týsdagur 19. november 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ELDSBRUNI
Ingrid Bjarnastein
Fríggjadagin kom eldur í
eini hús á Giljanesi. Politiið
í Miðvági metir, at elds-
brunin er komin av einum
skammlopi í sjónvarpinum,
sum stóð á standby.
Væl gekk at sløkkja, men
húsini eru farin rættiliga
illa innan.
Ein maður lá og svav í
húsunum, tá eldur kom í,
men tveir ungir dreingir
fingu brotið hurðina inn og
hjálpt manninum út. Høvdu
teir ikki gjørt hetta, hevði
maðurin helst verið deyður,
sigur vakthavandi á politi-
støðini í Miðvági.
Í døgunum 11. til 14.
november var stóra
World Travel Mart
stevnan í London.
Her luttók eisini
føroyska ferðavinnan
FERÐAVINNA
Ingrid Bjarnastein
Føroyska ferðavinnan hev-
ur í seinastu viku verið á
World Travel Mart í Lon-
don.
Umboð frá Atlantic Air-
ways, Smyril Line og
Ferðaráð Føroya vóru við á
stevnuni.
– Áhugin kring Føroyar
vísir seg at vera ógvuliga
stórur, sigur Kent L. Chris-
tensen, sølu- og marknað-
arleiðari á Atlantic Air-
ways.
– Føroyar verða lýstar
sum eitt trygt stað at fara,
har fólkið fær høvið at hitta
náttúruna í einum friðarlig-
um umhvørvi. Og serliga
nú, at tað vísir seg at vera
ógvuliga ófriðarligt kring
heimin, vísir tað seg, at
áhugin er vaksandi fyri
Føroyum.
World Travel Mart í Lon-
don er ein av høvuðsmess-
unum, sum ferðavinnan í
Føroyum luttekur á.
– Øll ferðavinnan í hes-
um partinum av heiminum
hittist á World Travel Mart,
og øll tey tingini, sum
verða tosað um í telefon,
verða ordnað, tá vit so hitt-
ast í London, greiðir Kent
Christensen frá.
Messan vardi í fýra dag-
ar. Tveir teir fyrstu vóru
fakdagar, men tveir teir
seinastu
vóru
ætlaðir
áskoðarum.
– Fyrri áskoðaradagurin
gekk væl og nógv fólk vóru
og vitjaðu. Men av tí, at
brandmenninir í London
fóru í verkfall tann seinna
dagin vóru ikki so nógv
fólk tá. Messan var á einum
staði, sum eitur Xcel, eitt
sindur uttanfyri býin í ein-
um parti, sum eitur Dock-
land, og tað tekur eitt sindur
av tíð at koma hartil frá
miðbýnum í London. Og av
tí, at brandmenninir fóru í
verkfall, vóru tað fleiri,
sum settust aftur, halda vit,
sigur Kent Christensen at
enda.
Eldur í á Giljanesi
Eldur kom fríggjadagin í hesi húsini í Miðvági. Ein maður var
í húsunum, men við hjálp av tveimum ungum dreingjum
slapp hann út í øllum góðum
Mynd: Edvard Joensen
Føroyska ferðavinnan
á World Travel Mart
Føroyska ferðavinnan við umboðum frá Atlantic Airways, Smyril Line og Ferðaráði Føroya, var í
seinastu viku á World Travel Mart í London
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Brimil
kom
fríggja-
kvøldið fram á ein
hetlendskan trolara, sum
var komin inn á føroysk-
an sjógv uttan at boða
frá.
Trolarin fekk eitt sekt-
aruppskot
áljóðandi
100.000 krónur, og hann
tók við tí. Í hesum førin-
um varð onki av útgerð-
ini konfiskerað.
Gloymdi at boða frá
Seinastu tíðina
hava fleiri innbrot
verið í Havnini.
Politiið heitir tí á
fólk um at minnast
til at læsa hurð-
arnar áðrenn tey
fara frá húsum
LØGREGLUTÍÐINDI
Ingrid Bjarnastein
Seinastu vikurnara hava
fleiri innbrot verið í
Havnini í økinum Vill-
i n g a r d a g s veg u r i n -
Sundsvegurin og síðu-
gøturnar har.
Talan er um innbrot,
har brennivín og annað
er tikið.
– Vit halda, at tað eru
ung fólk, sum standa
aftanfyri innbrotini, tí í
flestu førum er tað rús-
drekka, sum verður tik-
ið. Øl og onkuntíð er
onkur
whiskeyfløska
horvin, sigur Palli Aug-
ustinussen á kriminal-
deildini.
