Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 2002síða 7

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 222 - 19. november 2002 Nr. 222 - 19. november 2002 13 Nevndin fyri p.f. Norðoyatunnilin skal hava ein nýggjan formann. Hetta hevur Vinnumálastýrið ikki avgjørt. Men arbeiðsgevarin hjá stjóranum í SEV. Orsøkin, soleiðis sum tað hevur verið lagt út frá umboðsnevndarformanninum sjálvum: hann dugdi ikki at skilja millum starvið sum stjóri í el-felagnum og sum formaður í nevndini fyri p.f. Vágarunnilin. Fram er komið, at stjórin í SEV hevði gegnistrupulleikar. Hann var inhabilur. Tað hevur SEV-stýrið staðfest og stýrið hevur átalað stjóran. Fram er eisini komið, at alt er ikki farið rætt fram. Neyðaggregatið er dømi um tað. So kunnu vit sjálvandi gera okkara egnu metingar og leggja tað í hetta sum vit nú halda. Men fólksins umboðsmaður í el-málum, Hans Tausen Olsen, tók eftir øllum at døma ábyrgd sína í stórum álvara. So stórum, at hann kravdi eina løgfrøðiliga kanning. Um ikki, hótti hann við at kalla umboðsnevndina inn. Umboðs- nevndin er hægsta valdið í SEV. Tað er hon, sum setir stjóran. Og tað er hon, sum velur stýrið. Ikki øvugt. Men hví bardist stýrið í SEV soleiðis sum tað framgongur av viðgerðini í miðlunum sum úlvur á skóg ímóti eini kanning? Er tað ikki so? Og hví hevur umboðsnevndarfor- maðurin, Hans Tausen Olsen, latið sær lynda eina semju, tá ivamál um skeiva framferð eru reist? Har m.a. hann sjálvur hevur reist hesi ivamál! Og hví verður umboðsnevndin ikki kallað inn, um málið er so álvarssamt sum formaðurin hevur víst á! Tað er frálíkt, at SEV fær sær betri og tryggari manna- gongdir? Men ivamálini eru ikki loyst við eini semju um nýggjar mannagongdir og at SEV-stjórin ikki skal vera formaður í nevndini fyri Norðoyatunnilin. Hann er kanska góður sum formaður í slíkari nevnd og hevur gjørt eitt frálíkt arbeiði? Hvør veit? Men hevur hann gjørt nakað, sum ger, at hann ikki kann halda fram sum formaður í einum heilt øðrum partafelagi enn tí felagnum, har Hans Tausen Olsen setir spurnartekin við arbeiðslag og gegnið? Eftir tíðindainnsløg og blaðgreinir er illgruni sáddur. Og illgrunin fær føroyingar at spyrja, um nakað er galið? Og hvat er galið? Men tað verður ikki kannað! Tí nú er semja gjørd um ikki at gera eina kanning, sum umboðsnevndar- formaðurin annars sjálvur legði upp til. Úrslitið er, at illgrunin verður hangandi. Og verður SEV-stýrið ikki fongt við sama illgruna, tá tað ikki vildi hava eina kanning? SEV skuldi verið okkara mest fólkaræðiligi felagsskapur. Men el-felagið hevur ferð eftir ferð staðfest, at tað er ein "statur í statinum". Aftur hesuferð. Fjølmiðlar reistu málið. Men klára fjølmiðlar at fáa nakað nýtt, sum avdúkar skeiva framferð, fram á blaðsíður, á skýggjan ella gjøgnum hátalaran? Hetta eigur ikki at verða gjørt til eitt persónsmál. Tað eru tey, sum halda og vita, at stjórin í SEV sum formaður í Vágatunlinum hevur gjørt eitt sera stórt og gott arbeiði. Og tað eru tí eisini tey, sum fegin síggja, at hann sleppur at royna seg í Norðoyartunlinum eisini. Vit mugu vit kortini rudda av vegnum ivamál og gegnistrupulleikar. Vit mugu ikki vera bangin fyri at tosað opið um slík mál. Og vit mugu loysa tey til okkara alra felags besta. DAGSINS MEINING Sosialurin Semja – elvir til størri illgruna VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 4449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Rullandi redaktionin: tel. 220507 Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Reidar Nónfjall Seinastu tíðina hevur staðist nógv kjak um m.a. tal av nevndarpostum hjá stjóranum á SEV. Eg skal við hesum í stuttum greiða frá, hvat