leygardagur 2. august 1986síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
triðju og
seinastu ferð
Ove Joensen, sum í báti
sínum »Diana Victoria«,
hevur megnað at rógva úr
Feroyum til Danmarkar,
hevði neyvan gjert hesa
roynd enn einaferð, um
tað miseydnaðist hesa-
ferð.
Tá Sosialurin tosaði við
hann í vikuni, segði hann,
at hann hevði avgjørt at
royna hesa triðju ferðina
aftrat.
Og tað hevur so eydnast
Ova at koma leiðina fram
til Danmarkar. Nú er bert
lættasti parturin av túr-
inum eftir: at rógva
restina av Limfjerðinum,
gjøgnum Kattegat og
Oyrasund og so til Keyp-
mannahavnar.
Ove Joensen fór úr Fer-
oyum fyrst í juli og brúkti
hann 27 dagar um ferðina
til Thyborøn við Lim-
fjørdin. Hann var útlúgv-
aður, tå hann kom til
Thyborøn 6lavsøkuaftan,
ti tå hevði hann róð góðar
60 fjórðingar í eitt sam-
degur uttan at hvíla seg.
Um ferðina úr Feroyum
hevur Ove annars greitt
Sosialinum frá, at hon
gekk heilt væl. Hann róði
teinin úr Feroyum til Het-
lands uppá umleið eina
viku og var eisini heppin
við veðrinum. Hann var
mest vestan í ættini. Eftir
at hava hvílt seg í eini vík
í Hetlandi, legði hann so
til brots út í Norðsjógvin.
Komin nakað væl úr landi
skifti hann til sunnan við
nógvum vindi. Lítið annað
var at gera enn at binda
fast í eitt útgerðarskip hjá
einum oljuboripalli har á
leiðini.
Har lá Ove í tveir dagar.
Tá var tað eisini, at hann
var fyri einum óhappi,
sum kundi fingið bráðan
enda. Endin úr bátinum í
útgerðarskipinum kom
um stevnin og mastrina til
navigatiónina og skræddi
alt úr gronini á bátinum.
Báturin fyltist við sjógvi,
men Ove fekk bjargað sær
alla útgerðina í ein tanga.
og tá vindurin linkaði
nakað, umvældi Ove
sjálvur skaðan. Hann tetti
holið við eini troyggju og
provianti og smíðaði so
blíggj fyri. Seinni tømdi
hann so båtin fyri sjógv
Hetta óhappið kundi
meira álvarsligt,
verið
men gekk tað tó væl í
hond hjá Ova at umvæla
skaðan
Ove helt so langt suður í
Norðsjógvin, sum
hann
kundi, fyri ikki at nærkast
Noregsstrondini, har lík-
indi ikki eru at rógva.
Hann helt fram við fleiri
av teimum bretsku olju-
boripallunum og fekk so
teir at lata Shetland
Coastguard positiónina,
so teir alla tíðina vistu,
hvar hann var staddur.
Tað eydnaðist Ova at
koma so mikið langt suður
í ZNorðsjógvin. at tá so
ættin skifti í ein sunnan,
so bilti hetta kortini ikki,
tí tá var Ove nær donsku
strondini sunnan fyri
Thyboren.
Tað ráddi um at koma
tvertur um Norðsjógvin
sum skjótt til bar, og tí
unti Ove sær ongantíð
meira enn fýra tíma frí-
vakt. Hann róði alla tíðina
um náttina og helt so frí-
vakt, tá tað fór at lýsa.
Tey trý seinastu sam-
degrini róði hann umleið
150 fjórðingar og hetta
bar til, tí hann hevði
undan næstan allan vegin.
— Eg legði sjálvandi
nógv fyri, tí eg havi nú í so
nógv ár roynt at gera hesa
ferðina, og hesa ferðina
skuldi tað so ikki mis-
eydnaðst, nú so stutt var
eftir til Danmarkar.
Ove dylur ikki fyri, at
hann hevur heimsins
besta bát, og uttan henda
bátin hevði tað neyvan
eydnast at gjørt eina slíka
ferð. So hann metir ferðina
vera eina sera góða
reklamu fyri feroyskt
bátasmíð.
Á túrinum hevur Ove
mest etið dósamat um-
framt skerpikjet, grind og
spik og drýl. Hann hevur
so eisini drukkip einar 4
litrar av te, juice og mjólk
um dagin.
Tá Ove kom til Thybo-
ren ólavsekuaftan, fekk
hann stórfingna mótteku
og tað sum kom honum
sera væl við, var at fáa ein
dunk við heitum vatni at
vaska sær í. Harumframt
fekk hann heitan degurða,
sum ikki kom minni væl
við.
