týsdagur 19. november 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 222 - 19. november 2002
Nr. 222 - 19. november 2002
9
Landsfundurin hjá
Fólkaflokkinum, sum
varð hildin um viku-
skiftið, stuðlaði
politisku gongdina
hjá flokkinum. Fund-
urin metti eisini, at
gjaldið at ferðast um
vágatunnilin var ov
høgt
LANDSFUNDUR
Heri á Rógvi
Um vikuskiftið helt Fólka-
flokkurin landsfund í Havn.
Árligi landsfundurin varð
skipaður sum teir undan-
farnum
við
politiskum
kjaki og einum gestarøðara.
Óli Breckmann, formað-
ur fyri tingbólkin hjá
Fólkaflokkinum, greiddi
frá politisku gongdina sein-
asta árið. Løgtingsvalið og
hendingarnar í sambandi
við nýggju samgonguna
fyltu størsta partin.
Sambært heimasíðuni hjá
Fólkaflokkinum legði Óli
Breckmann eisini stóran
dent á at lýsa búskapar-
politisku gongdina seinastu
tíðina og í hálvfemsunum.
Til eitt tílíkt høvi kann
heldur ikki sleppast undan
at nevna tann so kenda
skattalættan.
— Eingin hevur nakran-
tíð klárað at spart seg til ein
skattalætta,
segði
Òli
Breckmann.
Heilsuverkið væl fyri
Gestarøðari á fundinum var
Tummas í Garði. Hann er
fólkafloksmaður og var
uppstillaður fyri flokkin til
seinasta løgtingsval, men
hann er eisini narkosu- og
yvirlækni á Landssjúkra-
húsinum. Evnið í røðu
hansara var heilsuverkið.
Sambært heimasíðuni hjá
Fólkaflokkinum
víst
Tummas í Garði á, at
gongdin innan heilsuverkið
í Føroyum var positiv.
– Tað gongur betur. Færri
fólk doyggja á bíðilistum.
Heilsuverkið gerst betur og
betur, men vit hoyra dag-
liga, at heilsuverkið gerst
verri og verri, segði Tumm-
as í Garði millum annað.
— Vit hoyra áhaldandi:
Tað er væntandi ella ov lítil
játtan, sum er orsøkin til
elendigheitina. Hetta passar
ikki.
Um
játtanin
verður
hækkað 20% fáa vit neyvan
20% betri heilsuverk, sigur
Tummas í Garði.
Sambært Tummasi er
politiski trupulleikin, at
einki tamarhald er á for-
brúkinum í sjúkrahúsinum.
Strangari
útlendingapolitikk
Annars fór tað mesta av
tíðini á landsfundinum við,
at ymisk fólk sluppu framat
at siga sína hugsan.
Fólkafloksungdómur
hevði millum annað orðið.
Í
tí
felagnum
kundu
limirnir hugsað sær at sæð
strangari
lógir
á
útlendingaøkinum.
Anfinn Kallsberg, løg-
maður, hevði fleiri reistir
orðið á fundinum. Hann
greiddi sínum partamonn-
um frá gongdina og eina-
mest nýggju samgonguni.
Hann nevndi, at tann
nýggja danska stjórnin var
nógv betri at tosa við um
yvirtøkur enn hon hjá Poul
Nyrup Rasmussen.
— Bólturin liggur hjá
okkum, segði løgmaður.
Áhugavert er eisini at
leggja til merkis, at løg-
maður helt fyri, at níggju
ráð eru ov nógv. H
— Hetta var kortini
neyðugt fyri at fáa kabalina
at ganga upp, sigur Anfinn
Kallsberg.
Málið um vágatunnilin
kom eisini fyri dagin á
landsfundinum. Semja var
um, at kostnaðurin fyri at
ferðast í tunlinum var ov
høgur. Fólkaflokkurin ætlar
sær á fund við nevndina í
P/F Vágatunnilin at kunna
seg meira um málið.
Aksel Haraldsen er settur í
starv sum dagligur leiðari
fyri Televarpið. Kann kem-
ur frá einum øðrum leiðara-
starvi hjá Føroya Tele innan
kundarøkt.
Nýggi leiðarin er útbúgv-
in elektrikari. Hann hevur
starvast hjá SEV, áðrenn
hann byrjaði hjá Føroya
Tele. Nøkur kenna hann
kanska eisini aftur frá før-
oyskari svimjing.
