Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-07-31, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. juli 1986síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 1 — 4. janúar 1986 Síða 7 Neyðugt við enn fastari stýring — Búskapur okkara er sera viðbrekin, so teir bátar, sum hagtølini sýna, kunnu verða foknir komandi árini, verður ikki ein sera føst stýring sett í verk, segði Atli Dam, løg- maður, m.a. i rødu síni á ólavseku. Vit prenta røduna. Fýraflokkasamgongan setti sær setningin at broyta búskap- argongdina, sum verið hevði undanfarin år, har uttanlands- skuldin vaks i risalopum og var komin upp ímóti 3.100 millónum við útliti til at vaksa upp i 5-6 millardir eftir 3-4 árum. Hvussu hetta hevur eydnast, eru helst ymiskar metingar um; men mong tekin eru um, at broyting er hend. Broyting til tað betra, um enn langt ífrá er rokkið á mál. Búskapur okkara er sera viðbrekin, so teir batar, hagtelini sýna, kunnu verða foknir komandi árini, verður ikki ein sera fast styring sett í verk. Tað, sum sagt varð seinasta år um toy eftir føroyskum viðurskiftum heilt serligu tiltøk, sum mugu setast í verk, er tí framvegis galdandi, skulu vit nærkast eini javnvågsstødu, har framleiðslan stendur mát við nýtslu, ílegur, renting og avskrivingarkostnað. Eins væl stendur fast, at tiltekini mugu fremjast samskipað fyri ell samfelagseki. Tað týdningarmesta tekinið um eina broyting í búskap- inum er gongdin í uttanlandsskuldini, ella minkingin í vekstri í uttanlandsskuld í mun til tær, metingar gjørdar vórðu og tær upphæddir, serliga árini 1983 og 1984 sýndu. Nettoskuldin til útlond vaks í 1983 við 645 mill. kr. og í 1984 við 810 mill. kr., meðan ekingin í 1985 var 340 mill. kr. og í 1986 er mett til 150 mill. kr. Heystið 1984 mettu buskaparfrødingar og aðrir, at skuldin við árslok 1985 fór at verða útvið 4 milliardir, og eftir teirri gongd, tå var, við árslok 1986 umleið 4,6 milliardir. Skjølini hjåløgd legmansfrágreiðingini i ár sýna, at hon heldur verður 3.555 milliónir kr. ella meira enn I milliard minni enn mett í 1984. Hesi tel eru helst óvæntað fyri mong teirra, sum hava havt ampa av teim stóru skipailøgunum, sitandi samgonga tók avgerð um í fjør. Skipailøgurnar í 1986 verða umleið 675 mill. kr. mótvegis 750 í 1985 og 1.014 í 1984. Tað eru tvinnar hevuðsorsekir til bettu búskaparligu gongdina. Onnur, tiltøk landsstýrisins á ymsum økjum og royndirnar at fremja eina stýring, og hin, búskaparligt viðrák uttanlands. Serliga lætti prísfallið á olju, tí tað kemur helst at merkja eina sparing upp á 120 mill. kr., meðan kursfallið á Gollara og norskari krónu gevur ein kursvinning í uttanlandsskuldini upp á 130 mill. kr. Hetta kursfall merkir hin vegin, at ein væntaður prisvøkstur á fiski ikki gerst veruleiki; men at vit mugu rokna við óbroyttum útflutningi í krónuvirði. Nýtt fyribrigdi, sum minkar um tyngdina av skipailøgunum, er eisini rentuískoytið, sum norski staturin rindar, tá ið bygt verður í Noregi. Hetta iskoytid er í 1986 umleið 55 mill. kr., og eru skipailøgurnar ti í veruleikanum ikki 675 mill. kr., men 620 mill. kr. Hesi fyribrigdi, sum eru í útlendska búskapinum, hava vit lítla og onga ávirkan á. tó at vit kunnu nýta tey meira og minni skilagott, tí er neyðugt at brynja seg í innlendska buskapinum enn meira, ti tey tiltøk, landsstýrið framdi í 1985 og fyrru helvt 1986, muna enn ikki nóg mikið, tå virkanin av teim stóru ílegunum, ætlanir eru um í 1987 og 1988, og tí virksemi, sum hesar orsaka, er havt í huga. Teir smáu batar, vit í dag hóma, verða lættliga tiknir út av fyrsta ólegi, fremja vit ikki nógv strangari tiltek. Vit kunnu ikki verða nøgd, fyrr enn uttanlandsskuldin veruliga fer at minka, ella ið hvussu er lutfallið millum uttanlandsskuld og bruttotjóðarframleiðslu minkar munandi, og enn er gongdin í hesum ikki nøktandi. Lutfallið millum uttanlandsskuld og bruttotjóðarinnteku var við árslok 1984 umleið 63%, og væntaðu vit. at tað fór at vaksa upp um 70%, áðrenn vend kom i, og í 1985 vaks hetta eisini til 65%, men fæst helst við árslok 1986 niður á 59%. Hetta tal er eisini ov hegt. Sum fráboðað longu í 1984 er hóskandi málsetningur at koma niður ímóti 30-35% í hesum valskeiði. Hetta verður sera torført at røkka, tí íleguvirk- semið í 1987 og 1988 verður sera hegt til tess at skapa møguleika fyri at framleiða seg burtur úr tronganum, tí sum so ofta sagt, ber ikki til bert at spara seg burtur úr trupulleikunum. 