týsdagur 19. november 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 19. november 2002
15
VIÐMERKINGAR
Norðoyatunnilin á einum vegamóti
Løgtingið fer í dag at
hava fyrstu viðgerð av
uppskoti frá lands-
stýrinum um at gera
broytingar í anlegs-
lógini fyri Norðoya-
tunnilin, soleiðis at
einki verður játtað
tvey tey komandi ár-
ini, og at síðsta játt-
anin á fíggjarlógini
verður útsett inntil
2009. Í hesum sam-
bandi hava tveir
klaksvíkingar, sum
búgva í meginøki-
num, hesar viðmerk-
ingar til spurningin
um fast samband um
Leirvíksfjørð
Símun Absalonsen,
Tórshavn
Jóannes Hansen, Toftir
Fyrsti undirsjóvartunnilin í
landinum er um at vera lið-
ugur og í vikuni, sum fór,
varð alment, hvussu gjaldið
fer at vera fyri at koyra
millum Streymoynna og
Vágarnar. Politisk semja er
um at gera ein undirsjóvar-
tunnil ímillum Eysturoynna
og Borðoynna og alterna-
tivið, sum var byggjan av
ferju til siglingina um Leir-
víksfjørð, er heilt slept. Ein
spurningur, sum politikar-
arnir eru nógv upptiknir av,
er, um farast skal undir
hesa verkætlan beinan veg-
in, ella um best er at bíða
nakað, tí at fíggjarkarmar
landsins eru so trongir.
Sambært
dagsskránni
fyri tingfundin týsdagin 19.
november, verður anlegs-
lógin viðgjørd á hesum
fundinum. Nú er ætlanin at
játtanin skal toyggjast upp-
aftur meiri. Tær 205 mill-
iónirnar skulu játtast so-
leiðis: í 2002 32,5 millión-
ir, 2005-2008 32,5 millión-
ir um árið og 42,5 milliónir
í 2009. Tað verður sagt í
viðmerkingunum til broyt-
ingaruppskotið, at hetta fer
ikki at seinka verkætlanini.
Tíðin fer at vísa, hvussu tað
verður við hesum. Í við-
merkingunum til uppskotið
verður sagt, at karmarnir á
fíggjarlógunum fyri 2003
og 2004 eru trongir. Tað
verður roknað við, at teir
verða rúmari, tá ið nýggi
Smyril er liðugt goldin. Um
hetta verður soleiðis, vald-
ast um raðfestingina, sum
fasta sambandið um Leir-
víksfjørð fer at fáa.
Í einum sakligum kjaki
um er tað altíð týdningar-
mikið at øll viðkomandi
viðurskifti verða lýst, tá ið
politikararnir skulu taka
støðu. Niðanfyri standandi
er okkara ískoyti til kjakið
um Norðoyatunnilin júst
nú.
Geografisk lýsing
Bústaðarmynstur føroyinga
kann geografiskt flokkast í
tríggjar bólkar, sum sam-
bært fólkayvirlitið tann 1.
august í 2000 er lutað so-
leiðis:
• Mistaðarøkið
66,7%
• Fýra størri randarøki
31,9%
• Fleiri smærri randarøki
1,4%
Hyggja vit at teimum størru
randarøkjunum fáa vit hesa
uppbýting av bústaðar-
mynstrinum í prosentum:
Vágar
5,7
Suðuroy
10,8
Sandoy
3,0
Borðoy,
Kunoy
og Viðoy
12,4
Landið hevur nýtt nógvan
pening at betra um sam-
ferðsluna ímillum miðstað-
arøkið og randarøkini. T.d
ferjur og avleiddar íløgur í
ferjulegur,
vegir
osfr.
Hyggja vit at størru randar-
økjunum, og hvat lands-
kassin hevur rindað sein-
astu 15-20 árini fyri at bøta
um samferðsluna til og frá
miðstaðarøkinum, fáa vit
eina hóming av, hvussu
íløgufordeilingin
hevur
verið hesi árini:
Vágarnar
Farið varð undir at gera fast
samband seinast í 80unum.
Arbeiðið varð steðgað or-
sakað av kreppuni. Arbeið-
ið varð síðani tikið uppaftur
og er um at vera liðugt. Við
anlegsjáttanini hevur henda
ætlan kostað landskassa-
num umleið 200 mió.
