Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-04-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. apríl 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindablaðið sosialurin Nr. 76 - 18. apríl 2000 20 tíðindablaðið sosialurin Nr. 76 - 18. apríl 2000 Suðuroyggin á Grækarsmessu ár 2000 Tjaldrið, dúgvan og pisan fræls millum himmal og jørð ímyndir og fyrimyndir vit fylkjast um Vælkomin tjaldur, ljóðar kring landið fólk gleðast og fylkjast tjaldrið, ímyndin um vár, sól og frælsi 9. mars byrjar sum veðurdagurin øll longdist eftir endiliga skein sólin og alt var so ómetaliga vakurt Brádliga støðgar alt upp og stirnar Í skúlan komu feigdarboð Runnin í stein, standa vit spurin nei, nei, nei, skríggja innaní ikki Súsanna Súsanna, ið er, var, er øllum so ómetaliga kær og nær Hendan fyrsta Grækarismessudag í ártúsundskiftinum er Suðuroyggin aftur niðurboygd í sorg fjálturstungin mannabørn fylkjast úr land og ríki bivandi í trega, undran og skelkaði inn á merg úr ytstu rúmd og inn í hjartarøturnar skrálar og ekkóar dýrmæta lív so egið Sum fagrasta norðlýsið á svarta náttarhiminum lýsir lívið upp lívsmyndir, orð, látur og andlitsbrá lýsa upp rísa upp ríva seg úr deyðans fjøtrum So lítil og máttleys vit menniskju tá deyðans hond miskunnarleys skrykkir í so mong nýupprunnin lív So óskiljandi og grúsama sárt at Súsanna er farin Vit fylkjast, fylgja, fylt av missi, kenslum og samkenslum Foreldur, omman, gubbar og gummur, nú so eina ættin, skúlafelagir og vinir býurin, oyggin og landið Súsanna so ung, hon fevndi vítt og rakti djúpt Samkenslan við øllum foreldrum og systkjum, ætt og vinum ið hesuferð fylgdu Súsannu ið nýliga hava fylgt sínum egnu somu tungu leið øll so titrandi ung skrykt úr rót í fagrasta blóma Óvæntað Óskiljandi fyri øll Teir byrjaðu við skúlaárinum hugagóðir á Miðnámsskúlanum Eyðun og Hávardur so eyðagóður, fittligur, opnir og góðlýddir báðir evnaríkir og lívsglaðir unglingar Hávardur og Eyðun settu sín dám á flokkin skaptu saman við floksfeløgunum eitt positivt námsfrøðiligt flokshuglag Søguliga settu teir saman fryntuliga lótu teir úr hondum síðsta handaverkið uppgávur teir nevndu: „Vores vidunderlige Verden“ skrivar annar, „Vores underlige Verden“, hin. Heimurin undranarverdur og undurfullur ja, undrandi síggja vit missa og syrgja um sárbæra og dýrmæta lív Súsanna 19 ár 3. ársnæmingur á Miðnámsskúlanum sjáldsama evnarík, eyðmjúk og lítillátin eitt menniskja, øll høvdu fult álit á náttúrliga ábyrgdarfull altíð djúpt innlit og fult yvirlit Súsanna, skúli, næmi, skapan og ábyrgd vóru ein og sami samleiki altíð ein hjálpandi hond allastaðir uttan hóvasták Hugmynd um Súsannu Hansen Nýggj mynd av Súnannu Hansen og flokkinum ( Send til J. Kr. 12.04 Gjøgnum alla tíð og rúmd hava menniskju nýtt ímyndir og fyrimyndir sum varðar, vitar og gongustjørnur á lívsins stetlandi vallaraferð millum himmal og jørð jørð og himmal trilvandi millum himmalskar og jørðiskar fyrimyndir Ímyndir og fyrimyndir vit fylkjast og gleðast um sum vit ikki kunnu liva ella