altjóða tilráðingar vísa á, um tal av nevndar- postum. Upplýsingarnar kunnu brúkast, sum veg- leiðing hjá teimum, sum eru ella eru um at koma í eina ivasama støðu, hvat viðvíkur tal av nevndar- postum. Tað er týdningarmikið, at einstaki limurin framman undan eitt nevndarval ger sær greitt, hvat tíð nevndar- arbeiðið tekur, og hvat tíð tað krevur til fyrireiking. Nýggjastu altjóða tilráð- ingarnar vísa á, at ein lim- ur, sum eisini er stjóri ella leiðari í einari virknari fyritøku, ikki eigur at hava meira enn 3 vanligar nevndarpostar, ella 1 sum formaður og 1 sum vanligur limur. Bara serligar um- støður gera, at víkjast kann frá hesum. Roknað verður við, at talan er um professionelt nevndararbeiði og at nevndarlimir taka nevndar- arbeiði í álvara. Tjóðveldisflokkurin stuðlar grønlendska krav- inum um fullan avgerðar- rætt í hernaðarmálum og mótmælir hjálandapolit- isku framferðini hjá donsku stjórnini í mál- inum um Thule-støðina. Danska stjórnin hevur - hóast mótmæli frá øllum grønlendskum flokkum - av sínum eintingum boðað amerikonsku stjórnini frá, at hon vil viðgera málið um missil-verjuskjøldur við vælvild. Harvið hevur hon aftur bjóðað Thule-støðina í Grønlandi fram, uttan at grønlendska fólkið er eftir- spurt. Nýggjar frágreiðingar hava staðfest, at hetta er sami framferðarháttur, sum hevur verið føroyingum fyri í hernaðarmálum undir kalda krígnum. Alt bendir á, at Danmark við hesum aftur brúkar Grønland til tess at vinna sær sjálvum fyrimunir í NATO og til tess at fáa vælvild úr USA í roynd- unum at vinna sær ein sess í trygdarráðnum hjá ST. Grønlendskir politikarar hava kravt, at avtalan frá 1951 um Thule-støðina, sum hevur verið hildin loynilig fyri grønlending- um í mong ár, verður end- urskoðað, og at grønlend- ingar sjálvir samráðast og taka avgerðir um hetta mál. Teir gera somuleiðis vart við, at teir búskaparligu og politisku fyrimunir, ið kunnu fáast burturúr eini avtalu við USA og NATO, skulu koma grønlendingum beinleiðis til góðar. Beinleiðis spurdur á fólkatingi mikudagin, vildi danski forsætisráðharrin ikki vátta, at grønlendsku ynskini fara at verða eftir- líkað ella hoyrd. Hann nevndi tað “ein hypotet- iskan spurning”, at grøn- lendingar ikki fóru at taka undir við danska fram- ferðarháttinum. Tjóðveldisflokkurin stuðlar fult og heilt grøn- lendsku krøvunum um full- an sjálvsavgerðarrætt í hernaðarmálum og mót- mælir teirri hjálanda- politisku framferðini hjá donsku stjórnini seinastu dagarnar. Tjóðveldisflokk- urin heitir á donsku stjórn- ina um í verki at vísa virð- ing fyri grønlendsku tjóðini og fólkavaldu myndugleik- um hennara. Tórshavn 15. november 2002 Vegna Tjóðveldisflokkin Høgni Hoydal formaður Heini O. Heinesen form. í tingbólki Tjóðveldisfloksins Tilráðing um tal av nevndarpostum Yvirlýsing frá Tjóðveldisflokkinum FLØGUÚTGÁVA Tíðindaskriv Nýggj fløga við eldri áhugaverdum Føroyskum slagarum verður í sølubúð- unum síðst í november. Fløgan nevnist »Skýming- stund«. Eisini er gjørt pláss fyri nøkrum útlendskum sangum, ið føroyingar hava tikið til sín, sjálvsagt eru hesir klæddir í ein Før- oyskan málbúna. Tvíburðarnir hava ferðast landið á tamb, og ikki er nakað pláss, har teir ikki hava hugtikið tann dans- andi, við teirra tvírøddaðu framførðslu av júst teimum mongu slagarunum, ið eru á fløguni. Hetta má metast sum ein rein føroysk dansifløga, har teir eru trúgvir móti tí uppruna, sangirnar eru sprottnir úr. Ikki ov nógv spæl fyri gallarínum men eitt siktið beint inn í teir inniligu hjartastreingirnar. Nakrir av sangunum hava verið á øðrum útgávum í Føroyum, men eisini sleppa Keld Heick, Everly beiggj- arnir og hvalbiar brøðurnir við sínum