Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 222 - 19. november 2002 Nr. 222 - 19. november 2002 11 Fráboðaða kanningin av leiklutinum hjá Klæmint Weihe verður slept. Afturfyri leggur hann nevndarsessin frá sær í Norðoyatunlinum SEV-STRÍÐ Ingi Rasmussen Stjórin í SEV, Klæmint Weihe, skal leggja sessin sum formaður í P/F Norð- oyatunlinum frá sær. Tað er niðurstøðan, eftir at stýrið fyri SEV fríggjadagin fund- aðist í fimm tímar um lagn- una hjá Klæmint Weihe, sum hevur verið í hørðum andróðri fyri sín dupult- leiklut í Vágatunlinum. Umframt at vera SEV- stjóri er Klæmint Weihe formaður í P/F Vágatunlin- um, og tað hevur sátt iva um hansara gegni. Tá Klæmint Weihe herfyri so keypti eitt neyðstreym- annlegg til Vágatunnilin fyri 600.000 krónur fyri rokningina hjá SEV, uttan at spyrja SEV-stýrið eftir, førdi tað til harðar ábreiðsl- ur. Tær endaðu við, at Hans Tausen Olsen, formaður í umboðsráðnum fyri SEV, kravdi eina løgfrøðiliga kanning av leiklutinum hjá Klæmint Weihe. Ongin kanning Eftir drúgva fundin fríggja- dagin er greitt, at Hans Tausen Olsen hevur slept kravinum um eina kanning, og afturfyri hevur Klæmint Weihe játtað at leggja frá sær sum formaður í P/F Norðoyatunlinum, sum er mannað við somu nevnd sum Vágatunnilin. »Umboðsnevndarformað urin, stýrið og stjóri eru samd um, at eftir umstøð- unum og fyri at fáa enda á hesum fastlæsta máli, legg- ur Klæmint Weihe, stjóri, nevndarsessin í P/F Norð- oyatunlinum frá sær. Eisini samtykti stýrið at seta í verk eina endurskoð- an av innanhýsis manna- gongdum hjá SEV«, siga partarnir í semjuni Tað líkist einum taktisk- um spæli, har allir partar varðveita skinnið á nøsini. Forða endurtøku Hans Tausen Olsen, um- boðsráðsformaður, sigur seg vera nøgdan við semj- una, hóast tað var hann, sum kravdi eina óvilduga løgfrøðiliga kanning av málinum. Vit spurdu hann, um onki er at kanna longur. – Tað, sum varð gjørt, er rættað. SEV svíður ikki fyri annleggið, tí tað hevur Vágatunnilin keypt. Tað, sum vit nú hava gjørt, forð- ar fyri, at sama søgan endurtekur seg, sigur Hans Tausen Olsen. Hóast Klæmint Weihe fer frá í Norðoyatunlinum, hel- dur hann fyribils fram í nevndini fyri Vágatunnilin. – Vágatunnilin letur upp 10. desember, og tá er tað arbeiðið yvirstaðið, sigur Hans Tausen Olsen. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa orðið á Klæmint Weihe, stjóra, sum er burturstaddur. SEV-stjórin leggur kongin Mannagongdir skulu endurskoðast og farið verður undir at gera SEV meiri opið fyri almenningum GJØGNUMSKYGNI Ingi Rasmussen SEV hevur verið sum eitt kongaríkið, har al- menningurin hevur havt lítið innlit í, hvat gongur fyri seg handan leik- tjøldini. Tað hevur leingi verið almenna fatanin og størsta kritikkpunktið ímóti SEV. Í semjuni, sum varð gjørd milllum umboðs- ráðið, stýrið og stjóran fyri SEV um vikuskift- ið, verður farið undir at draga gardinurnar frá í hesum stóra felagsskapi, sum kommunurnar eiga. – SEV hevur verið ov afturlatið, og tað er al- neyðugt, at tað verður meira opið. Við semjuni fara vit undir at fáa meira gjøgnumskygnið í SEV, sigur Hans Tausen Olsen, formaður í um- boðsráðnum, sum er hægsti myndugleiki í SEV. Hann vil kortini ikki útgreinað, hvat liggur í orðingini »at seta í verk eina endurskoðan av innanhýsis manna- gongdum hjá SEV«, sum tað eitur í semjuni. SEV gloppar dyrnar Tey morgunfrísku kunnu týsmorgunin 19. november klokkan 04 síggja óvanliga nógv stjørnuskot. Um føroyska veðrið loyvir tí. STJØRNUSKOT Ingi Rasmussen 10 stjørnuskot um minutt- in. Tað er møguleiki fyri at síggja, um tú ert tíðliga á fótum týsmorgunin. Astronomarnir siga, at jørðin krossar leiðina hjá kometini Temple-Tuttle um 4-tíðina