500 dagar Vísandi til, at eg í valstríðnum nevndi 500 dagar sum hóskiligt tíðarskeið at fremja slíkar fyriskipanir og lóggávur, at vit yvir eitt áramál komu burtur úr búskaparliga ójavnanum, spyr onkur, hví okkara búskaparviðurskifti ikki eru heilt í lagi nú Rætt er, at teir 500 dagarnir júst eru farnir, men tað, ið sagt var, var, at hesir 500 dagar skuldu nýtast til fyriskipan og tilrættalegging av politikki, sum upp á longri sikt bar á rætta borðið, og ikki, at alt var greitt eftir 500 døgum. Líta vit 500 dagar aftur, má ásannast, at nógv av teim tiltøkum, sum skuldu fremjast, eru framd og menna nú búskapargongdina, meðan einstek eru eftir at seta í verk, slík, sum krevja longri fyrireikingartíð ella tiltøk, sum eru seinkað í viðgerðini. Broyting í búskapargongdini er neyvan mál í sjálvum sær, heldur tað at leggja kósina inn í slíka javnvágssteðu, at aftur kann gevast hevi at fremja nýskipanir í umsteðunum hjá vanligum borgarum og lætta um tær eykabyrðar, vit mugu bera av slíkum nýskipanum. Fyri einstaka borgaran, sum noyðist at bíða eftir nýskipanunum (reformunum) er tað tó ein troyst, at reallønarfallid, sum var frá 1980-85, nú er steðgað, og ein lítil hækking komin ístaðin. Millum tey tiltøk, sum eru framd, eru broytingar í skatta- og avskrivingarreglunum, og miða hesar ímóti at býta byrðarnar á fleiri herðar enn áður og at bera samfelagnum nakað av samfelagsskaptum vinningi aftur. Hetta arbeiði kemur at undir eina rættvísari og skilabetri skatting. Tænastustoðið mótvegis skattaborgaranum verður bøtt í hesum ári vid stovnsetan av eini upplýsingardeild á líkningar- halda fram. so alt fleiri eki koma ráðnum Ein rationellur floti, góð stovnsrekt og eitt dyggari seluarbeiði eru einastu tiltekini, sum muna, skulu vit eiga eina fiskivinnu, sum stendur seg í kappingini við aðrar. Hin sokalladi fiskivinnustudningurin — sum umfordeilir ágóðan ella samfelagsognina — var í 1984 omanfyri 400 mill kr., hann verður í 1986 umleið 265 mill. kr. og eigur at minka enn meira. Tá fyrstani fáa vit ráð at fremja flyting av orku av grunna vatninum og meðalvatninum og ráð til rationalisering av útróðrarflotanum. T.d. verður tá peningur til »kondemn- ering« av skipum, tá umsteður eru til útbygging av ødrum meguleikum í staðin. Stuðulslán til skipabygging eru minkað og verða bert veitt við bygging i Føroyum. Vedhaldini eru minkað niður í 15%, og er ætlanin at fara niður á 10% næstu ferð, játtað verður til bygging uttanlands. Hetta fyri, at tað er dygdin í einum skipaprojekti heldur enn landskassaveðhald, sum treytar fígging. Samgongan hevur roynt at leggja alment íleguvirksemi í fastar karmar — so eitt spakuliga minkandi ella stødugt iløguvirksemi kann verða, men trupulleikarnir við stýring av samlaðu iløgunum eru stórir, m.a. vegna tervandi lóggávu og ovlítið útbygd samarbeiði millum landið, kommunur, privatar og peningastovnar. Tiltøk framyvir Í heyst verður tí veruliga lagt til brots fyri at fáa avtalur í lag við kommunurnar viðvíkjandi útsetan av ávísum iløgum, ætlanir eru um, og eisini avtalur við peningastovnarnar um afturhald í fígging av slíkum ílegum, sum samfelagsliga tola at bíða. Seinasta hálva árið hevur íleguvirksemið verið sera stórt, ja, so stórt, at tek arbeiðsmegi hevur ikki verið í Feroyum, og verða mong arbeiði ti gjørd av útlendingum, meðan onnur verða framd av fólki, sum er tikið úr framleiðsluvinnuni. Henda gongd má broytast, ti upp á longri sikt minkar hon um kappingarferið hjá framleiðsluvinnuni, skapar ójavna í lenarlagið og kann soleiðis goyma vanda fyri búskaparligum afturstigi. Taka vit til dømis iløguvirksemid i Tórshavnar kommunu, sæst at hetta er tvífaldað frå 1983 til 1984 og aftur frå 1984 til 1985 og uppaftur frå 1985 til 1986, ella úr umleið 20 mill. kr. i 1983 til útvið 150 mill. kr. í 1986. Hetta tykist í so nógv at seta í gongd í senn. Búskaparligu avleiðingarnar hómast í hagtelunum, har handilsjavnahallið — skip undantikin — okist við 20 mill. kr (il 441 mill. kr., og stavar hesta m.a. frá einum mettum vøkstri í innflutningi av nýtsluverum upp á 12 Verða ikki avmarkandi tiltøk sett í verk. er nú vandi fyri, at stóra virksemið, og nýtslumeguleikarnir sum fylgja tí. skapar eina bólgnan í innflutningin av óproduktivum verum. Eitt nýtiligt amboð í hesum sambandi verður ætlaða tvungna sparingin fyri inntøkur oman fyri 130.000 kr.