Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-11-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. november 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fullkomuliga óvænt- að vann annasr stigaleysa Tjaldur útidystin móti oddaliðnum, StÍF, og settu teir sostatt ein tjúkka striku undir, at kappingin í ár er opnari enn nakran tíð áður MANSHONDBÓLTUR Jákup Mørk Í leygardagsútgávu okkara skrivaðu vit, at hóast tað júst var á Skála, at Tjaldur í fjør fekk vent skeivu gongdini, so var ein endur- tøka av hesum ikki bein- leiðis væntandi. Hvussu var og ikki, so løgdu runavík- ingar vertin á hetta, tá teir ferðaðust tvørtur um fjørð- in sunnudagin. Tjaldur vann nevnliga dystin við einum máli, og skaptu harvið størstu hond- bóltssensatiónina higartil á árinum. Fingu ikki tak á Í slíkum dystum er størsti vandin hjá einum oddaliði helst, at teir kunnu undir- meta mótstøðuna, og ikki minst er hetta galdandi, tá talan er um lokaluppgerðir. Av Skála verður eisini sagt, at hetta kanska part- víst var orsøkin til vánaliga úrslitið. - Tað var snøgt sagt einki, sum riggaði, sum tað skuldi, hjá okkum. Vit skutu alt ov fá mál í mun til tað, sum møguleikarniar vóru til, og so vóru vit ikki nóg sterkir í verjuni, heldur liðskiparin hjá StÍF, Jón Rasmussen. - Sjálvandi skal eg ikki taka nakað frá Tjaldrinum, tí teir spældu so sanniliga fyri sínum møguleika. Mál- verjin stóð ein góðan dyst, men tað sum gav okkum størstu trupulleikarnar mundi helst vera Jens Martin Knudsen. Hann gjørdi snøgt sagt tað, sum honum lysti, og fært tú ikki fatur á einum slíkum leik- ara, so kann tað ganga galið, heldur Jón, áðrenn hann leggur afturat, at um hetta verður lagið miku- kvøldið móti VÍF, so verður talan um sorl. Í evstu løtu Og at runavíkingar veruliga stríddust fyri sínum møgu- leika, er einki at ivast í. Allan dystin hildu teir eitt fast tak á strandingunum, sum hóast teir royndu, ongna tíð megnaðu at skræða seg leysar frá mót- støðuni. Tvørtur ímóti gjørdist tað í seinna hálv- leiki, at strandingar royndu at vinna seg innaftur á runavíkingarnar, sum tó alla tíðina megnaðu at svara aftur. Í seinasta minuttinum tóktist tað tó, sum um heimaliðið kortini skuldi fáa ein javnleik burtur úr royndunum, tá Alexandur Johansen skeyt teir upp á javnt, men í evstu løtu eynaðist Tórhalli Thomsen við hansara einasta máli í dystinum at skjóta sigurin og stigini tvørtur um kommunala fjørðin. Hóast sigurin, so er Tjaldur framvegis niðasta liðið í deildini. Men tað skerst ikki burtur, at hetta er nakað, sum fløvar um vónirnar fyri eini endur- tøku av árinum í fjør, har liðið sum frá leið stríddi seg alt meira upp eftir stigatalvuni. Mikudagin skulu teir á heimavølli royna seg móti Kyndli, og spyrst eitt líkinda úrslit burtur úr teirri uppgerðini, so er lítið at ivast í, at hond- bóltsfepurin av álvara fer at tendra í Runavíkini. Strandingar skulu tá til Vestmanna at spæla topp- dyst, og sum vera man, so var hetta ikki nakað serligt útgangsstøði at vinna sær undan teirri ferðini. Hin- vegin kann hetta eisini viðvirka til at seta leikar-ar- nar eyka upp til ta upp- gávuna, og tað er so avgjørt nakað, sum liðið hevur tørv á, skal tað vera hugsingur um at gera nakað sum helst við vælsmurdu VÍF- maskinuna. Dysturin í tølum StÍF-Tjaldur 24-25 (14-15) Málskjúttar: StÍF: Sveinur Justinussen 6(2), Alexandur Johanen 4(1), André F. Danielsen 4, Costin Dumitrescu 3, Kristjan Petursson 2, Artur Johansen 2, Bent Djurhuus 1, Jón Rasmussen 1, Janus Trúgvason 1 Tjaldur: Dragisa Stojovic 10, Jens Martin Knudsen 4, Áki L. Haansen 3, Zoran Sarcevic 2(1), Arnfinn Langgaard 2, Uni Højgaard 2, Sverri Justinussen 1, Tórhallur Thomsen 1 Brotskøst: StÍF 6, Tjaldur 3 Útvísingar: