Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-19, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 2002síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sunnudagin skipaði samkoman í Betesda í Klaksvík fyri einum øðrvísi sunnudags- skúla. Vikuna framman undan høvdu børnini bræv heim við, har øll familjan varð bjóðað til familjuløtu SAMKOMULÍV Orð og myndir: Rúna Sivertsen Hetta var fyrstu ferð, at samkoman í Betesda skip- aði fyri eini løtu sum hes- ari, har roynt varð at samla alla familjuna í sunnudags- skúlatíð. Fyri nøkrum árum síðani byrjaðu brøðrasamkomur- nar, eins og aðrar sam- komur, at skipa fyri familjuløtum. Í Betesda hevur familju- møti tó bert verið sunnu- kvøld, tá vanliga evangel- iska møtið er. Familju- møtini hava verið einar tvær til tríggjar ferðir árliga. Undirtøkan sunnudagin var góð; um 500 børn og vaksin vóru komin saman. Á skránni var tað, sum vanliga hoyrir einum sunnudagsskúla og møti til. Aftaná sang, søgur og talu, var ein drekkamunnur at fáa. Eisini var møguleiki at spæla spøl, m.a. vóru borðtennisborð uppsett. Tíðir skifta Brøðrasamkomurnar í Før- oyum hava í nógv ár skipað síni møtir sunnudag við breyðbróting, sunnudags- skúla og evangeliskum møti. Øll trý tiltøkini hava verið ymiskar tíðir. Men nú eru nakrar av samkomun- um farnar at leggja møtini nakað um. Í august 2001 byrjaði ein nýggj samkoma, sprottin úr brøðrasamkomuni, Lívdin, sítt virki í Hoyvík. Teir, ið tóku stig til hesa samkomu, gjørdu av at skipa sínir møti sunnudag undir einum, so øll familj- an kundi koma saman til møtini. Møtini í Lívdini byrja sunnumorgun kl. 10.30 og enda kl. 13. Møtið byrjar við eini løtu fyri alla fa- miljuna. Síðan er hugna- løta, har høvi er at práta saman og fáa sær ein drekkamunn. Síðani fara børnini í sunnudagsskúla. Meðan børnini eru á sunnudags- skúla, fer breyðbrótingin fram, umframt lovsang og talu. Møtini hjá Lívdini eru skipaði og tey, sum koma í samkomuna, vita altíð frammanundan, hvør fer at tosa, og hvat evnið verður. Sunnudagsskúli og familjuløta í Betesda Um 500 børn og vaksin vóru komin saman til familjuløtu og sunnudagsskúla í Betesda í Klaksvík sunnudagin. Løtan byrjaði kl. 12.30, og mundi hon vera farin av trý, áðrenn tey seinastu fóru til hús 6 Nr. 222 - 19. november 2002 Nr. 222 - 19. november 2002 7 Tann nógv um rødda gjaldstøðin við Vágatunnilin er um at vera liðugt uppsett. Ikki sær hon nógv út fyri verðini BUMMPENGAR Edvard Joensen á Reynsbakka: Tað eru eingin bummar við so- nevndu bummstøðina norð- an fyri tunnilsmunnan Vágamegin. Ein automat, nakrir steyrar við videoupptøku- tólum og nøkur ferðsluljós. Tað er útgerðin. – Eg havi ongantíð hildið tað verið rætt at nevnt tað bummstøð, segði Dávur Reinert Hansen, stjóri fyri Vágatunlinum, við Sosialin herfyri. Og nú kunnu fólk so út frá myndunum sjálv meta um, hvørt hann hevur ætt ella ikki, tá hann heldur vil nevna støðina eina gjaldstøð. Uppsetingin er gjørd við steyrum eftir miðum vegi, og gjaldast skal í ovara borði. Høgru síðu, tá koyrt verður út Vágum. Vestur- eftir verður møguligt at koyra beinleiðis ígjøgnum, uttan at nakað er, sum vísir á, at nú skal gjaldast. Tó verður ikki uttan víð- ari møguligt at koyra í skeivum borði, um ein ætlar at sleppa undan at verða skrásettur fyri gjald, tá ein skal úr Vágum. Tí syrgja upptøkutólini fyri. Grótbrotið í Sandavági verður stongt um ikki so langa tíð. Hvussu verður við nýggjum grótbroti í Vágum er ógreitt enn GRÓTBROT Edvard Joensen Sandavági: Grótbrotið í Sandavági verður niðurlagt, og greitt er ikki, um nakað nýtt verður gjørt í Vágum. Verður tað ikki, verður neyðugt at flyta grót og skerv úr Hundsarabotni vestur í Vágar. Ein teirra, sum hevur lastbilar í Vágum, er Niels Olgar Joensen í Sandavági. Hann sigur, at verður tað til tað, at tilfarið skal koyrast úr Hundsarabotni, verður tað so dýrt, at tað verður ikki keypandi hjá tí, sum brúka tað skal. Kostnaðurin fyri ein rúm- metur av skervi er í dag kr. 140- umframt mvg, vísir Niels Olgar Joensen á. Tí kanst tú fáa ein bil at fara eftir úr grótbrotinum í San- davági og leggja á eitt tún í Miðvági. Bilurin kostar kr. 360,- um tíman, men túrur- in varar einar 20 minuttir ella so. So alt í alt kann roknast við umleið 400,- krónum fyri eina slíka tæn- astu. Verður støðan tann, at farast skal í Hundsarabotn, verður hetta os dýrt, sigur Niels Olgar Joensen, at tað verður ikki gjørt. Tá fer í minsta lagi hálv- urannar tími ella kanska