Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-08-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. august 1986síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 tíðindablaðið Hetta er telexið, Kjartan Hoydal fekk úr Monaco. Watson leitar eftir flaggi Paul Watson noyðist nú at skifta flaggið á skipi sínum Sea Shepherd. I øll- um førum noyðist hann at finna okkurt land, sum vil hava skipid i skipalista sinum. Ti tann 5. septem- ber verður Sea Shepherd strikaður í listanum hjá oyggjalandinum St.Vin- cent og Grenadinurnar í Karabiska havinum. Kjartan Hoydal, fiski- vinnustjóri, fekk mána- dagin eitt telex við hesum upplýsingum. Telexið er frá sendistov- uni hjá St.Vincent og Grenadinunum í Monaco. Í tí verður sagt, at klag- urnar um Sea Shepherd, sum hevur brotið danska lóg, eru tiknar til eftir- tektar. Av tí, at reiðaríið hjá Sea Shepherd ikki hev- ur latið við seg komið og givið frágreiðing um hend- ingarnar í Feroyum, er av- gjørt at strika skipið tann 5. september. Sjóvinnufulltrúin á sendistovuni í Monaco, Bozo A. Dabinovic, hevur sent telexið til Kjartan Hoydal Sea Shepherd kemur annars aftur til Feroya fyrsta dagin, skilst á tíð- indum í útlendskum bleð- um. Tað ljóðar, at hann fer úr enskari havn tann 23. august og kanska verður hann so aftur at síggja í Nólsoyarfirði mánadagin 25. august. hd Nr. 91 — 16. august 1986 ara midalgott — Í 1984 var eitt gott ár hjá Vanlukku- tryggingini, men 1985 var ikki so gott. 60. roknskaparárið hjá Føroya Vanlukkutrygging var ikki meira enn miðal- gott, stendur í ársfrágreið ingini fyri 1985 Vanlukkutryggingin rindaði í 1985 slakar 11,9 mill. kr. í skaðabótum Hetta er 2,2 milliónir meira enn í 1984. Men í 1985 vórðu harafturat lagdar av h eilar 4 mill. kr í skaðatiltaksgrunnin. | 1984 vórðu bara lagdar av 600.000. Orsekin til, at skaðatil- taksgrunnurin hevði brúk fyri so nógv fleiri pengum í fjør, var fyrst og fremst tann, at eldri skadamål hava tikið seg illa upp og kosta umleið 3 mill. kr. meira enn upprunaliga. Prísveksturin hevur eisini gjørt sítt, verður upplýst i ársfrágreiðingini. Samanumtikið gav raksturin eitt hall uppá góðar 2,1 mill. kr. í 1985. Í 1984 var hinvegin vinn- ingur, 736.000 kr. Men endaliga úrslitið sær kortini betur út, ti pengar í bankum og spari- kessum og virðisbrev góvu knappliga 4 mill. kr. í rentu í 1985, so avlopið gjørdist góðar 1,8 milli- ónir. Tær eru fluttar í til- taksgrunn. Í 1984 vóru rentuinn- tekurnar góðar 3,4 mill. kr. og tá fóru knappar 3,7 milliónir í tiltaksgrunnin. Øll boða ikki frå Vanlukkutryggingin fekk 345 fráboðanir um færri enn i tjør vanlukkur, 24 árið fyri Í årsfrågreidingini stendur, at tiverri fær tryggingin ikki fråbodan um allar vanlukkur, hóast tryggingarviðurskiftini hjá teimum, hesar van- lukkur raka, eru í lagi og viðkomandi tí hevur rætt til endurgjald. Hetta má sigast at vera sera óhepp- ið. stendur í ársfrágreið- ingini. Hildið verður, at størsta orsøkin til, at fólk ikki boda frå, er tørvandi vitan. Ætlanin er ti at bøta um hesi vidurskifti i framtíðini, verður sagt Flestu fráboðanir eru viðvíkjandi hjálparfólki á landi, 117, og á 108. Vanlukkutryggingar- lógin er annars skoðað og meguliga verður uppskot um at broyta lógina lagt fyri Legtingið í heyst. SJOgV! endur hd Fiskafundur á Akureyri — Fyrstu ferð ráðharrarnir úr ellum Norðurlondum hittast Mánadagin setir ís- lendski fiskivinnu- málaráðharrin Halldór Ásgrímsson 20. norðurlendsku fiski- vinnuráðstevnuna, sum verður á Hotel KEA á Akureyri fyrstu dagarnar í næstu viku. Íslendingar, sum í ár hava stevnuna, rokna við eini 300 gestum úr hinum londunum, har- av teir 200 skulu vera við á ráðstevnuni. Í sambandi við ráð- stevnuna verður eisini fundur millum allar fiskivinnumálaráð- harrarnar i Norður- londum, tann fyrsti, vitad er um. Atli Dam verdur vid å hesum fundinum og m.a. eisini Moses Olsen, lands- styrismadur i Gren- landi og Lasse Wikløf, landsstýrismaður i Alandi. Norðurlendska fiski- vinnurådstevnan er annaðhvert ár. Gera lands- lagið aftur Nú verður aftur grent fram við landsvegunum Menn hjá landsverkfrød- inginum hava í summar sáað fram við vegunum i øllum landinum. Teir byrj- aðu hálvan juni og eru nú givnir fyri i ár. Og teir hava fingið nógv frá hond- ini, 500.000 fermetrar eru sprændir við tí serliga blandinginum av NPK handilstødum, grastræ, »limi« og vatni Hesin mátin at beta skadarnar, vegargerðin ger á landslagið, er nygg)- ur í Feroyum. Ein roynd varð gjørd i 1984 og í fjør varð so útgerðin keypt Hon er fyrst og fremst ein tangi, sum stendur á ein- um vanligum lastbili. Ein tangi rekkur til umleið 4.500 fermetrar. Blanding- urin kostar 1,10 kr. fyri fermeturin, so í summar hava teir brúkt fyri eima góða hálva millión. Tríggir mans hava í summar arbeitt við hesi nútímans såing, tveir mugu halda >kanónini<, ti trýstið er so stórt, og ein er í bilinum. hd Í fjør sprændu teir á einar 100.000 fermetrar í Streym- oynni og Eysturoynni og úrslitini síggjast longu nú. Landsverkfreðingurin hevur eisini hjálpt SEV við at "áa 100.000 fermetrar við Eiðisvatn grenar aftur.