StÍF 4, Tjaldur 1 Dómarar úr Neistanum: Sámal Hansen & Kristian Johansen Nr. 222 • týsdagur • 19. november 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo StÍF-Tjaldur 24-25 (14-15): Sensatión á Skála Fullkomuliga óvæntað tók Tjaldur bæði stigini við sær, tá teir sunnudagin vitjaðu á Skála, og soleiðis var størsta hondbóltssensatiónin higartil í ár veruleiki 17 16 Nr. 222 - 19. november 2002 UTTAN ÚR HEIMI Fyrrverandi italski forsætisráðharrin, Giulio Andreotti, er dømdur 24 ára fongs- ul fyri at hava verið uppií, tá ein tíðinda- maður varð myrdur í 1979 ITALIA Árni Joensen Tann 83 ára gamli Giulio Andreotti hevur verið for- sætisráðharri í Italia ikki færri enn sjey ferðir í árunum frá 1972 til 1992. Harafturat hevði hann lívs- langa støðu sum senatorur. Men hetta hjálpti honum ikki sunnudagin, tá rætturin dømdi hann sekan í at hava verið uppií, tá tíðindamað- urin Mino Pecorelli varð myrdur í 1979. Orsøkin til morðið var sambært ákæru- valdinum og dóminum, at Pecorelli hevði í umbúna at skriva eina bók, hvørs innihald fór at gera enda á politiska lívinum hjá Andreotti. Hetta málið var fyri í einum øðrum rætti fyri trimum árum síðani, og tá varð Giulio Andeotti frí- kendur. Ákæruvaldið legði alt fyri eitt dómin fyri hægri rætt, og har varð gamli politikarin sunnu- dagin dømdur sekur. Sjálvur sigur Andreotti seg vera ósekan, og verjar hansara hava sagt, at teir fara at leggja málið fyri ovasta rættarmyndugleikan í Italia. Núverandi italski forsæt- isráðharrin, Silvio Berlus- coni, stuðlar Andreotti. Aft- an á dómin segði Berlus- coni, at dómurin sunnu- dagin var politiskur. Hetta er ikki fyrstu ferð, at for- sætisráðharrin hevur lagt seg út í avgerðir hjá dóms- valdinum. Ísraelsku myndug- leikarnir hava sett í verk eina umfatandi kanning, sum skal staðfesta, hvussu tað eydnaðist einum manni at sleppa við einum av flogførun- um hjá El-Al við knívi FLOGRÁNSKANNING Árni Joensen Tann 23 ára gamli ísraelski ríkisborgarin Tawfik Fuk- ara tók knívin úr lumman- um, stutt áðrenn flogfarið hjá El-Al skuldi seta seg í Istanbul. Hann hótti eina flogternu og royndi at sleppa inn í stýrihúsið, men so langt kom hann ongan- tíð. Teir báðir trygdarmenn- inir, sum vóru í flogfar- inum, lupu á mannin og løgdu hann í hondjørn. Flogfar nr. 581 hjá El-Al hevði 170 ferðafólk um borð, og flogskiparin boð- aði eftirlitinum í Istanbul frá, at ein yvirgangstilburð- ur hevði verið umborð. Turkiska løgreglan møtti mannsterk á flogvøllinum, og tann handtikni varð latin løgregluni, so skjótt flog- farið hevði sett seg. Sam- bært ísraelskum fjølmiðl- um skuldi maðurin seinni latast ísraelsku myndug- leikunum. Strangt eftirlit Hví Tawfik Fukara ætlaði at ræna flogfarið, var ikki greitt í gjár, men tað at tað eydnaðist einum vápnaðum manni at sleppa við einum ísraelskum ferðamanna- flogfari vakti stóran ans í Ísrael. EL-Al verður mett sum heimsins tryggasta flog- felag, og vápnaðir trygdar- menn eru altíð við flog- førunum hjá felagnum. Flogfarið kom úr Ben Gurion-floghavnini í Tel Aviv, sum vanliga verður mett at hava heimsins besta trygdareftirlit, bæði hvat viðvíkir ferðafólkinum og viðførinum. Meðan ferða- fólk aðrastaðni kunnu koma ein hálvan tíma undan fráferð, noyðast fólk vanliga at koma tríggjar tímar undan fráferð í Ben Gurion-floghavnini. At tað kortini eydnaðist einum manni at sleppa inn í flogfarið við knívi hevur tí loypt ótta á nógv fólk í Ísrael, og myndugleikarnir hava tí givið boð um at kanna tilburðin gjølla. Ikki síðani 1968 Seinast eitt flogfar hjá El- Al varð rænt var í 1968, tá tríggir limir í hernaðarliga palestinska felagsskapinum PFLP rændu eitt flogfar hjá felagnum. Flogfarið var á veg úrt Rom til Tel Aviv, men varð