íkasti. Ein sangur, sum hevur verið og framvegis verður nógv nýttir, tá fólk koma saman at hugna sær, er norski Skjønne Helen. Nú verður so møguligt at hoyra hann á føroyskum. Munnu tví- burðarnir hjá Julionnu ikki fara at vinna mong hjørtu við honum, hóast vælvit- andi, hvussu vanabundnir okkara landsmenn eru. Eitt annað, ið er áhuga- vert, er at øll framleiðslan verður avgreidd í Føroyum. Fløgan er innspæld í M"as Blues Band upptøkuhøl- unum í Tórshavn. Reproarbeiði og prent verður somuleiðis gjørt í býnum. Sjálva framleiðsl- una av fløguni hevur Regin Bjarnastein um hendi. So tað er ikki neyðugt at fara út um landoddarnar í nøkrum av lutunum av hesari fløgu. Hetta er fyrstu ferð, at Árni og Marnar geva út fløgu. Teir hava tó verið við á ymsum bondútgávum m. a. Black Birds. Tað er Árni, ið hevur leikt tey flestu ljóðførini, aðrar góðar kreftir hava eisini gjørt sítt íkast fyri at fløgan kann gerast so góð sum møguligt. Petur Hermansen á steelguitar og Hans Andrias Højgaard úr Twilight á tangentum, fyri at nevna tveir. Heini Olsen Um verandi formaður í gamlari, politiskt valdari umboðsnevnd ikki sjálvur ber seg undan afturvali, verður nýggjur formaður bert valdur, um hesin í orð og tal megnar sannføra ein meirluta av nevndarlimun- um um, at hann sjálvur bæði er betur hóskandi enn verandi formaður, og at hann í heila tikið er hin besti av teimum øllum. Ein verkanevnd kann eisini vera politiskt vald; men vanliga eru tað áhuga- bólkar, sum heita á álitisfólk um at manna nevndina, sum so sjálv skipar seg við formanni, skrivara o.s.fr.v., t.e. eingin av limunum hevur sjálvur av fyrstan tíð stillað seg upp til val. Verkanevndin í Vága- tunlinum er í so máta eitt klassiskt dømi. Neyvan man nakar av limunum sjálvur hava biðið sær sess, og skulu teir í okkara pinkusamfelag fyrst noyð- ast kanna út í æsir, um vandi er fyri, at teir onkurs- vegna kunnu koma sær í ógegn, hevði neyvan nøkur nevnd nakrantíð verið mannað her á landi, tí vit munnu helst hava minsta fólkatilfeingi í heiminum í mun til tað virksemi, sum tíbetur mestu tíðina fer fram. Fjølmiðlarnir eru í teirri trongstøðu, at teir skulu fáa til vega tíðindi hvønn ein- asta dag, onkur teirra fleiri ferðir um dagin. Samstund- is varðveita teir Føroya nýggjari søgu, og við hvørt duga teir eisini peika á brek í samfelagnum, sum eiga at verða rætta. Alt gott um tað at siga; men trupulleikin er tann, at stundir ikki eru at kanna, hvussu nógv tíðindini hava uppá seg, áðrenn tey sleppa út, og her eiga vit øll at hjálpa teimum við fyrst at royna at sálda frá, áðrenn eisini vit sjálvi við gyltari sjálvgleðiskrúnu fara upp í populitiska hópin at galdra: krossfest - krossfest! SEV-stjórin hevur nú virkað í mong Harrans ár, hetta bæði í góðum og - ikki minst - í ringum tíðum, og man hann í starvi sínum hava verið rættiliga gegni- ligur, annars hevði hann neyvan verið valdur í nevnd sum álitismaður og av nevndini til formann. Mær vitandi hevur SEV- stýrið heimild at virka eitt fýra ára skeið í senn, hetta líka til næsta val. Somu- leiðis hevur stjórin fingið heimild at arbeiða eftir besta førimuni innan ávísar karmar, sum hann nú verður ákærdur fyri at hava brotið; men fyri mær er ilt at síggja, hvør brotsgerðin man vera. Eftir øllum at døma hevur hann í hesum føri keypt tann partin av trygd- arútgerðini, sum SEV átti sína ábyrgd av, og kenni eg Klæmint rætt, man motor- urin neyvan vera heilt óbrúkiligur. Hví hann nu knappliga skuldi kalla stýrið ella kanska alla umboðsnevnd- ina saman til júst hesa av- gerðina av mongum, dugi eg ikki rættiliga at skilja. Hvussu hevði tað verið umrøtt, um nú trygdarút- gerðin ikki var keypt, áðrenn tunnilin alment