Suðuroy
Farið er undir at byggja
nýggjan Smyril. Saman við
teimum íløgum, sum skulu
gerast á infrastrukturin sum
t.d. tillaga atløguviður-
skifti,
samferðsluhavn
o.s.v. verður kostnaðurin
helst umleið 400 mió.
Sandoy
Farið var undir at gera
ferjulegu á Gomlurætt í
áttatiárunum og óváttað tøl
siga, at prísurin lá umleið
200 mió. Síðani er nýggi
Teistin komin. Samlaða
íløgan er umleið 300 mió.
Borðoyggin
Ímeðan landskassin hevur
sett verkætlanir í gongd fyri
umleið eina milliard við-
víkjandi trimum av fýra
randarøkjunum,
verður
fjórða og størsta økið fram-
vegis serviserað við eini 30
ára gamlari loysn, sum
bæði er ótíðarhóskandi og
til tíðir ónýtilig. M/F Dúgv-
an er frá 1969. Ferjulegan í
Klakksvík er frá 1973.
Ferjulegan í Leirvík er nak-
að nýggjari, men avlýsing-
arnar eru nógvar, av tí at tað
er trupult at nýta ferjuleg-
una á ávísari ætt.
Cost-benefit lýsing
Í januar 1998 lat vinnu-
málastýrið
eina
sam-
ferðsluverkætlan úr hond-
um, ið m.a. lýsti kostnað-
nyttu kanningar av týðandi
verkætlanum,
herundir
ferðingini um Leirvíks-
fjørð. Sambært hesi kann-
ing var fast samband um-
kostningsneutralt saman-
borið við dagført ferjusam-
band.
Nærum fimm ár eru nú
farin, síðani kanningin var
almenn, og tað ber ikki til
annað enn at ásanna, at
fyritreytirnar hava flutt seg
til fyrimuns fyri føstum
sambandi. Men eftir at hava
lisið frágreiðingina frá
vinnumálastýrinum eru vit
kortini sannførdir um, at
við táverandi fyritreytum
var tað eisini ein stórur
fyrimunur landsbúskapar-
liga at fremja fasta sam-
bandið. Hetta kemst av, at
eftir okkara metan so undir-
metir frágreiðingin spardan
bíðikostnað og forðingar-
kostnað, umframt fyrimun-
irnar við fullum ferðslu-
fleksibiliteti. Fleiri faktor-
ar, sum tosa til fyrimuns
fyri føstum sambandi, tykj-
ast ikki at vera við, av tí at
vit ikki kenna teir framm-
anundan, og tískil kunnu
teir ikki kvantifiserast. Vit
bakklókskapi kunnu vit
lýsa nakrar fáar, sum hava
ávirkað síðani 1998.
• Í 1999 og 2002 var
Starvsmannafelagið
í
verkfalli í fleiri vikur. Í
slíkum føri er forðingin á
ferjuøkinum 100%, og
fíggjarligur missur er
hareftir, umframt missur
í vælferð (comfort).
• Dúgvan er tvær ferðir tik-
in úr sigling í “ótíð”,
m.a. tá hon tók botn í
Leirvík, umframt tá ferj-
an breyt motorin. Í báð-
um førum var neyðugt at
bera skjótt at og leiga av-
loysaraskip við eyka-
fíggjarlóg ella við at
flyta Smyril til Klakks-
víkar. Hesar útreiðslur
hevði landskassin spart
við føstum sambandi.
Av øðrum fyrimunum fyri
landskassan kann nevnast,
at fólk ferðast nógv í al-
mennum ørindum um Leri-
víksfjørð. Klakksvíkin hev-
ur m.a. sjúkrahús, teknisk-
an skúla, sjómansskúla,
HF-skeið, Trygdarmiðstøð
o.s.v..
Ein cost-benefit lýsing
verður vanliga brúkt, tá
metast skal um fleiri al-
ternativ. Men nú spurning-
urin um ferjusamband um
Leirvíksfjørð er heilt slept,
og eittans alternativ er eftir,
er spurningurin: Nær er
mest gangnligt samfelags-
búskaparliga at fara undir
verkætlanina?