noytt at flúgva til Algeria. Í 39 samdøgur sótu 12 ísraelsk ferðafólk gíslar, til ísraelsku mynd- ugleikarnir gingu við til at lata 15 palestinar fangar leysar í býti við gíslarnar. Al-Al hevur kortini verið fyri álopum nakrar ferðir síðani. Í 1972 skutu tríggir limir í japanska yvirgangs- felagsskapinum Reyða Herinum 26 fólk og særdu 76 onnur á flogvøllinum í Tel Aviv. Trettan ár seinni, í 1985, myrdu limir í felags- skapinum hjá yvirgangs- manninum Abu Nidal 19 fólk, tá teir lupu á av- greiðslurnar hjá El-Al í Rom og Wien. Fyrrverandi stjórnarleiðari fekk 24 ára fongsul Miseydnað flogránið skal kannast út í æsir Russisku heilsumyndug- leikarnir siga, at higartil í vetur eru 91 fólk í høv- uðsstaðnum Moskva deyð í kulda. Um vikuskiftið doyðu seks fólk, og umleið 40 onnur vórðu løgd inn á sjúkrahús, tí tey vóru illa á holdum komin av kulda. Í fjør doyðu 399 fólk í Moskva av kulda, og tað er tað mesta nakrantíð í eitt ár. Sambært myndug- leikunum eru tað yvir- høvur heimleys og rús- drekkamisnnýtarar, sum doyggja, tá kuldin kemur um veturin. 91 deyð í kulda Talið á teimum, sum koma til Danmarkar at leita sær friðskjól, mink- ar støðugt, og higartil í ár eru tey heili 71 prosent færri enn um somu tíð í fjør. Tann borgarliga danska stjórnin hevur havt sítt eitt av sínum høvuðsmálum at av- marka streymin av fremmandafólki til Danmarkar, og hesin politikkurin hevur víst seg at eydnast sera væl. Ráðharrin í innflyt- aramálum, Bertel Haard- er, segði í gjár, at stjórnin hevur rokkið tí málinum, sum hon setti sær. Hann legði afturat, at nú talið á innflytarum er so nógv minkað, fer stjórin at taka stig til at fáa tey, sum hava fingið uppi- haldsloyvi, limað inn í tað danska samfelagið. Danski Fólkaflokkurin, sum er stuðulsflokkur hjá borgarligu minniluta- stjórnini, hevur sagt, at hann er eisini til reiðar at taka undir við hesum politikkinum. Færri fremmandafólk Fyrrverandi amerikanski forsetin, John F. Kenne- dy, tók nógvan heilivág hvønn einasta dag, tí hann leið av støðugari pínu og hevði harafturat aðrar heilsutrupulleikar. Hetta kemur fram í einari nýggjari bók um Kennedy, sum søgufrøð- ingurin Robert Dallek er í ferð við at skriva. Í sín- um arbeiði at skriva bók- ina hevur Robert Dallek fingið atgongd til skjøl, sum ikki hava verið alment kend fyrr. Har sæst, at Kennedy tók átta sløg av ymsum heilivági hvønn dag. Talan var m.a. um pínulinnandi ta- blettir, tablettir ímóti sinnistyngd og tablettir ímóti svøvnloysi. Tað var alment kent, at Kennedy hevði ringan rygg, og at hann javnan leið av pínu í rygginum. Aftan á deyða hansara í 1963 kom fram, at hann eisini hevði havt aðrar trupulleikar við heilsuni. Sambært Robert Dallek leið hann m. a. av teirri lívshættisligu sjúkuni Addisons. Tók nógvan heilivág Fyrrverandi heilsmeist- arin í nevaleiki, Muham- mad Ali, kom sunnu- dagin til Afghanistan eftir innbjóðing frá ST. Endamálið við ferðini er at økja áhugan fyri ar- beiðinum at endurbyggja tað krígsherjaða landið. Á vitjanini er Muham- mad Ali gestur hjá af- ghanska forsetanum, Ha- mid Karzai, og hann skal m. a. vitja ein gentu- skúla, eitt kvinnubakarí, og so skal hann sjálvandi eisini hitta afghansk ítróttafólk. Fyrrverandi nevna- leikarin hevur í mong ár hava stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum av ymsum slagi. Hann sýtti fyri at gera hertæn- astu í Vietnam, og tá hann í 1974 boksaði ein av sínum týdningarmestu dystum í afrikanska landinum Zaire, var tað júst við tí endamáli at fáa heimin at geva viður- skiftunum í Afrika størri ans. Í Afghanistan er hann eisini sera væl um- tóktur. Ali í Afghanistan Turkiskir trygdar- menn uttan fyri ísraelska flogfarið í floghavnini í Istanbul Mynd: Reuters C M Y K 16