týsdagur 19. november 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 19. november 2002
19
Føroyameistararnir
úr VÍF funnu í løtum
gullspælið frá í fjør
aftur, tá tær vitjaðu
Neistan sunnudagin,
og so er lítið at gera
hjá mótstøðuni
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Árið í ár hevur vignast heilt
misjavnt hjá føroyameist-
arunum í kvinnuhondbólti.
Liðið, sum bert tapti ein
dyst – tann seinasta í fjør –
í tvey ár, hevur haft sera
trupult við at fáa spælið at
hanga
saman.
Partvíst
hevur
orsøkin
kanska
kanska verið, at Ioana Rápa
ikki fær verið við, nú hon er
við barn, men neyvan hevur
hetta so verið einasta frá-
greiðingin, soleiðis sum tað
hevur verið ført fram. Hin-
vegin er als ikki óhugsandi,
at ein stórur partur av frá-
greiðingini eisini er, at
leikararnir onkursvegna eru
mettar. Soleiðis at skilja, at
tær ótilvitað eru farnar at
halda, at neyðugu sigrarnir
nokk skulu fara at koma, og
at tær tískil eru ov lítið upp-
settar, tá dystirnir eru.
Eldur í
Hetta hevur eisini viðført,
at viðmerkingar frá bæði
áskoðarum og fjølmiðlum
hava verið eitt sindur øðr-
vísi, enn tær annars hava
verið seinnu árini, og
spakuliga
hevur
hetta
kanska fest í fjúsið hjá lið-
num.
Og
móti
Neistanum
sýndi liðið endiliga aftur, at
tað á ongan hátt er av
tilvild, at liðið hevur verið
somikið einaráðandi seinnu
árini. Yvirhøvur var talan
um ein sannførandi sigur,
men serliga fyrsta lítla
korterið var at kalla bert eitt
lið á vøllinum. Ferðin á
spælinum varð sett langt
omanfyri tí, sum Neistin
megnaði, verjan stóð sum
ein sannur múrur og vardi
fyri, og tá kontra’ini so
vórðu send avstað, var lítið
og annað hjá teimum bláu
at gera, enn at hyggja at,
hvussu lætt og einfalt
hondbóltur í veruleikanum
kann spælast.
Nakað annað er so tað, at
Neistin als ikki spældi upp
til sítt besta. Kanska var
veruleikin eisini tann, at
tær ikki vóru betri, enn VÍF
gav teimum loyvi til at
vera, men tað tóktist eisini
so, at tær bláu ongan tíð
veruliga
trúðu
upp
á
møguleikan fyri einum
sigri. Nakað sum annars
altíð hevur verið eyðkennið
hjá liðnum. Skothóttanin
úti frá var eina mest av-
markað til Simonu Dziu-
gyte, og at Súna Mørk kom
at kalla beint av flog-vøll-
inum í Høllina undirstrikar
eisini akutta tørvin á bak-
spælarum.
Tað skuldi ganga út við
eitt korter, áðrenn Neistin
fyrstu ferð hevði bóltin í
netinum hjá VÍF, og tó at
VÍF ikki skeyt so ræðandi
nógv mál, so var tað mest
sum longu staðfest tá, at
stigini fóru til Vestmanna.
Verjan alt at siga
Einki er at ivast í, at Neista-
venjarin,
Sophus
Dal-
Christiansen, hevði tosað
við stórum bókstavum í
steðginum. Longu tá sein-
asta bríkslið ljóðaði var
hann inni á hálvum vøllin-
um við beinari kós móti
skiftingarrúminum,
og
fyrstu løtuna eftir steðgin
tóktist hetta eisini at hjálpa.
Neistin skoraði fleiri mál á
rað, og tær fingu eisini strítt
seg upp á javnt, men so var
eisini útselt. VÍF setti ferð á
aftur, og við fimm málum á
rað undirstrikaðu tær, at her
var einki hjá Neistanum at
koma eftir.
Og verður hetta lagið hjá
teimum gulu framyvir, so er
ikki óhugsandi, at tað
heldur ikki verður so nógv
hjá øðrum at koma eftir.