varð tikin í nýtslu ? Við so bábelskari saman- seting sum í Vágatunlinum, hevur tað ikki verið nøkur bloyta, íð sitið hevur sum nevndarformaður at taka dagar ímillum okkum sjálvi og útlendskar entreprenør- ar, so eyðmjúkir hesir í fyrsta umfari annars kunnu tykjast vera, og við hansara royndum - góðum sum ringum, eitt nú við tí elektriska undirentrepre- nørinum - hevði tað verið harmiligt spell fyri Norð- oyatunnilin og allar Før- oyar, um henda vitan harra Klæmints bert varð kveistra til viks. Hetta er sum kunnugt tíverri ikki eindømi í nýggjari tíð. Vit hava brúk fyri øll- um, vit eiga og hava bart út ikki ráð til at blaka meira fyri bakka, enn vit hesi árini longu hava gjørt. Eftir 12-15 árum í so- nevndum menningarlond- um - Føroyar ikki íroknað- ar - siti eg við eini ófrættu- kenslu av, at vit so smátt nærkast hesum tilafturs- komnu, sum, hóast gott vit og skil, neyvan tora kasta sær av vatninum uttan eftir harraboðum, tíansheldur seta spakan í. Um kostnaðin um Sundið kann bert sigast, at hann er eitt nágreini- ligt úrslit av lógtingslógini og sostatt í lagi, men sam- stundis júst ein av fleiri vansum, eg vísti á í "Við- merkingar til uppskot til lógtingslóg um fast sam- band um Vestmannasund, dagfest 20.08.1999" - stívar 3 bls. til støddar. Ein nevndarformaður og annar ella Harra Klæmint og populitikararnir VIÐMERKINGAR Hans Birgir Hansen Tað er við eini samskip- an av náttúru og um- hvørvis-,og djóra- og plantuvernd at vit kundu skapt fortreytir/grund- arlag fyri grønari gras- rótarørsku við grønum felagsskapum aftur at! Vit kundu síðani fing- ið ein grønan felagsskap aftan fyri ein nýggjan politiskan flokk kallað „Tey grønu í Føroyum", ið ein áður í seinru helt av áttatiárunum var al- ment frammi við. Tað, at ein í seinri helt av áttatiárum var frammi við tí grønu hugsjón og stevnu og virkisskrá, skapti stóran ans, tá talan er um at markn- aðarføra Føroyar innan ferðamannavinnu. Tað er ein slíkur í er einasta grøna alternativi til teir etableraðu polit- isku flokkar í øllum tí rikna lands- og kommu- nalpolitikki á løgtingi og bygdar- og býráðum um alt landið. Tað finnast møguleik- ar til teir etableraðu møguleikar, við at gerast sjálvstøðugur og sjálv- støðugt vinnurekandi, við at sleppa politisku ideologiunum og ismun- um. Tað er eingin av etableraðu politisku flokkunum, ið klárar at praktisera grønu hug- sjónina, ið byggir á náttúru-, og umhvørvis-, og djóra- og plantuvernd og á medmenniskju. Tað er nógv almenn- ingurin í Føroyum kundi lært av Teimum grønu flokkunum í londunum uttan um Føroyar, og av náttúru- og umhvørvis- felagsskapum á sama hátt í dag. Tað er eingin av etabl- eraðu politisku flokkun- um og lands- og kommunalpolitikarar, ið hava tær røttu hugsjónir og atburð, hugburð og málburð til at taka lut í slíkum í dag. Tað er eingin av áður- nevndu, ið eru stagner- aðir í sínum fortreyt- um/grundarlagi/politisk u dieologium/ismum, ið hava innlit/forstáilsi/til- vitan til tað samanhang- andi í dag. Tað er eingin uttan undirritaði, ið hevur samband við „Tey grønu" uttanlands, og eg umboði framhaldandi tað nýggjastu orkusp- arandi teknologi dana V.H. Flach, sála. Tað skapar dagliga gerandistrupulleikar at fáast við ein hóp av býttlingum og ørvitis- knokkum, almenning- urin og blað- og fjøl- miðlafólkini í Havnini, ið eru samansvorin. Hesi eru øll í somu støðu sum tey vælbjarg- aðu í talu og skriva ímóti betri vitanum, uttan at hava egnu sjálvstøðugar, hugsjónir í øllum tí dag- liga gerandislívinum. Hetta ein ein veruleiki innan blað- og fjølmiðl- aheimin í dag. Grønt alternativ í Føroyum Juliannuboysarnir Árni og Marnar Andreasen við nýggjari fløgu C M Y K 13 12