Hann
verður
einasta
starvsfólki hjá Televarpin-
um. Restin av funktiónun-
um verða latnar øðrum at
umsita fyri Televarpið.
Televarpið er dótturfelag
hjá Føroya Tele, men hevur
sundurskildan roknskap og
verður sum so rikið sum ein
fyritøka fyri seg.
pørtum, um bíðað varð til
eftir Robinson finaluna at
sløkkja fyri Rás Tórshavn.
Rásirnar
So gott sum allar avtalur
eru nú komnar upp á pláss
viðvíkjandi
rásum
hjá
Televarpinum.
Samráðst
verður enn við DR um eina
avtalu, og onkur onnur rás
liggur eisini í buktini, og
endaliga avgjørt er ikki, um
hendan ella hesar koma
við.
Samlaða yvirlitið yvir
rásir stendur at lesa aðra-
staðni á síðuni.
Tróndur Djurhuus, stjóri
fyri Televarpið, upplýsir
fyri Sosialinum, at teir sum
er ætla at byrja 5. desember
at senda. Dagin eftir, hin 6.
desember, verða móttakar-
arnir (set-top boksirnar) til
sølu. Kostnaðurin fyri hesar
verður umleið 2.000 kr. Til
endan av árinum verður tað
ókeypis
at
síggja
Televarpið.
Boksirnar
verða at fáa í ymsum
radiohandlum og aðra-
staðni. Talan er um móttak-
arar, sum umbróta digital
(talgilt) signal til sjón-
varpsmyndir. Móttakarin,
sum væntandi verður gestur
í flestu føroysku stovum í
næstum, er meinlíkur mót-
takarum, sum fólk kenna
frá parabolum.
Útboðið av rásum hjá
Televarpinum er annars
ógvuliga meinlíkt útboð-
num hjá komandi kapp-
ingarneytanum Canal Digi-
tal. Fyri so vítt er talan um
júst tær somu rásirnar.
Eins og við Canal Digital
verður útboðið býtt í fleiri
ymsar pakkar. Tað hevur
ikki eydnast okkum at
fingið upplýst prísir, men
eftir hvat skilst, er talan ein
“bíligan” pakka við nógv-
um rásum, og síðani koma
dýrari pakkar við rásum
sum Canal+ og kanska
eisini DR.
Ein av rásunum hjá Tele-
varpinum er tann sokallaða
INFO rásin. Hendan rásin
er rás, sum Televarpið í
roynd og veru sjálvt eigur.
Televarpið fer tó ikki sjálvt
at senda annað eitt upp-
lýsandi tilfar á hesari rásini.
Tróndur Djurhuus sigur,
at teir í løtuni arbeiða við at
koyra prosjekt av bakka-
stokki, sum hevur til enda-
máls at kanna, hvøjar
møguleikar eru til at nýta
INFO rásina til at senda
ymiskt forkunnugt føroyskt
tilfar. Roknast skal tó ikki
við føroyskum tíðindum, tí
hetta verður væntandi ov
dýrt at framleiða.
Annars er tað at siga um
rásirnar hjá Televarpinum,
at talan er um enskar og
danskar
rásir.
Útboðið
fevnir um tónleika-, barna-,
tíðinda-, ítrótta-, films- og
undirhaldsrásir
umframt
aðrar.
Fólkaflokkurin havt landsfund:
Staðfestu støðuna
Tað vert at hava í huganum, at kundar hjá Televarp-
inum í framtíðini mugu sum er hava ein móttakara
(set-top boks) til hvørt sjónvarp.
Sent verður eitt talgilt signal, sum krevur eina
boks við einum korti til at broyta signalið til
sjónvarpsmyndir.
Tað ber til at leiða signalið runt umvegis eitt nú
videotóli, men so skulu øll síggja somu rás.
Skalt tað hinvegin bera til, eins og tað ger nú, at
hyggja at ymsum rásum í ymsum sjónvarpi ymsa-
staðni í húsinum samstundis, so krevur hetta fleiri
móttakarar og fleiri kort, og harvið fleiri hald.
Ein móttakari fer at kosta umleið 2.000 kr.
