leygardagur 9. august 1986síða 16
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Nr. 88 — 9. august 1986
Karli Nolsee
skrivar
Kinesisk
fiskivinna
13. — 18. november í ár verður altjóða fiskivinnu-
messa í Kina, so vit kunna fregnast eftir, hvussu
tað stendur til við hesi vinnu har um leiðir og hvat,
ið hendir har.
Frá áralds tíð hava kinverjar hildið seg ikki
kunnað verið fisk fyriuttan á degverðaborðinum.
Orðatek eru, sum siga „eingin fiskur, eingin dog-
verdi«, »eydna og fiskur skapa lukku«.
Kina er í útnyrðingspartinum av Kyrrahavinum
og fevnir um 40 breiddarstig úr tropisku inn í
tempereraðu zonuna.
Har eru Phai, Gula Havið, Eystur og Suður
Kina Hevini og Kyrra Havið eystanfyri Taiwan
við meir enn 5000 oyggjum.
Strondin rekkur úr Yalu ósanum í Lianoing
landspartinum til Beilun ósan í GuangsiZhuang,
sjálvstýrandi landspartinum og er meir enn 18000
km long. Men tekur tú oyggjarnar við, er strondin
meir enn 32000 km long. Strondin er long við
mongum víkum og innvikum, har frálíkar havnir
eru allastaðni.
Fiskiøkid á landgrunninum innanfyri 200 m
dýpið er um 1,5 mill. km við einari aluferari vídd
av grunnum vatni og mórugrynnum, sum er 1,3
mill. hk.
Mangar stóráir sum Yangtze, Gula og perlu
renna út í hevini við hópin av organiskum tilfari,
sum teðir sjógvir og skapar lívsmeguleikar fyri
vekstri og nering av havdjórum og plantum.
Har eru ymisk sleg av fiski, skeljadjórum,
rækjum og tara. Harumframt er hópin av ónýttum
láglendi, sum við útgrevstri kann nýtast til fiska-
aling.
Kinesiska fiskivinnan og fiskaalisegan rekkur
langt aftur í tíðina. Men áðrenn 1949, tá kinesiska
fólkatjóðveldið varð stovnað, vóru fiskimenn
fátækir og høvdu teir og húski teirra vánalig kor.
Í 1949 var tann vatnskapta framleiðslan ell sum
hon var, einans 0,45 mill. t. Aftaná 1949 læt
nýggja stjórnin gera ein stovn til skipan og leiðslu
av fiskivinnuni, samtyktu stuðulsskipanir so sum
bílig lán til fiskimenn, og framleiðslan fór at vaksa
so við og við. Í 1957 var hon komin uppá 3,12 mill.
tons. Men árini aftaná 1957 var framleiðslu-
veksturin lítil sum fylgja av skeivum atburði og
leiðslu
Síðan 1978 hevur stjórnin umhugsað og um-
skipað atburð og virkishátt og fór tá undir at veru-
leikagera hugsanir um at lata upp móti útheim-
inum og at fáa heimabuskapin til at livna við aftur
við millum annað at ansa betur eftir, at tek evni og
tilfar varð rætt nýtt, fremja fiskaaling og dygd-
arkapping
Samstundis verður framleiðsluábyrgd sett í
verk og vísindalig og teknisk framstig verða út-
breidd og nýtt í framleiðslu
Við soleiðis at leggja dent á vernd av stovnum
og nering er framleiðslan farin at vaksa skjótt. Í
1985 var øll hin vatnborna framleiðslan farin upp
um 7 mill. tons. Samstundis vaks støddin av vidd-
ling i sjónum og vetnum til 3,7 mill.
hektar, og henda framleidsla vaks til meira enn 3
Málsetning 1Ú 6 it øll vatnborin fram
H 1
leidsla, t € la øid er K( n at enda kal røkka
18 mili. tons og est kulu 70 koma fr
fhiskaaing.
På
Kina: Havfiskiskapur
Havfiskiskapurin er tydandi partur av kinesiskari fiski-
vinnu
Landgrunnurin ýðir av smáum og stórum fiski av
mongum sløgum og litum, harav summi eru okkum
kunnug, men tey flestu hava vit ikki nøvn til
Har er fiskur, høgguslokkur, krabbar, rækjur skelja
djór. kúfiskur og mangt annað
Árliga veiðan er um helvtin av allar
týðandi marknaðar-
kinesiskari vatn-
bornari framleiðslu og er hin mest
og útflutningskeldan. Meir enn ein millión fólk eru
innan kinesisku fiskivinnuna og eiga meir enn 100.000
fiskibátar við motori, sum tilsamans hava fýra mill hk.