Her kann fyrst nevnast, at
ein tunnil vanliga verður
mettur at vera ein perma-
nent íløga, sum ikki “slít-
ist” við tíðini, og tí ikki skal
avskrivast. Og jú fyrr ein
slíkur kemur, jú skjótari
fæst nytta úr íløguni. At
bíða við einari íløgu til tess
at spara, er eisini ein spurn-
ingur um, hvussu við defi-
nera hugtakið “sparing”. Í
politiskum málbrúki er
sparing tað sama sum at
sleppa undan at seta eina
upphædd á fíggjarlógina í
dag ella í morgin, soleiðis
sum tað eisini verður sagt í
viðmerkingunum til upp-
skoti, sum skal viðgerast í
Løgtinginum í dag.
Í privat- og virkisbúskap-
arligum høpi verður van-
liga spurt: sparing í mun til
hvat? Ímynda vit okkum
eini sethús við stórum tak-
leka, og eigarin bíðar 2 ár
við umvælingini fyri at
“spara”, so er spurningurin,
hvussu nógv er “spart” , tá
ið hædd er tikin fyri avleið-
ingini av lekanum. Tað
sama kann gera seg gald-
andi, tá ið talan er um at út-
seta eina almenna íløgu.
15
14
Nr. 222 - 19. november 2002
Ferðaseðlaprísurin má broytast
Vágatingmenninir
Marjus Dam og Jóa-
nis Nielsen halda fast
við, at prísurin fyri at
nýta undirsjóvar-
tunnilin má broytast.
Hómast eingin broyt-
ing innan fáar dagar,
fara teir at leggja upp-
skot fyri løgtingið um
at flyta raksturin av
tunnlinum yvir í
landskassan.
- Málið er av so stór-
um týdningi fyri Vág-
oynna, at eg eri til
reiðar at gera ímóti
viljanum hjá sam-
gonguni, gerst tað
neyðugt, sigur Jóanis
Nielsen úr Fólka-
flokkinum
BUMMGJALDIÐ
Jón Brian Hvidtfeldt
Prísurin fyri at nýta Vága-
tunnilin má broytast, kosta
hvat tað kosta vil, tí verandi
prísur fer at gera, at stóra
íløgan í fasta sambandið
um Vestmannasund als ikki
kemur til sín rætt.
Hetta eru vágatingmenn-
inir Marjus Dam úr Sam-
bandsflokkinum og Jóanis
Nielsen úr Fólkaflokkinum
á einum máli um. Sunnu-
kvøldið var aftur fundur í
Vágum millum kommunur-
nar, vinnuna og løgtings-
umboðini í oynni, og har
var full semja um, at prísur-
in er alt ov høgur. Marjus
Dam fer so langt sum at
siga, at høgi prísurin er at
rokna sum ein »krígsav-
bjóðing« til vágafólk og
Vágoynna.
- Politiski viljin má lurta
eftir vágafólki, og eg haldi
tað vera rímiligt, at tað al-
menna endurskoðar verk-
ætlanina við tunnlinum,
sigur Marjus Dam. Hann
vísir á, at upprunaliga var
ætlanin at bummgjaldið
skuldi fíggja 80 milliónir
krónur, men nu fáa vága-
fólk og onnur, ið nýta tunn-
ilin, eina rokning uppá 20
milliónir um árið, komandi
15 árini.
Hóttir samgonguna
Jóanis Nielsen úr Fólka-
flokkinum, sum er partur
av samgonguni, sigur at
málið hevur so stóran týdn-
ing fyri oynna, at hann er til
reiðar at arbeiða ímóti
viljanum hjá samgonguni,
verður prísurin ikki broytt-
ur. Fólkaflokkurin hevur
biðið um fund við leiðsluna
fyri P/F Vágatunnilin týs-
dagin fyri at umrøða,
hvussu prísurin kann broyt-
ast. Jóanis metir, at tað átti
at verið goldin fyri hvørt
ferðafólkið sær, tvs. at øll í
bilinum skuldu goldið, tí
tað hevði økt munandi um
inntøkumøguleikarnar hjá
P/F Vágatunnlinum. Parta-
felagið hevur valt eina
loysn, har bummstøðin er
ómannað, og tí ber ikki til
at krevja pengar fyri hvørt
ferðafólkið, men Jóanis
Nielsen heldur, at støðin
t.d. kundi verið mannað um
dagin og ómannað um nátt-
ina, tá lítil ferðsla er. Um-
framt hetta heldur Jóanis
Nielsen, at tað eigur at
verða hugt eftir, um rakst-
urin, ella í hvussu so er
partur av rakstrinum, kann
flytast yvir í landskassan.
