Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-08-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. august 1986síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 93 — 21. august 1986 Sum er fáa tey á Tinghúsvegnum ikki vent sær fyri bilum. Vitjandi í SMS nýta Tinghúsvegin til park- eringspláss. Er kaos stórt í letuni kring SMS, verður tað ikki minni eftir útbyggingarætlanirnar eru framdar. Tá verður ikki livandi hjá okkum, siga grannar til SMS. A fundinum kom fram, at Sjóvinnubankin oman fyri SMS letur upp til heystar. Hetta merkir meira ferðslu. Samstundis er ætlanin longu tá at byrja arbeiðið við at gera parkeringsekið. Hvar skulu allir bilarnir verða tá? spyr ein granni. A fundinum nevndi onkur, at í staðin kundu parkerinspláss verið gjørd eystanfyri R. C. Effer- søesgøtu. Har er lendi, ið ikki liggur beint upp at húsum Harvið kundi ferðslan verið verandi á R C Effersøesgøtu. So høvdu allir bilarnir einki at gjørt á Tinghesveg- num. A fundinum mælti um- boð fyri SMS til, at grannarnir kundu velja umboð í bygginevndina Men hetta uppskot varð vrakað, ti fólk hildu, at ein limur í eini tílíkari nevnd ikki kom at verða annað enn gíssil. Serliga nú, álitið er komið so langt. Í staðin var meir- luti fyri, at grannarnir skuldu hava fund við by- ráðið um málið Vit halda, at tað eru aðrir mátar at gera tað liviligari við Tinghús- vegin. Verður hana ætl- anin sett í verk, fer ikki at bera til at búgva her, sigur ein av grannunum randi