Fjøruti statsfyritekur eiga stivliga 100 fiskifør. Fiski-
vinnukollektiv og einstakir privatir eiga restina
Ivaleyst sjeyhundrað fiskaríhavnir eru framvið strond-
ini, smáar og stórar
Millum hesar eru trýhundrað, ið eru serstakliga væl
utgjørdar. Hesar havnir eru hevuðstilhaldið hjá hav-
fiskiflotanum og hava tær vanliga veðurfrásagnar-
stødir, keiir, kuldagoymslur, skipsvistir, vørugoymslur,
flutningtól, klinikkir og skúlar
Í Kina er troling mest týðandi fiskiskapurin sam-
anborið við snerpunót, sunnuvod, botngern og línufiski-
skap
Fyri tjúgu árum síðani blivu motortrolararnir mis-
brúktir á landgrunninum, og leiðslan ansaði ov illa eftir
fiskiútgerð, tíðarbundnum kvotum og friðaðum ekjum.
Hetta elvdi til afturgongd fiskastovnanna og hevði
álvarsligt árin á steðugu útbyggjan fiskivinnunnar.
Men síðan 1978 er fiskivinnuleiðslan styrknað og
batnað og ansar eisini eftir at reglugerðir um stongd
fiskiøki, tíðarmark og bannan av skaðiligari útgerð
verður hildið.
Í 1985 kom veiðan úr havinum upp í 3,5 mill. tons. og
var hetta so statt eitt seguligt ár.
Fiskari i fremmandum høvum
I fjør byrjadi Kina at fiska i fremmandum høvum.
Kinesiski fjarfiskiflotin før at royna veidi å land-
grunnum Senegals, Guinea Bissaus, Guineas, Sierra
Leones, Mauritius; og i Berings havinum og Alaska
vikini hjá USA. Teir hava fingið samstarvssåttmålar í
lag av fjølbroyttum slag við útlenskar fyritøkur um
felags virksemi, felagsframleiðslu og arbeiðssamvinnu.
Harafturat eru teir virksamir við at fremja menning
innan fiskivinnuna í hesum londum á javnbjóðis feti og
til felags gagn og eru stórliga virdir.
Kina styrkir stoðugt sínar fjarfiskiflotar fyri at vaksa
um fiskiveiðina og vil fegin vaksa um samarbeiðið við
fiskivinnutjóðir um allan heim.
Havbrúksaling
Havaling er gingið stórliga fram, takkað veri stuðul frá
stjórnini
z
z
FRIPPINFRND
Hesi seinastu årini hevur visind og tøkni gjørt stor
framstig, eitt nú innan aling av yngli hjá mongum hav-
djørasløgum og lívgan teirra soleiðis at årligur vøkstur
pr. framleiðslueind og í tali av alisløgum gongur stødugt
fram.
Í dag verða á teimum vanligu mórugrynnunum ald
meir enn tríati sløg av skeljadjórum, krabbum, rækjum
og perluskeljum umframt annað.
Í fjør var havalivinnan vaksin til trýhundraðtúsund
hektarar og árliga framleiðslan til sjeyhundraðtúsund
tons. Um avkastið hevði verið vegað feskt, hevði tað
verið útvið tríggjar mill. tons.
Frammanundan 1980 var tari nógv tann stersti part-
urin av framleiðsluni, meðan fiskur, rækjur og virðis-
mikil sleg einans vóru 5000 tons — uml. 7% av allari
aling. Men í 1985 var framleiðslan av virðismiklum
slegum farin upp um 60.000 tons.
Kina hevur byrjað samarbeiði við útlendskar fyri-
tekur, sum nýta hennara vitan og royndir. Kinesiski
fiskivinnufelagsskapurin hevur sent serfreðingar til
New Zealand fyri at fremja felags rækjualing.
Feskvatnsfiskari
Framleiðslan av kinesiskum feskvatnsfiski hevur fyrsta
pláss í heiminum. Tær kendu stóráirnar Yangtze, Perla,
Gula og tey mongu vetnini ýða í mongum fiskasløgum,
skjaldbøkum, krabbum og rækjum. Alla staðni i Kina
eru tíggjutals sleg av nýtiligum fiski og rækjum.
Tann fiskiligi parturin av stóraum og vetnum er til
víddar 14 mill. hektar og árliga framleiðslan um 400.000
tons. Hesi seinastu árini er avkastið vaksið aftaná at
Í
|
;
á