Palli Augustinussen
sigur, at tjóvaríini henda
sum oftast har, sum
hurðar
hava
staðið
ólæstar, og heitir tí á
fólk um at læsa hurðarn-
ar áðrenn tey fara frá
húsum.
– Flestu innbrotini eru
hend millum klokkan
eitt og fýra um dagin.
Fólk skulu tí læsa hús-
ini, tá tey fara til arbeið-
is og annað, tí tað er so
skjótt at leypa inn og
taka okkurt. Eisini í dur-
um, har jakkar og tílíkt
hanga, eru ofta fartele-
fonir og visakort í
lummunum, og tað er
skjótt at fara avstað við.
Eisini heitir politiið
fólk á, um at lata vera
við at goyma lykilin til
húsini á einum alt ov
sjónligum staðið og ikki
ov nær hurðina.
Nógv innbrot
4
Nr. 222 - 19. november 2002
Nr. 222 - 19. november 2002
5
Hann fer nú at kalla
alskyns feløg og
stovnar saman til
fundar at tosa um
misnýtslu í víðastu
merking
MISNÝTSLA
Áki Bertholdsen
Bill Justinussen, Lands-
stýrismaður í heilsumálum,
ætlar sær nú rættiliga í
hernað ímóti misnýtslu.
Og tað er misnýtslu í víð-
astu merking, hann hugsar
um.
Tí fer hann nú at taka stig
til ein fund ímillum øll
møgulig feløg og stovnar
um fyribyrging.
– Endamálið við tí fund-
inum er at vita um tað ikki
ber til at samskipa fyribyrg-
ingararbeiði betur enn tað
nú er.
Hann hugsar bæði um
fyribyrging
ímóti
rús-
drekka, rúsevnum, royking,
kynsligari misnýtslu og
doping.
Men hann hugsar eisini
um fyribyrging ímóti øllum
øðrum, sum er við til at
bróta heilsuna niður, eitt nú
hugsar hann um at at gera
ein roynd at fáa fólk at
hugsa meiri um, hvat tey
eta.
Hann hugsar millum ann-
að, um at boðsenda Blá-
kross, ÍSF, Kris, Menta-
málaráðið, fjølmiðlar, løg-
regluna,
ungdómsfeløg,
skótar, Føroya Ungdóms-
ráð og annars øll feløg og
allar stovnar, sum hugsast
kunnu og sum hava fyri-
byrging á dagsskránni.
– Tað eru nógvir stovnar
og nógv feløg, sum gera eitt
fyribyrgjandi arbeiðið av
øllum møguligum slagi og
endamálið við fundinum er
at taka allar stovnar og
feløg í samfelagnum, sum
fáast við fyribyrgjandi ar-
beiði fyri at vita, um tað
ikki ber til at samansjóða
arbeiðið.
Hann hugsar m.a. um at
Blákross hevur eina ógvu-
liga góða verkætlan um at
fyribyrgja misnýtslu av rús-
drekka.
Samstundis hevur eisini
Ítróttarsamband Føroya eis-
ini sínar hugsanir um fyri-
byrging ímóti rúsdrekka.
– Men tað kundi verið
eitt hugskot, um ÍSF eisini
brúkti verkætlanina hjá
Blákrossi.
Hinvegin hevur Ítróttar-
sambandið gjørt eitt ávíst
arbeiðið fyri at fyribyrgja at
børn verða misnýtt kyns-
liga og fyribyrging ímóti
doping.
– Men hetta arbeiðið hjá
ÍSF kundi eisini komið til
nyttu aðrastaðni, eitt nú á
dagstovnum og aðrastaðni.
Bill Justinussen sigur, at
tær royndir og tað tilfar, ein
felagsskapur ella ein stovn-
ur, brúkar, kann eisini
koma øðrum til góðar.
– Soleiðis kundu vit
sloppið undan, at sama ar-
beiðið verður gjørt fleiri
ferðir, tí tað er tað ongin or-
søk til.
– Eitt nú gera eisini skúl-
arnir eitt ávís fyribyrgjandi
arbeiðið við at vísa á vand-
arnar við at roykja og
drekka. Í tí sambandið er
eitt savn av undirvísingar-
tilfari á Landsmiðstøðini
fyri Undirvísingaramboð.