doyggja fyriuttan. Tjaldrið, smálomb og smábørn nýkomin smá lív men fyrimyndarligar ímyndir um lívsnærveru og gleði Soleiðis Súsanna altíð lívsglað og nærverandi nú fjar tó nær Dúgvan, ímyndin av heilagum anda trúgv, vón, kærleika og friði Súsanna hevði djúpa trúgv andaliga styrki og sterkan vilja til tað góða Pisan, ímyndin av studentinum Súsanna ein sjálvstøðug og von pisa við so útmerkaðum ummælum og persónsmensku sum fáum er litið í lut kom ikki at lætta flogi millum okkum saman við floksfeløgunum í summar Súsanna hevur lætt flogið inn í annan heim tó - hennara hugflog, vit og trúgv fylgja fyrimyndarliga okkum øllum ið upplivdu og livdu í hennara rúmd Í okkum, okkara hugaheimi og millum okkum livir hon í okkara trúgv og vón er lívið lív og deyðin deyður Farvæl og takk á hesum sinni, vina mín Maud Næs Myndin vísur flokkin hjá Súsannu á námsferð í Rom fyri júst einum árið síðan, á páskum síðsta ár. Ein frálíkur upp- livilsisríkur túrur. Súsanna sum kassameistari og „primos motor“ saman við floksfeløgunum, legði stóra orku í, at dreymatúrurin, skuldi gerast veruleiki. Vit løgdu frá landi úr Hvalba við sluppuni Johonnu til Rom, og hóast verkfall, maskinbrek á flogvøllinum og NATO, ið legði uppí kríggið við flogførum, ið lætti úr Italia, so náddu vit at uppliva Pæturskirkjuna, Colesseum, Pompei og onnur religiøs og søgulig stórverk saman. Á Pætursplássinum hoyrdu vit pávan messa á páskum á allskyns tungumálum fyri rørdari mannamúgvu allastaðir frá Leygardagin 15. apríl var› skipa› fyri hondbólts- galla fyri børnum í høllini á Hálsi. Tiltaki› var frá klokkan 15 til 18, og fyriskipararnir lata væl at Heini í Skorini Ikki var› bert skipa› fyri endaveitslu hjá vaksnu hondbóltsspælarunum í ár, men børnini fingu eisini høvi til at luttaka í einum væleydna›um endabresti í høllini á Hálsi leygardagin. Børnini vóru frá 10 til 14 ár, og tiltaki› vardi frá klokkan 15 til 18. Ikki minni enn 450 børn fingu tríggjar gó›ar og undirhaldandi tímar. Johan í Kollafir›i var frá- søguma›ur og leiddi løtuna, me›an tónleikabólkarnir Tangz, Krit, Diatribes og Present Past sluppu at royna seg. Songkvinnurnar Rann- vá, Gunn og Kristianna sungu eisini saman vi› Joh- an í Kollafir›i. Eisini var møguleiki vi› lutakasti at vinna eitt sjónvarp frá Radiohandlinum, eina play- station frá 3´aranum, ein ghettoblastara frá Elding, ein venjingarbúna frá Tho- mas Dam og tríggjar hond- bóltar frá Sport Master. Spenningurin og rómurin var øgiligur, tá vinnararnir skuldu finnast. Rói Egholm, sum er í for- eldrabólkinum hjá Neistan- um, sigur, at hetta var eitt væleydna› tiltak, sum fyri- skipararnir eru nøgdir vi›. -Børnini fer›ast kring alt landi› ein heilan vetur, og vanliga er ta› solei›is, at eitt hondbóltsli› møtir upp til dyst, beint á›renn spælast skal, og tá dysturin er av, skal man skunda sær avsta› aftur, so børnini fáa ongan- tí› møguleikan at læra hvønn annan veruliga at kenna. So rey›i trá›urin vi› hesum tiltakinum er at fáa samla børnini, so tey kunnu koma at læra hvønn annan at kenna. Rói