Og fyri tað triðja mælir
hann til, at afturgjaldstíðin
verður longd úr 15 upp í 25
ár.
Harumframt
heldur
hann, at metingin hjá P/F
Vágatunnlinum
yvir,
hvussu nógvir bilar fara at
nýta tunnilin, eigur at
endurskoðast
og
setast
hægri enn 350 bilar um
samdøgrið.
- Her er alt talan um smá-
ar broytingar, ið tilsamans
kunnu ávirka prísin rættu-
liga nógv. Á fundinum vð
P/F Vágatunnilin í morgin
vænti eg at fáa eina ábend-
ing um, hvat ber til, og hvat
ikki ber til. Seinni í vikuni
vænti eg mær so at síggja,
hvørji útlit eru til, at man
politiskt finnur eina skila-
góða loysn. Men røkist
einki fyri eini loysn, so fari
eg, saman við Marjus Dam,
at leggja uppskot fyri løg-
tingið um at flyta rakstrar-
útreiðslurnar hjá partafel-
agnum yvir í landskassan,
sigur Jóanis Nielsen. Hann
sigur seg ikki vera bangnan
fyri at ganga ímóti vilja-
num hjá samgonguni í hes-
um máli.
Kemur uppskotið frá
vágatingmonnunum í Løg-
tingið, so kann lættliga
henda, at støðan gerst 16-
16, tá atkvøðast skal um
málið, tekur andstøðan
undir við tí, meðan restin
av samgonguni atkvøður
ímóti. Jóanis Nielsen sigur,
at uppskotið kemur, hóast
hann ikki frammanundan
hevur tryggjað sær meiri-
luta fyri tí.
- Finna vit ikki eina
loysn, ið førir við sær, at
prísurin lækkar munandi,
so verður uppskotið lagt
fyri tingið, sigur Jóanis
Nielsen.
Vágatingmaðurin
hjá
Fólkaflokkinum metir mál-
ið hava so stóran týdning,
at hann í síðsta enda er til
reiðar at seta stuðul sín til
samgonguna uppá spæl,
fæst ikki frammanundan
ein loysn á málinum, so
prísurin fyri at koyra undir
Vestmannasund
lækkar
munandi.
Prísurin er settur út
frá givnum fortreyt-
um, sum eru galdandi
í dag, og tað er tað
einasta, sum vit hava
at halda okkum til.
Tað sigur Dávid Rein-
ert Hansen, stjóri í
P/F Vágatunnilin, eft-
ir mongu atfinning-
arnar seinastu dagar-
nar um at prísurin
fyri at koyra undir
Vestmannasund er ov
høgur
BUMMGJALDIÐ
Jón Brian Hvidtfeldt
Mongu atfinningarnar sein-
astu dagarnar um at prísur-
in fyri at nýta Vágatunnilin
hava ikki fingið stjóran fyri
P/F Vágatunnilin at endur-
skoða prísin, ið kunngjørd-
ur var hósdagin í síðstu
viku.
- Vit hava ásett prísin út
frá fortreytunum, ið eru
galdandi í dag, og hesar
fortreytir noyðast vit at
halda okkum til, til for-
treytirnar møguliga broyt-
ast. Tað sigur Dávid Rein-
ert Hansen.
Stjórin í P/F Vágatunnli-
num sigur, at hann hevði
væntað, at atfinningar fóru
at koma móti prísinum,
men at hetta er prísurin, ið
leiðslan fyri P/F Vágatunn-
ilin hevur mett at vera tann
rætti.
- Sjálvandi lurta vit eftir
atfinningunum, tí tað er jú
eisini í okkara áhuga at
vita, hvat brúkararnir, tvs.
kundarnir, halda, sigur
Dávid Reinert Hansen, sum
tó ikki hevur ætlanir um at
broyta prísirnar, um ikki
fortreytirnar fyri verkætl-
anini eisini broytast.
- Síðan hósdagin hava vit
fingið at vita, at summi,
m.a. politikarar, eru til reið-
ar at broyta fortreytirnar
fyri verkætlanini, meðan
onnur eru ímóti at broyta
fortreytirnar. Okkara upp-
gáva er at arbeiða út frá
teimum fortreytum, sum
eru galdandi – ikki at reka
politik. Koma tað uppskot,
ið broyta fortreytirnar fyri
verkætlanini hjá P/F Vága-
tunnilin, so mugu vit fyri-
halda okkum til tað, sigur
Dávid Reinert Hansen.
