Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-08-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. august 1986síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 91 — 16. august 1986 tíðindablaðið Síða 5 Í oysandi regni hósdagin varð fundur settur úti á Vík, har sum IRF hevur fingið byggiloyvi til brennistød. Fjósið hjá Jacob Olivari Joensen hómast aftanfyri. Fjósið verður næsti granni hjá brennisteðini, verður hon bygd her. Ongin avgerð fy dagin Tað gongur ein, kanska tveir mánaðir, áðrenn Heilsufreðiliga starvs- stova hevur viðgjert kær- una um ætlanina hjá IRF at byggja brennistød úti á Vík í Leirvíkar kommunu. Og avgerðin hjá Heilsu- freðiligu starvsstovu kann kærast víðari til Landsstýrið. Og tað verð- ur hon ivaleyst, uttan mun til, hvussu hon verð- ur. So tað fer at líða væl móti jólum, áðrenn IRF hevur endaliga svarið. Út í móti 200 fólk í Leir- vík hava kært avgerðina hjá heilsunevndini í bygd- ini um at geva IRF loyvi við ymsum treytum. Hós- dagin vóru Marjun Han- usardóttir og Ásmund Guðjónsson, deildarleið- arar á Heilsufreðiligu starvsstovu, og Tommy Petersen, løgfrødiligur ráðgevi teirra, norðuri á Vík og hugdu at staðnum, har IRF ætlar at byggja. #7 Eftir hesum vegnum skulu allir ruskbilarnir koyra. Fram við vegnum eru næstan bara nýggj sethús og hild- ið verður, at eini 80 bern búgva her. Millum annað fyri at verja tey móti tungu ferðsluni, hava knappliga 200 leirvíkingar mótmælt ætlanini hjá IRF. Tey vóru eisini á økinum nærindis, haðani Leirvík fær vatn. Eisini tosaðu tey við leirvíkingar, bæði um- boð fyri tey, sum mót- mæla og hava kært, og bygdarráðslimir. Marjun Hanusardóttir sigur, at tey fyrst fara at biðja IRF og bygdarráðið senda sær tilfar um málið. hd Lógligt at lúgva — Tann, sum dugir at meta, hvar dómstólarnir seta markið, kann brúka lygnir sum politiskt vápn Dómstólarnir hava nú giv- ið fólki, sum hava hug at brúka allar snildir í polit- iskum stríði, eitt lógligt vápn afturat. Tað ber til at lúgva um mótsteðufólk og endur- taka hesar lygnir, hóast tær eru avsannaðar, uttan at hetta fær rættarligar avleiðingar. Tað ræður bara um at finna markið millum tað, sum dómstól- arnir meta er útspilling ella ærumeiðing og tað, sum ikki er revsivert. Hesa nidurstødu ber til at gera, nú Eystari lands- rættur hevur staðfest dómin hjá Feroya rætti í sakarmálinum millum Ola Breckmann og Tummas í Dali. Óli Breckmann varð aftur hósdagin fríkendur. Sakarmálið var um skriving í Dagblaðnum. Har stóð. at Tummas í Dali bleiv stevndur í sam- bandi við skrivingina hjá 14. September um jarn- smidhølid í Eysturskúl- anum. Hetta bleiv endur- tikið, hóast Tummas hevði avsannað í Fjúrt- anda og eisini hevði sagt við Ola, at hann onga stevning hevði fingið, tá freistin at stevna var úti. Tá ongin rættleiðing kom í Dagblaðið, avgjørdi Tummas at stevna Óla fyri útspilling og ærumeið- ing og við kravi um, at orðini um, at hann skuldi verða stevndur, blivu dømd deyð at vera. Men Tummas i Dali fekk ikki vidhald, hvørki i Føroya rætti ella i Lands- rættinum. Tað er ikki æru- meiðing og enn minni út- spilling at skriva um fólk, at tey eru ella verða stevnd, hóast hetta er lygn. Landsrætturin vísir eis- ini á, at Dagblaðið kom við einari rættleiðing tann 9. desember 1985 — tríggjar dagar eftir, at málið var démsvidgjørt í Feroya rætti! Landsrætt- urin helt ikki, nekur orsek er til at doma orðini deyð at vera, tí, sum lands- rættarformaðurin = segði: »udtalelserne var døde nok i forvejen«. Eystari landsrættur av- gjørdi annars, at hvørgin parturin skal rinda sakar- målskostnadin hjå hinum. hd SvF brúk fyri 40 mill. kr. at verja seg móti parabolum Sjónvarp Feroya skal hava minst 40 mill. kr., skal tað ikki kódna í ellum parabol og fylgisveinarok- inum, sum nú er byrjað. Tað er Lasse Klein, sum kemur við hesi meting, 40 mill. kr. Landsstýrismað- urin sigur, at hesar nógvu milliónirnar millum annað skulu brúkast til at byggja sjónvarpshús. Hann sigur eisini, at Landsstýrið fyrsta dagin fer at taka spurningin um framtíðina hjá SVF til við- gerðar. Hetta verður í sambandi við fíggjarlógar- uppskotið, sum skal niðan í Legtingið fyri 1. sept- ember. Í 1986 eru settar av 3 mill. kr. til at útbyggja SvF. Hesir pengar eru ikki brúktir. Fleiri umsóknir Lasse Klein heldur ikki, tað nyttar nakað at royna at utihysa fylgisveina- sendingunum. Í staðin eiga vit at royna at gera okkara egna sjónvarp so gott, at tað er ført fyri at kappast við øll tey út- lendsku. Men hetta kostar sjálvandi pengar. Landsstýrið hevur hin- vegin onga steðu tikið til, um onnur enn SvF skulu sleppa at senda í Feroy- um. Lasse Klein sigur, at Landsstýrið hevur liggj- andi tríggjar ella fýra um- sóknir frá einstaklingum og áhugabólkum, sum vilja sleppa at senda. Og ISF hevur sekt um loyvi at senda ítrótt. Hinvegin tykist ongin áhugi vera fyri at senda útvarp. Ongin hevur sekt um tílíkt loyvi, sigur Lasse Klein. Landsstýrið hevur eisini boðað frá, at tað er sinnað at vera við í norður- lendska samstarvinum um sjónvarpsfylgisveinin Tele-X hd Skal SvF ikki hverva íparabolskóginum, hevur stovn- urin brúk fyri minst 40 mill. kr., heldur landsstýrismað- urin í nentamálum. Lýsið í Søslalinum