hósdagur 21. august 1986síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sosialurin
Nr. 93 — 21. august 1986
Síða 8 tíðindablaðið
Tað verður
oliviligt við
Tinghúsvegin
Grannarnir óttast SMS-ætlanina um
útbygging og parkeringspláss
Tað var bara fyri at
sissa okkum, at SMS bjóð
aði grannunum til fundar
mánakveldið um ætlanina
at gera útbygging og
parkeringspláss á økinum
millum Tinghúsvegin.
Husagøtu og SMS. Alt er
avgjørt framman undan
vit hava einki at siga.
var niðursteðan hjá einum
stórum parti av fundar-
fólkinum.
Summir grannar fingu
skrivliga innbjóðing til
fundin. Men tað vóru
kortini fleiri, sum møttu, ti
teimum flestu dámar illa,
at stórarbeiði enn eina ferð
skal setast í verk í granna-
lagnum. Haraftrat eru tey
lítið fyri at fáa fleiri park-
eringspláss til grannar,
meira ferðslu og harvið
upp aftur meira royk frá
bilum. Tað er nóg ringt,
sum er, halda tey.
A fundinum varð greitt
frå ætlanini. Økid frá
Tinghúsvegnum, árakð
Sparikassan og yvir til
SMS, skal alt hækkast, so
tað verður lika høgt sum
Tinghusvegurin. Har
verður lagt dekk, og undir
verða parkeringspláss.
Sprongt verður niður
vestureftir eisini, soleiðis
at gjøgnumkoyring kann
verða gjøgnum ein tunnil.
Kjallarin undir dekkinum
skal fyri ein part eisini
nytast til goymslu, til
verumóttekuheli og til
burturkast.
Tað er SMS og Sjó-
vinnubankin, ið hevur
bygt beint oman fyri
SMS, ið hava fyriskipað
ætlanini. Samráðingar
hava tó verið við byggi-
og býarskipanarnevndina
hjá Tórshavnar býráð.
Men málið er enn ikki
komið so langt sum á by-
ráðsborðið.
Ikki alment
Sosialurin bað um at
sleppa við á fundin millum
SMS og grannarnar. Í
fyrsta umfari varð játtað,
men so varð játtanin tíkin
aftur. Grundgevingin var,
at um tíðindafólk vóru til
staðar, fór tað at forða
fólki í at siga sína hugsan.
Rætta frágreiðingin
; EG
A )
mundi heldur vera, at
leiðslan í SMS hevði var-
hugan av, at grannarnir
eru alt annað enn fegnir
um tær broytingar, ætl-
anin er at gera í granna-
lagnum.
Sosialurin heldur, at
ætlanin hevur týdning
eisini fyri onnur enn
næstu grannarnar, og tí
hava vit tosað við nekur
av teimum, sum vóru við
á fundinum.
— Fólk flest vóru ógvu-
liga misnøgd við, at aftur
verið farið at spreingja
har. Fyrst varð sprongt
og borað fyri SMS í longri
ti og síðani fyri Meinig-
heitshúsinum. Tað sein-
asta árið er Sjóvinnu-
bankin bygdur, og so nú
aftur
Vit hava einki ímóti,
at nakað verður gjørt fyri
at fridka økid. Ljótari enn
nú kann tað ikki gerast
uttan um SMS. Men tað
eigur ikki at verða gjørt
upp á handa mátan, sigur
ein granni.