Skeivt at samanbera
við landsveg
Dávid Reinert Hansen tek-
ur undir við, at spurningur-
in um, hvussu nógv fara at
nýta tunnilin, er rættuliga
sentralur. Leiðslan fyri P/F
Vágatunnilin hevur mett, at
tað í meðal fara at koyra
350 bilar gjøgnum tunnilin
um samdøgrið, meðan onn-
ur hava ført fram, at hetta
tal er alt ov lágt.
Stjórin fyri P/F Vága-
tunnilin metir, at tað er
skeivt at samanbera ferðsl-
una um Vestmannasund við
ferðsluna á ávisum strekkj-
um á landsvegnum.
- Her er talan um at fólk
skulu gjalda fyri at koyra
um sundið. Tí má ferðslan
um Vestmannasund saman-
berast við eina ferju, tvs.
hvussu nógv ferðsla hevði
verið, um ein ferja sigldi
um sundið, sigur Dávid
Reinert Hansen. Hann sig-
ur, at kanningin frá 1999,
sum hevur verið partur av
grundgevingini fyri prís-
ásetingini, í stóran mun
hevur snúi seg um, hvussu
fólk reagera uppá prís-
broytingar, og hvussu tað
møguliga broytir ferðingar-
mynstrið, tvs. um fólk nýta
egnan bil ella buss. M.a. út
frá hesum er komið fram til
talið 350, sigur Dávid
Reinert Hansen.
Mugu halda okkum til fortreytirnar
Fólkaflokkurin hev-
ur biðið um fund
við leiðsluna fyri
P/F Vágatunnilin
fyri at finna út av,
hvussu leiðslan hev-
ur roknað seg fram
til prísin, ið varð
kunngjørdur hós-
dagin. Í oddagrein í
Dagblaðnum finst
Óli Breckmann, for-
maður í tingbólki-
num hjá flokkinum,
hvassliga at prís-
ásetingini
BUMMGJALDIÐ
Jón Brian Hvidtfeldt
Fólkaflokkurin
hevur
biðið
um
fund
við
leiðsluna fyri P/F Vága-
tunnilin, eftir at parta-
felagið nú loksins hevur
ásett prísin fyri at nýta
fasta sambandið undir
Vestmannasund.
Fólkaflokkurin hevði
landsfund um vikuskifti,
og har var semja um at
gjaldið fyri at nýta tunnil-
in er sera høgt. Jóanis
Nielsen, tingmaður flok-
sins í Vágoynni, sigur, at
fundurin við P/F Vága-
tunnilin, sum skal vera
týsdagin, vónandi gevur
eina mynd av, í hvønn
mun prísurin kann broyt-
ast.
Dávid Reinert Hansen,
stjóri í P/F Vágatunnilin,
sigur, at teir altíð eru til
reiðar at kunna um sítt
virksemi, er áhugi fyri tí,
og tí hevur hann einki
ímóti at fara á fund við
Fólkaflokkin týsdagin.
Lemjandi
atfinningar
Í oddagrein í Dagblað-
num finst Óli Breck-
mann, formaður í ting-
bólkinum
hjá
Fólka-
flokkinum, hvassliga at
prísinum, ið leiðslan fyri
P/F Vágatunnilin hevur
ásett fyri at nýta tunnilin.
Niðurstøðan í odda-
greinini er, at høgi prísur-
in avgjørt er við til at
halda ferðsluni niðri, tí
fólk fara stutt sagt at
halda seg aftur við at nýta
tunnilin. Óli Breckmann
spyr millum annað, hví
leiðslan fyri P/F Vága-
tunnilin við makt roynir
at halda bilaferðsluni um
Vestmannasundi níðri á
350 bilum um samdøgrið,
við at áseta ein so høgan
prís. Niðurstøðan er stutt
og greitt, at prísásetingin,
sæð út frá handilsligum
sjónarmiðum, er púra
burturvið.
Fólkaflokkurin fund
við P/F Vágatunnilin
Bummstøðin, har vágafólk og
onnur skulu gjalda fyri
sleppa undir Vestmanna-
sund, er nú um at vera liðug.
Men eftir at prísurin loksins
er ásettur, er ónøgdin móti
høga prísinum stór
C
M
Y
K
14