týsmorgunin, og hendan komet er upphavið til eitt satt fýrverk av mete- orum. Stjørnuskot eru smáir bitlar, sum brenna upp, tá teir við stórari ferð raka atmosferuna og fáa luftina at gløða. Og tað er hetta hugtakið, sum ger serliga nógv um seg týsdagin. Serfrøðingarnir siga, at helst ganga 100 ár, áðrenn vit aftur sleppa at síggja so nógv stjørnuskot. Treytin fyri at síggja nak- að sum helst, er kortini, at tað er nøkulunda skýfrítt og ongin mjørki. Petur Skeel veðurfrøðingur sigur, at mjørkin ikki verður nakar trupulleiki, men meira iva- samt er við skýggjunum. Tó hendir tað ofta um nátt- ina, at skýggini fjara burtur, tá tey nærkast jørðini. So tey, sum eru bjart- skygd, og ikki vilja bíða í 100 ár, kunnu seta vekjaran at ringja um fýra tíðina í nátt. Stjørnuskot til tey bjartskygdu Klæmint Weihe er framvegis stjóri í SEV og formaður í Vágatunlinum, men sessurin í Norðoyatunlinum glapp í vikuskiftinum Eingin keypir fisk í Havn - Ætlanin er at skipa so fyri, at ráfiskur aftur kann landast í Havn, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri í Før- oya Fiskavirking FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Herfyri ringdi ein lesari til Sosialin og fýltist á, at ikki slepst av við fisk í Havn. Hyggja vit út í bátahylin á Argjum, oman í Vágsbotn og oman á Bursatanga, síggja vit, at bátatalið í Tórshavnar kommunu er rættiliga stórt - og nógv tað størsta í landinum. Fægstu av hesum bátum munnu tó vera ætlaðir til útróður burtur av, men tað er altíð soleiðis, at onkur bátur loysir av og á og fer ein snellu-, snøris-ella línu- túr. Fæst fiskur ein slíkan dag, og meira verður drigið enn til húsnýtslu, hevði tað verið hent hjá monnum at kunnað sett nakrar fiskar á vektina. Onkur selir á marknaði- num í Vágsbotni, men tað er avmarkað, hvussu nógv kann sleppast av við her. Menn halda, at tað hevði verið hent, um virkið hjá Fiskavirking í Havn keypti útróðrarfisk. Ikki góðkend Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirking, sigur, at virkið í Havn kann ikki taka ímóti ráfiski um bryggjukantin sum er, tí virkið er ikki góðkent sum landingarmiðstøð. - Vit hava nakrar landing- armiðstøðir í Føroyum, og tað eru bert hesar, sum kunnu landa fisk um bryggjukantin. Hann vísir á, at arbeitt verður við at fáa virkið í Havn góðkent sum landing- armiðstøð aftur, men til tess mugu gerast nakrar broyt- ingar, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan krevur. - Ætlanin er at nýta gomlu móttøkuhølini á virkinum til endamálið við ymiskum broytingum, sigur Meinhard Jacobsen. Nær móttøkan í Havn verður umbygd og góðkent sum landingarmiðstøð aft- ur, er eitt sindur ilt at siga. Stytsti vegurin hjá út- róðrarbátunum í Suður- streymi at sleppa av við fiskin er at sigla inn á Toft- ir, har fiskurin verður land- aður og seldur á gólvinum. Tá ið ráfiskamóttøkan á gamla Bacalao er umbygd og góðkend sum landingarmiðstøð, verður høgligari hjá útróðrarmonnum í Suðurstreymi at sleppa av við fiskin. Ætlanin hjá Føroya Fiskavirking at virka smáfisk í Álakeri er broytt. Maskinurnar, sum eru keyptar til endamálið, verða helst settar upp á gamla Bacalao, og síð- an verður uppsaging- in av blokki og annað góðskingarvirksemi í Álakeri FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Í vár segði stjórin í Føroya Fiskavirking, Meinhard Jacobsen, at felagið ætlar at gera meira við tann smáa fiskin, sum í stóran mun endar á útlendska markn- aðinum, óvirkaður. Tá ið Bjarti Mohr niður- legði sítt virksemi á virki- num í Álakeri, sum Havnar Arbeiðsmannafelag eigur, varð avtala gjørd við Fiska- virking um, at FF skuldi yvirtaka leigumálið og halda fram í bygninginum. Meinhard Jacobsen segði, at ætlanin