týsdagur 18. apríl 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 76 - 18. apríl 2000
22
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 76 - 18. apríl 2000
ian, sum eisini er sera kend-
ur í føroyska tónleikaheim-
inum.
Frálíkt var tað at hoyra.
Gavstrikkurin Niklái
Umframt øll hini var eisini
ein gavstrikkur, sum eitur
Niklái, á pallinum.
Niklái er ein dukka, sum
verður stýrd av Absalon Á-
argarð, sum hevur lært seg
kynstrið at búktala, og væl
liggur fyri.
Sum vanligt er við búk-
talaradukkum, sum eru tær
í frekara lagi og í so máta
var Niklái einki undantak.
Men hann var tað upp á ein
»høfligan« máta.
Ikki kann sigast annað
enn, at Absalon við hepni
hevur lært seg kynstri, tí tað
var beinanvegin, at hann -
og Niklái - fingu fatur á
børnunum.
– Halda tit hann er kuuul?
spurdi Niklái,
– Neiiiii ..., skrálaði barn-
ahópurin afturímóti.
Aftaná at hava fingið
Absalon at lata seg í sól-
brillur og húgvu, sum vóru
alt annað enn kul fekk hann
latið hann í einar kulari
húgvu og brillur ...
Og børnunum dámdu
hann væl, henda lítla gav-
strikkin.
Kular kularøtur
Kularøturnar úr Klaksvík
eiga eisini at fáa nøkur orð
við sær, tí eisini hjá teimum
liggur væl fyri.
Tá tey fyri einum mánaði
síðani hitaðu upp til Creamy
konsertina vístu tey, at tað
liggur væl fyri hjá teimum
at fáa fatur á áhoyrarunum
og tey stóðu einki aftanfyri
poppgenturnar úr Danmark.
Leygardagin vóru tað
kularøturnar, sum vóru tann
berandi megin á pallinum
og tey sviku ikki álitið.
Arnfríð og Jógvan syngja
einastandandi væl og tað er
beinanvegin, at børnini taka
undir við sanginum.
At tey so høvdu fingið
Trøllapætur oman úr hag-
anum, fekk lív í áskoðarar-
nar.
– Eg eri fluttur í Eystur-
oynna, so eg helt, at eg
skuldi støkka inn á gólvið,
segði Trøllapætur áðrenn
hann treiv í tveir sangir.
Hóast trøllið hevði níggju
høvd, so var tað ikki nóg
mikið til at loypa ótta á
børnini, tí tey fegnaðust um
at síggja garpin við høvd-
unum og halanum.
Gamaní, onkur mundi
kroysta eitt sindur fastari
um hálsin á mammuni ella
pápanum, tá tey allíkavæl
hildu í teimum ...
Autografar til øll
Alt í alt má sigast, at tiltakið
á Kabsdali var sera væl-
eydnað.
Undirtøkan var kanska
ikki so stór, sum fyrireik-
ararnir høvdu vónað, men
hon eigur kortini at geva
teimum áræði til at halda á.
Tað hava børnini uppibor-
ið, bæði tey sum á pallinum
stóðu og tey sum lýddu á.
Ikki er tað sagt, at slíkt
tiltak skal vera ov títt, tí so
tynnist soðið, men tað er
tørvur á einum slíkum palli,
har ung og børn fáa høvi at
vísa síni kynstur.
Tað gevur dirvið og vísir
øðrum børnum at tað er
stuttligt at takast við eitt-
hvørt, sum ikki nýtist at
hava við ítrótt at gera.
Og tað setir síni spor, tí
tá eg sunnukvøldið hugdi
inn til dóttrina, sum sat í
einum kamari og spældi við
eina vinkonu, og spurdi
hvat tær gjørdu var svarið:
– Vit læra okkum at
skriva autografar ...
Tað hevði hon úr Kambs-
dali, har øll tey sum fram-
førdu - stór og smá - skriv-
aðu autografar til øll sum
vildu hava og tey vóru ikki
so fá ...
Helsji, hann skal í húgvu og sólbrillur
fyri at vera kuuuul, spurdi Niklái
børnini og fekk eitt rungandi ja sum
svar ...
..... á nei, á nei, á nei. Tú ert ikki kuul
í hasari húgvuni og hasum sólbrill-
unum, segði Niklái við Absalon og
flenti so tað gelti í
Arnfríð Lützen, sum sam-
an við Jógvani Hansen er
berandi kraftin í Kularót-
um, hevur eina sera vakra
rødd, og tað sluppu
áhoyrararnir at koyra
Hóast hann er
eitt sindur
kámur á
myndini, so
var hann alt
annað enn
kámur á
pallinum hesin
ungi knassin,
sum dansaði,
sum fyri
lívinum ...
