfarskunning Maskinlæra Tilskering og seyming Brodering Sosial kunning Tólvtra, bregda, virka o.a Familjukunnleiki Figgjarætlan og buskapur Heilsulæra Fyrstuhjålp Sjukrarøkt — Barnarøkt — Upplýsingar og umsøknarblød fåast við at ringja Tlf. 55974 ena 56956