hjá Fiska- virking var at keypa mask- inur inn á virkið og fara at arbeiða smáfisk í hølunum. Men hesar ætlanir eru nú broyttar. Maskinurnar keyptar - Vit hava keypt allar mask- inurnar, sum vit skulu hava til virking av smáfiski, men ætlanin er nú broytt. Broytingin er, sigur Meinhard Jacobsen, at nýggju maskinurnar vænt- andi verða settar uppá gamla Bacalao, og síðan fer Fiskavirking at flyta ein part av teirri framleiðslu, sum er á gamla virkinum, út í Álaker. - Vit fara ætlandi í Álaker við góðskingini, sum er á gamla virkinum, tí vit meta, at tað fer at verða betur fyri virksemið. Meinhard sigur, at ætlan- in er at flyta uppsagingina av blokki og annað góðsk- ingarvirksemi út í Álaker. Á virkinum í Havn arb- eiðir Fiskavirking serliga frystan russarafisk, men virkið sagar eisini blokk og góðskar fiskavørur fyri onnur virkir hjá felagnum. Hesar maskinurnar skulu so flytast út í Álaker. - Í løtuni eru vit í holt við at finna út av, hvussu best er at gera. Spurdur, um virksemið verður størri, tá ið felagið nú eisini fer at skera og góðska smáfisk, sigur Meinhard. - Ja, samlaða virksemið verður størri, men brúk verður ikki fyri nógvum fólki aftrat, tí maskinurnar koma at taka sær av einum stórum parti av økta virk- seminum. Hann sigur, at nú góðsk- ingin verður flutt út í Ála- ker, verður arbeitt við at fáa frystaríið har úti uppaftur at koyra. Sum skilst, hevur tað ikki verið í drift leingi. Pinbone Meinhard sigur, at vøran, sum ætlandi verður fram- leidd burtur úr smáa fiski- num, verður 5 pund, nevnd "pinbone". - Hetta eru heil fløk, har kílin ikki er skorin burtur. Fløkini eru so smá, at tað loysir seg ikki at skera kílan burtur, sigur hann. Stjórin í Føroya Fiska- virking sigur, at tað er ser- liga í ávísum tíðarskeiðum, at nógvur smáfiskur kemur uppá land, og tí kann rokn- ast við, at virksemið verður skiftandi. - Men við at flyta góðsk- ingarpartin út í Álaker, verður virksemið har úti meira støðugt, sigur stjórin í Føroya Fiskavirking at enda. Maskinurnar til smáfisk eru keyptar Upprunaliga ætlaði Føroya Fiskavirking at virka smáfisk á virkinum í Álakeri, men nú er hendan ætlan broytt. - Við at flyta góðskingarpart- in út í Álaker, verður virk- semið har úti meira støðugt, sigur Meinhard Jacobsen. - Men enn er ov tíð- liga at siga, hvussu ár- ið hevur vignast, sig- ur stjórin FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tað vóru ikki smávegis rós- andi orð, ið bæði fyrrver- andi og núverandi formað- urin í Framtaksgrunninum, Sverri Hansen og Niels Winther Poulsen, høvdu at bera leiðsluni í Føroya Fiskavirking herfyri, tá ið kjakið um privatisering av fyritøkuni gekk uppá tað "heitasta". Og tað skerst ikki burtur, at tað hevur gingið væl hjá felagnum, hóast samlaða virksemið er stórt, og nógv- ar íløgur eru gjørdar kring landið, tí virkini vóru so niðurslitin. Aftur yvirskot Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirking, sigur, at árið í ár hevur roynst hampiliga væl hjá felag- num. - Jú, eg haldi, at hetta árið hevur verið brúkiligt, sigur hann. Meinhard vil tó ikki leggja høvdið á blokkin og siga, hvussu gongdin ítøki- liga hevur verið. - Eg haldi, tað er ov tíð- liga at siga nakað enn. Í fjør hevði felagið eitt yvirskot uppá 18,5 milj. krónur, men hóast hetta ár- ið er brúkiligt, sum Mein- hard Jacobsen tekur til, væntar hann kortini ikki, at yvirskotið verður líka stórt sum seinasta ár. Fiskavirking aftur yvirskot í ár Meinhard Jacobsen, stjóri í Føroya Fiskavirking: - Eg haldi, hetta árið hevur verið brúkiligt - um enn ikki líka so gott sum í fjør, tá ið vit høvdu eitt yvirskot uppá 18,5 milj. krónur. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 11 10