Brøðurnir Elias 8vinstrumegin) og Dánjal
Gudjónsson, sungu ein vankran sang, sum
mamma teirra hevur gjørt og sum Dánjal hevur
gjørt lag til
Nógv var gjørt burtur úr
fyri at fáa tað at síggja
ordiligt út og tað
eydnaðist væl ...
... eg havi níggju høvd ...
Tey mongu børn-
ini, sum saman
við foreldrum
sínum, høvdu
leitað sær í
Kambsdal seinn-
apartin leygar-
dagin, fingu eina
sera hugnaliga
løtu saman við
Kularótum,
Nikláa og Trølla-
pæturi, sum kort-
ini ikki loypti so
stóran ótta á
børnini, hóast
hann hevði
níggju høvd og
eina sera djúpa
rødd. Og lítið er
at ivast í, at til-
takið gevur fyri-
reikarunum mót
til at halda á
SVEINUR TRÓNDARSON
Eitt trøll við níggju høvd-
um, ein kulur gavstrikkur,
sum eitur Niklái og so ein
rúgva av glaðum syngjandi
børnum og vaksnum.
Blanda tað í eini ítróttar-
høll ein seinnapart leygar-
dag og tú fært eitt fínt barn-
atiltak, sum eitur Kularøtur.
Hesaferð var tiltakið á
Kambsdali, men tað er at
vóna, at aðrir partar av land-
inum fáa loyvið til at upp-
liva tiltakið á heimavølli, tí
tiltakið riggaði serstakliga
væl.
Frá violin til trøll
Tiltakið leygardagin var
bygt upp um Kulu røturnar
úr Klaksvík, men tær vóru
ikki einsamallar - verri enn
so.
Afturat sær høvdu tær m.
a. eina violinleikandi gentu
úr Havn, ein syngjandi tvør-
ádrong, tveir syngjandi
brøður úr Havn og saman-
lagt gav hetta tiltakinum
eina øgiliga breidd.
Tað er so kanska eisini tað
einasta, sum er at finnast at,
tí skiftini vóru í so nógv og
í so tøtt, at framførslan
gjørdist ikki so samanhang-
andi sum ynskiligt var.
Men tað hava børnini
neyvan hugsað so nógv um,
tí tey hugnaðu sær, ella sagt
á »nýføroyskum« tey rá-
hyggaðu sær.
Stuttligt var at síggja - og
hoyra - tey syngja við, tá til
bær, og tað eigur at geva
fyrireikarunum - Steintóri
og hinum - áræði at halda á
at hugsa um børnini, tá tey
gera tónleik. Móttakararnir
eru har og teimum dámar
tónleikin.
Frálíkar framførslur
Tað skal eisini sigast, at tað
liggja nógv evni fjald í teim-
um ungu. Hetta vóru børn-
ini á Kambsdali eitt framúr
gott dømi um.
Nógv hava hoyrt um ung-
an knassan av Tvøroyri -
Brandur Enni eitur hann -
sum tók íslendingar av bóli.
Hann hevur eina sera vakra
og klára rødd, og umframt
tað dugir hann sera væl at
framføra á palli.
Tey, sum sóu Kosovo-
sendingina hjá Sjónvarpi
Føroya minnast kanska eis-
ini hin unga fýrin, sum sat
við klaveri og sang um
tangokettuna. Tað gjørdi
hann eisini í Kambsdali,
men hesaferð hevði hann
beiggja sín afturatsær, og
tað kláraðu teir báðir -
Dánjal og Elias - upp á stás.
Teir báðir sungu tveir
sangir. Tann seinna hevði
mamma teirra Rakul yrkt,
meðan Dánjal hevði gjørt
lagi. Tí spílaðu fólk oyrini
eitt sindur eyka tá hetta lagi
tónaði fram, og lat tað vera
sagt beinanvegin, at í hasum
báðum búgva góð tónlista-
evnir.
Hóast talan ikki var um
sama slag av tónleiki, so
vísti Rebekka Blak, at hon
dugir at handfara eina vio-
lin. Hon hevur spælt í fleiri
á longu sum er og gerst utt-
an iva enn betri við tíðini.
Afturatsær á pallinum
hevði Rebekka pápan Krist-
Kom ikki og sig, at
hugflog manglar, tí tað
ger tað ikki. Sangarar og
dansarar »folda seg út« ...
Hann sá øgiligur út,
har hann stóð á pallin-
um, Trøllapætur, men
hann er góður í sær,
og so dugir hann at
syngja ...