– Tað kundi verið eitt
hugskot at latið tilfarið,
sum Blákross, ÍSF og aðrir
felagsskapir hava gjørt,
eisini verið á Landsmið-
støðini og blivð ein partur
av undirvísingartilfarinum
so at tað eisini kom skúlun-
um til góðar.
– Í løtuni sita stovnar og
feløg í hvør sínum lagi og
gera sama arbeiði í nógvum
førum og eg haldi, at tað
hevði verið ein stórur fyri-
munur at sloppið undan tí.
– Tað eru so nógvar ítøki-
ligar ætlanir á nógvum økj-
um og skulu allar hesar ætl-
anir á fíggjarlógina umveg-
is Mentamálaráðið ella
Trivnaðarráðið, er vandi
fyri at vit koma at játta pen-
ing til fleiri verkætlanir at
sama slagið og tað er ikki
skilagott.
– Verður arbeiðið hinveg-
in samskipað, kunnu vit
sleppa undan at játtað pen-
ing fleiri ferðir til sama
endamál.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at samstundis hava vit
Fyribyrgingarráðið,
sum
kann seta undirbólkar at
taka sær av ymsum økjum.
Bilarnir sum koma til
Vágs norðan av oyggj,
koyra ov skjótt og tí
fer kommunan at
taka stig til at fáa
ferðina niður
FERÐSLUTRYGD
Áki Bertholdsen
Vágs Kommuna fer nú
undir eina roynd at fáa bil-
arnar at koyra spakiligari,
sum koma inn í bygdina
eftir landsvegnum koyra
norðan av oyggj.
Dánjal Bjarkhamar, for-
maður í teknisku nevnd hjá
Býráðnum, sigur, at Býráð-
ið fær ofta at vita frá fólki,
sum búgva framvið vegn-
um, at bilarnir, sum koma
inn í bygdina eftir lands-
vegnum, koyra mangan ov
skjótt.
Tí hava tey ampa av at
lata børnini verða úti, og
tey hava heitt á kommun-
una um at seta ferðsluforð-
ing upp, fyri at fáa bilarnar
at koyra hampiligari.
Men kommunan kann
ikki
uttan
víðari
seta
ferðsluforðingar upp á ein-
um landsvegi og sostatt
tarna flutningi á vegnum.
Hinvegin hevur býráðið
samtykt at spyrja Lands-
verkfrøðingin um tað ikki
ber til at seta ferðgáar upp á
hesum vegastrekki.
Ein ferðgái er elektron-
iskt tól, sum mátar ferðina
á bilinum og vísir ferðina á
einum stórum ljósskelti,
sum stendur við vegin og
ger sostatt bilførarar varug-
ar við, hvusssu skjótt teir
koyra.
Hesir ferðgáar eru roynd-
ir aðrastaðni við sera góð-
um úrslitið, tí tað er heilt
týðiligt, at tað hevur tálm-
andi ávirkan á bilførarar, at
teir síggja á stórum skelti,
hvussu skjótt teir koyra.
Býráðið ætlar ikki at
keypa ferðgáa, men ætlar at
fáa avtalu í lag við lands-
verkfrøðingin um at læna
ein ella tveir ferðgáar at
seta upp við bygdarmarkið
og at royna skipanina,
áðrenn støða verður tikin til
keyp.
Vágs Býráð mælir
til, at Pakkhúsið
fær loyvi at
skeinkja øl og vín
SKEINKILOYVI
Áki Bertholdsen
Nú eru útslit til, at suð-
uroyingar fáa eitt stað
afturat, har tað ber til at
keypa øl og vín.
Mentanarhúsið, Stóra
Pakkhús, í Vági, hevur
søkt um at fáa matstovu
og skeinkiloyvi til øl og
vín.
Í Stóra Pakkhúsi verð-
ur skipað fyri alskyns
tiltøkum, fundum, fyri-
lestrum, filmi o.s.fr. og
nú er so eisini ætlanin at
fáa matstovu og skeinki-
loyvi til teir dagarnir,
húsið er opið.
Loyvisnevndin hevur
nú sent Vágs Kommunu
umsóknina til ummælis
og Býráðið hevur nú
samtykt at viðmæla, at
Stóra
Pakkhús
fær
skeinkiloyvi.
Bill Justinussen í
hernað ímóti misnýtslu
Seta elektroniskan
ferðgáa upp í Vági
Stóra Pakkhús í Vági
vil hava skeinkiloyvi
C
M
Y
K
5
4