Sjálvandi skerjir tað fram-
vegis liðið, at Ioana ikki er
við. Serliga í álopspartinum
verða stórar byrðar lagdar á
Sóley, sum nú er skot-
sterkasti bakspælarin. Men
eisini í teimum báðum gull-
árunum
var
sterkasti
parturin av liðnum kanska
verjuparturin, og hesin
riggaði til fulnar sunnu-
dagin. At Neistin ikki hevur
nakran lám at tveita út á
høgra vong, gjørdi ikki
uppgávuna torførari, men
yvirhøvur tóktist verjan
taka sær av tí, sum roynt
varð, og tá skot so komu
var Manuela mest sum altíð
á staðnum, og við neyvu
útkøstum sínum er hon
samstundis ein hin týdning-
armesta álopsstøðin á lið-
num.
Enn hava avrikini hjá VÍF
tó verið ov misjøvn til at
siga, at nú eru meistartarnir
við aftur, men verður hetta
lagið, so fara tær skjótt at
toga seg nærri at VB.
Komandi mikudag skulu
tær á heimavølli taka ímóti
StÍF, og tá fæst kanska ein
ábending um, hvørt leik-
ararnir aftur eru klárar til
stóru tøkini, ella um sigurin
sunnudagin bert var eitt
einstakt dømi um, at tær
framvegis kunnu – tá tær
tíma.
Dysturin í tølum
Neistin-VÍF 13-21 (5-9)
Málskjúttar:
Neistin: Simona Dziugyte
5(2), Lív Sørensen 2, Rakul
Agustinussen 2(2), Anna
Clementsen
1,
Mildrið
Jacobsen 1, Kára á Dunga
1, Ata Høgnadóttir 1
VÍF: Sóley Mikkelsen 5(2),
Jacklin Durhuus 4, Hertha
Simonsen 3, Fríða Marjun-
ardóttir 3(1), Alis Høg-
hamar 2, Nikolina Eyð-
bjørnsdóttir 2, Sára Jógv-
ansdóttir 1, Nicoleta Radu
1
Brotskøst: Neistin 6, VÍF 4
Útvísingar: Neistin 1, VÍF
1
Dómarar úr Kyndli: Hannis
Wardum & Eyðun Samuel-
sen. Høvdu alla tíðina fult
tamarhald á.
Neistin-VÍF 13-21 (5-9):
Meistararnir sóust aftur
VÍF framdi sítt higartil besta avrik á árinum, tá tær vitjaðu Neistan sunnudagin. Yvirhøvur var talan um eitt gott avrik, men serliga í verjupartinum sýndu tær gulu, at nú er meistaraspælið um
at vera funnið framaftur
Mynd: Álvur Haraldsen
19
18
Nr. 222 - 19. november 2002
TB einsamalt á odda
Sum væntað fekk TB
fult í báðum dysti-
num móti KÍF, og eru
tær nú á odda í meist-
aradeildini hjá kvinn-
um
KVINNUFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Fýra dystir vórðu leiktir í
bestu kvinnudeildini um
vikuskifitð, og ikki kann
sigast, at úrslitið í nøkrum
teirra var av tí óvæntaða
slagnum.
TB átti av røttum at verið
í Havn til dyst móti KÍF
fyri tveimum vikum síðani,
men ta ferðina viðraði ikki.
Ístaðin varð tann dysturin
ásettur at verða leiktur
sunnudagin. Leygardagin
var KÍF eisini á Tvøroyri,
so liðini bæði sluppu rætti-
liga at læra hvørt annað at
kenna, men hetta broytti tó
ikki nevnivert við úrslitini.
Meistararnir úr TB vóru
nevnliga alt ov sterkar hjá
uppflytarunum úr Kolla-
firði. Tó at TB í báðum før-
um tók sær hálvgum av
løttum í pørtum av dysti-
num, so vóru tær úr KÍF
ongan tíð nær námind ein-
um setti og tíans heldur
nøkrum stigi.
Mjølnir fekk
ein hvøkk
Tey bæði liðini, sum stríð-
ast við TB um oddasessin
eru fyrst og fremst Mjølnir
og ÍF, og tey bæði vóru eis-
ini í dysti um vikuskiftið.