Ove hevur úr Feroyum
til Limfjerðin róð einar
600 til 700 fjórðingar. Frá
Thyboren til Keypmanna-
havnar eru góðir 200 fjórð-
ingar aftrat. Hann roknar
við at vera í Keypmanna-
havn fríggjadagin.
Ferðin
hjá Ova
er góð
reklama
fyri
Føroyar
— heldur stjórin i Idé Møblum, Birgir
Andreassen, sum er høvudssponsor hjá
Ova
Ein spurningur, sum
kanska ikki hevur verið so
nógv frammi í umtaluni
av bragdinum hjá Ova
Joensen er. hvat henda
ferð hevur kostað honum,
og hvat hann peningaliga
kann fáa burtur úr ferðini.
Høvudssponsorurin hjá
Ova er Idé Møblar í Havn.
Framhald å sidu I 8
Fer at kyssa »Havfrinna« og taka i hondina á drotningini!
Ove og
båturin
i Tivoli
Stór mótteka, tå Ove Joensen kemur til
Keypmannahavnar friggjadagin.
Eitt stórt fyrireikingar-
arbeiði er nú sett í gongd í
samband við at Ove Joen-
sen kemur til Keypmanna-
havnar fríggjadagin. Bæði
danir og feroyingar eru
við í fyrireikingunum,
sum fevna frá tí at fáa
loyvi at kyssa havfrunna á
Langelinie og til at taka í
hondina á Margrethu
Drotning.
Feroyska viðskifta-
stovan í Keypmannahavn
er komin upp í leikin og
verður nú alt lagt væl til
rættis, so einki »kiksar«,
tá Ove rer seinasta teinin
til Langelinie.
Ætlanin er, at fleiri skip
og bátar skulu út at taka
ímóti Ova og fylgja
honum seinasta strekkið
til Langelinie. Teirra
millum verður 10-manna-
farið hjá nólsoyingum,
sum vann kappróðurin á
ólavseku og við verður
tann sama manningin
Harumframt vera tað
fleiri foroyskir bátar, sum
førovingar i Danmark
eiga, id fara at taka imoti
Keyp-
mannahavn, Egon Weide-
kamp, hevur sagt, at danir
fara at gera nógv burtur
úr Ova, tá hann kemur
leiðina fram. Ætlanin er at
senda ein sleipibát út móti
honum og við umborð
verða 12 kendir jazz-
tónleikarar.
Borgarstjórin i
Ove ætlar at leggja at í
Langelinie og fara í land
at kyssa >Den lille Hav-
frue«. Har vera so einir
hálvthundrað nólsoyingar
at taka ímóti honum
umframt eitt stórt tal av
foroyingum, sum búgva í
Danmark.
Egon Weidekamp fer at
halda reðu og helst eisini
nakrir feroyingar. Teirra
millum bygdarráðsfor-
maðurin í Nólsoy.
Tíðindi vilja eisini vera
við, at kendi danski tón-
leikarin Kim Larsen, sum
hitti Ova undir Feroya-
vitjan síni herfyri, fer at
vera hjástaddur, tá Ove
leggur at landi
Frá havnini verður sí
koyrt við einum 100 ára
gomlum hestavogni (opn-
ari karet) fyrst til Amal-
ienborg, har Ove fer at
handa Margrethu drotn-
ing bræv frá løgmanni og
gávu til prinsarnar
Síðan gongur leiðin til
bústapin hjá danska for-
sætisráðharranum Poul
Schlúter, har Ove fer at
handa honum bræv frá
løgmanni.
Ove hevur eisini gåvu
vid til borgarstjóran i
Keypmannahavn frå
borgarstjóranum i Havn
Seinni fer Ove so til
»Hotel Admiralen«, sum
hevur bjóðað Ova at
búgva har í 14 dagar
ókeypis. Tá verður so ætl-
andi pressufundur.
Leygardagin er ætlanin
at vísa bátin fram í Tivoli,
og har skal Ove so sjálvur
greiða frá ferðini.
Læknar vilja kanna
Ova
Stórur áhugi er fyri Ova
og ferð hansara. Nú hava
tríggir = professarar á
Ríkishospitalinum spurt
seg fyri, um teir kunnu
kanna Ova og brúka hesar
kanningar til grein í
læknablaðnum >Ugeskrift
for læger«. Hetta hevur
Ove givið teimum loyvi
til.
Danskir ævintýrarar
vísa eisini Ova ans. Teir
meta bragd hansara at
vera so mikið stórt, at teir
hava boðið honum at
gerast heiðurslim í felagi
teirra »Eventyrernes
Klub«.
Tað er enn ógreitt, nær
Ove kemur aftur til Fer-
oya. Helst fer hann nú
beinanvegin at kanna,
hverjar meguleikar hann
hevur at fáa stóru út-
reiðslur sínar dekkaðar við
at brúka ferðina í reklam-
um.
jan
á
Sa
Eee