Egholm legg- ur afturat, at børnini læra eisini gjøgnum hetta tiltak at spæla og kempa ímóti hvørjum ø›rum á vøllinum, men so uttan fyri vøllin at vera vinir. Men Rói sigur eisini, at ta› ver›a broytingar til næstu fer›. -Skulu vit seta fingurin á naka›, so er ta› umrá›andi til næstu fer›, at vit fáa børnini at blíva meira aktiv teir tríggjar tímarnar, tiltak- i› varar. Ta› var kanska naka› nógv av undirhaldi og tónleiki, og á tann hátt gjørdust børnini ov passiv. Rói heldur tó, at tríggir tímar er sera hóskandi fyri eitt sovor›i› tiltak, og ors- økin til, at løtan var frá 15 til 18, var, at øll, sum komu av bygd, skuldu hava møgu- leikan at sleppa aftur til hús. -Tey komu jú úr øllum Føroyum at vera vi› til hetta tiltak. Li› sum VB, StíF, Stjørnan og Tjaldur vóru umbo›a›, so tey komu úr øllum her›ashornum í Føroyum. Tí hildu vit, at tey skuldu hava møguleikan at sleppa heimaftur vi› Srand- fer›sluni. Rói sigur, at hevur ein í huga, at fólk seta bæ›i tí› og pengar av til eitt slíkt til- tak, setir ta› størri krøv til fyriskipararnar, og ta› ætla tey heilt víst at gera naka› vi› í framtí›ini. Nøkur vaksin vóru eisini vi› henda leygardag seinna- part, og vóru ta› mest venj- arar og foreldur. Men ta› var skipa› solei›is, at tey høvdu møguleikan at sita vi› sí›una av og fáa sær ein kaffimunn, me›an børnini stuttleika›u sær inni í sjálv- ari høllini. Ta› er heilt víst at frøast yvir, at børnini nú eisini hava møguleikan at luttaka í einum hondbóltsgalla, og at hetta ikki bara er galdandi fyri leikararnar í fyrstu deild. Hetta fer óiva› at hava positiva ávirkan á ungu hondbóltsleikarar okkara, og vónandi ver›ur hetta eis- ini vi› til at menna føroysk- an hondbólt í framtí›ini. -Hevur ein í huga, at hetta var eitt heilt n‡tt tiltak, sum eingin hevur tiki› stig til fyrr, so halda vit, sum skip- a›u fyri, at hetta var rímu- liga væleydna›, og at hetta er naka› at byggja uppá í framtí›ini, men tó vi› broyttum karmum, sigur Rói Egholm. Rói leggur eisini dent á, at næsta ár fara tey at gera nógv fyri at fáa tiltaki› meiri attraktivt, tí ta› skuldi veri› upp ímóti 900 til 1000 børnum, tá ein eisini hevur í huga, at børn ikki fylla ser- liga nógv í eini høll. Eitt mistak var kortini gjørt hesafer›, og ta› var, at fyriskipararnir lótu søluna av atgongumerkum út í fe- løgini. Ta› vil siga, at teir bó›u feløgini fáa atgongu- merkini út til børnini, og ta› stendst nógv strí› av tí. Ta › er, eftir metingini hjá Róa, kanska ov nógv kravt av venjarum og fyriskiparum, at bi›ja teir syrgja fyri at selja atgongumerkir til øll børnini, eftir at teir hava havt eitt hart kappingarár. Men Rói sigur, at ta› vóru nógv, sum gjørdu eitt sera gott arbei›i á tí økinum. -Ein møguleiki til næsta ár er at lata atgongumerkini út á allar bensinstø›irnar í landinum í sta›in fyri ta›, sum vit gjørdu í ár, og so kunnu børnini sjálv ogna sær atgongumerkini, endar ein av stigtakarunum til n‡ggja og gle›iliga fyri- brigdi› í føroyskum ung- dómshondbólti. Væleydna› hondbóltsgalla fyri yngra ættarli›i›