tveir til bilin. Síðan skal gjaldast í minsta lagi 1.440,- krónur fyri at koyra gjøgnum undirsjóvartunnil- in. Umframt kemur so gjal- dið fyri skervin. Tá kann hetta góða tilfarið til túnið skjótt kosta 2.000,- krónur, vísir hann á. Niels Olgar Joensen sig- ur, at hjá teimum fer tað helst at loysa seg at koyra einar tríggjar bilar úr Vág- um í Hundsarabot og hað- ani koyra skerv umorð á leigað skip í Kollafirði, sum so førir skervin til Miðvágs, haðani kann hann so koyrast til brúkaran í Vágum. Tað er umstendi- ligt, men bíligari enn tað, sum skuldi verða lættari og betri, nú tunnilin kemur, sigur hann. – Jú, lættari og skjótari verður tað, men so nógv dýrari, at eingin fer at brúka tunnilin, sum støðan er nú, sigur Niels Olgar Joensen. Ikki enn Tað verður kortini ikki beint nú, at grótbrotið í Sandavági letur aftur, sigur Oyvindur Brimnes, lands- verkfrøðingur. Støðan er tann, sigur hann, at Landsverkfrøðing- urin hevur brúkt tað tilfar og tað økið, sum loyvi varð givið til í Sandavági. Eitt lítið sindur er eftir, og til tað er uppbrúkt, verður ar- beitt í grótbrotinum í San- davági. Aðrar orsøkir eru eisini fyri at steingja har, sigur hann, Eitt nú er víst á, at av- fall frá grótbrotinum rennur út í ánna niðanfyri, og tað er óheppið, um tað dálkar. Tað er so eisini tikið við í viðgerðina, tá gjørt er av at steingja verandi grótbrot í Sandavági. Men tað merkir kortini ikki, at eingin møguleiki er fyri grótbroti í Vágum, vísir hann á. Samband hevur verið millum Landsverk- frøðingin og kommunurnar í Vágum um at fáa eitt nýtt grótbrot í oynni. Enn er eingin avgerð tikin, men møguleikin er enn livandi. Kanska í Sørvági Kanska kann eitt nýtt grót- brot gerast uttan fyri havn- arlagið í Sørvági, hóast einki sum helst er avgjørt um tað enn, sigur Eivin Jac- obsen, borgarstjóri í Sør- vági. Sørvágur hevur lítið upp- land í samband við havnar- økið, so um sprongt varð har úteftir, kundi nytta fingist burtur úr tí soleiðis, sigur Eivin Jacobsen. Hann váttar, at samband hevur veroð við Landsverk- frøðingin í vár, men enn er einki ítøkiligt komið burtur úr. Tað, sum kann gerast ein trupulleiki nakað skjótt, sigur hann, er skervurin. Um stongt verður í Sanda- vági, verður eingin skervur at fáa í Vágum, um ikki annað grótbrot við knúsara verður gjørt. Grót er ikki nakar stórur trupulleiki sum er, tí nakað væl er enn at fáa frá Gásadalstunlin- um, sigur Eivin Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági. Enn eitt nyt snið- húsamerki er komið á føroyska marknaðin. Fyrsta húsið av slagn- um varð reist í Mið- vági hósdagin í sein- astu viku BYGGING Edvard Joensen Miðvági: Stig Thomassen, byggimeistari í Miðvági, er farin at selja og seta upp norsk sniðhús, sum eru um- hvørvisvinalig. Húsini eru gjørd úr ser- liga útvaldum tilfari. Slík- um, sum ment er í sam- starvi við astma- og allergi- felagið í Noreg, og tí ser- liga umhvørvisvinalig. Eis- ini er sonevnt »klimaann- legg« í húsinum, sum alla tíðina reinsar luftina. – Tað kemst av, greiðir innflytarin frá, at tað í dag er so nógv av ovurvið- kvæmi og tílíkum sjúkum millum fólk, at fólk stutt sagt ikki kann búgva hvar sum helst longur. Tí eru hesi húsini vorðin til, sigur hann. Talan er um norsk hús, sum á allan hátt eru kapp- ingarfør við tey hús, sum frammanundan eru á før- oyska marknaðinum, sigur Stig Thomassen. Bæði í dygd og prísi. Húsini, sum nú vera smiðað í Miðvági, eru 122 fermetrar til víddar, og eru innrættað við køki, stovu, vaksirúmi, fýra kømurum umframt baðirumi, wc og stórum vaksirúmi. Húsini eru í tveimum hæddum. Stovuhædd og lofti. Lykla- klár kosta hesi húsini um- leið 860.000,- krónur. Tó er málaraarbeiðið ikki við, sigur Stig Thomassen. – Tað at seta litir á og velja tapet, er slíkt, sum fólk vanliga sjálv vilja hava ávirkan á, sigur hann. Stongja grótbrotið í Sandavági Gjaldstøðin uppsett Umhvørvisvinaligt sniðhús Grótbrotið í Sandavági verður niðurlagt. Enn er ikki avgjørt, um nýtt grótbrot verður gjørt í Vágum, ella um vágafólk skulu í Hundsarabotn eftir skervi at leggja á túnið Mynd: Edvard Joensen Nýggju sniðhúsini í Miðvági eru ment í samstarvi við norska astma- og allergifelagið. Tey eru gjørd úr serligum, umhvørvis- vinarligum tilfari, sigur innflytarin Mynd: Edvard Joensen Útgerðin er sett upp eftir miðum vegin. Ferðsluljósini, sum stýra skulu ferðsluni til gjaldstøðina, venda norðureftir, tí goldið verður bara á veg úr Vágum Mynd: Edvard Joensen C M Y K 7 6