-HR
1 boks/sjónvarp
Sett leiðara
Aksel Haraldsen
skal samskipa á
besta hátt, soleiðis
at kundarnir hjá
Televarpinum fáa
bestu tænastuna.
Mynd: Álvur
Haraldsen
Eftir ætlan byrjar
Televarpið at senda 5.
desember við 25
rásum. Enn er einki
komið upp á pláss
viðvíkjandi Dan-
marks Radio. Og so
sleppa øll í høvuðs-
staðnum at síggja
Robinson finaluna
SJÓNVARP
Heri á Rógvi
Arbeiðið at fyrireika Tele-
varpið er nú komið so langt
ávegis, at ásettur er ein
premieru dagur, sum tó
ikki hundrað prosent fast-
lagdur enn. Hósdagin 5.
desember ætlar Televarpið
at byrja at senda. Tele-
varpið er ein dóttur fyri-
tøka hjá Føroya Tele, sum
skal
víðarisenda
fylgi-
sveinarásir til føroyingar.
Byrjanin til Televarpið
hjá Føroya Tele var fyri so
vítt ásannanin hjá Tórs-
havnar býráð, at tað ikki
loysti seg longur hjá teim-
um at senda ókeypis fylgi-
sveinasjónvarp til sínari
borgarar
umvegis
Rás
Tórshavn.
Robinson yvir alt
Tá byrjað verður at senda
5. desember, so merkir
hetta eisini, at íbúgvar í
høvuðsstaðnum, sum seta
teirra álit til Rás Tórshavn,
sleppa at síggja allar part-
arnar av Robinson. Finalan
í Robinson kappingini, sum
skuldi verið tann endaliga,
verður hin 2. desember.
Hesa sleppa borgarar í
høvuðsstaðnum
so
at
síggja.
Jan Christiansen, borgar-
stjóri í Havn, sigur, at teir
hava sum so ikki tikið
endaliga støðu til øll við-
urskiftini um Rás Tórs-
havn. Fíggjarnevndin hjá
Tórshavnar býráð skal á
fundi hóskvøldið endaliga
taka støðu til lagnuna hjá
Rás Tórshavn.
— Ùtgerðin skal seljast
til Føroya Tele. Hetta skulu
vit fáa endaliga upp á pláss.
So skal eisini gerast av, nær
vit formelt sløkkja, sigur
Jan Christiansen.
Galandi avtalur hjá Rás
Tórshavn eru til endan av
hesum árinum, og einki er
sett til komandi ár. Tórs-
havnar kommuna fer at
spara eina millión um árið,
nú einki Rás Tórshavn er at
gjalda fyri longur.
Eftir hvat skilst, var tað
hildið vera best av øllum
Rásirnar
Rásirnir, ið Tele-
varpið hevur tikið
endaliga støðu til
vera við í teirra
útboði, eru hesar:
SvF (Skal vera við
sambært
Kringvarpslógini)
INFO (Egin rás hjá
Føroya Tele, sum kann
nýtast til ymisk
endamál)
Canal+ (tríggjar)
TV Danmark 1
TV Danmark 2
CNN
CNBC
MTV
VH1
VH1 Classic
God Channel
Fox Kids
Cartoon Network
Eurosport
Eurosport News
Hallmark
TCM
BBC Prime
BBC World
Animal Planet
National Geographic
Discovery
Afturat hesum koma
møguliga aðrar rásir.
Rásirnar verða seldar í
ymsum pakkum. Prís-
irnir vera ymiskir, alt
hvussu
nógvar
og
hvørjar rásir, ein velur.
Televarpið: Premiera 5. desember
5. desember er settur
til at verða dagurin,
tá virksemið hjá
Televarpinum fer av
bakkastokki. Nakrar
dagar framman
undan verður sløkt
fyri Rás Tórshavn, og
harvið ókeypis
fylgisveinasjónvarp-
inum.
Mynd: Àlvur Haraldsen
Uppmøtingin hjá fólkafloksfólki leygardagin var góð. Fundurin varð hildin í Pállsstovu í Havn
Tummas í Garði var
gestarøðari á lands-
fundi Fólkafloksins um
vikuskiftið. Hann vísti
á, at støðan á heilsu-
verkið er betri, enn tað
oftani verður ført fram
C
M
Y
K
9
8