Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 222 - 19. november 2002 Nr. 222 - 19. november 2002 3 JÓLABOÐ Tíðindaskriv Enn sum áður gevur bóka- deildin hjá KFUM út Jólaboð við siðsøguligum greinum, yrkingum og søgum – bæði upprunaligar og týddar. Gudrun Zachariasen sig- ur frá í endurminningum sínum, tá maður hennara, sum var lækni í Klaksvík 1916-1931, fór læknaferðir til Fugloyar og Oyrar, um vørutørv undir fyrra ver- aldarbardaga, og tá ið hon fyrstu ferð hitti verforeldur síni í Fugloy. Sigvald Kristiansen sigur frá um Bartal í Króki á Strondum, sum fýra ára gamal fekk menigitis. Hetta merkti hann fyri lívið. Serliga verður greitt frá eini hending í 1940. Carl Weihe, sum var uppvaksin við Norðskála, sigur okkum um Sunda- lagið, og hvat ið har var at fáa. Benny Drewsen tekur okkum við á sínum fyrsta túri sum messudrongur við Elisabeth Nielsen. Eisini sigur hann okkum frá einum jólaaftan í 1955, og hvussu hann kom til trúgv á einum møti í Vanløse. Bjarne Skaalum fer 60 ár aftur í tíðina og letur okkum hoyra um, tá ið afturskipið av Vardefjell kom á Vág í 1942. Osmund Joensen fer heilt aftur í víkingatíðina. Vit hoyra, hvussu Torkel smíð- ar skip, um ferð hansara til Føroya, og at hann setur búgv í Sandavági. Osmund sigur eisini frá barkini Esmeraldu úr Bremen. Ditlev Róin sigur frá Honnu, sum hann var granni hjá í uppvøkstrin- um, og Nancy Vesturbú hevur yrkt ein sang um Havnina og gjørt lag til sangin. Annars er hópin av søg- um og yrkingum við anda- ligum innihaldi, sum hesi hava skrivað ella týtt: Theo- dor Hansen, Kjartan Stakk- sund, Effie Campbell, John S. Myllhamar, Torkil Bed- er, Erling Poulsen, Johs. Andr. Næs, Ebba skaalum, Magnus Høgenni. Inngangin hevur Martin Luther skrivað. Janus Dam Guttesen og Høgni Würdig Larsen hava teknað til bókina, men annars eru eisini nógvar fotomyndir. Perman er ein vøkur mynd av Havnar kirkju. Høgni Würdig Larsen hevur teknað myndina. Tað er Guttorm Zacha- riasen, sum aftur í ár hevur lagt Jólaboð til rættis. Bókadeild KFUMs hevur sett bókina, Ívar Dam Guttesen umbrotið og Ein- ars Prent prentað og heft. Jólaboð eru 80 síður og kosta 90 krónur. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum fyri hjálpsemi og sýnda samkenslu, tá okkara kæri pápi, verfaðir, abbi og langabbi Aage Dahl andaðist og varð jarðaður. Hjartans tøkk til tykkum øll, ið hjálptu til við jarðarferðina og ervið. Tøkk fyri blómur og kransar og til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað, og til tykkum, ið mintust Aaga á annan hátt. Eisini ein hjartans tøkk til starvsfólkið á eldra- sambýlinum Oman Hoydalar fyri góða røkt og umsorgan. Familjunnar vegna Marita, Knud, Annika, Eyðun og børnini Jólaboð útkomin MANNARÆTTINDI Amnesty International Hóast viðurskiftini hjá politiskum fangum í Myanmar (Burma) helst eru bøtt síðani Reyði Krossur slapp at vitja fangarnar í 1999, er Amnesty enn ótrygt við fongsulsviðurskiftini og umstøðurnar sum heild. Amnesty ger vart við, at píning enn kemur fyri, serliga í sambandi við avhoyringar. Myndugleikarnir í Myanmar hava seinastu 18 mánaðirnar leyslatið fleiri enn 300 fangar. Sambært Amnesty eru tó í minsta lagi 1.350 politiskir fangar fongsl- aðir enn. Ein teirra er Win Tin, ein 72-ára gamal fyrrverandi blað- maður og ráðgevi hjá Aung San Suu Kyi. Tað verður mett, at hann er illa fyri og hevur tørv á læknaviðgerð. Meðan hann hevur sitið fangi, hevur Win Tin verið sjúkur fleiri ferðir og er versnaður av viðferðini, hann hevur fingið í fongslinum. Í sambandi við eina av- hoyring í 1995 varð hann í fleiri mánaðir hildin í einum kliva ætl- aður hernaðarhundum. Har noyddist hann at sova á berum betong- gólvi og fekk hvørki mat ella drekka í dagar á rað. Win Tin var áður við í leiðsluni av tjóðskapar- ligu demokratisku sam- gonguni í Myanmar. Hann varð fongslaður í 1989 fyri at hava vart eina kvinnu, sum hevði fingið framt fosturtøku ólógliga. Í fongslinum er Win Tin síðani dømd- ur tvær ferðir afturat fyri at hava "arbeitt politiskt í fongsli". Hann er dømdur í tilsamans 20 ára fongsul og situr í Insein fongslinum í Yan- gon. Myanmar: Ótolandi viðurskifti hjá politiskum fangum Lagnan hjá Aminu Lawal er enn ógreið MANNARÆTTINDI Amnesty International Undan forsetavalinum, tjóðartingsvalinum og landspartavalinum í februar 2003 og Miss World kapp- ingini í desember, er Am- nesty ørkymlað av, at hægsti sharia-dómstólurin í Katsina landslutinum enn ikki hevur ásett ein dag fyri, nær kæran hjá Aminu Lawal verður viðgjørd. Amnesty er bangið fyri, at ymsu boðini frá lands- myndugleikunum gera støðuna verri viðvíkjandi deyðarevsing, píning og aðari ómennskinsjansligari viðferð ella niðurgerandi revsingum í teimum lands- lutunum, sum nú innføra sharia-dómstólar. – Tað tykist sum stjórnin tilvitað tosar við tveimum tungum - eini vendari ímóti fólkinum í Nigeria og eini mótvegis altjóða samfelag- num. Hóast lyftir hevur Obasanjo forseti enn onki ítøkiligt gjørt fyri at sharialógirnar í norðari landslutunum skulu sam- svara nigeriansku grund- lógini ella fylgja altjóða sáttmálum, segði Amnesty í einum tíðinaskrivi 14. no- vember. Hóast stóra altjóða trýst- ið eru deyðadómarnir enn í gildi fyri Aminu Lawal, Ahmadu Ibrahim, Fatimu Usman, Yunusa Rafin Chiyawa og Sarimu Mo- hammed. Ómenniskjans- ligar og niðurgerandi revs- ingar so sum stokkasløg og amputatiónir verða javnan avsagdar. Ein av verjunum mótu sharialógunum hevur verið, at landslutirnir sjálvir sleppa at gera sínar lógir. Amnesty ger vart við, at hetta ikki ber til, tí sharia- lógirnar á fleiri økjum eru í stríði við bæði grundlóg landsins og við altjóða sáttmálar, sum Nigeria hev- ur bundið seg til. Nigeria: Stjórnin tosar við tveimum tungum 72 ára gamli Win Tin hevur sitið fongslaður síðani 1989 Guttorm Zachariasen í Havn hevur aftur í ár lagt Jólaboð til rættis Perman á Jólaboðum er ein vøkur mynd av Havnar kirkju, sum Høgni Würdig Larsen hevur teknað C M Y K 3 2