Mjølnir hevði tað á papp-
írinum truplaru uppgávuna,
tá tær vitjaðu á Giljanesi,
har Dráttur hevur fingið
fleiri góð úrslit seinastu
dystirnar. Fyrsta settið beit
heimaliðið eisini frá sær,
men eftir at hava rist hend-
an skelkin av sær, komu
klaksíkvíkingarnir
alt
meira við. Næsta settið
varð vunnið við maner, og
eftir hetta var kósin fyri tað
mesta einvegis, soleiðis at
talan hóast alt gjørdist um
ein hampuliga tryggan sig-
ur.
Leygardagin vitjaði Fleyr
í Fuglafirði, og tó at gestir-
nir ikki fingu nakað við
sær, so góvu tær ÍF ein lítl-
an hvøkk. Eftir at alt gekst
sum ætlað í fyrsta settinum,
kom ÍF undir hart trýst í
øðrum setti. Tær megnaðu
tó at knólgva Fleyr 26-24,
og eftir hetta fór luftin úr
gestunum, sum rætt og
slætt vórðu avbukaðar sein-
asta settið.
Komandi vikuskifti verð-
ur sannur toppdystur, tá
oddaliðini fara undir seinna
umfar av innanhýsis dyst-
unum. Fyrstur av hesum
verður í Trongisvági, tá
Mjølnir vitjar TB, og einki
er at ivast í, at hetta fer at
geva eina ábending um,
hvussu oddaliðini eru fyri,
nú grndspælið er farið at
nærkast endanum.
ÍF lat ikki nakran iva
vera um, hvat var
toppur og botnur, tá
Fleyr vitjaði
MANSFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Bert ein dystur varð leiktur
í
meistaradeildini
hjá
monnum um vikuskiftið.
Hesin varð á Kambsdali
leygardagin, tá Fleyr kom á
vitjan.
Undan dystinum hevði ÍF
ikki tapt eitt tað einasta
sett, meðan Fleyr hinvegin
ikki hevði vunnið nakað,
og hesa sannroynd varð
ongan tíð nortið við leygar-
dagin.
Fyrsta settið sprellað
Fleyr kanska eitt lítið sind-
ur, men tá ÍF so fekk rætta
lagið á spælið, gekk tað
skjótt fyri seg, og sigurin
varð tryggjaður í trimum
ruddiligum settum.
ÍF hevur nú leikt eina
ferð móti øllum liðunum í
deildini, og enn hevur so
eingin megnað at skalað
teimum. Harðastu mótstøð-
una higartil fáa teir kanska
komandi vikuskifti, tá teir
skulu til Sørvágs. SÍ var
skert, tá teir taptu 3-0 á
Kambsdali, men hóast teir
nú aftur eru fullmannaðir,
so má ÍF metast sum favo-
rittur til tann dystin, men
hinveign kann SÍ á einum
góðum degi skal oddaliðið.
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 TB
6
5 - 1
17
5
12
10
2 ÍF
6
5 - 1
17
8
9
10
3 Mjølnir
5
4 - 1
13
6
7
8
4 Dráttur
5
2 - 3
9
12
-3
4
5 Fleyr
6
1 - 5
4
15
-11
2
6 KÍF
6
0 - 6
4
18
-14
0
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett
sett
stig
1 ÍF
5
5 - 0
15
0
15
10
2 Mjølnir
3
2 - 1
6
4
2
4
3 Fram
4
2 - 2
7
6
1
4
4 SÍ
3
1 - 2
3
6
-3
2
5 Fleyr
5
0 - 5
0
15
-15
0
Úrslit um vikuskiftið
Meistaradeild kvinnur
ÍF-Fleyr
3-0 (25-14, 26-24, 25-6)
TB-KÍF
3-0 (25-5, 25-11, 25-15)
Dráttur-Mjølnir 1-3 (25-18, 10-25, 12-25, 20-25)
KÍF-TB
0-3 (4-25, 14-25, 13-25)
Meistaradeild menn
ÍF-Fleyr
3-0 (25-20, 25-14, 25-14)
Full ferð á
Fuglafirði
Fleyr vísti tenn eina lítla løtu í Fuglafirði, men
eftir at ÍF kortini tók sær av næsta settinum,
var ikki meira eftir hjá gestunum, ið sum
vænta máttu fara tómhentar aftur til Havnar
C
M
Y
K
18