leygardagur 9. august 1986síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
UA
TA
Nr. 88 — 9. august 1986
Landssjúkrahúsið
3800 Tórshavn
Hesi størv eru leys at seta:
Á fødideild A2: 1 sjúkrasystir i nått-
arvakt at arbeiða 56 tímar aðru
hvørja viku.
Á barnadeild B4: 1 sjúkrasystir frá
16. august 1986.
1 avloysari fyri sjúkrasystur at
byrja skjótast gjørligt og til 31. okt-
ober 1986.
Á skurðdeild B5: 1 avloysari fyri
sjúkrasystur frá 1. oktober 1986 til 30.
september 1987.
Á heiliráðdeild B6: 1 sjúkrasystir at
byrja skjótast gjørligt.
1 sjúkrasystir í náttarvakt 56 tímar
aðru hvørja viku.
Á uppihaldsdeild E3: 1 avloysari fyri
sjukrasystur at byrja skjótast gjørligt
og til 15. desember 1986.
1 avloysari fyri sjúkrasystur i kvøld-
vakt 56 tímar aðru hvørja viku frá 16.
oktober 1986 til 31. januar 1987.
3 sjúkrahjálparar at arbeiða fulla
tíð.
Á skurðgongini: 1 avloysari fyri
sjukrasystur at byrja skjótast gjørligt
og til 15. november 1986.
Á anæsthesideildini: 1 avloysari
fyri anæsthesisjúkrasystur frá 1.
september 1986 til 15. januar 1987.
Á psyk. deild +: 1 sjúkrasystir i 1.
assistent starv.
2 sjukrasystrar.
Á psyk. deild 4: 2 sjúkrasystrar.
Á psyk. deild 5: 1 sjúkrasystir í 1.
assistent starv.
4 sjukrasystrar.
Nærri upplysingar um størvini fåast
vid at venda sær til sjukrarøktar-
leiðsluna á Landssjúkrahúsinum, tlf.
13540, lokal 127.
GRUNDSKEIÐ Í
SVEISING
Treytað av m.ø. nóg stórari undirtøku
verður í døgunum 15.-26. september
1986 (vikurnar 38 og 39, 80 tímar) eitt
skeið í sjóing á byrjunarstødi fyri
handverkarar. Undirvíst verður í:
Elektrodusveising, gass-sveising,
CO2-sveising, aluminius-sveising,
TIG-sveising, lodding og flammu-
skering — vid størsta denti løgdum å
elektrodu- og gass-sveising.
Nærri upplysingar fåast vid at
venda sær til metalldeild skulans,
telefon 11957-14.
TEKNISK! SKULIN
Téorsgøta 21, 3800 Tórshavn
— NN HØ
JC løroya følkaháskuli
lage”
9 DE SAMOS E
HEYSTSSKEIDID
byrjar 16. august
Nøkur pláss eru eftir á skapar.di linj-
uni, ungdómslinjuni ella fiskivinnu-
linjuni.
Almenna skúlalinjan er fullteknað.
Ringið ella skrivið til háskúlan eftir
gjøllari upplýsingum um undirvísing-
ina, kostnað, studningsmøguleikar
o.t.
Háskúlin
tlf. 11743 ella
41729
SINNISBATI
— skeid å håskulanum
| døgunum 5.9. — 7.9. 1986 skipar
Sinnisbati fyri skeiði á háskúlanum.
Heitið á skeiðnum verður: Stødan
hjá sinnisliga sjúkum.
Á skeiðnum verða m.a. hesi evni
vidgjørd:
Upplysing um sinnissjúku og við-
gerdarhættir
Sinnissjúkralógin
Distriktspsykiatri
Seinasta dagin verður pallborðsfund-
ur, har framtíðar politikkur fyri sinnis-
rakt verður vidgjørdur.
Ætlanin er at skeiðluttakararnir
skulu búgva á háskúlanum.
Skeiðið vendir sær serliga til av-
varðandi, men onnur áhugað eru eis-
ini vælkomin.
Fyrilestrahaldarar verða bæði fak-
fólk og avvarðandi.
Umframt føroysk fakfólk kemur
Lise Weile, fyristødukvinna á Nord-
vang, at luttaka.
Luttøkugjaldid er kr. 250, er tå
vistarhaldið á háskúlanum íroknað.
Byrjað verður fríggjadagin 5. sept-
ember kl. 16, og endar skeiðið umleið
kl. 16 sunnudagin hin 7. september.
Tey, id ætla at luttaka, skulu siga
frá í seinasta lagi 26. august á MBF-
skrivstovuni — tlf. 17373 — ml. kl.
15—17.
SINNISBATI
San
LEYST STARV
Eitt starv sum skúlastjóri verður at
seta á Føroya Handilsskúla frá 1. okt-
ober 1986, av tí at núverandi skúla-
stjóri hevur sagt seg úr starvi.
Á Foroya Handilsskúla ganga um-
leið 180 dagskúlanæmingar og um-
leið 650 kveldskúlalesandi. Útbúgv-
ingargkini eru:
— FHS stoðisár
— FHS2. parts skeið
— HMX-skeið
— Hægri Handilsskúli
— Merkonomskeið
— Stakgreinaskeið
— Umbiðin skeið (t.d. bankaskúli)
Føroya Handilsskúli hevur høvuds-
deild í Havn. Til skúlan eru knýttar
bygdadeildir, ið hava frálæru í HMX-
lærugreinum og merkonomlæru-
greinum.
Skúlastjórin hevur um hendi dag-
ligu leiðslu skúlans, og hevur hann
ábyrgdina av, at frálæran fer fram
sambært galdandi reglum ásettar av
skúlamyndugleikunum. Stjórin hevur
somuleiðis ábyrgdina av, at fíggjar-
liga umsiting skúlans fer fram sam-
bært galdandi viåtøkum og lóggávu.
Tann, ið verður sett/ur í starv, má
kunna prógva útbúgving, ið gevur
undirvisingarførleika innan handils-
skúlagkið. Harumframt verður
dentur lagdur á leiðslu- og fyrisiting-
arligu evnir og skúla- og vinnulívs-
royndir umsøkjarans. Umráðandi er,
at tann, ið sett/ur verður, evnar at
meta um og virka fyri at lúka tann
utbugvingartørv, sum í hevuðs-
heitum stavar frá vinnulívi okkara, og
dugir at meta um eitt hóskandi lutfall
millum útbúgvingargkini.
Starvið verður lønt i 35. lønarflokki
við eini árligari viðbót á 21.350., og er
undirvísingarskyldan 7 tímar um
vikuna. Setanin fer fram sambært
rundskrivi frá undirvísingarmála-
ráðnum, dagfest 1. desember 1966,
við seinni broytingum.
Umsóknirnar, ið skulu verða Lands-
skúlafyrisitingini í hendi í seinasta
lagi tann 2. september 1986, skulu
stílast til Foroya Landsstýri og send-
ast til:
Landsskúlafyrisitingina
Falkavegi 6
3800 Tórshavn
Nærri upplýsingar fáast við at venda
sær til Landsskúlafyrisitingina.
Landsskúlafyrisitingin
5. august 1986
Lýsið í SOSlalinum